Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

42. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 9. desember, kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal, Marjus Dam, Sverre Midjord og Poul Michelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005
Uppskotið samtykt 19-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.02
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

3.      Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-21/2005 frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og Skattstovu Føroya – Eysturoyar og Norðoya øki
Málið avgreitt.
 

4.      Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-30/2005 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, við­víkjandi kynsbýti í leiðandi størvum hjá P/F Føroya Banka
Málið avgreitt.
 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 43/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, og nr. 45/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin), og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 29/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð, nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov, og nr. 39/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 13. desember 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.)

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2005: Uppskot til løgtingslóg um avhendan av sambýlunum í Kollafirði og Vestmanna

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2005: Uppskot til løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)

11.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljingini av Atlantic Airways

12.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðinum í nevndini til endurskoðan av landbúnaðarlóggávuni

13.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.27 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari