38  Uppskot til  løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar bara lutvíst)
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
C. Orðaskifti við 2. viðgerð
D. Tikið aftur

Ár 2005, 10. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov 


 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera tunnil millum Øravík og Hov og hartil hoyrandi vegagerð og hava rakstur av tunlinum um hendur.
Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:

1)      at avhenda partabrøv,

2)      øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum, ella

3)      felagnum at luttaka í samanlegging, klovningi, ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at annar enn landið gerst eigari av partabrøvum í felagnum.

 

§ 2. Landsstýrismaðurin kann geva partafelagnum, nevnt í § 1, stk. 1, rætt til at gera tunnilin millum Øravík og Hov, við hartil hoyrandi vegagerð, og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi vegum og brúgvum. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi seta nærri treytir, m.a. um góðkenning av prosjekti og eftirliti við arbeiðinum.
Stk. 2. Tá útveganarkostnaðurin av allari verkætlanini er fult afturgoldin, og partafelagið stendur sum eigari, verður alt verklagið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin er vegamyndugleiki eftir ferðslulógini á tilkoyringarvegunum til tunnilin, tó ikki í sjálvum tunlinum.

 

§ 3. Játtanin til at hækka partapeningin í felagnum verður ásett á fíggjarlóg soleiðis:

1)      við 5 mió. kr. í 2006,

2)      við 25 mió. kr. í fimm fylgjandi fíggjarárum, fyrstu ferð í 2007,

3)      við 18 mió. kr. í 2012.

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita partafelagnum tilsøgn um, at partapeningurin hjá felagnum verður hækkaður við 148 mió. kr. tilsamans við teimum árligu játtanum, sum eru ásettar í stk. 1.

 

§ 4. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda, uttan viðurlag, til felagið tað løguarbeiðið, sum higartil er framt í sambandi við upprunaligu verkætlanina um tunnilsgerð millum Øravík og Hov, og jørð, forkanningar og tilfar, sum nýtiligt er. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið.

 

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum við kunngerð at áseta, nær Løgtingslóg nr. 34 frá 20. apríl 2005, um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov, fer úr gildi.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

1.      Orsøkin til lógaruppskotið

Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2006 er ásett, at ætlanin er at stovna partafelag, sum skal standa fyri tunnilsgerðini og í fyrstu syftu fíggja alt arbeiðið, sum verður gjørt.

 

Endamálið við hesari lóg er at fáa tað materiella lógargrundarlag fyri ætlanina, so landsstýrismaðurin kann stovna partafelagið, sum skal hava ábyrgdina av arbeiðinum og kann  tilluta felagnum rættin til tunnilsgerð millum Øravík og Hov.

 

Spurningurin hevur verið viðgjørdur, um tað er í samsvari við § 1, stk. 1 í partafelagslógini at lata eitt partafelag standa fyri arbeiðinum. Sambært partafelagslógini skal eitt partafelag vera vinnurekandi, og ivamálið hevur snúð seg um, hvørt eitt slíkt partafelag kann sigast at vera vinnurekandi ella ikki. Innlendismálaráðið hevur í sambandi við eftirkanning av lógaruppskotinum víst á, at tað er sera ivasamt um ætlaða partafelag kann sigast at vera vinnurekandi, tí tað ongar inntøkur hevur. Vinnumálaráðið hevur tó frammanundan umrøtt henda spurning við Skráseting Føroya, sum hevði ta áskoðan, at hesin spurningur ikki var heilt greiður eftir partafelagslógini. Skráseting Føroya hevur, eftir at hava vent spurninginum við Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, tó mett, at tað samanumtikið ikki eru beinleiðis forðingar í partafelagslógini fyri at stovna eitt slíkt partafelag, og vísir m.a. á, at hóast partafelagið ongar inntøkur hevur, er partafelagslógin eisini galdandi fyri partafeløg við almannagagnligum endamálum, og at felagið fer at hava virksemi, sum er vinnukent. Hóast partafelagið ikki hevur beinleiðis inntøkur, fer tað at fáa eitt árligt gjald (hækkaðan partapening) frá landinum fyri tær tænastur, sum felagið veitir (gerð og rakstur av tunli).

 

Vísandi til omanfyrinevndu sjónarmið hjá Skráseting Føroya, metir Vinnumálaráðið, at valdi leisturin er nýtiligur í hesum føri.

 

2.      Galdandi lógargrundarlag undir verkætlanini

Galdandi verklagslóg er Løgtingslóg nr. 34 frá 20. apríl 2005 um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov.

 

Við grundarlagi í omanfyri nevndu lóg hevur Landsverk gjørt ein sáttmála við Ístak um alla verkætlanina. Ætlanin er, at nýggja partafelagið, sum verður stovnað, skal koma í staðið hjá Landsverki sum sáttmálapartur. Ístak hevur boðað frá, at tað kann góðtaka hetta, treytað av, at teir ikki verða verri fyri enn áður.

 

3.      Ummæli

Lógaruppskotið hevur ikki verið til ummælis.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Í lógaruppskotinum bindur landið seg til at hækka partapeningin í partafelagnum við 148 mió. kr. tilsamans yvir 7 fylgjandi fíggjarár, fyrstu ferð í 2006. Tí verður neyðugt at játta hesar upphæddir á løgtingsfíggjarlógunum fram til og við 2012. Sum greitt er frá omanfyri, hevur Landsverk longu við støði í galdandi verklagslóg gjørt ein sáttmála við Ístak um alla verkætlanina.

 

Fíggjarliga avleiðingin av hesum lógaruppskotinum er tí tann eyka kostnaður, sum stendst av, at eitt partafelag skal standa fyri arbeiðinum og fíggja verkætlanina. Sannlíkt er, at fíggingin hjá landinum er nakað bíligari enn tann fíggingin, sum eitt partafelag kann fáa, um partafelagið ikki hevur landskassaveðhald, og tí má roknast nakað av eyka rentuútreiðslum, í mun til støðuna, har landið stendur fyri verkætlanini.

 

Landsverk hevur upplýst, at væntandi verða uml. 12 mió. kr. nýttar til verkætlanina í 2005, og eftir eru tí uml. 138 mió. kr. í byggiútreiðslum. Um landið framhaldandi verður byggiharri nakað inn í 2006, kann verða arbeitt fyri 15 mió. kr. afturat, og byggiútreiðslurnar, sum partafelagið skal fíggja, minka tí niður í 123 mió. kr. Harafturat kemur tann økti fíggingarkostnaðurin, sum brutto verður mettur at verða einar 14-18 mió. kr. Neyðugt er at játta felagnum hesa upphædd. Orsøkin til, at tað ikki ber til at meta meira neyvt um rentuútreiðslurnar, er, at tað er óvist, hvørja rentu partafelagið kann fáa á lánunum. Netto er tó talan um eina minni upphædd, tí peningur, sum annars skuldi verið nýttur í 2006 og 2007 verður verandi í landskassanum. Tí fær landið ein part av rentuútreiðslunum hjá felagnum inn aftur við minkaðum rentuútreiðslum ella øktum rentuinntøkum hjá landskassanum.

 

Eisini verða útreiðslur til nevndarsamsýning og til rakstur av tunlinum, men møguliga ber til at minka um útreiðslurnar til rakstur og umsiting, sí brotið um umsitingarligar avleiðingar niðanfyri.

 

Av tí at tað er óvist akkurát, hvussu stórar útreiðslurnar hjá felagnum verða til íløgu, rakstur, umsiting og rentur, og nær partafelagið er klárt at taka yvir sum sáttmálapartur, verður møguliga neyðugt at økja ella minka um upphæddirnar, sum skulu skjótast inn í felagið, og sum eru nevndar í § 3. Verður tað neyðugt at broyta upphæddirnar, verður broytingaruppskot lagt fyri Løgtingið.

 

Ætlanin er, at landið skal arbeiða víðari fyri 15 mió. kr. í 2006. Væntandi hevur partafelagið tá klárað at fingið neyðugu fíggingina til vega, so tað kann taka yvir sum sáttmálapartur. Um so er, at partafelagið ikki er klárt at taka yvir sum sáttmálapartur, tá játtanin hjá Landsverki til verkætlanina fyri 2006 er uppi, kann vandi vera fyri, at arbeiðið steðgar upp, orsakað av vantandi játtan á løgtingsfíggjarlógini. Eftir uppskotinum verður játtanin til Landsverk 15 mió. kr. komandi ár, meðan 5 mió. kr. verða settar í partafelagið. Ein annar møguleiki er, at partafelagið verður stovnað í ár, og stovnsfæ játtað við eykajáttanarlóg. Av tí at ikki øll játtanin til høvuðsendamálið Øravík - Hov verður nýtt í ár, kundi ein møguleiki verið at flutt peningin til stovnsfæ hjá partafelagnum.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur lítlar ella ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur við sær, at stovnað verður eitt partafelag við nevnd. Fyri at minka um umsitingarliga kostnaðin er ein møguleiki, at felagið ikki hevur egna umsiting, men at felagið ger eina avtalu við Landsverk um at virka sum byggiharri og –eftirlit, og at Landsverk rekur tunnilin fyri felagið, tá hann er liðugur. Á henda hátt ber til at brúka verandi stórrakstrarfyrimunir hjá Landsverki, samstundis sum partafelagið hevur ábyrgd av arbeiðinum. Um raksturin av Norðoyatunlinum og Vágatunlinum verður skipaður á sama hátt, er møguligt, at sleppast kann undan at hava umsiting hjá partafeløgunum yvirhøvur, men at nevndin ger avtalu við Landsverk og privatar veitarar um at standa fyri rakstri og innkrevjing. Tað verða tó partafelagsnevndirnar, sum mugu taka endaliga avgerð um hetta.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólk- ar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Heimilað verður landsstýrismanninum at stovna partafelag, sum skal standa fyri arbeiðinum at gera tunnil millum Øravík og Hov og ta vegagerð, sum skal gerast í hesum sambandi. Landsverk hevur gjørt ein sáttmála við Ístak um alla verkætlanina, og ætlanin er, at partafelagið kemur í staðið hjá Landsverki sum sáttmálapartur.

 

Tað er ikki loyvt felagnum at avhenda partabrøv, lata onnur tekna partapening í felagnum ella luttaka í samanlegging ella klovningi, sum hava við sær, at landið ikki er einsamallur partaeigari í felagnum. Orsøkin til hesa áseting er, at tað verður hildið at vera rættast at staðfesta, at neyðugt er at fáa góðkenning frá Løgtinginum, um onnur enn landið skulu eiga í felagnum.

 

Til § 2:

Landsstýrismanninum verður heimilað at geva partafelagnum rætt til tunnilsgerðina millum Øravík og Hov. Av tí at sáttmáli longu er gjørdur millum Ístak og Landsverk, krevur tað góðkenning frá Ístak, at partafelag gerst sáttmálapartur í staðin fyri Landsverk. Partafelagið yvirtekur ábyrgdina, har Landsverk slepti.

 

Partafelagið fær ognarrætt til lidna tunnilin við tilkoyringarvegum og brúm, og skal alt verklagið avhendast landinum, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og partafelagið stendur sum eigari. Partafelagið verður síðani niðurlagt og møguligar ognir latnar landinum.

 

Í greinini er eisini ásett, at landsstýrismaðurin er vegamyndugleiki eftir ferðslulógini á tilkoyringarvegum til tunnilin. Í verki verður tað Landsverk, sum fer at virka sum vegamyndugleiki og kann taka avgerð um skelting, íbindingar o.a. á vegastrekkinum, og ber Landsverk eisini kostnaðin av hesum. Partafelagið verður tó vegamyndugleiki í sjálvum tunlinum.

 

Til § 3:

Í greinini verður ásett, hvussu árligu játtanirnar skulu vera, sum eru grundarlag undir árliga innskotinum í partafelagið. Tað er neyðugt at áseta hetta í lógini og geva landsstýrismanninum heimild at veita partafelagnum tilsøgn um, at partapeningurin verður hækkaður sum ásett, fyri at lángevarar kunnu fáa trygd fyri, at partafelagið megnar at rinda rentur og avdráttir á láninum.

 

Til § 4:

Av tí at partafelagið skal hava ognarrætt til tunnilin og vegirnar, kann gerast neyðugt, at felagið yvirtekur ymsar ognir, sum landið í dag eigur, t.d. jørð, sum er keypt ella ognartikin í sambandi við verkætlanina. Í greinini er ásett, at hetta ikki hevur við sær skattligar avleiðingar fyri felagið.

 

Til § 5:

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heimilað verður landsstýrismanninum við kunngerð at áseta, nær verandi verklagslóg fyri tunnilin millum Øravík og Hov fer úr gildi. Orsøkin til hesa áseting er, at tað er óvist, nær partafelagið hevur fingið neyðuga fígging og kann koma inn sum sáttmálapartur fyri landið. Tað verður hildið at vera rætt at tryggja, at arbeiðið upp á tunnilin heldur fram við landinum sum byggiharra, til partafelagið kann gerast sáttmálapartur.

 

1. viðgerð 22. november 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 9. desember 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 22. november 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 28. november, 1., 5. og 8. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismenninar í vinnu- og fíggjarmálum.

 

Frá nevndarskrivaranum hevur nevndin fingið avrit av telduskrivi, dagfest 8. november 2005, til Vinnumálaráðið í sambandi við eftirkanning og útrokningar yvir rentumunin. Frá Landsbankanum hevur nevndin fingið telduskriv, dagfest 29. november og 1. desember 2005, við rentuupplýsingum. Frá Landsgrannskoðaranum hevur nevndin fingið telduskriv, dagfest 1. desember 2005, viðvíkjandi fundarinnkalling og við viðmerkingum til uppskotið.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) vísir á, at nógv ivamál hava verið reist í sambandi við uppskotið. Landsgrannskoðarin og fíggjarmálastjórin vísa á vansarnar við, at lántøkan ikki sæst í landsroknskapinum, og fleiri við teimum hava víst á, at partafelagsskipanin er til vinnuligt virksemi, meðan endamálið við hesum bert er at pynta um úrslitið á fíggjarlógini. Hetta er heldur ikki ókeypis. Við fyrivarni um, at tað enn ikki er greitt, hvat kostnaðurin av verkætlanini verður í 2005 og 2006, liggur meirkostnaðurin til rentur helst um einar 10 mió kr. Harafturat skulu so leggjast nevndarsamsýningar, umsiting o.a. Eisini er ivasamt, um loysnin er í samsvari við galdandi roknskaparreglur.

 

Minnilutin vísir á, at Løgtingið við løgtingslóg nr. 34 frá 20. apríl 2005, hevur samtykt at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov, og hetta heldur minnilutin fast við.

 

Minnilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 15. desember 2005. §§ 1 til og við 5 samtyktar 17-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 20. desember 2005 boðaði formaðurin frá, at uppskotssetarin, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, tekur málið aftur.