89  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð
G. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 3. mars, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mei 1997, verður gjørd henda broyting:

 

Aftaná § 1 verður sett inn:

§ 1a. Fyri skip, ið ikki kann metast sum føroyskt sambært § 1, men har eigarin er likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum er fevndur av Hoyvíkssáttmálanum og hevur bústað ella er skrásettur innan umveldisvídd sáttmálans, kann landsstýrismaðurin í sjóvinnnumálum áseta reglur um treytir fyri skráseting sum føroyskt skip, herundir treytir um, at skipið skal vera fyrisitið og vera undir eftirliti úr Føroyum.

Stk. 2. Skip, sum sambært stk. 1 er tikið upp í føroysku skipaskránna, verður sett javnbjóðis við føroyskt skip og hevur rætt til at sigla undir føroyskum flaggi.” 

 

§ 2

 

Henda løgtingslógin fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

Í samband við løgtingsmál nr. 15/2005 um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan, og í samband við at laga føroyska lóggávu til sáttmálan, verður mett neyðugt at gera broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum.

 

Í Hoyvíkssáttmálanum er meginreglan, at mismunur ikki skal gerast millum partarnar í lóg ella í verki.

 

Í § 1 í lógini er ásett, at fyri at skip skal kunna metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eigarin vera føroyskur. Í stk. 2 eru ásetingar um, hvør er at meta sum føroyskur eigari.

 

 

Í hesum sambandi kunnu m.a. nevnast føroyingar, partsreiðarí, har føroyingar eiga í minsta lagi tveir triðingar og har fyrisitandi reiðarin er føroyingur, og partafeløg og onnur vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, sum hava valt eina nevnd, har í minsta lagi tveir triðingar av hesari eru føroyingar. Henda áseting verður ikki mett at vera í samsvari við sáttmálan, og verður tí skotið upp at seta eina § 1a í lógina. Víst verður beinleiðis til Hoyvíkssáttmálan, og kunngerð við heimild í nýggju lógargreinini kann tí bara víðka verandi § 1 við atliti at likamligum og løgfrøðiligum persónum, sum eru fevndir av hesum sáttmála.

 

Vart skal verða gjørt við grein 6.3 í sáttmálanum um undantøk frá tjóðskaparviðgerð, har tað er ásett: “Vóru tær virknar á undirritingardegi Sáttmálans, kunnu Føroyar framvegis innan vinnugreinina fiskiskap hava avmarkingar viðvíkjandi ognarrætti hjá útlendingum og/ella ognarrætti hjá ikki búføstum persónum og somuleiðis viðvíkjandi stovnseturætti hjá ikki ríkisborgarum og ríkisborgarum, sum ikki hava heimstað í Føroyum”.

 

Hetta merkir, at fiskiskip ikki koma undir ásetingina í § 1a, tí allýsingin av fiskiskipi sambært skipaskrásetingarlógini (§ 1, stk. 4) er: eitt og hvørt skip ella far, sum verður nýtt til vinnuligan fiskiskap og hevur veiðiloyvi frá Føroya landsstýri.

 

Broytingin fevnir sostatt um handils- ella stuttleikaskip, sum verða skrásett í føroysku skipaskránni.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur serligar fyrisitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Um so er, at fleiri skip koma í føroysku skipaskránna, kann tað tó viðføra smávegis av inntøkum fyri skrásetingargjøld.

 

 


 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja/Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar 

Til § 1. Talan er um at geva landsstýrismanninum í sjóvinnumálum heimild til í kunngerð at áseta nærri reglur um skráseting av skipum, sum ikki fevna um tær vanligu treytirnar um tjóðskap, sum eru ásettar í § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum. Heimildin verður givin landsstýrismanninum orsakað av bindingum, sum Føroyar hava átikið sær í Hoyvíkssáttmálanum.

 

Í uppskotinum verður sagt, at hesi skip verða sett javnbjóðis við føroysk skip og hava rætt til at sigla undir føroyskum flaggi. Hetta merkir ikki, at onnur krøv fyri at sigla undir føroyskum flaggi, so sum skipaeftirlitskrøv, verða sett til síðis, men bara, at broyting verður gjørd í treytunum til tjóðskapin hjá eigaranum. Í kunngerð er ætlanin at áseta m.a. treytir um skyldur hjá reiðarínum, herundir um at hava umboð í Føroyum, sum kann fyrisita og hava eftirlit við skipinum.

 

Til § 2. Í § 2 verður ásett, at lógin fær gildi sum løgtingslóg sama dag, sum Hoyvíkssáttmálin fær gildi.

 

1. viðgerð 13. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 14. mars 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 14. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 4. apríl 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 24 frá 12. apríl 2006