74  Uppskot til  løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 2. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

 

løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um innrætting av framleiðsluhølum og keyp av framleiðslutólum til dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum. Útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 20 mió kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2007.


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er at geva Apoteksverkinum heimild at fara í gongd við arbeiðið at fáa dagført heilivágsframleiðsluna.

 

Í álitinum frá fíggjarnevndini til fíggjarlógaruppskotið fyri 2006 samtykti meirilutin í fíggjarnevndini eitt broytingaruppskot um at gera íløgur í dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum fyri umleið 20 mió kr. uttan mvg. Avsettar eru 15 mió kr. á  løgtingsfíggjarlógini fyri 2006, og ætlanin er, at 5 mió kr. skulu nýtast í 2007 til endamálið. Meirilutin í fíggjarnevndini treytaði sær, at áðrenn farið verður í gongd við arbeiðið, eigur ein verklagslóg at verða løgd fyri Løgtingið.

 

Harnæst er henda lóg í samsvari við játtanarskipanina, har meginreglan er, at fyri størri íløgur, ið fevna um meira enn eitt fíggjarár, skulu lógaruppskot leggjast fyri Løgtingið.

 

Í niðanfyristandandi viðmerkingum til lógaruppskotið verður ætlan landsstýrismansins við verkætlanini lýst nærri.

 

Stutt innlit í málið

Apoteksverkið hevur hesi seinastu árini arbeitt við eini verkætlan um at dagføra heilivágsframleiðsluna. Tríggjar høvuðsorsøkir eru til hetta:

 

 

 

 

Tað er fleiri ferðir staðfest - seinast í frágreiðing frá danska Lægemiddelstyrelsen í august 2005 - at hesi viðurskifti ikki kunnu loysast í verandi framleiðsluhølum.

 

Mannagongdin viðvíkjandi verkætlanini er lýst niðanfyri, og farið er undir fyrireikingararbeiðið.

 

Við hjálp frá serkønum fakfólkum innan bygging av slíkum slagi er gjørd ein nærri útgreining av, hvat krevst av hølum og framleiðslutólum, soleiðis at íløgan verður tillagað teimum umstøðum, sum eru galdandi fyri eini tílíkari framleiðslu í Føroyum.

 

Hesi stig eru í ætlanini:

 

Umfatar omanfyri nevndu krøv og viðurskiftini viðvíkjandi verandi ogn, eins og prosjektskipan, kostnaðar- og tíðarkarm og tílíkt. Henda er komin væl áleiðis.

 

Eitt uppskot um innrætting er gjørt út frá teimum ynskjum, fólk frá framleiðsludeildini á Tjaldurs Apoteki hava sett fram.  

 

Á hesum grundarlagi verður eitt forprosjekt gjørt, sum lýsir verkætlanina so mikið neyvt, at góðkenning frá myndugleika kann fáast. Her verður hugsað um heilsu-, byggi-, bruna- og arbeiðsheilsumyndugleikar. Tá ber til við rættiliga stórari vissu at taka støðu til, um og hvussu verkætlanin endaliga skal útinnast.

 

Fyri at kunna bjóða arbeiðið út, skal arbeiðið lýsast so mikið neyvt, at avtalur við arbeiðstakarar kunnu skrivast.

 

Sjálvt byggiarbeiðið kann væntandi byrja til várs og kemur at taka millum 9 og 12 mánaðir.

 

Áðrenn farið verður undir framleiðslu skulu útgerð og innrætting kannast og roynast fyri at prógva, at settu krøvini eru lokin.

 

Á Staravegi eru høli tøk til endamálið. Hesi verða mett sum vælegnaður karmur um ta serinnrætting, ið ein tílík framleiðsla krevur.

 

Avleiðingar av, um ikki farið verður í gongd við at dagføra heilivágsframleiðsluna í 2006, verða, at øll heilivágsframleiðsla í Føroyum steðgar, eisini tænasturnar til sjúkrahúsini, ið umfata framleiðslu av heilivági til millum annað krabbameinssjúklingar.

 

Tíðarætlan

Verður lógaruppskotið samtykt, kann byggiarbeiðið, sum omanfyri nevnt, væntandi byrja á vári 2006. Væntandi kemur arbeiðið at taka millum 9 og 12 mánaðir og verður liðugt einaferð fyrst í 2007.

 

Mett er, at samlaða verkætlanin kemur at kosta 20 mió kr.

 

Mett verður, at 10 mió kr. skulu nýtast til sjálvt byggiarbeiðið í 2006, meðan 5 mió kr. skulu nýtast til serlig tól til framleiðsluna. Í 2007 verður mett, at byggiarbeiðið kemur at kosta einar 2 mió kr., og 3 mió kr. skulu nýtast til serlig tól. Serlig tól eru millum annað destillatiónsútbúnaður og autoklava (trýstketil).

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Innlendismálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Landsapotekaranum.

 

Fíggjarmálaráðið og Landsapotekarin høvdu ongar viðmerkingar til uppskotið. Innlendismálaráðið hevði onkrar smávegis tekniskar viðmerkingar, sum eru tiknar til eftirtektar.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Ein meting frá fakfólki er, at íløgan verður uppá tilsamans 20 mió kr. uttan mvg. Av hesum verður mett, at 8 mió kr. skulu nýtast til serlig tól (framleiðslutól), meðan byggiarbeiðið verður mett at kosta einar 12 mió kr. Íroknað byggiarbeiðinum er eisini uppseting av framleiðslutólum og serlig framkomin ventilatión. 

 

Umsitingarligar avleiðingar

Umsitingarliga fer lógin at gera tað møguligt at gera bindandi avtalur tvørtur um fíggjarár, har krøvini til játtan eru kend frammanundan, og tískil fæst størri trygd fyri, at arbeiðið við dagføring av heilivágsframleiðsluni kann byrja og ikki steðgar upp.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar við sær.

 

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at skipa fyri, at heilivágsframleiðslan hjá Apoteksverkinum verður dagførd fyri í mesta lagi 20 mió kr.

 

Til § 2:

Gildiskomuregla.

1. viðgerð 23. mars 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 4. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð  23. mars 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og 3. apríl  2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Uppskotið, ið er ein verklagslóg, skal gera tað møguligt at flyta heilivágsframleiðsluna á Tjaldurs Apoteki niðan á Staraveg og tryggja heiluvágsframleiðslu til Landssjúkrahúsið.

 

Nevndin ásannar, at verandi støða, har Apoteksverkið er á fíggjarlógini, ikki er ein nøktandi rakstrarbygnaður. Landsstýrismaðurin hevur givið nevndini tilsøgn um, at álitið um framtiðar bygnað Apoteksverksins verður klárt til politiska viðgerð í summar.

 

Við hesum viðmerkingunum tekur ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 19. apríl 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 21-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 21. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 36 frá 09.05.2006