12  Uppskot til  løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
 

Ár 2005, 7. oktober, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera hesar íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið:

1)      Útskifta høvuðssjónvarpssendaran

2)      Útskifta millumbylgjusendaran og gera ymsar ábøtur á sendistøðina annars.

3)      Seta útgerð upp við fyri at betra um líkindini at hoyra útvarp frá Kringvarpi Føroya á hesum støðum:

a)      í Sundalagnum,

b)      Hvannasundi,

c)      Tvøroyri,

d)      Leynum og

e)      í Tórshavn.

Stk. 2. Útreiðslurnar til keyp og uppseting av tí í stk. 1 nevndu útgerð kunnu í mesta lagi vera 6 mió. kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við lógini

Orsøkin til, at løgtingslógaruppskotið er gjørt, er, at millumbylgjusendistøðin og høvuðssjónvarpssendarin hava nátt ein so mikið høgan aldur, at tørvurin fyri størri útskifting er átrokandi, um støðugur rakstur skal tryggjast. Millumbylgjusendistøðin varð sett til í 1990 og hevur koyrt síðan uttan stórvegis umvælingar inntil fyri fáum árum síðan, tá ið smærri brek fóru at gera um seg. Sjónvarpsendinetið er frá fyrst í 80’unum og serliga høvuðssendarin er farin út um vanligan livialdur fyri tílíka útgerð. FM-sendinetið er harafturímóti í rímiliga góðum standi, men hoyrilíkindini eru í ávísum økjum ikki nøktandi.

 

Endamálið við lógini er at bøta um rakstrartrygdina á útvarps- og sjónvarpssendinetinum og harumframt at gera smávegis íløgur, sum tryggja, at líkindini at hoyra útvarp á FM frá Kringvarpi Føroya verða betrað. Árligu játtanirnar á Løgtingsins fíggjarlóg til útvarps- og sjónvarpsendinetini fara til rakstur, viðlíkahald og til at útbyggja sendinetini, ávikavist FM-sendinetið og millumbylgjusendistøðina til Útvarpið og sjónvarpssendinetið til Sjónvarpið.

 

Ásett er í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari verklagslóg, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum eisini hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum. Av tí, at veitingartíðin á sendiútgerð kann verða long, kann tað henda, at útgerð, sum verður bíløgd í ár, verður leverað í komandi fíggjarári. Tað varð tí hildið, at vera rættast at leggja serligt lógaruppskot fyri Løgtingið um hetta mál.

 

Í sambandi við, at tað í uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri apríl varð biðið um eykajáttan til nýggj sendirør v.m. til millumbylgjusendaran, skrivaði meirilutin í fíggjarnevndini, at nevndin ikki var sannførd um, at tað var rætt at halda fram við verandi tøkni, og helt, at landsstýrismaðurin átti at leggja uppskot til verklagslóg fyri Løgtingið, har hædd verður tikin fyri møguleikanum at skifta til betri og nýggjari tøkni.

 

Í lógartekstinum fær landsstýrismaðurin heimild at gera ávísar íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið, og kunnu útreiðslurnar til keyp, uppseting v.m. í mesta lagi vera 6 mió. kr.

 

Um samlaði íløgukostnaðurin er ásettur í lógini, kann landsstýrismaðurin sambært játtanarskipanini gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar, og treytað av, at tann samlaði íløgukostnaðurin verður hildin. Skuldi tað eftir útbjóðingina víst seg, at sáttmálakostnaðurin verður hægri enn ásett í hesi lóg, verður neyðugt at broyta lógina, áðrenn landið bindur seg í einum sáttmála við privatan arbeiðstakara.

 

Ein samtykt verklagslóg er tó eingin trygd fyri, at kostnaðurin ikki verður hægri enn ásett í lógartekstinum, um tað, eftir at sáttmáli er undirskrivaður, vísir seg, at umstøðurnar eru øðrvísi í mun til fortreytirnar fyri sáttmálanum. Orsøkin kann vera, at tær fortreytir, sum sáttmálin er grundaður á, vístu seg at vera skeivar, t.d. viðvíkjandi flutningskostnaði, streymveiting, og øðrum umstøðum í sambandi við uppseting.

 

Í viðmerkingunum til lógina verður verkætlanin lýst gjøllari, so Løgtingið verður kunnað um, hvør ætlan landsstýrismansins er.

 

Um verkætlanina 

Verkætlanin fevnir um at keypa og at uppseta nýggjan høvuðssjónvarpssendara, nýggjan MB-sendara, til at viðlíkahalda sjálva MB-sendistøðina í Akrabyrgi og til at keypa og at uppseta  nýggjar sendarar til FM.

 

Sjónvarpssendinetið

Høvuðssendarin á Húsareyni er 24 ára gamal og er farin út um vanligan livialdur fyri hesa útgerð. Netið er bygt sum eitt stjørnunet, soleiðis at høvuðssendarin á Húsareyni í Havn sendir til eitt net av størri og smærri sendarum kring landið, og hetta hevur við sær, at sløknar høvuðssendarin, so liggur alt netið lamið. Neyðug eykaútgerð liggur ikki á goymslu og er torfør at útvega, av tí at talan er um gamla tøkni, sum má serframleiðast.  

 

Kostnaðurin av einum nýggjum sjónvarpssendara, ið seinni kann byggjast um til ein digitalan sendara, verður mettur til umleið 2,7 mió. kr., íroknað uppseting. Upphæddin upp á 2,7 mió. er ikki grundað á eitt tilboð, men er heldur ein kvalifiserað meting av kostnaðinum. Innheintan av tilboðum frá veitarum verður gjørd, tá ið verklagslógin er samtykt.

 

At sendarin kann umbyggjast hevur við sær, at hædd er tikin fyri møguleikanum at gagnnýta sendaran til eitt digitalt sjónvarpssendinet.

 

Føroya Tele væntar, at nýggja tøknin fer at hava við sær, at útreiðslur til streym eru minni enn við verandi sendara. Eisini fer ein nýggjur sendari væntandi at krevja minni viðlíkahald enn tann verandi.

 

Útvarpssendinetið - MB

Støðan á MB-støðini eftir at hava verið í brúk í 15 ár er, at nógv av útgerðini hevur rokkið væntaðu livitíðini, og tí kann roknast við, at rakstrartryggleikin fer at minka, og útlit eru fyri, at fleiri avbrot fara at vera frameftir. Ávísir eykalutir til sendaran verða ikki framleiddir longur, og mugu tí serframleiðast í hvørjum einstøkum føri. Grundleggjandi eykalutir, sum eitt nú eitt eyka sendirør og modulasjónstrin, eru ikki á goymslu. Modulasjónstrinini, sum eru 32 í tali, eru partvís í vánaligum standi, eitt er defekt, og verða tvey afturat í ólagi, sløknar sendarin. Útveganartíðin fyri størsta partin av eykalutunum til støðina er 4-6 mánaðir.

 

Rakstrarliga loysir tað seg at gera íløgur í ein nýggjan MB-sendara heldur enn at halda áfram við at brúka verandi sendara, tí menningin innan tøkni seinastu 15 árini hevur gjørt, at ein nýggjur sendari er munandi bíligari og tryggari í rakstri. Fyrimunurin við at keypa ein nýggjan millumbylgjusendara er, at tað verður skjótari og bíligari at fáa hendur á eykalutum, og at raksturin í sambandi við tøknieftirlit v.m. væntandi verður bíligari. Í verandi sendara er sendirørið ein kostnaðarmikil lutur, sum skal skiftast við jøvnum millumbilum. Í einum tíðarskeiði upp á 5-6 ár kann roknast við, at neyðugt er at skifta sendirør í minsta lagi tvær ferðir. Verandi sendari hevur eina munandi størri streymnýtslu enn ein samsvarandi nýggjur sendari, av tí at størri gagnstig er í nýggju tøknini. Nýggi sendarin er uppbygdur av smærri eindum, soleiðis at um ein eind fer, ber til framhaldandi at senda, tó við niðursettari orku.

 

Møguleikarnir at bøta um verandi sendara og at keypa ein nýggjan MB-sendara við ymsum effektum eru kannaðir í mun til íløgukostnað, rakstrarútreiðslur og útvarpingarøki.

 

 

Verandi sendari

 200 kW

 

100 kW

 

50 kW

 

25 kW

 

Íløgukst. mió. kr. umleið*

1,2

5,4

4,1

2,2

1,6

Rakstrarkst. fyri streym**

1,3

2,1

1,1

0,6

0,33

Útvarpingarøki km*

800

800

700

600

550

 

* Fyrivarni skal takast fyri íløgukostnaðinum, av tí at talan er um ikki bindandi tilboð frá veitarum.

** Verandi sendari sendur 90% av tíðini við 100 Kwatt (10% av tíðini við 200 kW). Rakstrarkostnaðurin til streym fyri hinar sendararnar er roknaður við støði í, at sent verður við fullari megi. 

 

 

 

Mynd, ið m.a. vísur útvarpingarøkið hjá 200-, 100- ,50- og 25 kW MB-sendara

 

 

Útvarpingarøkið sambært tabellini og myndini fyri ávikavist 200-, 100-, 50 og 25 kW sendara er um dagin, og útvarpingarøkið, sum tað er í minsta lagi. Um kvøldið og um náttina er útvarpingarøkið í flestu førum størri, men tað kann koma fyri, at útvarpingarøkið er minni orsakað av atmosferiskum viðurskiftum v.m.

 

Tabellin og myndin vísa, at kostnaðurin er lutfalsliga høgur fyri tey seinastu kilowattini í mun til útvarpingarøkið, sum fæst burtur úr, bæði tá tað ræður um íløgu og rakstrarkostnað.

 

Skotið verður upp at keypa ein nýggjan 25 kW sendara fyri uml. 1,6 mió. kr., íroknað uppseting. Ætlanin er tó at biðja um tilboð upp á sendaran frá fleiri ymiskum veitarum, so prísurin verður so lágur sum til ber.

 

Við at skifta til ein nýggjan 25 kW fæst munandi sparing bæði í íløgu og í rakstrarútreiðslum. Sparingin í íløguni av at keypa ein 25 kW sendara í mun til ein 200 kW sendara er uml. 3,8 mió. kr. Rakstrarkostnaðurin til streym til verandi sendistøð er uml. 1,3 mió. kr., meðan ein nýggjur 25 kW sendari kostar uml. 330 tús. kr. í streymi um árið. Íløgan er sostatt spard innaftur við at keypa ein nýggjan 25 kW MB-sendara innan 2 ár bara í streymi.

 

Skiftið frá einum 200 kW sendara til ein 25 kW sendara viðførir, at sendarin røkkur uml. 550 km., tvs. 250 km. styttri enn verandi millumbylgjusendari, tá hesin sendur á fullari styrki. Sambært forprosjektinum til verandi MB-sendara skuldi sendiøkið hjá støðini vera góðar 500 km úr landi. Ætlanin við millumbylgjusendaranum var sostatt upprunaliga at bøta um hoyrilíkindini hjá heimaflotanum, og til tað endamálið er ein 25 kW sendari hóskandi. Tað skal viðmerkjast, at gongdin er, at alsamt fleiri størri skip hava internetsamband yvir fylgisvein, og har hava møguleika fyri at hoyra Útvarpið um internetið, og tí fer tørvurin á einum millumbylgjusendara at minka í framtíðini. Á netvarpssíðuni hjá Útvarpinum ber til at hoyra Útvarpið beinleiðis á internetinum. Eisini ber til at lurta eftir ávísum útvaldum sendingum, eitt nú tíðinda- og aktuellum sendingum. Somuleiðis leggur Útvarpið tíðindi í tekstformi út á netvarpssíðuna tríggjar ferðir um dagin. Meira enn 2.000 vitjanir eru dagliga á netvarpinum hjá Útvarpinum.

 

Gerast skal vart við, at tað er møguligt, at ávís útvarpingarøki fella burtur hjá MB-sendaranum á landi við tí lægru sendimegini upp á 25kW í mun til 200 kW. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at um so verður, at øki fella burtur, har FM-netið ikki røkkur, kann FM útvarpingarøkið økjast við fleiri FM-sendarum sum ein partur av einari møguligari framhaldandi útbygging av FM.

 

Nýggi millumbylgjusendarin kann umbyggjast til at virka sum ein digitalur sendari. Í Bretlandi verða royndir gjørdar við at senda digitalt á millumbylgju, digitalisering av støðini hevur við sær nakað størri útvarpingarøki og betri ljóðgóðsku. Ein digitalisering av MB merkir, at lurtarar mugu keypa digitalt útvarp, sum í dag kostar oman fyri 1.000 kr.

 

Verkætlanin fevnir eisini um ábøtur á bygningarnar, mastra- og bardunfundamentini og streymveitingina til sendaran og eftirlit við millumbylgjusendiantennuni saman við útvegaranum. Høvuðstreymavbrótarin til sendaran kann svíkja, nær tað skal vera, og eykalutir skaffast ikki. Bardunfundamentir við meira eru illa farin og treingja til renovering. Bygningurin treingir til ábøtur so sum máling, viðlíkahald/útskifting av vindeygum og umvæling av frostspreingingum í betongelementunum, og at hampa eitt sindur uttanfyri. Kostnaðurin av at viðlíkahalda er mettur til 330.000,- kr.

 

Vandi er fyri, at verandi eld- og sløkkiskipan á Akrabyrgi ikki verður góðkend næstu ferð eftirlit verður á støðini. Um hetta hendir, verður ávaringarskipanin, ið gongur um brandstøðina í Havn, niðurløgd. Útskiftan av eldávaringar- og sløkkiskipan er mett at  kosta  600.000,- kr. Verður nýggjur sendari keyptur og settur upp, eru útlit fyri, at hetta kann gerast bíligari.

 

Samlaði kostnaðurin fyri at keypa og seta upp nýggjan 25 kW millumbylgjusendara og at viðlíkahalda støðina verður mettur til umleið 2,6 mió. kr. Fyrivarni skal takast fyri, at talan er ikki um bindandi boð, og at ætlanin er at biðja um tilboð upp á ein 25 kW-sendara frá fleiri veitarum til tess at útvega sendaran til lægsta prís, tá hædd er tikin fyri tøkni-, góðsku- og tænastukrøvum v.m.

 

Útvarpssendinetið - FM

Ætlanin er at seta upp nýggjar FM sendarar at betra um líkindini at hoyra útvarp frá Kringvarpi Føroya í Sundalagnum, Hvannasundi, Tvøroyri, Leynum og í Havn.

 

Grundgevingin fyri at seta sendarar upp í hesum støðum er, at signalið í hesum økjunum sambært útvarpingarøkismátingum og ástøðiligum útrokningum er í veikara lagi. Harumframt fær   Kringvarpið nógvar klagur frá lurtarum í nevndu økjum um, at hoyrilíkindini eru út av lagi vánalig.

 

Íløgukostnaðurin til at útbyggja FM í omanfyri nevndu økjum í Føroyum er umleið 600.000 - 700.0000 kr.   

Tíðarætlan

 

Høvuðssjónvarpssendarin

Veitingartíðin til ein nýggjan høvuðssjónvarpsendara er mett at vera tríggjar mánaðir, og uppsetingin er mett at taka umleið ein mánað. Føroya Tele hevur í dag gott samband við Telenor, ið rekur almenna sjónvarpsnetið í Norra, og hevur fleiri ferðir fingið eykalutir til láns frá teimum. Nakað av óvissu er við bráðfeingisætlanum, har útgerð verður lænt ella keypt frá aðrari sendistøð. Málið hevur sostatt skund, av tí at fer útgerð, sum ikki liggur á goymslu, kann avleiðingin verða, at sjonvarpssendinetið er sløkt í upp til fleiri døgn.

 

MB

Veitingartíðin til ein nýggjan MB-sendara er mett at vera 3-6 mánaðir. Uppsetingin er mett at taka 1-2 mánaðir. Ein stóran part av uppsetingartíðini kann ikki sendast á MB. Føroya Tele fer at kanna møguleikarnar fyri einum samstarvi við aðrar sendistøðir um at læna eykalutir fyri at bøta um rakstrartrygdina, inntil nýggjur MB-sendari er uppsettur og tikin í nýtslu.

 

FM

Veitingartíðin til nýggjar FM-sendarar verður mett at vera 3-6 mánaðir. Fyrivarni skal takast fyri, at um talan verður um at skipa fyri nýggjum sendistøðum, kann arbeiðið taka upp til eitt hálvt ár.

 

Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis, men er gjørt í samstarvi við Fjarskiftiseftirlitið, Mentamálaráðið, Kringvarp Føroya og Føroya Tele.

 

Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum

 

1. Fíggjarligar avleiðingar fyri landið

Fíggjarliga avleiðingin fyri landið er umleið 6 mió. kr. í íløgum. Kostnaðurin at keypa og at seta upp ein nýggjan høvuðssjónvarpssendara er mettur til umleið 2,7 mió. kr. Nýggjur 25 kW MB-sendari er mettur at kosta umleið 1,6 mió. kr. og verður mett, at tørvur er á at umvæla støðina í Akrabyrgi fyri umleið 1 mió. kr.

 

Harumframt verður mett, at kostnaðurin av at bøta um hoyrilíkindini á FM í ávísum støðum í Føroyum er umleið 700.000 kr. Ásetta upphæddin til nýggjar FM-sendarar er íroknað innkeypskostnað, flutning, uppsetan, møguliga etableran av mastur, streymveiting og møguligar aðrar útreiðslur.

 

Tá tað ræður um rakstrarkostnaðin, verður mett, at nýggju FM-sendararnir fara at hava við sær ein meirkostnað í rakstri upp á millum 35 tús. – 45 tús. kr. um árið.

 

Nýggi høvuðssjónvarpssendarin fer vegna nýggju tøknina at hava við sær minni rakstrarútreiðslur til streym, og fer væntandi eisini at krevja minni viðlíkahald enn tann verandi.

 

Munandi sparingar eru í rakstrinum av at skifta út verandi MB-sendara til ein nýggjan 25 kW sendara, m.a. av tí at sparingin í streymútreiðslunum er umleið 1 mió. kr. um árið.

 

2. Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar

 

3. Umsitingarligar avleiðingar fyri landið

Uppskotið hevur lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar fyri landið.

 

4. Umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur

Uppskotið hevur lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

5. Fíggjarligar og umsitingarliga avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

6. Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið hevur lítlar og ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

7. Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisavleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur lítlar ella ongar fíggjarligar-, umsitingarligar- ella umhvørvisavleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

8. Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

9. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1

Eftir stk. 1 fær landsstýrismaðurin heimild at keypa og at seta upp:

1)      ein nýggjan høvuðssjónvarpssendara,

2)      ein nýggjan millumbylgjusendara, umframt at gjørdar verða ymiskar ábøtur á millumbylgjusendistøðina í Akrabyrgi, og

3)      fleiri FM-sendistøðir, við tí endamáli at betra um hoyrilíkindini á teimum støðum, sum eru nevndar í greinini.

 

Viðlíkahaldið av støðini í Akrabyrgi fevnir m.a. um ábøtur á bygningarnar, mastra- og bardunfundamentini og streymveitingina til sendaran og eftirlit við millumbylgjusendiantennuni, umframt at útskifta eldávaringar- og sløkkiskipanina.

 

Heimildin í stk. 2 er avmarkað til, at landsstýrismaðurin í mesta lagi kann keypa og halda útreiðslur í sambandi við uppseting av tí í stk. 1 nevndu útgerð fyri 6 mió. kr. Sum greitt er frá undir almennu viðmerkingunum, er nakað av óvissu við slíkum verkætlanum, og tí kann tað henda, at kostnaðurin gerst nakað hægri, enn ásett í stk. 2, t.d. um kostnaðurin av eitt nú flutningi og uppseting verður hægri, enn frammanundan mett, og í tann mun hetta ávirkar prísin, sum landið skal gjalda.

 

Til § 2:

Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 20. oktober 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 8. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. oktober 2005, og eftir 1. viðgerð tann 20. oktober 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 3., 14., 17., 23. og 28. november og 1., 5. og 8. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri P/F Televarpið, P/F Føroya Tele, Mentamálaráðið, Magnus Danielsen, professara í ravmagnsverkfrøði á Fróðskaparsetrinum, og við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá Mentamálaráðnum fekk nevndin avrit av telduskrivi, dagfest 8. november 2005, frá Pia Vigh, Nordisk Ministerråd, til Jóannes Dalsgaard, sum í stuttum greiðir frá viðgerðini í Norðurlandaráðnum av Norrback-frágreiðingini um "nabolands-tv", umframt avrit av frágreiðing um útvarps- og sjónvarpssendinetið, sum netnevndin hevur latið úr hondum í mars 2005. Frá Vinnumálaráðnum hevur nevndin fingið telduskriv, dagfest 21. november 2005, við svari upp á spurningar, telduskriv, dagfest 1. desember 2005, við avriti av konsessjónini hjá P/F Televarpinum og telduskriv, dagfest 8. desember 2005, viðvíkjandi FM-sendinetinum. Frá Føroya Tele hevur nevndin fingið skriv, dagfest 8. desember 2005, viðvíkjandi sjónvarpssendinetinum.

 

Vinnunevndin hevur havt eina sera drúgva viðgerð av spurninginum, um tað yvirhøvur er neyðugt, at tað almenna eigur eitt sjónvarpssendinet. Nevndin heldur ikki, at uppskotið inniheldur nóg góðar grundgevingar fyri hesum. Tað finnast í dag fleiri veitarar av sjónvarpssendingum, ið hava sítt egna sendinet, ið røkkur stóran part av landinum, og sum harumframt er digitalt. Sum teir størstu kunnu nevnast P/f Televarpið og Canal Digital. Tað er ikki óhugsandi, at avtala kundi verið gjørd við t.d. ein av hesum veitarunum, um at senda sjónvarpssendingarnar frá Kringvarpi Føroya, antin ókeypis ella fyri ein lægri kostnað, enn tað kostar tí alemnna at eiga og reka eitt alment sjónvarpssendinet. Spurningurin er kanska enntá, um sjónvarpssendingarnar frá Kringvarpi Føroya kunnu seljast til privatar veitarar av sjónvarpstænastum í Føroyum.

 

Viðvíkjandi P/F Televarpinum hevur vinnunevndin fingið upplýst, at felagið hevur konsessjón frá Vinnumálaráðnum at leggja, hava í hendi og reka alment radio og tráðborið fjarskiftiskervi og almenna fjarskiftistænastu. Konsessjónin gongur út í 2010. Vinnumálaráðið hevur upplýst fyri nevndini, at ein av treytunum fyri konsessjónini er, at Televarpið skal senda sjónvarpssendingarnar frá Kringvarpi Føroya ókeypis til allar kundar hjá Televarpinum. Frá P/F Televarpinum hevur nevndin fingið at vita, at Televarpið manglar umleið 15% í at røkka øll húsarhald í Føroyum. Um digitala sjónvarpsnetið hjá Televarpinum skal brúkast til framføring av sjónvarpssendingunum frá Kringvarpi Føroya kring alt landið, verður neyðugt við nøkrum broytingum í verandi neti hjá Televarpinum, og hartil skal ein útbygging av netinum gerast. Eitt sannlíkt tíðarskeið til slíka verkseting er mett at verða 2-3 ár.

 

Canal Digital hevur ikki konsessjón frá Vinnumálaráðnum, við tað at talan er um satelitsjónvarp.

 

Vinnunevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at kanna nevndu møguleikar, áðrenn støða verður tikin til, um tað er neyðugt, at tað almenna framhaldandi skal eiga eitt sjónvarpssendinet. Tekur landsstýrismaðurin samráðingar upp við privatan konsessjónshavara og eigara av sjónvarpssendineti, hevur tað týdning at umhugsa at seta sum treyt, at landið skal kunna yvirtaka sendinetið, tá konsessjónin gongur út. Eisini er umráðandi at fáa staðfest, at privatur konsessjónshavari ikki fær nakran einkarrætt at senda sjónvarpssendingar frá Kringvarpi Føroya.

 

Tað er sjálvsagt av stórum týdningi, at verandi sendari heldur fram at senda, og at ein møgulig avtala við privatan veitara hevur sum fyritreyt, at sjónvarpssendingarnar frá Kringvarpi Føroya røkka út til allar føroyingar, áðrenn verandi sendari slóknar.

 

Nevndin heldur at Vinnumálaráðið átti at kunna komið við einum uppskoti um loysn, har allir møguleikar eru kannaðir, og lagt tað fyri tingið í hesi tingsetu, t.e. í seinasta lagi áðrenn seinasta framløgudag.

 

Frá Føroya Tele hevur nevndin biðið um eina støðurapport um sjónvarpssendaran. Av tí at sendarin er vorðin so gamal, er ikki gjørligt at siga, hvussu langt tíðarskeið hann kann virka. Tað er avmarkað, hvat er eftir av uppruna eykalutum til sendaran, og av teimum lutum, sum oftast ganga fyri, eru bert fáir á goymslu í Føroyum. Tað eru fleiri ár síðani framleiðarin av sendaranum gavst at gera eykalutir til hetta slagið av sendarum, og tískil er torført og í ávísum førum ógjørligt at fáa eykalutir til hann. Upplýst verður, at sendarin nýliga hevur fingið eitt nýtt sendirør, og sendir aftur við nominellari effekt. Tað er bert ein fabrikantur eftir, ið framleiðir hesi sendirørini, og tey verða støðugt dýrari, tí at sendarar, ið brúka hesi rør, verða færri í tali. Ein hjálp at halda sendaran koyrandi nøkur ár er, um tættari samarbeiði fæst við Norkring viðvíkjandi eykalutum og serfrøði, um álvarsligt brek kemur á sendaran. Henda loysnin kann væntast at økja um rakstrarkostnaðin av sendaranum. Í øllum førum fer sendarin at liggja lamin nakrar dagar, um álvarsligt brek kemur á hann.

 

Vinnunevndin hevur eisini verið í iva, um tað er neyðugt at skifta verandi millumbylgjusendara út. Nevndin er tó komin til ta niðurstøðu at mæla til at skifta sendaran út við ein nýggjan 200 kW sendara. Nevndin tekur sostatt ikki undir við at skifta til ein 25 kW sendara.

 

Viðvíkjandi FM-sendinetinum hevur nevndin spurt seg fyri og fingið ábendingar um, at ein sendari á Sornfelli hevði kunna bøtt munandi um hoyrilíkindini á fleiri støðum, har signalið í dag er í veikara lagi. Nevndin hevur tí uppskot um at skoyta eina heimild til landsstýrismannin at seta ein sendara upp á Sornfelli upp í uppskotið. Landsstýrismaðurin hevur á fundi í nevndini mælt til, at hetta verður gjørt. Kostnaðurin verður mettur av verða umleið 100.000,- kr. Vinnunevndin vísir á, at talan er um eina heimild til landsstýrismannin, sum fyri at verða nýtt sjálvsagt krevur, at støða verður tikin til møguligar tekniskar spurningar, sum frekvenskoordinering, og til hvørt hetta annars er ein skilagóð loysn.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin fingið upplýst, at 3 FM-sendarir hava ligið á lagri síðani 1999, meðan tingingar hava verið við Fjarskiftiseftirlitið um góðkenning. Vinnunevndin vil í hesum sambandi gera vart við sína ónøgd við, at tað hevur gingið so illa at fáa FM-sendinetið at røkka alla staðni í Føroyum.

 

Íløgukostnaðurin at keypa ein 200 kW sendara heldur enn ein 25 kW sendara er sambært tølunum í viðmerkingunum til uppskotið 3,8 mió. kr. hægri og rakstrarkostnaðurin 1,77 mió. kr. hægri árliga. Verður eingin høvuðssjónvarpssendari keyptur, merkir hetta, at 2,7 mió. kr verða spardar í íløgum.  Ein nýggjur FM-sendari á Sornfelli kostar sambært upplýsingum frá landsstýrismanninum einar 100.000,- kr. Meirkostnaðurin til íløgur við uppskotnu broytingunum frá nevndini er sostatt 1,2 mió. kr. Økti rakstrarkostnaðurin til at varpa út almenna sjónvarpið kann ikki staðfestast, fyrr enn landsstýrismaðurin leggur fram uppskot til loysn hesum viðvíkjandi fyri tingið. Meirkostnaðurin av at reka ein sendara umframt á Sornfelli er heldur ikki kendur.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1.      § 1, stk. 1, nr. 1 verður strikað, og nr. 2 og 3 verða hereftir nr. 1 og 2.

2.      Í § 1, stk. 1, nr. 2, sum hereftir verður nr. 1, verður aftaná orðið "millumbylgjusendaran" sett inn orðini "til ein nýggjan 200 kW sendara".

3.      § 1, stk. 1, nr. 3, sum hereftir verður nr. 2, verður orðað soleiðis: "2) Seta útgerð upp fyri at betra um líkindini at hoyra útvarp frá Kringvarpi Føroya:

a.       í Sundalagnum,

b.      í Hvannasundi,

c.       á Tvøroyri,

d.      í Leynum,

e.       í Tórshavn og

f.        á Sornfelli."

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 13. desember 2005. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 29-1-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-1-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 15. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 153 frá 20.12.2005