42  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar ikki)
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 18. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 28. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) Í heitinum verður “almannamálum” broytt til “almanna- og heilsumálum” 

 

2) § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Við heimild í
1) lov om offentlig forsorg, sbrt. § 33, stk. 6,
2) løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, sbrt. § 6, stk. 4,

3) løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, sbrt. § 16, og

4) løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt, sbrt. § 10, stk. 3,
verður heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki lagdur til kærunevndina í almanna- og heilsumálum, sum skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærumálum sambært teimum í nr. 1-4 nevndu lógum.

Stk. 2. Haraftrat viðgerð kærunevndin, sambært ásetingunum í hesi lóg, kærur um avgerðir, sum tiknar eru sambært:

1) lóg um dagpening vegna sjúku v.m., sbrt. § 25, stk. 1

2) løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sbrt. § 39,

3) løgtingslóg um barnavernd, sbrt. § 65, stk. 1,

4) løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, sbrt. § 2, stk. 2,

5) løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., sbrt. § 11, stk. 1,

6) løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni, sbrt. § 4,

7) løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sbrt. § 20,

8) løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar, sbrt. § 5, stk. 2, og

9) løgtingslóg um ættleiðingarstuðul, sbrt. § 6.
Stk. 3. Freistin at kæra er 4 vikur at rokna frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Í serligum føri kann kærunevndin viðgera kærumál, ið eru latin inn eftir, at kærufreistin er úti.

Stk.4. Avgerðin hjá kærunevndini í almanna- og heilsumálum er endalig innan fyrisitingina.

 

3)  § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:

“Stk. 2. Fólk, sum starvast við sjúklingaviðgerð ella líknandi innan sjúkrahúsverkið, og fólk, sum starvast við málsviðgerð ella líknandi í almennum starvi innan sosiala økið, kunnu ikki veljast sum limir í kærunevndina.”

 

4)    Í § 7 verður “almanna- málum” broytt til: almanna- og heilsumálum.

 

§ 2

 

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virkna frá 1. januar 2006.

Stk. 2. Avgerðir, tiknar frá og við 1. januar 2006, verða viðgjørdar og avgreiddar av kærunevndini sambært reglunum í hesi lóg.

Stk. 3. Avgerðir, tiknar áðrenn 1. januar 2006, verða viðgjørdar og avgreiddar sambært higartil galdandi reglum.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Uppskotið til broyting í løgtingslógini um kærunevnd í almannamálum hevur til endamáls at fremja tær teknisku tillagingarnar, sum eru neyðugar til tess at fáa heimild til at flyta kærumyndugleikan í teimum lógum á almanna- og heilsuøkinum, sum eru fevndar av lógaruppskotinum, frá landsstýrismanninum til Kærunevndina í almannamálum.

 

Av tí at lógaruppskotið eisini fevnir um lógir á heilsuøkinum, verður skotið upp, at heitið á kærunevndini verður broytt til Kærunevndin í almanna- og heilsumálum.

 

Arbeitt verður við eini broyting í almannapensjónslógini, í samband við at flyta avgerðarmyndugleikan í fyritíðarpensjónsmálum frá Vanlukkutryggingarráðnum til Almannastovuna. Tann broytingin í almannapensjónslógini kemur væntandi í gildi sama dag, sum uppskotið um at broyta lógina um Kærunevndina í almannamálum, so ásetingin í § 1, stk. 2,  nr. 2 er grundað á ta frá 1. januar 2006 væntandi broyttu almannapensjónslógina, heldur enn á galdandi orðing. 

 

Orsøkin til lógaruppskotið
Sambært teimum lógum, sum eru fevndar av broytingaruppskotinum, hevur landsstýrismaðurin heimild til at flyta kærumyndugleikan í viðkomandi málum frá sær sjálvum til eina kærunevnd. Av tí at tað kann vera óheppið, at ein myndugleiki er bæði lóggávumyndugleiki og kærumyndugleiki, verður í hesum broytingaruppskotinum skotið upp at flyta kærumyndugleikan frá landsstýrismanninum til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Henda er sjálvstøðug, óheft og mannað við fakfólki. Kærunevndin í almannamálum verður endaligi fyrisitingarligi myndugleiki, og kunnu avgerðir hjá kærunevndini tískil ikki kærast til landsstýrismannin.

 

At flyta kærumyndugleikan frá landsstýrismanninum til Kærunevndina í almannamálum er eisini í tráð við endamálið í lógini um Kærunevndina í almannamálum. Í viðmerkingunum til løgtingslógina stendur, at “Tá kærunevndin er farin at virka, er ætlanin so við og við at fáa øll øki undir kærunevndina.”  Her kann leggjast aftrat, at arbeitt verður við eini broyting Í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., har skotið verður upp at flyta kærumyndugleikan í fyritíðarpensjónsmálum frá Den Sociale Ankestyrelse til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. 

 

Ummæli
Uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Kærunevnd í almannamálum varð send til ummælis hjá Innlendismálaráðnum, Føroya Kærustovni, Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum.

Tá ummælisfreistin var úti, vóru svar komin frá Landssjúkrahúsinum og Føroya Kærustovni.

Landssjúkrahúsið hevði ongar viðmerkingar til innihaldið í lógaruppskotinum, men tekur fyrivarni fyri møguliga øktum fyrisitingarligum byrðum orsakað av broytingini.

Føroya Kærustovnur hevði m.a viðmerkingar til orðingar og uppsetan av broytingaruppskotinum í samband við raðfylgjuna av lógarheimildunum, sum nevndar eru í § 1. Hesar eru ikki tiknar til eftirtektar.

Føroya Kærustovnur hevði eisini eitt uppskot til § 2 í samband við kærumøguleikar og –freistir. Uppskotið varð fylgt, av tí at tað gjørdi regluna einfaldari at skilja og lesa. 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Av tí at talan einans er um at flyta kærumyndugleikan á einstøkum málsøkjum, standast ongar størri fíggjarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar av hesum uppskotinum. Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 eru 145 tkr. fluttar frá málsøki § 8.20 Almannamál til málsøki § 15.14 Lógarmál.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið hevur ikki við sær fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær fyri Føroya Kærustovn.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ikki við sær fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyri umhvørvið. 

 

Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki við sær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur ikki við sær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki við sær sosialar avleiðingar. 

 

Yvirlit yvir búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar:

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Sambært broytingaruppskotinum verður kærumyndugleikin í løgtingslógunum um ávikavist dagpening vegna sjúku v.m., barnavernd, stuðul til uppihaldspening, eldrarøkt í Sandoynni, barnagjald til einsmallar uppisitarar v.fl., barna- og ungdómstannrøkt, viðbót til ávísar pensjónistar og ættleiðingarstuðul, umframt í ávísum málum í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, fluttur frá landsstýrismanninum til Kærunevndina í almannamálum, sum eftir hetta verður endaligur fyrisitingarligur myndugleiki.

 

Kærunevndin í almannamálum fer sostatt eisini at fevna um avgerðir, tiknar á heilsuøkinum, og verður heitið á Kærunevndini í almannamálum tí broytt til Kærunevndin í almanna- og heilsumálum. 

 

Til § 2:

Í lógaruppskotinum er ásett, at lógin fer í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og fær virkna frá 1. januar 2006.

 

Neyðugt er við skiftisreglum, og hava hesar við sær, at avgerðir, sum verða tiknar fyri 1. januar 2006, kunnu kærast sambært higartil galdandi reglum.

 

Avgerðir, tiknar frá og við 1. januar 2006, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. 

 

Fylgiskjøl: 

Skjal 1           Løtingslóg um kærunevnd í almanna- og heilsumálum, við ætlaðu broytingunum

Skjal 2           Hoyringssvar frá Føroya Kærustovni

Skjal 3           Hoyringssvar frá Landssjúkrahúsinum

1. viðgerð 25. november 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 18. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 25. november 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. november og 7. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kærustovnin og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2 viðgerð 13. desember 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 150 frá 20.12.2005