111  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2006, 4. apríl, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 27. februar 2006, verður í § 1, stk. 2, 2. pkt “4.” strikað.

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við hesari lógini er at leingja tíðarfreistina fyri, nær uppskot um verklagslóg fyri vegføring við Leirvík skal leggjast fyri Løgtingið.

 

Fyrr í ár varð ásett í løgtingslógini um fast samband um Leirvíksfjørð, at landsstýrismaðurin í seinasta lagi 4. apríl 2006 skal leggja fram uppskot um vegføring við Leirvík. Við hesum varð upprunaliga freistin t. 15. februar 2006 longd, so landsstýrismaðurin kundi gera neyðugar kanningar av einum tunnilsuppskoti, sum J&K Petersen og NCC høvdu skotið upp. Landsverk metti, at tað tilfarið, sum hesi bæði feløgini høvdu sent Vinnumálaráðnum, ikki var egnað sum grundarlag undir einari støðutakan, men at tað var neyðugt at fáa eitt prosjekt frá feløgunum, sum óheftir ráðgevar so kundu meta um.

 

Landsverk metti tá, at slíkar kanningar kunnu taka 3-6 mánaðir, men at tað var torført at siga við vissu. Løgtingið gjørdi so av at leingja freistina uml. 1½ mánað, og bað Landsverk síðani Rambøll um at gera tær ávegis kanningar, sum kundu gerast við so stuttari tíðarfreist. Rambøll metti síðani, at um felagið fekk neyðugt tilfar beinanvegin, kundi eitt úrslit fáast uml. 1. apríl, og eitt endaligt úrslit 1. mai. Lítið og einki tilfar kom frá J&K Petersen og NCC, og tí bað Landsverk Rambøll um at kanna, um loysnin hjá teknistovuni í Gøtu kann gerast bíligari við at festa tunnilin í helluna og/ella at stytta hann. Ikki fyrr enn 28. mars 2006 er tilfar komið frá J&K Petersen og NCC, men tað ber ikki til at kanna hetta innan ta tíðarfreist, sum Løgtingið hevur sett.

 

Tá úrslitið av kanningunum hjá Rambøll er klárt, skal tað so viðgerast hjá Landsverki, og politisk støða skal takast til, hvør verkætlan skal leggjast fram. Tá hetta er gjørt, skal verklagslóg gerast, sendast til eftirkanningar í Innlendismálaráðnum, viðgerast á landsstýrisfundi og sendast Løgtinginum. Alt hetta tekur tíð, og tí verður ikki mett, at tað ber til at leggja eitt uppskot til verklagslóg fyri Løgtingið innan 4. apríl 2006. Skotið verður tí upp at leingja tíðarfreistina, so tíð verður at fyrireika verklagslógina. Ætlanin er ikki at drála við hesum, men at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið, sum kann viðgerast, áðrenn tingsetan endar.

 

Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis, men er gjørt í samstarvi við Landsverk.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommununar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur lítlar ella ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1:

 

Skotið verður upp at leingja verandi freist (4. apríl 2006) at leggja fram uppskot til verklagslóg fyri vegføring við Leirvík til 30 apríl. Í broytta lógartekstinum verður tí ásett, at landsstýrismaðurin, tá neyðugar forkanningar og prosjektering eru gjørd, í seinasta lagi í apríl 2006 skal leggja fram uppskot til løgtingslóg um tunnil undir ella vegføring fram við Leirvík.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Kaj Leo Johannesen Sverre Midjord Óli Breckmann
Henrik Old Johan Dahl Anfinn Kallsberg
Jørgen Niclasen Bill Justinussen John Johannessen
Lisbeth Petersen Tummas í Garði Gerhard Lognberg
Marjus Dam Heðin Zachariasen Vilhelm Johannesen
Jenis av Rana Kristian Magnussen  

1. viðgerð 7. apríl 2006. Málið beint í vinnunevndina