39  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar bara lutvíst)
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 10. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan 

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 27. apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 17, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Barsilsgjald skal rindast eftir stk. 2-4, og §§ 18 og 19. Persónar, sum tekna sjálvbodna trygging, rinda gjald eftir reglum settum sbrt. § 20.”

 

2)      Í § 19, stk. 1 verður “0,25%” broytt til: “0,62%” .

 

3)      § 19, stk. 4 verður strikað.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar  2006.

 

 

Viðmerkingar til uppskotið

 

Kap 1. Almennar viðmerkingar

 

1. Orsøkin til uppskotið

Ætlanin er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skulu fíggja kostnaðin av fyrisitingini og lógarbundnu útreiðslunum av barsilsskipanini.

 

Í uppskotinum frá landsstýrinum til fíggjarløgtingslóg fyri komandi ár er játtanin til barsilsskipanina undir § 6, sum í ár var 70 mió. kr., strikað. Útreiðslurnar til lógarbundnu játtanina verða annars mettar til 72,4 mió. kr. í 2006. Játtanin til at fyrisita barsilsskipanina, sum í ár er 1,74 mió. kr., verður eisini strikað, og verður fyrisitingin mett at kosta 2,0 mió. kr. næsta ár.

 

Inntøkurnar av barsilsgjaldinum, sum eru settar sum ein skatta- ella avgjaldsinntøka á § 20, verða mettar til 74,1 mió. kr. í  2006. Í 2005 eru inntøkurnar mettar til 29,5 mió. kr.

 

Í viðmerkingunum til, at útreiðslujáttanin á § 6 verður strikað, sigur landsstýrið:

 

“Eftir ætlan skal barsilsskipanin verða umsitin og fíggjað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og verður játtanin til lógarbundnu játtanina tí strikað”.

 

Fyribils verður tað bert fíggingin, sum verður løgd til partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

Sostatt verður hetta uppskotið lagt fyri Løgtingið.

 

2. Endamálið við uppskotinum.

Endamálið við hesum uppskotinum er at leggja fíggingina – og seinni umsitingina av skipanini - til partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Farið verður undir hetta arbeiðið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

 

3. Galdandi lóggáva

Endamál og uppgávur, umsitingarmyndugleikar, fígging, rættindir og skyldur hjá borgarunum o.a. er alt neyvt ásett í løgtingslógini um barsilsskipan (BAS) ella í kunngerðum við heimild í lógini. Øll viðurskifti viðvíkjandi BAS eru sostatt neyvt lógarregulerað.

 

BAS verður fíggjað við generellu inntøkum landskassans og við gjaldi frá løntakarum og arbeiðsgevarum. BAS er sostatt partvíst brúkarafíggjað og partvíst fíggjað av generellu inntøkum  landskassans.

 

BAS- gjaldið er ásett í barsilslógini. Gjaldið, sum verður kravt inn um § 20 á fíggjarlógini, fer í landskassan. Útreiðslurnar til barsilspening og til umsiting verða játtaðar á § 6 á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av játtanini. BAS er partur av landsroknskapinum, og roknskapar- og grannskoðanarviðurskiftini fara fram eftir reglunum um landsins almenna roknskaparhald og um grannskoðan av landsroknskapinum.

 

Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av umsitingini av BAS. Landsstýrismaðurin hevur nýtt heimildina í lógini at leggja dagligu umsitingina av barsilsskipanini til Arbeiðsloysisskipanina. Avgerðir, sum BAS hevur tikið, kunnu ikki kærast til landsstýrismannin, men til eina kærunevnd. Hóast hetta í ávísan mun avmarkar møguleikarnar hjá landsstýrismanninum at geva ítøkilig boð, hevur landsstýrismaðurin tó framvegis fullu ábyrgdina av skipanini.

 

4. Samandráttur av uppskotinum

Skotið verður upp, at barsilsskipanin fult og heilt verður brúkarafíggjað, t.e. av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Eftir uppskotinum skal barsilsgjaldið hækka úr 0,25% til 0,62%.

 

Útreiðslurnar til barsilspening og til umsiting av skipanini verða sum higartil játtaðar á § 6 á figgjarlógini og inntøkurnar á § 20.

 

5. Ummæli

Tøl og útrokningar eru útvegað í samráð við Fíggjarmálaráðið og Toll- og Skattstovu Føroya. Uppskotið hevur annars ikki verið til ummælis.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 verður roknað við, at barsilsskipanin fult og heilt skal verða fíggjað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og at skipanin tí skal vera fíggjarliga útreiðsluneutral fyri landskassan.

 

Roknað verður við, at samlaðu útreiðslurnar til barsilspening og umsiting verða uml. 74,4 mió. kr. (barsilspeningur 72,4 mió. kr. + umsiting 2,0 mió. kr.). Verður roknað við, at samlaðu lønarútgjaldingarnar í 2006 økjast við 1% í mun til 2005, t.e. at samlaðu lønarútgjaldingarnar í 2006 verða settar til 6,017 mia. kr., gevur eitt gjald upp á 0,62% BAS eina inntøku upp á einar 74,6 mió. kr. Sostatt er neyðugt at hækka inngjaldsprosentið úr 0,25% til 0,62%, frá ávikavist arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum.

 

A. Fyri landið

Avleiðingin fyri landskassan er, at útreiðslurnar til BAS minka við uml. 45 mió. kr.

 

Harumframt skal landið sum arbeiðsgevari rinda 0,62% av lønarútreiðslunum til BAS. Hetta merkir, at allir stovnar hjá landinum skulu avseta 0,37% meira av lønarútreiðslunum, ella uml. 7 mió. kr. Nettosparing landskassans verður tí uml. 38 mió. kr.

 

Sum kompensasjón fyri, at gjaldið hækkar, er ætlanin at broyta skattalógina soleiðis, at partafelagsskatturin lækkar úr 20% til 18%, og at lækka persónsskattin. Inntøkurnar hjá landskassanum av partafelagsskattinum minka við uml. 10 mió. kr. (kommunuinntøkurnar við 7 mió. kr.), og inntøkurnar av persónsskattinum við 21 mió. kr.

 

B. Fyri kommunurnar

Kommunurnar skulu sum arbeiðsgevarar rinda uml. 2 mió. kr. meira í barsilsgjaldi.

 

C. Fyri vinnuna

Meirútreiðslurnar hjá arbeiðsgevarunum á privata arbeiðsmarknaðinum til BAS verða uml. 15 mió. kr.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Ongar

 

Umhvørvisavleiðingar

Ongar

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Ongar

 

Sosialar avleiðingar

Ongar

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

 

Nr. 1

Í galdandi § 17, stk. 1 er ásett, at landskassin ber útreiðslurnar til barsilspening, og at tað til partvísa fígging av barsilspeningi verður kravt eitt gjald.

 

§ 17, stk. 1 verður strikað, og sum nýggj § 17, stk. 1 verður sett, at skipanin fult og heilt skal verða fíggjað við gjøldum.

 

Nr. 2

Í § 19, stk. 1 er ásett, at barsilsgjaldið er 0,25% av gjaldsgrundarlagnum. Gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum lønin verður goldin, og verður kravt inn av Toll- og Skattstovu Føroya um A-skattaskipanina. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um innkrevjingina, og landsstýrismaðurin kann broyta inngjaldið, tó ikki hægri enn 0,25%. Henda seinast nevnda heimild er tó ongantíð nýtt.

 

Sambært broytingini verður gjaldið hækkað til 0,62%.

 

Nr. 3

Eftir § 19, stk. 4 í barsilslógini er heimilað landsstýrismanninum, innan fyri eitt mark upp á 0-0,25%, at broyta inngjaldsprosentið.

 

Í § 41, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya er ásett, at eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Hetta merkir, at skattir bert kunnu verða ásettir við lóg og ikki við kunngerð sambært lóg.

 

Eingin neyv allýsing er av innihaldinum í skattahugtakinum í stýrisskipanarlógini, men vanliga verður hildið, at tað fevnir um lógarkravd gjøld til tað almenna, og sum ikki kunnu fatast sum viðurlag fyri eina ávísa mótveiting frá tí almenna.

 

Barsilsgjaldið er kravt (tvungið) og fer í landskassan. Einki ávíst samband er ímillum tað, ið verður rindað til skipanina, barsilsgjaldið, og tað, ið fæst úr skipanini, barsilspeningurin.

 

Barsilsgjaldið hevur eyðkenni av skatti, og tað kann tí vera ivi um, hvørt tað er í samsvari við § 41, stk. 1 í stýrisskipanarlógini, at landsstýrismaðurin kann broyta inngjaldsprosentið. Við hesi broyting er heimildin í § 19, stk. 4 hjá landsstýrismanninum at broyta inngjaldsprosentið strikað. 

 

Til § 2 

Ongar viðmerkingar.

 

1. viðgerð 22. november 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 9. desember 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 22. november 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 1., 5. og 8. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Í viðmerkingunum til broytingina, ið er skotin upp í § 1, nr. 3, verður sagt, at barsilsgjaldið hevur eyðkenni av skatti, og tað kann tí vera ivi um, hvørt tað er í samsvari við § 41, stk. 1 í stýrisskipanarlógini, at landsstýrismaðurin kann broyta inngjaldsprosentið. Við hesi grundgeving, verður skotið upp at strika heimildina hjá landsstýrismanninum at broyta inngjaldsprosentið.

 

Vinnunevndin vísir á, at stýrið fyri arbeiðsloysisskipanina síðani 1997 hevur havt heimild til, innan fyri ávíst mark, at broyta inngjaldsprosentið til arbeiðsloysisskipanina. Hendan skipan hevur virkað væl, og sær nevndin tí onga orsøk til, at Løgtingið broytir kós í spurninginum um at geva øðrum enn Løgtinginum heimild til at áseta inngjaldið til barsilsskipanina ella arbeiðsloysisskipanina.

 

Nevndin mælir tí til at broyta uppskotið soleiðis, at heimildin hjá landsstýrismanninum at broyta inngjaldsprosentið kemur innaftur, og soleiðis at markið fyri broytingum verður hækkað til 0,62 %.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

§ 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: "§ 19, stk. 4 verður orðað soleiðis: "Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda gjald, tó ikki hægri enn 0,62%."

 

Nevndin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

Á tingfundi 16. desember 2005 setti formansskapurin fram uppskot um burturvísn av broytingaruppskotinum frá vinnunevndini, sambært § 57 í tingskipanini. Uppskotið um burturvísn fall 13-0-17.

 

2. viðgerð 16. desember 2005. Uppskot frá  um at beina málið aftur í nevnd fall 13-1-16. Broytingaruppskot til § 1 samtykt 17-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 19. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-10. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 163 frá 22.12.2005