Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

88.  fundur

 

Ár 2007, mánadagin 30. apríl, kl. 9.35, varð tingfundur settur.

 

Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2007
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-1.
Málið avgreitt.

 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1
Uppskotið fall 10-0-20. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3
Uppskotið fall 10-0-18. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4
Uppskotið fall 8-0-19. Málið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.30

Fundur uppafturtikin kl. 13.30

 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 15, 135, 138 og 143
samtykt 28-0-0. Uppskot til ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt
28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt
28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt
28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse  erhversdrivende virksomheder”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt
28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2006: Uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til uppskot til samtyktar fall 8-0-22. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg til uppskot til samtyktar samtykt 22-8-0.
Málið avgreitt.
 

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina
Uppskot til samtyktar fall 8-0-16. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp
Uppskot til samtyktar fall 9-1-16. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 4, 5, 6, 7, 8, 11, 12, 13, og 15 samtykt 22-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2006: Uppskot til samtykar um Týðaragrunn Landsins
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.
 

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 6, 7, 8, 10, 12, 18 og 19 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

16.  2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
§§ 1 og 2 samtyktar 16-1-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

17.  2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
Uppskot til samtyktar fall 7-0-15. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

18.  2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Bill Justinussen, til §§ 1, 3, 11, 17, 23, 39, 48 og 50 fall 0-0-22. §§ 1 til og við 56 samtyktar 22-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

19.  2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
§§ 1, 2 og 3 fullu 6-0-15. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

20.  2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2006: Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum
Uppskot til samtyktar fall 7-0-14. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

21.  2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2006: Uppskot til broyting  í tingskipan Føroya Løgtings
Broytingaruppskot frá minnilutanum í § 25 nevndini, Hergeir Nielsen og Finni Helmsdal, til § 1 fall 7-0-13. Broytingaruppskot frá samdari § 25 nevnd til § 1 samtykt 20-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-4. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

22.  Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í  tingmálunum nr.  77/2006: Uppskot til samtyktar um berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv, og nr. 104/2006: Uppskot til samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 80/2006: Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum.

 

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um meirvirðisgjald, 1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði, 1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, 1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 1. mai 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2006: Uppskot til samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna stjórnarskipanarnevndin)

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um meirvirðisgjald

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Tingmálini nr. 117/2006, nr. 118/2006 og nr. 119/2006 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Málið verður beint í mentanarnevndina

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina

8.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 21.05

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari