100-30 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi kynsbýti í leiðandi størvum hjá P/F Føroya Banka 

Orðaskifti

Ár 2005, týsdagin 22. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu er kynsbýtið hjá ávíkavist:

                                                               i.      nevndini fyri Fíggingargrunnin?

                                                             ii.      Stjórn og nevnd  fyri Føroya Banka?

                                                            iii.      deildarleiðarum innan tær 8 fakdeildirnar  hjá Føroya Banka?

                                                           iv.      deildarleiðarum í Føroya Banka kring landið?

                                                             v.      fulltrúum í Føroya Banka?

  1. Heldur landsstýrismaðurin,  at kynsbýtið er nøktandi?  Um nei, hvat ætlar hann at gera við hetta?
  2. Um kynsbýtið er ójavnt, hvør er so orsøkin til ójavnan?

 

Viðmerkingar

Komandi ár fyllir Føroya Banki 100 ár. Hesi 100 árini hevur bankin í sínum yrki virkað undir skiftandi umstøðum. Og hóast ákoyringar, serliga í nítiárunum, man bankin (saman við øðrum bankum) farnu øldina vera tann stovnur, sum hevur viðvirkað til størstu frambrotini í føroyska samfelagnum. Eitt av frambrotunum, sum hava verið í stórum parti av vesturheiminum seinastu árini, er økta virðingin fyri javnstøðu og ásannanin av, at júst javnstøðan er við til at menna búskapin og nøgdsemi á stovnum og virkjum og viðurskiftini kring um hesi. 

 

Føroya Banki hevur síðani 1993/94 verið eitt alment partafelag. Tá gjørdist bankin føroyskur og legði saman við Sjóvinnubankanum.

 

Um sama mundið, tá ið Føroya Banki varð til alment partafelag, fingu vit Javnstøðulógina. Endamálið við henni er at beina burtur allan mismum vegna kyn. Og tá ið talan er um starvsseting, løn og yrkis- og menningarmøguleikar eigur møguleikin at verða hin sami fyri kynini bæði.

 

Fyrr í ár spurdi undirritaða um nevndarsamansetingina í almennu partafeløgunum, og vísti tað seg, at av teimum 28 fólkunum, sum tað almenna velur, var ongin kvinna vald.  Og hóast tað tá varð lovað, at hetta skuldi bøtast uppá, er so at siga onki hent innan tað økið. Og tað hoyrist heldur onki til nakran, sum í landsstýrinum ger nakað fyri at rætta upp á hendan mismun.

 

Í hesum fyrispurningi velji eg so at hyggja at tí eina partafelagnum, sum helst man vera tað fíggjarliga máttmiklasta í landinum, nevniliga Føroya Banki. Og spyrji, hvussu kynsbýtið er í teimum størvum og sessum, sum gera av, hvussu hesin fíggjarstovnur skal rekast. 

Tað nyttar lítið at seta bólkar og nevndir, sum skulu ráðgeva landsstýrinum, hvussu vit fáa størri javnstøðu í politikki, um viljin frá landsins leiðslu ikki er til staðar,  tá ið tað kemur til at taka veruligu tøkini.  Landsstýrið skal sjálvsagt ikki fara inn og gera av, hvør verður settur í starv í teimum almennu stovnunum ella partafeløgunum, - tað hava vit leiðslurnar til. Men undirritaða hevur varhugan av, at kynsbýtið er so út av lagi, tá ið tað kemur til leiðandi og vællønt størv. Skulu landsins lógir haldast, er sjálvandi neyðugt, at landsins myndugleikar ganga á odda og virða tað, sum er galdandi.  Verður lógin ikki vird, er neyðugt at rætta upp á viðurskiftini. Alt annað er javnstøðuspæl fyri gallarínum!

 

Tí soljóðandi spurningar:

Á tingfundi 23. november varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 9. desember 2005 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Fíggingargrunnurin frá 1992 er høvuðspartaeigari í P/F Føroya Banka. Bankin sjálvur er umfataður av partafelagslógini og Banka- og sparikassalógini (pr. 1 mars  “lóg um fíggjarvirksemi”).

 

Fíggingargrunnurin frá 1992 virkar eftir lóg um vinnurekandi grunnar, hóast grunnurin hevur eyðkenni, ið ger, at hann ikki er ein grunnur í løgfrøðiligari merking.

 

Tað ávirkan, sum landsstýrismaðurin hevur á grunnin er:

·        at landsstýrismaðurin velur 4 av 5 nevndarlimum.

·        Landsstýrissmaðurin skal góðkenna avgerðir um

o       “at stemme for nedskrivning af de af fonden ejede kapitalandele og, jf. § 2, stk. 1,

nr. 1 og

o       hel eller delvis afhændelse af aktiekapital eller ansvarlig kapital”

 

Landsstýrismaðurin hevur annars ikki ávirkan á virksemið hjá grunninum ella hjá Føroya Banka, sum grunnurin er høvuðspartaeigari í. 

 

Ad. i. Grunnurin verður mannaður soleiðis: Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum velur formannin og 3 nevndarlimir, hesir 4 nevndarlimir velja fimta limin.

Av hesum 5 nevndarlimunum eru 2 kvinnur. Hesar báðar eru beinleiðis valdar av landsstýrismanninum. 

 

Ad. ii. Fíggjarmálaráðharrin varðar ikki av hesum máli.

Løgtingslimurin má venda sær til Føroya Banka við hesum spurningi.

 

Tó kann nevnast, at eitt alment umboð skal veljast í nevndina hjá bankanum. Sum alment umboð skal Landsstýrismaðurin innstilla trý fólk til Fíggjareftirlitið, har minst ein skal vera kvinna smb. Banka-og sparikassalógini. Fíggjareftirlitið velur út frá hesari innstilling almenna umboðið.

 

Viðmerkjast kann, at almennu umboðini í Norðoya Sparikassa og Føroya Sparikassa eru kvinnur, meðan almennu umboðini í Suðuroyar Sparikassa og Føroya Banka eru menn.

 

Við nýggju lógini um fíggjarligt virksemi, sum kemur í gildi 1. mars 2006, verður einki alment umboð valt í nevndirnar í fíggjarstovnunum.  

 

Ad. iii, iv og v. Landsstýrismaðurin varðar ikki av hesum málum. Løgtingslimurin má venda sær til Føroya Banka við hesum spurningum. 

 

Ad. 2. Landsstýrismaðurin kennir ikki kynsbýtið í P/F Føroya Banka nágreiniliga og fær tí ikki svara spurninginum ítøkiliga.

 

Landsstýrismaðurin vil eisini vísa á, at Føroya Banki má viðgerast sum einhvør annar peningastovnur, og ikki takast inn í kjak um javnstøðu í almenna geiranum.

 

Sum heild tekur landsstýrismaðurin undir við at fáa størri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og í politikki. Hinvegin er tað týdningarmikið í einari hvørjari starvssetan ella tá nevndir skula mannast, at tað fyrst og fremst er tann fakligi førleikin, ið er avgerandi. Eisini skulu atlit takast til, hvør ið sýnir einum starvi ella nevndarsessi áhuga, tað vil siga at útboði av fólki til ávís størv/sessir eisini er avgerandi.

 

Til spurningin um hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við málið?

Í hesu fyritøku (Føroya Banka), hevur landsstýrismaðurin ongar heimildir. Vísast kann á, at 2 kvinnur eru valdar av 4 limum, sum landsstýrismaðurin velur í nevndina fyri Fíggingargrunnin.  

 

Ad. 3. Sum áður nevnt, so ynskir landsstýrismaðurin ikki at viðgera innanhýsis viðurskifti í eini privatari fyritøku. Setan av leiðarum og fulltrúum í bankanum er ein uppgáva hjá leiðsluni í peningastovninum.

 

Málið avgreitt.