100-46 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi  helvtar bummgjøldum, dupultum bilatali, somu inntøkum og fleirfaldum landsgagni

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 4. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)      Hví ikki latið fría ferðslu í t.d. ein mánað staðfest sanna nýtslutørvin á undirsjóvartunlum og síðan lækkað bummgjaldið hareftir, ístaðin fyri sum nú at lata tunnilsnevndir gissa nýtslutørvin og áseta skýhøg bummgjøld, sum halda bilatalinum langt niðan fyri ta optimalu javnvágina millum tørv og prís?

 

2)      Hví skulu inntøkurnar hjá P/F Vágatunlinum vera munandi størri, enn rentur og avdráttir av lánskuldini kosta?

 

3)      Er nú ætlanin at lata nevndina í P/F Norðoyatunlinum halda bilatalið undir Leirvíksfirði niðri á nógv lægri støði enn landsbúskaparliga optimalt við at sleppa nevndini at gita eftirspurning og eftir fummum at áseta ov høg nýtslugjøld?

 

4)      Er tað rætt og rímiligt, at ein gjaldskipan, sum kundi verið automatisk og tískil bílig, skal kosta fleiri milliónir at umsita fyri hvønn tunnil?

 

5)      Hvat heldur landsstýrismaðurin um at útlisitera sjálva innkrevjingina av bummgjøldum og givið henni tað eina endamál at fáa inntøkur til at rinda sjálva lánsskuldina aftur? So kundi landskassin rinda viðlíkahald, tilkoyrivegir, egnýtslu o.a., sum er vanligt fyri aðrar tunlar í landinum.

 

6)      Er tað ikki landsbúskaparliga gagnligari og átti at verið ein grundregla fyri allar undirsjóvartunlar – eisini til Havnar og til Sandoyar - at teir eftir marknaðarbúskapi verða so opnar ferðsluæðrar sum gjørligt og ikki sum nú fløskuhálsar?

 

Vanligar viðmerkingar:

Hesar risa tunlaíløgur, til Vágar og Norðoyar fyri 7-800 mió. kr og mangt slíkt millum Strendur og Tórshavn og til Sandoyar, eru og verða gjørdar til at binda okkara spjaddu oyggjar saman til eina búskaparliga eind og ein marknað. Tær kunnu av sonnum geva Føroya fólki tey “4 frælsini” innanoyggja, “frían” flutning av arbeiðsmegi, vørum, tænastum og kapitali.

 

Men bummgjøld í Vágatunlinum hava verið so høg, at tey hava darvað nýtsluni av hesi farleið og gjørt tunnilin til ein tronga.

                     

Landið eigur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, og nevndirnar áttu at havt sum meginuppgávu at tryggja landsbúskapinum, at tunlarnir verða so væl gagnnýttir sum gjørligt. (Í øðrum lagi at rinda lánsskuldina aftur).

 

Tað mátti tí verið fremsta uppgávan hjá nevndunum í P/F Vágatunlinum og Norðoyatunlinum at maximera bilatalið við at minimera bummgjøldini á farleiðunum, at optimera nýtslustøðið av tunlunum og og nyttuvirðið fyri búskapin. At kalla einki annað. Tí tá gjalda tunlarnir seg sjálvar aftur lættast og skjótast.

 

Tí hesar spurningar til landstýrismannin nú, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp.

 

Viðmerkingar til einstøku spurningarnar:

Ad. 1)

Nevndin í vanligum partafelag hevur sum aðalmál at maximera vinningin til partaeigararnar. Tað skal ein tunnilsnevnd ikki. Hon skal tryggja landsbúskaparliga hægsta nyttuvirði av sínum partafelag. Tað gera okkara nevndir neyvan.

 

Tað er politiskt høpisleyst at lata alment settar nevndir skaða búskapin við í blindum at gita nýtslutørv á so stórum íløgum og at áseta bummgjøld hareftir so høg, at tey forða fyri, at flest møgulig akfør brúka tunlarnar, so teir eru samfelagnum til mesta gagn. Her má ein próvføst marknaðaranalysa til.

 

Eitt dømi er Vágatunnilin. Fyrst vórðu bummgjøld fastløgd eftir bilatalinum við ferjuni Vestmanna og Oyrargjógv. (Sama bilatal sum eftir vegnum til Bíggjar (har 70 fólk búgva!).  Nú 3 ár seinni hevur bilatalið – hóast revsigjøld fyri nýtslu – strítt seg trífalt hægri, upp í 1.200 bilar dagliga.

 

Men hetta er framvegis helst bert 1/3 av veruliga nýtslutørvinum og orkuni í Vágatunlinum. Tí eftir “ókeypis” vegnum til Vestmannar, har 1.300 fólk búgva, koyra eisini 1.200 bilar dagliga.

                     

Fólkatalið í Vágum er 2,5 ferðir størri enn í Vestmanna, also tætt í 3.000, umframt tey 600 flogferðafólkini dagliga. Also fær búskapurin helst minni enn 30%  av nýtsluvirðinum úr Vágatunilin. Her er jú talan um 10-tals millióna tap árliga.

                     

Teir hendinga leygardagar, tá Vágatunnilin er ókeypis, koyra útvið 4.000 bilar ígjøgnum, also hálvafjórðu ferðir so nógv, sum koyrt verður, tá bummgjøld gera tunnilin til ein samferðsluligan fløskuháls.

                     

Høvdu 3.000 bilar brúkt ein ókeypis Vágatunnil í meðal um dagin, so kundu bummgjøldini verðið skorin niður í helvt. Dagliga bilatalið hevði tá kanska funnið eina javnvág á eitt nú 2.500 bilum. Tað hevði givið Pf. Vágatunlinum somu inntøku sum nú.

 

Ad. 2)

Rentur og avdráttir av lánsskuldini eru bert 14 mió kr árliga. Tí tykist tað ágangandi at krevja útvið 30 mió. kr árliga frá (mest) vágafólki (og annars øðrum føroyingum), sum noyðast at brúka hesa almennu tunlatænastu.

 

 

 

Ad. 3)

Tað frættist, at nevndin í P/F Norðoyatunlinum ætlar at áseta bummgjøldini so høgt, at bert eini 1.500 akfør hava ráð at brúka tunnilin dagliga. Um so er, virkar nevndin sum eitt “fyribyrgingar­ráð”, hvørs uppgáva er at seta spuns í hesa ferðsluleiðina. Bert 1.500 bilar í meðal um samdøgrið gjøgnum Norðoyatunnilin er 7-800 bilar færri, enn nú nýta Leirvíkartunnilin (2.300).

                     

Dúgvan og Sam flyta nú 450 bilar dagliga um Leivíksfjørð. Sostatt klára tey 650 fólkini í Leirvík (saman við øðrum) at brúka Leirvíkartunnilin 1.800 ferðir um dagin.

                     

6.000 potentiellir brúkararnir av Norðoyatunlinum, sum búgva eystan fyri Leirvíksfjørð, er so stórt kundatal, at 1.500 bilar dagliga sum áseting av bummgjaldi ígjøgnum Norðoyatunnilin eru reinar gitingar, og verður eisini peningaligur landsmissur. 

                     

Ein ávaring forrestin: Kubbar, avsláttur og ársgjøld til bíligari koyring í Norðoyatunlinum fara at hava ta óvæntaðu fylgju, at tunnilin drenar handilsvinnuna í Norðoyum. Orsøkin er henda: Tað verða eyðvitað mest norðoyingar, sum brúka avsláttarskipanir og sleppa bíligari til handils á meginøkinum, enn aðrir føroyingar (sum neyvan brúka avsláttartilboð) sleppa av meginøkinum norður til Klaksvíkar til handils. (Henda slagsíða er helst eisini galdandi fyri Vágatunnilin við verandi nýtslugjøldum).

                     

Fyri at fáa optimala javnvág og nyttuvirði úr eini íløgu sum Norðoyatunlinum eru bert eini ráð: Hálvera bummgjøldini, tvífalda bilatalið, varðveit somu inntøku til P/F Norðoyatunnilin og fleirfalda nýtsluvirðið av hesi íløgu fyri landsbúskapin.

 

Ad. 4)

Tað sigst kosta yvir 3 mió. kr árliga at umsita innkrevjingina o.a. av Vágatunlinum. Um so er, tykist tað handilsliga skilaleyst, tá ein hevur í huga, at ein ómannað mynt- og seðlaautomat á øðrum endanum á tunlinum kundi klárað alla innkrevjing (Undanstøkkarar kundu blivið avmyndaðir automatiskt og fingið hóskandi sekt).

 

Ad 5)

Sjálv lánsskuldin av tunnilsíløguni undir Vestmannasundi kostar 14 mió. kr at forrenta um árið. (Norðoyatunnilin kanska 20 mió. kr árliga). Landið eigur tunnilin, tá skuldin er goldin. Tað tykist órímiligt at taka brúkaragjald til at fíggja tilkoyrivegir, loftsljós, trygd o.a. útbúnað, og viðlíkahald av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Tað kundi landskassin borið, sum hann ger fyri allar aðrar tunlar, vatnpumpuverk tó undantikið.

 

Ad. 6)

Skuldu løgting og landstýri hildið, tað er best at fíggja Vága-, Norðoya-, Stranda/Havnar- og Sandoyartunnilin við bummgjøldum nøkur ár fram, so mátti tað verið eina roynd vert at gjørt eina marknaðaranalysu við tí endamáli at lækka bummgjøldini niður á t.d. 20 kr. pr. persónbil, 40 kr. pr. vøruvogn, 100 kr. pr. lastbil og 200 kr. pr. buss og trailara. Tað skuldi givið einar 30 kr. í meðal pr. bil.

                     

Siga vit so, at 2.000 akfør koyrdu dagliga gjøgnum Vágatunnilin fyri hesi bummgjøld, so gav tað P/F Vágatunlinum árliga einar 22 mió. kr, sum er ríkiligt til at gjalda 14 mió. kr í rentum og avdráttum árliga og nakað væl aftrat.

                     

Siga vit, at 3.000 bilar fara at koyra undir Leirvíksfirði um dagin í meðal, og prísurin pr. akfar var hin sami sum undir Vestmannasundi, so gav tað P/F Norðoyatunlinum 33 mió. kr. í inntøku árliga, sum eisini er ríkiligt til at gjalda tær uml. 20 mió. kr, sum tann tunnilin kostar í rentum og avdráttum.

                     

Uppaftur lægri kundu bummgjøldini verðið, um tunnilsnevndirnar samráddu seg við lángevararnar (Íleggingargrunnin?) til eina longri afturgjaldstíð, eitt nú 25 ella 30 ár, sum er stutt tíðarskeið sammett við aldurin á einum tunli.

                     

Á tann hátt høvdu vit rokkið endamálinum við at gera hesar undirsjóvartunlar fyri 100-tals milliónir, nevniliga at gera føroyska búskapin størri, smidligari, sterkari og at gera Føroyar til eitt samanhangandi land, eitt fólk og ein marknað við opnum ferðsluæðrum og uttan fløskuhálsar.

 

Á tingfundi 5. apríl 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 4. mai 2006 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar: 

 

Til 1)

Spyrjarin hevur rætt í, at tað er lætt at staðfesta eftirspurningin eftir at nýta tunnilin í dag, men at tað er torførari at meta um eftirspurningin eftir at ferðast gjøgnum tunnilin við munandi øðrvísi prísum í mun til í dag. Kann tað t.d. hugsast, at tað hevði givið somu inntøkur, um bummgjaldið varð sett niður í helvt, tí ferðslan samstundis øktist við tí dupulta? Hetta er torført at meta um, tí vit vita ikki, hvussu eftirspurningskurvan fyri tunnilin er háttað.

 

Spyrjarin skjýtur tí upp, at vit gera eina roynd at lata ferðsluna koyra ókeypis, tí tá hava vit tvey punktir á eftirspurningskurvuni fyri tunnilin, og kunnu harvið betri meta um inntøkurnar frá ymiskum nýtslugjøldum.

 

Spurningurin er tó, um tað gevur eina rætta mynd av eftirspurninginum uttan nýtlugjald at lata tað vera ókeypis at ferðast í ein mánað, tí talan verður neyvan um eina representativa mynd. T.d. er talan um eitt so stutt tíðarskeið, at langtíðarávirkanin ikki ger seg galdandi. Vóru nýtslugjøldini avtikin med alla, kundi tað hent, at fólk fluttu til Vágarnar at búseta seg, ella at virki valdu Vágarnar sum heimstað. Henda ávirkan fer tó ikki at gera seg galdandi, um talan bert er um ein mánað, og nýtslugjøld so verða kravd aftur, tá hesin mánaðurin er farin. Eisini kann hugsast, at fólk koyra meira enn vanligt í einum styttri tíðarskeiði uttan nýtslugjøld, tí tað verður uppfatað sum eitt tíðaravmarkað tilboð, sum tey mugu royna at fáa sum mest burturúr.

 

Eg haldi tað vera meira áhugavert at royna aðrar hættir at meta um, hvussu eftirspurningskurvan er háttað, so tað ber til at meta um, hvussu tað ávirkar inntøkurnar, um prísirnar verða lækkaðir. Hetta kundi t.d. verða gjøgnum marknaðarkanningar og/ella at samanbera við ferðslunøgdina til onnur, sambærlig øki. Eitt nú nevnir spyrjarin sjálvur, at ferðslan til og úr Vestmanna kann nýtast sum samanberingargrundarlag um hædd verður tikin fyri muni í fólkatali. Neyðugt verður helst eisini at hyggja eftir muni í pendlingsmynstri og vinnulívi, herundir ávirkanini av ferðslu til og frá flogvøllin. Hóast tað er nevndin í partafelagnum, sum ásetur prísirnar, ætli eg mær at fara í dialog við partafelagsnevndina um møguleikan fyri at meta meira neyvt um sambandið millum ymisk nýtslugjøld og ferðslunøgdir.

 

Til 2)

Orsøkin til, at tað er neyðugt, at inntøkurnar til P/f Vágatunnilin eru størri enn útreiðslurnar til lánsgjøld og rentur er, at felagið eisini skal gjalda fyri rakstur av tunli, innkrevjingarskipan og av felagnum annars. Nevnast kann í hesum sambandi, at stórar installatiónir í tunlinum hava avmarkaða livitíð, og kostnaðurin av at skifta hesar kann verða rættiliga stórur. Inntøkurnar hjá felagnum hava tó eisini verið hægri enn tað, sum krevst at gjalda hvørjum sítt, og verður hetta “yvirskotið” nýtt til ekstraordinert at gjalda niður skuldina hjá felagnum, og harvið minka um rentuútreiðslurnar.

 

Tað verður altíð ein spurningur, hvat skal viga tyngri: ynskið um at gjalda skuldina hjá felagnum niður so skjótt sum gjørligt, ella ynskið um at kunna bjóða teimum, sum nýta tunnilin eitt so lágt nýtslugjald sum gjørligt. So leingi vitanin um, hvussu eftirspurningurin eftir at koyra gjøgnum tunnilin ávirkast av nýtslugjøldum, er so avmarkað, er torført ella ógjørligt at siga júst hvussu bummgjaldið skal vera fyri at optimera samfelagsbúskparligu vælferðina yvir eitt áramál. Sum heild kann tó sigast, at um mett verður at ein príslækking hevur stóra ávirkan á ferðslunøgdina, er tað meira sannlíkt, at besta samfelagsbúskaparliga úrslitið fæst við at seta nýtslugjaldið so lágt, at felagið júst klárar skyldur sínar.

 

Til 3)

Sambært lógini um fast samband um Leirvíksfjørð er tað partafelagsnevndin, sum hevur ábyrgd av at áseta prísirnar. Eg vænti, at felagið fer at leggja doyðin á at fáa so nógv sum gjørligt at nýta tunnili, samstundis sum felagið verður ført fyri at halda skyldur sínar mótvegis lángevarum o.ø.

 

Til 4)

Eg eri samdur við spyrjaran, at tað hevði verið best, um gjaldskipanin var sjálvvirkandi og bílig í rakstri. Sum kunnugt var hetta eisini upprunaliga ætlanin, men vóru so stórir tøkniligir trupulleikar við skipanini, at nevndin metti tað verða ein búskaparligan fyrimun at skifta til eina meira manuella skipan, har uppkrav verður sent bileigaran, um bilurin ikki hevur kubba.

 

Eg boðaði nevndini frá, at eg ikki var nøgdur við handfaringina av gjaldsskipanini, hóast verkætlanin sum heild er væleydnað. Eg ætli mær framvegis at vera í einum konstruktivum dialogi við nevndina um gjaldsskipanina.

 

Til 5)

Uppskotið um at lata landið umsita rakstur og viðlíkahald av tunli er ikki nýtt, spurningurin er bara, hvør skal gjalda fyri hetta. Rakstrarútreiðslurnar hjá P/f Vágatunlinum vóru í 2004 uml. 8 mió kr., íroknað fyrisiting og rakstur av felagnum. Tó má gerast vart við, at nógvar óvanligar útreiðslur vóru í sambandi við bummpengaskipanina hetta árið. Um landið skal gjalda  rakstrarútreiðslurnar, má játtan fáast til vega á fíggjarlógini til henda rakstur, umframt til at útskifta installatiónir, so hvørt sum livitíðin er úti. Við tveimum, og um nøkur ár helst trimum undirsjóartunlum, kunnu útreiðslurnar gerast fleiri tíggjutals milliónir um árið.

 

Í verklagslógini fyri Vágatunnilin er ásett, at endamálið hja P/f Vágatunnilin skal vera at gera tunnilin og hava raksturin um hendi. Verður henda lógin broytt, og peningur játtaður á fíggjarlógini, er einki sum forðar fyri, at landið yvirtekur rakstrarkostnaðin. Hesin spurningur kann takast upp í sambandi við raðfestingarnar á fíggjarlógini.

 

Ein annar møguleiki fyri at spara pening til rakstur og viðlíkahald hevði verið at partafelagið keypti hesa tænastu frá t.d. Landsverki, samstundis sum innkrevjingin varð útbjóðað, so tað slapst undan starvsfólki hjá partafelagnum, samstundis sum stórrakstrarfyrimunir hjá Landsverki til rakstur og viðlíkahald høvdu verið gagnnýttir.

 

Til 6)

Lat meg fyrst staðfesta, at eg eri samdur í grundhugsjónini hjá spyrjaranum, at bummpengar sum høvuðsregla eru ein forðing fyri menning av teimum økjum, sum hava fingið fast samband, og av landinum sum heild. Samfelagsbúskaparliga er besta loysnin at fíggja íløguna við játtanum á fíggjarlógini, og so lata tað vera ókeypis at nýta tunnilin. Orsøkin er, at eykakostnaðurin av, at ein eyka bilur nýtir tunnilin, er ógvuliga lítil. Hinvegin mugu atlit eisini takast til tær politisku raðfestingar, sum verða gjørdar á fíggjarlógini. Tað er hóast alt frægari at fíggja undirsjóartunlarnar við nýtslugjøldum enn at undirsjóartunlarnir als ikki vórðu gjørdir. Um politiskur vilji ikki er at velja ta samfelagsbúskaparligu bestu loysnini kann verða neyðugt at velja tað næstbestu.

 

Í nýggja vinnupolitikkinum er staðfest, at høvuðsprinsippið eigur at vera, at íløgur í fysiskan infrastruktur verða fíggjaðar við játtanum á fíggjarlógini og eru ókeypis at nýta fyri brúkaran. Bert í sambandi við størri verkætlanir, har tað kann verða torført at fíggja íløgurnar yvir fíggjarlógina, kann nýtslugjald heilt ella partvíst verða nýtt sum fíggingarháttur.

Málið avgreitt.