29  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. Broytingaruppskot
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 8. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 10. apríl 2003, verður gjørd henda broyting:

§ 1, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Tá neyðugar forkanningar og prosjektering eru gjørdar og í seinasta lagi í 2006 skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um ein tunnil undir ella eina vegføring fram við Leirvík.”, og 3. pkt. verður strikað.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1.      Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er at fáa longt freistina at leggja fram verklagslóg um vegføring við Leirvík, so tað verður gjørligt at kanna møguleikarnar fyri at gera ein tunnil undir verandi vegi, omanfyri virkini í Leirvík, ella ein veg niðanfyri bygdina. Í verandi verklagslóg er ásett, at landsstýrismaðurin í seinasta lagi í 2005 skal leggja fram verklagslóg, sum fevnir um eina tunnilsgerð undir Leirvíkar bygd, og skotið verður við hesum upp, at freistin verður longd til 2006.

 

Eisini verður ásetingin strikað um, at verklagslóg skal leggjast fram um ein veg frá Oyrarvegnum yvir í ætlaðu rundkoyringina Klaksvíkar megin, tí mett verður, at talan er um eina so mikið avmarkaða verkætlan, at tað ikki er neyðugt við einari verklagslóg. Ætlanin er at fremja hesa verkætlan í 2006.


 

Gongdin í málinum

Eftir at lógin um fast samband um Leirvíksfjørð varð samtykt, hevur Landsverk við støði í ásetingunum í verklagslógini arbeitt við at gera neyðugar forkanningar og partvísa prosjektering av einum tunli undir Leirvíkar bygd, hóast Landsverk hevur víst á, at ein fullgóð vegaloysn kann gerast fyri helvtarprís av metta tunnilskostnaðinum (t.e. uml. 30-35 mió. kr.)

 

Leirvíkar kommuna hevur í fleiri umførum gjørt vart við, at hon ynskti tunnilsloysnina undir bygdini heldur enn eina vegaloysn. Tíðliga í ár sendi Leirvíkar kommuna tó Landsverki uppskot til eina nýggja tunnilsverkætlan, har tunnil verður gjørdur undir havnarlagnum, so tunnilsveggurin samstundis kundi virka sum atløgusíða. Orsøkin til nýggja uppskotið var m.a., at vegurin til tunnilin í erva fór at nerva ætlaða byggilendið hjá kommununi, umframt at grefligt beni fór at verða í lendinum, har tunnilsinntakið ætlandi skuldi verða.

 

Ráðgevar hjá Leirvíkar kommunu mettu, at kostnaðurin av nýggja tunnilsuppskotinum hjá kommununi kundi gerast einar 80 mió. kr., meðan ráðgevandi felag hjá Landsverki við fyrivarni metti, at kostnaðurin kundi gerast einar 130 mió. kr.

 

Síðani hevur verið kjakast um hesa verkætlanina, og hevur hetta viðført, at møguleikin at flyta tunnilin undir havnarlagnum nakað vestureftir eisini hevur verið umrøddur. Í hesum tillagaða uppskotinum verður tunnilin lagdur nakað burtur frá sjónum, vestanfyri virkini, sum standa á havnalagnum. Landsverk metir við fyrivarni, at kostnaðurin av hesari broyttu verkætlanini er á sama støði, sum Landsverk metti fyri loysnina undir havnarlagnum, ella meira, men hevur samstundis gjørt vart við, at um ein neyv kostnaðarmeting skal gerast av uppskotinum hjá kommununi, er neyðugt at fáa eina játtan til veruligar forkanningar.

 

Leirvíkar kommuna hevur í september 2005 skrivliga boðað frá, at raðfestingin hjá sitandi bygdarráði nú er henda:

1)      Tunnil (lokrenna) niðanfyri bygdina

2)      Vegur fram við sjóvarmálanum við brúgv yvir á Kráartanga

 

Av tí at tað tykist, sum politiskt ynski er um at gera neyvari forkanningar av nýggju tunnils- og/ella vegaloysnunum, áðrenn verklagslóg verður løgd fram, verður tí skotið upp at leingja freistina fyri, nær verklagslógin skal leggjast fram, so stundir verða at gera hesar forkanningar.

 

2.      Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Landsverki, sum hevði smávegis ritstjórnarligar viðmerkingar.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

1.      Fíggjarligar avleiðingar

 

A.     Fyri landið

Útreiðslurnar til forkanningar av nýggju tunnilsuppskotunum eru mettar at verða uml. 1,5 mió. kr., og verða útreiðslurnar ætlandi fíggjaðar av høvuðskontuni Nýggir landsvegir.

 

Avgerð verður ikki í hesum umfari tikin um, hvør loysn skal fremjast, tað er m.a. tengt at kostnaðinum á ymsu loysnunum. Tá ein meting er gjørd, hvør loysn er tann besta, verður uppskot til verklagslóg lagt fyri Løgtingið, og tá fær Løgtingið høvi at viðgera málið.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri Leirvíkar kommunu ella aðrar kommunur.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur smávegis positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, serliga ráðgevandi verkfrøðingafeløg.

 

2.      Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur smávegis umsitingarligar avleiðingar á Landsverki.

 

3.      Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

4.      Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ta avleiðing, at vegagerðin við Leirvík dregur nakað út, meðan fleiri kanningar verða gjørdar av nýggju uppskotunum hjá Leirvíkar kommunu.

 

5.      Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

6.      Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1

Skotið verður í hesari greinini upp at leingja freistina at leggja fram lógaruppskot um vegføringina við Leirvík, so høvi verður at gera forkanningar av nýggju uppskotunum hjá Leirvíkar kommunu. Orðingin viðførir eisini, at tað ikki verður neyðugt at leggja fram uppskot um verklagslóg fyri vegastrekkið frá Oyravegnum yvir í ætlaðu rundkoyringina. Mett verður ikki, at tað er neyðugt við einari verklagslóg fyri hesa lutfalsligu avmarkaðu verkætlan.

 

Til § 2

Ongar viðmerkingar.

 

1. viðgerð 15. november 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 9. desember 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 15. november 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23., 24. og 28. november og 1., 5. og 8. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við borgarstjóran og teknisku nevnd í Leirvíkar kommunu, umboð fyri Sp/f Tavuna, umboð fyri Sp/f Teknistovuna í Gøtu og við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá Leirvíkar kommunu fekk nevndin avrit av fundarbók hjá Leirvíkar Bygdarráð frá fundi 19. september 2005. Eisini hevur nevndin fingið til vega tekningar hjá Sp/f Teknistovuni í Gøtu yvir farleiðir um Leirvík, og mótmælisskriv frá Sp/f Tavuni til ávikavist Vinnumálaráðið og Leirvíkar kommunu.

 

Í uppskotinum verður biðið um, at freistin at leggja verklagslóg fyri Løgtingið um vegaføring við Leirvík verður longd eitt ár. Hetta skal gera tað gjørligt at kanna møguleikarnar fyri at gera ein tunnil undir verandi vegi, oman fyri virkini í Leirvík, ella ein veg niðan fyri bygdina.

 

Vinnunevndin hevur fingið upplýst, at Sp/f Teknistovan í Gøtu, ið ger forkanningarnar, skal vera liðug við arbeiðið sítt 20. desember í ár. Nevndin heldur tað tí vera nóg mikið at leingja freistina at leggja verklagslóg fyri Løgtingið til 15. februar 2006.

 

Í spurninginum um tunnilsverkætlan ella vegaføring hevur vinnunevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) vísir á, at eingin játtan er til verkætlanina í Leirvík. Meirilutin heldur, at útreiðslurnar til verkætlanina í Leirvík eiga at verða knýttar upp í íløgukostnaðin til Norðoyatunnilin, og sostatt fíggjaðar eftir sama leisti. Tá landsstýrismaðurin innan 15. februar leggur verkætlanina í Leirvík fyri Løgtingið, hevur hann havt stundir at kanna fortreytirnar fyri eini felags verkætlan, soleiðis at hetta kann verða ein partur av uppskotinum.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1, verður "2006" broytt til "15. februar 2006".

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur ikki undir við, at orðaljóðið í ásetingini um vegaføring í Leirvík verður broytt.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 1, verður orðað soleiðis: "Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting: Í § 1, stk. 2, 2. pkt. verður "2005" broytt til "15. februar 2006".

 

Á tingfundi 15. desember 2005 løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana fram soljóðandi

 

Broytingaruppskot

 

til 2. viðgerð

 

Í § 1 verða orðini "og 3. pkt. verður strikað" broytt til "og 3. pkt. verður orðað soleiðis: "Áðrenn landsstýrismaðurin ger av, hvørja verkætlan hann mælir Løgtinginum til, skal spurningurin verða lagdur til atkvøðugreiðslu millum tey, ið hava atkvøðurætt til kommunustýrið í Leirvík, eftir nærri reglum ásettum av landsstýrismanninum"."

 

 

Viðmerkingar:

Spurningurin um vegaføring um Leirvík frá Norðoyatunlinum hevur nú verið ósvaraður í alt ov langa tíð. Tað tykist, sum landsstýrið ikki megnar at taka endaliga støðu, og so leingi verður hetta framhaldandi eitt politiskt stríðsmál. Leirvíkar bygdarráð hevur borgaranna vegna sent sítt tilmæli til landsstýrið, men tó eru ábendingar um, at tilmælda loysnin enn ikki er valið hjá landsstýrinum.

 

Uppskotssetararnir halda, at nú eigur greiða at finnast á málinum, og mæla tí til, at landsstýrið tekur stig til eina fólkaatkvøðu í Leirvík, so allir borgarar í Leirvík við valrætti fáa høvi til at velja millum tey uppskot til vegaføring, sum eru og hava verið frammi seinasta árið. Miðflokkurin ásannar, at neyðugt er at hoyra teir borgarar, sum í allari framtíð skulu liva við vegaføringini. Ein slík fólkaatkvøða verður leiðbeinandi. Gevur úrslitið av slíkari fólkaatkvøðu greiðar ábendingar, skuldi ikki verið trupult hjá Løgtingi og landsstýrismanni at tikið støðu. Gevur úrslitið hinvegin ikki greiðar ábendingar, vil tað í sama mun gera endaligu støðutakanina lættari.

 

Talan er undir øllum umstøðum um eina munandi løgu við skattaborgarans peningi, sum Løgtingið skal játta, og tí er tað sera viðkomandi fyri løgtingslimir at vita, hvør støðan til spurningin er millum leirvíkingar.

 

Greitt er, at áhugamálini eru ymisk. Vinnan kring havnalagið óttast tær avleiðingar, sum ein vegaføring kann hava við sær í teirra umhvørvi. Hinvegin eru fleiri, sum halda, at ein landsvegur oman fyri bygdina fer at oyðileggja framtíðar útbyggingar av bygdini. Eisini eru fleiri, sum við atliti til umhvørvið óttast fyri, hvør loysnin verður. Harumframt eru mong onnur atlit. Fyri at geva løgtingslimum møguleika fyri eisini at sýna atlit fyri lokalum áhugamálum verður hetta broytingaruppskot lagt fram.

 

Hvussu atkvøðugreiðslan annars skal fara fram, skal landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um. Ein leistur fyri slíkari atkvøðugreiðslu er at finna í løgtingslóg um fólkaskúlan § 29, stk. 5 og kunngerð nr. 72 frá 18. oktober 1977 um atkvøðugreiðslu, tá ið skúli verður lagdur niður.

 

2. viðgerð 15. desember 2005. Broytingaruppskot frá Jenis av Rana og Bill Justinussen  til § 1 fall 1-0-27. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til § 1 fall 9-0-19. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg, til § 1 samtykt 19-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 19. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-7. Málið avgreitt.


 

Ll.nr. 162 frá 22.12.2005