100-21 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi Toll- og Skattstovu Føroya - Eysturoyar og Norðoya øki

Orðaskifti

Ár 2005, mikudagin 2. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bill Justiniussenm løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu nógvar kundavitjanir eru seinastu 3 árini skrásettar á Toll og Skattstovuni Eysturoyar øki og Norðoya øki hvør sær? (Hvussu nógvir persónar koma inn á gólvið hjá T&S)
  2. Hevur landsstýrismaðurin hoyrt deildarleiðararnar á Eysturoyar deild og Norðoya deild, og hvat var høvuðsinnihaldið í hoyringarsvarunum?
  3. Hvussu er neyva samstarvið við starvsfólkini á stovninum í sambandi við samanleggingina fyriskipað?
  4. Hvønn hevur landsstýrismaðurin ráðført seg við í sambandi við avgerðina um at leggja hesar báðar deildir saman í eina, og hvaðani kemur hugskotið um, at samanlagda deildin hvørki skal liggja í Klaksvík ella í Saltangará?
  5. Hevur landsstýrismaðurin svarað mótmælisskrivinum frá borgarstjórunum í Runavík og Klaksvík, og hvat var svarið?
  6. Hvørjar arbeiðsuppgávur verða lagdar til nýggju Norðurøkisdeildina, sum ikki kunnu avgreiðast á verandi deildum?
  7. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýrismaðurin í sambandi við fráboðaðu saman-leggingina av Toll og Skattstovuni Eysturoyar deild og Norðoya deild?
  8. Metir landsstýrismaðurin, at ein almennur tænastudepil eigur at liggja har, sum vinna og borgarar eru mest miðsavnað?
  9. Nær verður samanleggingin av umtalaðu deildunum framd?
  10. Hvat kostar flytingin, og hvør verður sparingin?
  11. Hvussu nógv størv verða niðurløgd næstu 2 árini, og hvussu nógv, hvagar og hvaðani verða størv flutt í mun til verandi støðu.

 

 Svar

Bygnaðarbroytingar

Fyri góðum ári síðani, hin 1. oktobur 2004, sendi Bárður Nielsen, landsstýrismaður, eitt tíðindaskriv út um umleggingar og bygnaðarbroytingar á Toll- og Skattstovu Føroya. Serliga tann eina fráboðanin skar í eyguni, har sagt var, at ”farið verður frá einum uppbýti í seks økir til trý økir, ið verða: Mið/Vestur Øki, Eysturoyar/Norðoya Øki og Suðuroyar Øki”. Í kjalarvørrinum á tíðindaskrivinum váttaði landsstýrismaðurin, at ætlaða broytingin inniber, at deildin hjá Toll- og Skattstovuni í Saltangará og deildin í Klaksvík verða niðurlagdar og fluttar til annað stað longur norðuri í Eysturoynni. Bæði andstøðupolitikarar á Løgtingi og borgarstjórarnir í Runavík og Klaksvík hava munnliga og skrivliga mótmælt hesi avgerð.

 

Orsøkirnar til óumhugsaðu støðu landsstýrismansins eru m.a. at finna í einum uppriti, sum lagt varð fyri landsstýrisfund 9. septembur 2004 og somuleiðis í nevnda tíðindaskrivi. Har verður sagt, at fyritreytirnar, sum Toll- og Skattstovan arbeiðir undir, eru broyttar seinnu árini; m.a. verða stórir partar av tollarbeiðnum talgildir, og stórar broytingar eru framdar í undirstøðukervinum. Grundað á hesar broytingar í fyritreytunum, heitti landsstýrismaðurin á vári 2004 á leiðsluna fyri T&S um at gera eitt uppskot til rasjonalisering av stovninum og virksemi hansara. Rasjonaliseringsætlanin hevur við sær, at ársverkini gerast færri, og útreiðslur verða spardar. Landsstýrismaðurin sigur í tíðindaskrivinum, at bygnaðarbroytingarnar verða gjørdar í neyvum samstarvi við starvsfólkini á stovninum.

 

Grundgevingar landsstýrismansins

Grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum hanga illa saman. Tá ársverkini gerast færri, og útreiðslur verða spardar, er ikki neyðugt við nýggjum hølum til starvsfólkahópin í Eysturoy og í Klaksvík. Rúmast tey har nú, fara tey at rúmast enn betri, tá størvini verða færri. Og hóast landsstýrismaðurin í tíðindaskrivinum sigur, at ársverkini verða færri, verður í einum serligum og sera stuttum skrivi um økisskrivstovuna í Suðuroy sagt, at ”Økisskrivstovan í suðri verður tann eina av teimum trimum økisskrivstovunum, og arbeitt verður eisini við at leggja uppgávur til skrivstovuna, soleiðis at starvsfólkatalið væntandi kemur at økjast nakað.” Sostatt kemur starvsfólkatalið at økjast í onkrum parti av landinum, meðan tað kemur at minka í øðrum pørtum av landinum.

 

Heldur ikki, tá talan er um talgilding og kollvelting á KT-økinum, hanga grundgevingarnar saman. Tá stórir partar av tollarbeiðnum verða talgildir, merkir hetta, at krøvini verða minni og ikki størri til at savna starvsfólk undir sama taki. Talgildingin ger, at fysiska hjáveran hevur minni at siga og ikki øvut. Sostatt grundgevur landsstýrismaðurin fyri, at nú er ikki so týðandi sum áður at stúgva starvsfólk saman undir einum taki, men tó ger hann júst tað. Í einum stuttum skrivi, sum helst er ætlað økisskrivstovuni í Suðuroy, verður sagt, at ”kollveltingar eru hendar á KT-økinum”. Hesar kollveltingar hava sjálvandi tann fyrimun við sær, at samskiftið millum ymsu økisskrivstovurnar og sostatt fyri allan stovnin í nógv minni mun enn áður er tengt at, hvar í Føroyum økisskrivstovurnar liggja, og hvussu nógvar tær eru í tali. 

 

Tænastan til borgaran og vinnulívið

Tá tað sostatt fyri stovnins egna virksemi ikki hevur avgerandi týdning, hvar hann landafrøðisliga liggur, eigur avgerðin um møguligar broytingar at byggja á spurningin um bestu tænastu til borgaran. Og sjálvandi eigur ein økisskrivstova hjá T&S at liggja so mitt í fólkahópinum, sum tilber. Tað eru 4 høvuðsstaðir í Føroyum. Ongin ivast í, at Klaksvík er høvuðsstaður í norðoyggjum. Heldur ongin ivast í, at Saltangará/Runavík er høvuðsstaður í Eysturoy. Heilt natúrliga hevur Toll- og skattstovan skrivstovur í hesum høvuðsstøðum. Tað nýtist als ikki at grundgeva fyri, at hetta er skilabesta loysnin. Hinvegin skal grundgevast ómetaliga væl og sannførandi, um avgjørt verður at flyta hesa fyri vinnulívið og borgaran týdningarmiklu almennu tænastu burtur úr høvuðsstaðnum, og fyrimunirnir skulu vera so eyðsýndir, at øll kunnu taka undir við tí.

 

Kring hesar almennu skrivstovur hava seinnu árini nógvar fyritøkur, sum hava regluligt og nógv samskifti við T&S, lagt sínar deildir. Tænastan, sum T&S veitir, hevur stóran týdning fyri allar partar í vinnuni og somuleiðis fyri einstaka borgaran. Og í serligan mun hava eitt nú inn- og útflutningsvinnan, roknskaparvinnan og skrivstovutænastuvinnan sum heild stóran tørv á skjótari og góðari T&S-avgreiðslu. Í Eysturoynni hava flestu vinnuvirkir, sum hava tørv á hesi tænastu, skrivstovu nærhendis T&S. Seinnu árini hava nógvar grannskoðarafyritøkur sett seg niður í Saltangará, og somuleiðis hava sakføraravirkir sæð møguleikarnar. Í Klaksvík ger sama fyribrigdi seg galdandi.

 

Fyri at hava eitt vælvirkandi vinnulív er alneyðugt, at almenna tænastan somuleiðis er vælvirkandi. Klaksvíkar havn og Runavíkar havn eru tvær høvuðshavnir í Føroyum, har ein sera stórur partur av allari vøru bæði verður á- og avskipaður. Nógv virksemi er árið runt á hesum havnaløgum, og í øllum, sum fer fram, hava toll- og skattamyndugleikarnir ein týðandi leiklut. At flyta hesa lívsneyðugu tænastu burtur úr økinum, verður til miklan bága fyri hesar báðar vinnudeplarnar. Hetta er beinleiðis ágangur á Skálafjørðin og Klaksvíkina sum vinnu- og fólkadeplar í Føroyum.

 

Tað er viðkomandi at spyrja, hvat sjálvt grundarlagið undir almennu størvunum á T&S er. Sjálvandi er grundarlagið eitt vælvirkandi vinnulív, sum kastar pening av sær í almenna kassan. Tí er tað eitt natúrligt krav, at tað almenna veitir vinnulívinum neyðuga, skjóta og góða tænastu. Tað er til fyrimun fyri almenna kassan. Betri tænastan er, fleiri pengar koma í landskassan. Tí kann við fyrivarni sigast, at landsstýrismaðurin er farin undir at saga greinina av, sum hann sjálvur situr á.

 

Fyrireikingar

Vanliga verða kanningar og fyrireikingar gjørdar, áðrenn slíkar avgerðir verða tiknar. Tað hevur ljóðað frá samgongufólki, at sera fá vitja inn á gólvið hjá T&S, og at tað tí er líkamikið, hvar deildin liggur. Tí má tað vera sera viðkomandi at frætta frá landsstýrismanninum, hvussu nógvar vitjanir dagliga verða skrásettar á ymsu deildunum. Sjálvandi eiga slíkar kanningar at liggja sum grund fyri avgerðunum. Ein landsstýrismaður, sum tekur avgerðir, áðrenn hann ger viðkomandi kanningar, er óumhugsaður og óbúgvin í sínum starvi. Um tað er líkamikið, hvar deildin liggur, so er enn minni orsøk til at flyta deildirnar, sum í besta føri elva til øsing og í versta føri hava oyðileggjandi avleiðingar.

 

Samstarv við starvsfólkini

Í tíðindaskrivinum varð dentur lagdur á, at bygnaðarbroytingarnar verða gjørdar í neyvum samstarvi við starvsfólkini á stovninum. Tað er tí viðkomandi at spyrja landsstýrismannin, á hvønn hátt, hann hevur ráðført seg við leiðararnar fyri økisskrivstovurnar í Eysturoynni og Norðoyggjum. Eisini er viðkomandi at frætta, um landsstýrismaðurin yvirhøvur hevur áhuga at spyrja starvsfólkini um teirra hugsan, og um tað hevur allarminstu ávirkan á støðutakan landsstýrismansins.

 

Broyttar arbeiðsuppgávur

Tá eitt so oyðileggjandi stig verður tikið, eiga fyrimunirnir at vera sera eyðsýndir, um teir skulu viga upp í móti missinum. Í tíðindaskrivinum verður boðað frá, at arbeiðsuppgávurnar verða umlagdar eftir einum leisti, ið leiðslan hevur tilevnað eftir áhetain frá landsstýrismanninum. Tá neyðugt er at flyta í onnur høli og leggja deildir saman, fyri at kunna fremja hesar arbeiðsuppgávur, má talan vera um arbeiðsuppgávur, sum ikki kunnu avgreiðast undir verandi karmum. Tað tykist sera løgið, tí ein bygningur kann í sjálvum sær ikki styrkja eina tænastu, men heldur eru tað starvsfólkini, sum útinna uppgávurnar, og tey verða neyvan øðrvísi. Helst verður trivnaðurin minkandi, tí longri verður hjá teimum flestu at koyra til arbeiðis, umframt at tey í Norðoyggjum skulu ígjøgnum ein tunnil tvær ferðir dagliga við teimum persónligu meirkostnaðum, sum tað hevur við sær.

 

Tær umleggingar, sum boðaðar verða frá í uppritinum til landsstýrisfund, krevja als ikki nýggj hølir til uppgávuna. Eftirlitsuppgávan kann fremjast og styrkjast undir verandi karmum, og talgildingin kemur als ikki at seta krøv til jørð og betong.

 

Mær er komið fyri oyra, at alt virksemið viðv. vinnuskránni er lagt til Suðuroyar. Tað er talandi dømi um, at til ber at leggja arbeiðsuppgávur út á økini, hóast talan ikki verður um at flyta í onnur hølir.

 

Sparingar

At flyta almennar deildir og stovnar hevur ongantíð verið bíligt. Krøvini frá øllum hugsandi og óhugsandi myndugleikum eru nú so stór, at ein og hvør ný- ella umbygging kostar landskassanum nógvan pening. Starvsfólkini koma at kosta júst tað sama, sum tey kosta ídag. Tey koma frameftir at hava júst sama tørv á skriviborði, stóli, teldu, telefon, kaffimaskinu osfr., sum tey hava í dag. Møguliga kann samanlagda deildin klára seg við einum telefaxi, eini kopimaskinu og eini kaffimaskinu heldur enn tvey av hvørjum, men tann sparingin verður neyvan meiri enn 5-10.000 kr. Eisini verður nú ein leiðari heldur enn tveir, men tann broytingin kann eins væl fremjast, hóast talan er um tvær deildir. Sostatt manglar landsstýrismaðurin at leggja eina útrokning fyri Løgtingið, sum prógvar sparingarnar, sum fráboðaðar eru í tíðindaskrivinum.

 

Spjaðing og øsing

Hendan samgongan hevur ein ódamligan arbeiðshátt. Í málinum um miðnámsskúlan í Porkeris-haga megnaði hon at skapa miklan ófrið um eitt mál, sum friður valdaði um í Suðuroynni. Samgongan megnaði at skapa ein mótpart og ein viðhaldsskara, uttan at hesir partar frammanundan funnust. Ein sera stuttskygdur og trongskygdur politikkur, sum meiri enn nakað annað vísir ódugnaskapin hjá landsstýrinum. Málið um flytingina av Toll- og skattstovuni í norðurøkinum líkist. Her fer tað ivaleyst eisini at eydnast samgonguni at seta partar av fólkinum upp ímóti hvørjum øðrum um eitt mál, sum als ongin ófriður er um. Soleiðis hava politikarar gjøgnum allar tíðir megnað at sæta sær og sínum, og soleiðis tykist primitivi framferðarhátturin framvegis at vera. Uppskriftin er: Megnar tú at uppfinna ein mótpart, fært tú samstundis ein viðhaldsskara. Hendan viðhaldsskaran kanst tú hjúkla um og soleiðis tryggja títt egna politiska lív.

 

Norðoyatunnilin einvegis

Nú Norðoyatunnilin skjótt verður tikin í nýtslu, tykjast nógvir politikarar halda, at almenn arbeiðspláss heilt natúrliga skulu flytast úr Norðoyggjum inn á meginøkið. Longu nú vita vit um, at ætlanir eru frammi um at flyta HF-skeiðið úr Klaksvík inn á Kambsdal. Eisini tykjast fleiri í samgonguni halda, at funksjónir á Klaksvíkar sjúkrahúsi nú natúrliga kunnu flytast til Havnar. Og longu nú eru stig tikin til at flyta Toll- og Skattstovuna úr Klaksvík. Neyvan var hetta meiningin við Norðoyatunlinum.

 

Á tingfundi 3. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 9. desember 2005 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Vit vita øll, hvussu skjótt menningin í dag gongur á KT- og samferðsluøkjunum, og skal eg tí byrja við at gera vart við, at talan her er um eina rasjonalisering, ið er tvingandi neyðug at fremja, um føroysku skattgjaldararnir frameftir skulu fáa sum mest burtur úr skattakrónunum

 

Ad. 1. T&S skrásetur ikki kundavitjanir; men fólk, ið kenna virksemið hjá stovninum, upplýsa, at talið á vitjandi inni á skrivstovunum kann ikki samanberast við tað, ið tað hevur verið. 

 

Ad. 2. Landsstýrismaðurin hevur ikki sent leiðarunum hoyringsskriv, men hevur tryggjað sær, at leiðararnir eru kunnaðir soleiðis, at teir hava havt møguleika at gera sínar viðmerkingar.

Økisstjórar og deildarstjórar á Toll- og Skattstovuni luttóku á eini 2-daga  “work shop” um bygnaðarbroytingarnar, ið var hildin á Hotel Vágum. Eisini hava aðrir kunnandi fundir verið hildnir.

 

Ad. 3.  Ein stýrisbólkur varð settur at skipa arbeiðið við bygnaðar­broytingunum. Í stýrisbólkin vórðu vald 2 umboð fyri starvsfólkini. Eisini vóru arbeiðsbólkar settir, ið skuldu kanna allar partar av arbeiðsgongdini hjá T&S. Limirnir í hesum arbeiðsbólkum vórðu settir eftir tilmæli frá deildarstjórum, økisstjórum og deildarleiðarum. Arbeiðsbólkarnir hava gjørt tilmæli til stýrisbólkin.

 

Ad. 4. Stýrisbólkurin legði eitt uppskot fyri landsstýrismannin um nýggjan bygnað fyri T&S, herundir uppskot til plasering av økisskrivstovum. Uppskotið byggir á tilfar frá arbeiðsbólkunum.

 

Ad. 5.  Nei. Talan var ikki um fyrispurningar til landsstýrismannin, men sum spyrjarin eisini nevnir, um mótmælisskriv.  Kommunurnar hava tí ikki fingið nakað skrivligt svar, men spurningurin er umrøddur á fundum við kommunurnar.

 

Ad. 6.  Stórar uppgávur liggja fyri framman, uppgávurnar hjá T&S gerast alt meira førleikakrevjandi, við í dag 20 og 12 starvsfólkum er trupulleikin, bæði í Eysturoyar og Norðoya øki, at ov fá starvsfólk eru til, at uppgávurnar kunnu røkjast á ein haldgóðan hátt frameftir. Orsøkin er, at tað eru ov fá starvsfólk fyri hvørja uppgávu, og tí er tað trupult at hava eina meira holla vitan innan fyri eitt  fakøki.

Av uppgávum, sum   arbeitt verður við at leggja til Norðurøki, kunnu nevnast, uttanlandsdeild, eftirlit við framleiðslu og útflutningsvinnuni.

Uttanlandsdeildin skal taka sær av samskiftinum við útlond viðvíkjandi innheinting, og av løntakarum við inntøku, vunnin uttan fyri Føroyar. Deildin skal eisini ráðgeva um útlendsk skattaviðurskifti.

Ein ment eftirlitsdeild á Norðurøki skal taka sær av øllum eftirliti innan framleiðslu og útflutningsvinnuna. Eisini skal eftirlitsdeildin samstarva við hinar eftirlitsdeildirnar í Mið- og Suðurøkinum.

T&S Norðurøki skal vera eitt mennandi arbeiðspláss við avbjóðandi uppgávum, ið lokkar til sín starvsfólk við útbúgving og hollum royndum. Førleikamenning av verandi starvsfólki á T&S skal eisini raðfestast.

 

Ad. 7.

Fyrimunir:

Eftirlitið munandi ment, og  meira útgangandi eftirlit

Effektivari málsviðgerð og arbeiðsgongdir

Samskiftið við borgara og virkir verður betri

Fakligi førleikin hjá starvsfólkunum munandi styrktur

Fingið verður sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu

Vansar:

Summir borgarar fáa nakað longri til toll- og skattaskrivstovuna.

Tá bygnaðarbroytingar verða framdar, skapar hetta ofta órógv millum starvsfólk og helst eisini millum politikarar í sjálvum tíðarskeiðnum, tá broytingarnar verða framdar.

 

Ad. 8. Í dag fær borgarin automatiska skattauppgerð frá Toll- og Skattstovuni. Eisini er ment ein eTollskipan til vinnulívið, og tí er ikki neyðugt at fara inn á gólvið fyri at avgreiða toll, MVG, punktgjøld í sambandi við innflutning. Í løtuni verður arbeitt við eini ætlan, at MVG-uppgerðir skulu latast inn um eina eMVG-skipan, á sama hátt sum eTollskipanin. eMVG-skipanin er ætlað til fyrsta hálvár 2007.

Tørvurin at koma inn á gólvið hjá T&S er tí munandi minkaður síðstu árini og verður enn minni. Við hesum í huganum, og at tað úr Klaksvík eru 10 min, og undir 15 min úr Runavík til Gøtu, so kemur T&S ikki at liggja í einum útjaðara, men har sum vinna og borgarar eru mest miðsavnað.

Verður ætlanin um fast samband av Toftum til Hvítanesar eru bert  u.l 15 min. til T&S Tórshavn.

 

Ad. 9. Nýggjur økisstjóri byrjaði 1. nov. fyri Norðurøki, ið umfatar Eysturoyar og Norðoya øki. Tann formella samanleggingin til eitt øki er 1. jan. 2006,  men longu nú er felags leiðsla fyri Eysturoyar og Norðoya øki.

 

Ad. 10. Í alt fyri T&S kann væntast ein sparing upp á uml. 3 – 4,5 mió. kr. í lønum.

Tær sparingar, sum eru úrslitið av færri starvsfólkum,   koma partvíst at verða nýttar til førleikamenning av starvsfólkum og at betra tær teknisku skipanirnar hjá T&S. Her er hugsað um at gera skipanirnar meira brúkaravinarligar og harvið verður lættari at fáa upplýsingar úr skipanunum, eitt nú í sambandi við eftirlit.  Eisini er týdningarmikið, at skipanirnar verða  meira sjálvvirkandi.

Hvat sjálv flytingin kostar, ber ikki til at siga í dag, men talan er um eingangskostnað, ið skjótt verður afturgoldin,

(Tørvur verður á at flyta nærarkiv, skrivstovuútgerð o.a., væntandi tekur flytingin 2-3 dagar).

 

Ad. 11. Í Eysturoyar og Norðoya øki er ætlanin at økja starvsfólkatalið.

Tá tilgongdin byrjaði vóru 141 fólk á stovninum. Í dag eru 136 ársverk í alt á stovninum, og um 2 ár er ætlanin, at hetta talið er komið niður á uml. 120-125, við verandi uppgávum. Til ber ikki at siga í dag, hvagar og hvaðani størv verða flutt í mun til verandi støðu, men landsstýrismaðurin hevur tryggjað sær, at hædd verður tikin fyri núverandi støðu hjá starvsfólkunum.

 

Eg vil enda við enn einaferð at vísa á týdningin av at fremja neyðugar bygnaðarbroytingar. Hetta hevur týdning fyri, at umsitingin skal vera bílig, og góðskan á arbeiðnum høg.

Málið avgreitt.