43  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar lutvíst)
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 18. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingstingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)  § 5 verður orðað soleiðis:

     § 5. Pensjón, undantikið pensjón sambært § 7, nr. 3, kann ikki tillutast persónum undir 60 ár, um møguleikar eru fyri at seta í verk fyriskipanir, ið meira enn fyribils betra arbeiðsevnini, ella um møguleiki er fyri at útvega eitt eftir viðurskiftunum hjá viðkomandi hóskandi arbeiði.”

 

2)  § 20, stk. 6 verður strikað.

 

3)  § 21 verður orðað soleiðis:

     “§ 21. Pensjónir verða ásettar hvønn 1. januar við gildi fyri eitt álmanakkaár eftir inntøkugrundarlagnum sambært § 20.

Stk. 2. Pensjón verður umroknað í árinum,

1)   um inntøka broytist, og ein útrokning av pensjónini, grundað á væntaða ársinntøku, hevur við sær, at pensjónsupphæddin broytist, ella

2)   um broytingar henda í teim persónligu viðurskiftunum, harímillum hjúnabandsstøðu, uppihaldarastøðu ella øðrum viðurskiftum, ið hava týdning fyri støddina av pensjónini.

Stk. 3. Pensjón verður umroknað, tá Almannastovan hevur fingið fráboðan um broytt viðurskifti frá pensjónistinum. Pensjón verður umroknað frá 1. í mánaðinum eftir, at broytingin er staðfest.

Stk. 4. Pensjón, umroknað sambært stk. 2, nr. 1, verður fyrsta árið umroknað eftir inntøku áðrenn og væntaðari inntøku aftan á broytingina. Annars verður pensjónin roknað eftir væntaðari ársinntøku til samsvar er ímillum væntaða inntøku og inntøku, uppgjørda eftir reglunum í § 20.

Stk. 5. Fyritreytin fyri at útrokna pensjónina eftir væntaðari inntøku er, at broytingin framgongur av kontoavritinum av fyribilsskránni hjá Toll & Skattstovu Føroya.”

 

4) Aftan á § 21 verður sett:

     § 21a. Pensjón, umroknað vegna inntøkubroytingar sambært § 21, stk. 2-5, verður eftirroknað eftir skattskyldugu inntøkuni o.a. sambært § 20, tá inntøkan viðkomandi álmanakkaár er endaliga uppgjørd av skattamyndugleikunum. Pensjónin verður eftirroknað fyri eitt heilt álmanakkaár. Pensjón, útroknað eftir væntaðari inntøku sambært § 20, stk. 4, verður eftirroknað fyri tíðarskeiðið frá tillutanardegnum og árið út, við atliti til um samsvar hevur verið millum skrásettu væntaðu ársinntøkuna og faktisku inntøkuna, umroknað til ársinntøku, sama tíðarskeið.

     Stk. 2. Vísir eftirrokningin sambært stk. 1, at ein pensjónistur hevur fingið lægri veiting, enn hann hevði havt fingið, um inntøkan, sum pensjónin varð umroknað eftir, var kend frammanundan, verður avlopsupphæddin útgoldin. Hevur ein pensjónistur fingið hægri veiting, verður ov nógv útgoldna upphæddin kravd aftur. Um mett verður, at afturgjaldskravið ikki kann fremjast, uttan at pensjónisturin kemur at vanta tað, ið hóskandi er til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum, kann ein afturgjaldskipan gerast.

     Stk. 3. Fær Almannastovan fráboðan frá pensjónisti um, at inntøka hansara er umlíknað afturvirkandi, og henda inntøkan er lægri enn inntøkan, sum pensjónin viðkomandi ár varð útroknað eftir, skal pensjónisturin hava útgoldnan munin millum útgoldnu pensjónina og pensjón, útroknað eftir umlíknaðu inntøkuni.

     Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur í kunngerð um um- og eftirrokning av pensjónum sambært § 21 og § 21a, stk. 2-4.”

 

5) § 22 verður orðað soleiðis:

     “§ 22. Persónar, sum fáa veiting eftir hesi lóg, skulu boða Almannastovuni frá einihvørjari broyting í viðurskiftum, sum ætlast at hava við sær, at veitingin broytist.

     Stk. 2. Verður ikki boðað frá inntøkubroytingum, sum ávirka pensjónsupphæddina, fær broytingin ávirkan á pensjónsupphæddina við árligu pensjónsásetanina sambært § 21, stk. 1 annað árið eftir broytingina.

     Stk. 3. Í serligum førum, tá fíggjarstøðan hjá pensjónisti talar fyri tí, kann Almannastovan gera av, at ein broyting sambært stk. 2 ikki skal ávirka pensjónsupphæddina annað árið eftir broytingina. Í tílíkum førum verður afturgjaldskrav framt sambært § 23, stk. 2, fyri árið, ikki-fráboðaða broytingin hendi.”

 

6)  Í § 23 verður sum stk. 2 sett:

     Stk. 2. Um mett verður, at afturgjaldskrav sambært stk. 1 ikki kann fremjast, uttan at pensjónisturin kemur at vanta tað, ið neyðugt er til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum, kann ein afturgjaldskipan gerast.”

 

7)  § 25 verður orðað soleiðis:

     “§ 25. Almannastovan tekur avgerð um tillutan av pensjón. Almannastovan tekur avgerð um afturtøku ella flyting til aðra pensjón fyri persónar, sum fáa pensjón sambært § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, §§ 8 og 8a,

     1) um fyritíðarpensjónistur hevur persónligar inntøkur, sum fara upp um eina upphædd svarandi til dupultu árligu grundupphæddina fyri støk,

2) um arbeiðsførið er týðandi betrað ella versnað, og týðandi broytingar henda í viðurskiftum viðvíkjandi arbeiðsmøguleikum, inntøku o.ø. hjá einum pensjónisti, og

3) um broytingar eru farnar fram í viðurskiftum hjá persóni, sum fær hjálpar- ella røktarviðbót sambært § 11, sum gera, at roknast má við, at hann ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa slíka veiting.

     Stk. 2. Almannastovan kann avgera, at útgjald av fyritíðarpensjón fyribils verður steðgað, tá fyriskipan eftir forsorgarlógini verður sett í verk, sum hevur til endamáls at menna ella endurmenna arbeiðsevni pensjónistsins.

     Stk. 3. Almannastovan kann avgera, at eitt mál skal takast upp aftur til kanningar seinni.

     Stk. 4.  Almannastovan kann avgera, at ein pensjón, í sambandi við afturtøku, skal gjaldast aftur yvir í mesta lagi 12 mánaðir. Haraftrat kann Almannastovan, tá umstøðurnar tala fyri tí, avgera, at rætturin til pensjón fyribils, tó hægst í 3 ár, skal vera hvílandi.

     Stk. 5. Almannastovan kann áleggja umsøkjara at møta og geva frágreiðing. Eisini kann Almannastovan áleggja pensjónisti at møta og geva frágreiðing um móttikna frágreiðing.

     Stk. 6. Almannastovan kann áleggja umsøkjara at vera við í lýsing av máli, millum annað við at lata seg kanna og viðgera av lækna, ella innleggja til kanningar og viðgerð.

     Stk. 7. Almannastovan kann avgera, at mál dettur burtur ella pensjón verður afturtikin, um persónur ikki vil vera við í neyðugum kanningum, uppvenjing ella øðrum fyriskipanum, sum ætlast at hava við sær munandi betran av arbeiðsføri.

     Stk. 8. Almannastovan hevur heimild at lata ein ella fleiri sakkøn útinna eftirlit við atliti til arbeiðsføri, ella at kalla pensjónist inn til samrøðu.

     Stk. 9. Darvar pensjónistur kanningum hjá Almannastovuni, og verður mett sannlíkt, at nýggj avgerð í málinum fer at hava við sær afturtøku av pensjónini, kann Almannastovan avgera at steðga útgjaldingini. Henda avgerð skal takast skjótast til ber.

     Stk. 10. Útreiðslur til eftirlit verða goldnar av Almannastovuni.

     Stk. 11. Viðkomandi pensjónistur kann reisa mál eftir stk. 1.

     Stk. 12. Almannastovan sendir árliga landsstýrismanninum og Kærunevndini í almannamálum frágreiðing um virksemi sítt eftir hesi grein.

 

8)  § 30, stk. 5 verður strikað.

     Stk. 6 og 7 verða hereftir stk. 5 og 6.

     Í nýggja stk. 5 verður “tilráðingini” broytt til: “viðgerðini”.

 

9)  Í § 31, stk. 1 verður “og Vanlukkutryggingarráðið kunnu” broytt til: “kann”.

 

10)    § 32 verður orðað soleiðis:

     “§ 32. Pensjón verður veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at treytirnar eru loknar, tó í fyrsta lagi frá 1. í mánaðinum aftan á dagfestingina fyri móttøku av umsóknini.”

 

11)    Í § 33 verður “Vanlukkutryggingarráðnum” broytt til: “Almannastovuni”.

 

12) Kapittul 9, Vanlukkutryggingarráðið, verður strikaður.

 

13) “Kapittul 10” verður broyttur til “Kapittul 9”, og “Kapittul 11” verður broyttur til “Kapittul 10”.

 

14) § 40 verður strikað. 

 

§ 2

 

          Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Samandráttur

Uppskotið til broyting av almannapensjónslógini hevur ymisk endamál. Í høvuðsheitum er uppskotið fyri tað fyrsta gjørt fyri at útgreina reglurnar um áseting, umrokning og eftirrokning av pensjónum, og fyri at tryggja, at allir pensjónistar hava somu treytir og møguleikar fyri veitingum.

 

Áseting av pensjón skal gerast 1. januar eftir inntøkugrundarlagnum, ásett eftir seinast uppgjørdu skattskyldugu inntøkuni sambært skattalógini.

 

Pensjónistum verður áløgd fráboðanarskylda um broytingar í viðurskiftum teirra, sum kunnu ávirka pensjónina. Fyri at pensjónsupphæddin og viðkomandi viðurskifti hjá pensjónisti skulu samsvara best møguligt, verður umrokning av pensjónini framd 1. í mánaðinum eftir, at broytingin er staðfest. Tann útrokningin verður grundað á inntøku áðrenn og væntandi inntøku aftan á fráboðaðu broytingina. Undir galdandi orðing verður umrokning einans grundað á væntaða inntøku.

 

Umframt at umrokning í dag einans verður grundað á framtíðar inntøku, verður árið býtt í fleiri tíðarskeið, um broytingar henda í árinum. Hvørt einstakt tíðarskeið verður síðan eftirroknað uttan atlit til árligu inntøkuna tilsamans.

 

Fyri at allir pensjónistar skulu fáa somu sømdir, verður ásett í broytingaruppskotinum, at allar pensjónir skulu eftirroknast 1. januar, grundað á eitt heilt ár.

 

Um tað so vísir seg, at munur er á útgoldnu pensjónini og upphæddini, sum hon av røttum átti at verið, verður munurin ávikavist útgoldin til pensjónistin ella afturkravdur frá honum. Endurgjaldskipan kann gerast, um fíggjarviðurskiftini gera tað neyðugt, og eisini kann kravið fyribils verða sett til viks, men tað fellur ikki burtur.

 

Vantandi fráboðanarskylda hevur við sær, at broytingin ávirkar pensjónina annað árið eftir, hon er hend.

 

Haraftrat hevur uppskotið við sær, at avgerðarmyndugleikin í fyritíðarpensjónsmálum verður fluttur frá Vanlukkutryggingarráðnum til Almannastovuna, og kærumyndugleikin í somu málum fluttur frá Den Sociale Ankestyrelse til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevndina í almannamálum, kemur væntandi í gildi sama dag sum hetta uppskotið, 1. januar 2006, og eftir tí verður heitið á nevndini broytt til Kærunevnd í almanna- og heilsumálum

 

Umframt nevndu broytingar fevnir uppskotið í stuttum um staðfesting av treytunum fyri at fáa pensjón til einkjur og einkjumenn, avtøku av regluni um avrunding av inntøkugrundarlagnum, umframt tillagingar í restini av lógini í samband við flytanina av avgerðarmyndugleikanum í fyritíðarpensjónsmálum. 

 

§ 5

Broytingin av § 5 verður skotin upp við tí fyri eyga at staðfesta, at einkja / einkjumaður hava rætt til pensjón sambært § 7, nr. 3, um tey ikki eru gift aftur og hava uppihaldsskyldu móti børnum undir 18 ár. Pensjónin er sostatt ikki tengd at arbeiðs- og inntøkuviðurskiftum.

 

Royndirnar av, at einkjur / einkjumenn við uppihaldsskyldu móti børnum undir 18 ár fáa eina fasta inntøkuóhefta kompensatión, (ikki fyri avlamni, men fyri uppihaldaramiss), eru positivar. Hóast kompensasjónin er lutfalsliga lág, hevur hon víst seg at vera gagnlig, røtt og rímilig fyri eftirsitandi við børnum, tí við henni hevur missurin av hjúnafelaga ikki so kollveltandi fíggjarligar avleiðingar fyri nógvar familjur, sum hann hevði havt, um pensjón ikki var møgulig.

 

Almannastovan hevur ikki havt mál, har høg inntøka ella eftirløn hjá eftirsitandi hevur givið grund til at ivast í tí rímiliga við veitingini. 

 

§ 20

Endamálið við at broyta ásetingina í § 20, stk. 6 um avrunding av uppgjørda inntøkugrundarlagnum er, at tøknin í dag ger tað óneyðugt at runda tøl av, áðrenn pensjón verður útgoldin. Broytingin fer stórt sæð ikki at hava fylgjur við sær fyri pensjónistar, tí uppskotið kann í ringasta føri hava við sær eina minking  á 4,95 kr. um mánaðin.  

 

§§21-23

Eitt annað endamál við broytingaruppskotinum er at fáa greiðari ásetingar í §§ 21-23 í Almannapensjónslógini um umrokning, eftirrokning og afturgjald. Fyri tað fyrsta við at útgreina, hvat inntøkugrundarlag skal nýtast í um- og eftirrokningini, og haraftrat fyri at útgreina, nær umrokningin skal gerast, umframt hvat tíðarskeið eftirrokning av umroknaðari pensjón umfatar.

 

Orsøkin til ætlaðu broytingarnar í §§ 21-23 er, at myndugleikar í heilum hava gjørt vart við, at ymiskar reglur í lógini eru ógreiðar. M.a. hevur Landsgrannskoðanin gjørt vart við, at tað var ógreitt, hvussu ásetingarnar um árliga ásetan, umrokning, eftirrokning og afturgjald skuldu tulkast. Verður áseting av pensjón ikki framd samstundis fyri allar pensjónistar, verða teir ikki viðgjørdir eins. Eitt nú fáa B-skattaðir borgarar sína áseting fleiri mánaðir seinni enn teir A-skattaðu, tí álíkningin hjá teim B-skattaðu kemur seinni enn hjá teim A-skattaðu (ávikavist 1. apríl og 1. august). Hetta kann tykjast sum brot á meginregluna um, at allir borgarar skulu viðgerast eins.

 

Flest allir pensjónistar hava eitt støðugt inntøkugrundarlag og verða tískil ikki ávirkaðir av reglunum viðvíkjandi um- og eftirrokning. Pensjónir eru í stóran mun reglubundnar veitingar, og áseting fylgir ávísum reglum. Tí nýtist flestu pensjónum ikki aðra viðgerð enn árligu ásetingarnar eftir nýggjum satsum og inntøkum, sum verða yvirførdar elektroniskt frá Toll og Skattstovuni. Soleiðis verður vanliga ikki nortið við pensjónina hjá tí einstaka. Tað er einans, tá broytingar henda í inntøkuviðurskiftum, hjúnalagsstøðu e.ø., at neyðugt er at taka einstakar pensjónir upp til serliga viðgerð (um- og eftirrokning). Tá er tað av alstórum týdningi at viðgerðarhátturin er so greiður sum møguligt.

 

Broytingaruppskotið hevur til endamáls at tryggja, at so gott samsvar sum møguligt er millum eina um- og eftirroknaða pensjónsupphædd og pensjónsupphæddina, sum hon er ásett í lógini um áseting og javning av almannaveitingum, soleiðis at allir pensjónistar eisini eru javnsettir í lógini, hvat útgoldnum upphæddum viðvíkur.

 

Miðað verður ímóti, at pensjón, sum verður umroknað, kemur at samsvara við pensjón, sum verður útroknað eftir høvuðsregluni í § 20 og upphæddum sambært lógini um áseting og javning av almannaveitingum. Uppgerð av inntøku eftir § 20 gevur haldgóða mynd av inntøkuviðurskiftunum hjá pensjónistunum, og eru inntøkur, ásettar eftir høvuðsregluni, eintýddar og egnaðar at nýta til elektroniska viðgerð og automatisering av umsitingini.

 

Higartil hevur umrokning av pensjón einans verið framd í tíðarskeiðnum frá tí, broytingin fór fram, og árið út við tí úrsliti, at samsvar ikki hevur verið millum útgoldna um- og eftirroknaða pensjónsupphædd og ta upphædd, sum er ásett eftir høvuðsregluni um inntøkugrundarlag og lógini um áseting og javning av almannaveitingum.

 

Einans fráboðaðar inntøkubroytingar verða broyttar í telduskipanini, sum roknar pensjónirnar út. Aðrar møguligar inntøkur, sum liggja til grund fyri pensjónsútrokningini, eitt nú rentuinntøkur, eftirlønir, leiguinntøkur og inntøkur hjá møguligum hjúnafelaga, sum ikki broytast, verða framhaldandi ásettar eftir høvuðsregluni og verða standandi órørdar í skipanini í sambandi við eina umrokning.

 

Orsøkin til, at “varandi” verður strikað í § 21, stk. 2, er tann, at hugtakið av Kærunevndini í almannamálum er lýst at fevna um “meiri enn 3 mánaðir”, og í pensjónshøpi kunnu tríggir mánaðir tykjast heldur fyribils.

 

Í somu grein verður ”frameftir” strikað, fyri at ivamál ikki skal vera um, hvussu væntað inntøka verður útroknað fyrsta árið, inntøkan broytist, nevniliga faktiska inntøkan áðrenn broytingina og aftan á broytingina.

 

Staðfest verður, at pensjónistur skal boða frá broytingum í viðurskiftum, sum kunnu ávirka pensjónina, m.a. inntøkubroytingar. At upplýsingarnar eru elektroniskt atkomuligar er ikki nóg mikið, tí tað hevði kravt nógva arbeiðsorku á Almannastovuni at skula funnið fram møguligar viðkomandi upplýsingar um 8000 pensjónistar. Fráboðanarskyldan fer eftir ætlan at hava við sær, at inntøkubroytingar ávirka pensjónsútgjaldið skjótast til ber.

 

Vantandi fráboðan um broyting fær virkna fyri pensjónsútgjaldið við árligu ásetanina, smb. § 21, stk. 1 annað árið eftir, at broyting er hend í viðurskiftunum hjá pensjónisti. Pensjón er í grundini røtt, um hon er ásett eftir høvuðsregluni um inntøkugrundarlag, smb. § 20, men hinvegin er undirskilt í almannapensjónslógini, at inntøka og pensjón eiga at vera hvør eftir øðrum. Haraftrat hevur fráboðanarskyldan tann fyrimun við sær fyri pensjónistin, at hann sleppur undan at merkja avleiðingarnar av broytingum annað árið eftir, at tær eru hendar.

 

Um pensjónistur ikki hevur boðað frá eini inntøkuhækking, lækkar pensjónin hjá honum annað árið eftir, at hægra inntøkan var aktuell. Í teimum førum, tá fíggjarstøðan hjá pensjónisti talar fyri tí, kann Almannastovan tó avgera ikki at lækka pensjónsveitingina. Í hesum førum fellur eftirstøðan hjá pensjónistinum ikki burtur, men Almannastovan kann bíða við at gera afturgjaldskrav, til fíggjarstøðan hjá viðkomandi batnar. Afturgjaldskipan kann eisini gerast, sum er tillagað viðurskiftunum hjá pensjónistinum. Kravið fellur ikki burtur og stendur um neyðugt við, til búgv hansara verður skift við deyða.

 

Hóast Almannastovan leggur stóran dent á at upplýsa pensjónistar um týdningin av at siga frá broytingum í viðurskiftum teirra, hevur Kærunevndin í almannamálum ógildað fleiri avgerðir hjá Almannastovuni við tí grundgeving, at pensjónistar ikki eru nóg væl kunnaðir um fráboðanarskylduna. Í nevndu málum sigur Kærunevndin í almannamálum, at pensjónistarnir ikki vistu betur, tá teir fingu veitingarnar, sum ósemja er um. Vísast má tó á, at Almannastovan leggur stóran dent á at kunna pensjónistar: Tá pensjón verður játtað, fær pensjónisturin ein faldara um upplýsingarskylduna umframt ein faldara um, hvussu pensjónin er samansett, heft at inntøku, inntøkujavning o.ø. Haraftrat fáa pensjónistar hvønn mánað eitt yvirlit yvir útgoldnar veitingar, og á baksíðuni á tí yvirlitinum verður greitt frá týdninginum av fráboðan av broytingum, serstakliga í inntøkuviðurskiftunum. Á forsíðuni av sama yvirliti sær pensjónisturin, hvørji ársinntøku hann er skrásettur við.

 

Leggjast kann aftrat, at eitt kunningarrit um almannaveitingar, fráboðanarskyldu o.a. er til prentingar í løtuni, og verður tað eftir ætlan borið út til hvørt húski fyri jól.

 

Inntøkugrundarlagið fyri umrokning av pensjónini verður útgreinað í § 21, stk. 4, har staðfest verður, at umroknað verður við støði í inntøkuni higartil í árinum og væntaðari inntøku frameftir. T.v.s. at fyrsta árið verður pensjónin útroknað eftir inntøkuni fram til broytingardagin og væntaðari inntøku frá broytingini og árið út. Á henda hátt liggur útgoldna pensjónsupphæddin viðkomandi ár so tætt at upphæddini í ásetingarlógini, sum til ber.

 

Í samsvari við lógina um áseting og javning av almannaveitingum roknar telduskipanin hjá Almannastovuni pensjónir út við støði í ársinntøkum.

 

Orsøkin til, at inntøkubroytingar skulu síggjast í fyribilsskattaskránni hjá Toll- og Skattstovu Føroya, er at tryggja, at talan veruliga er um broytingar, áðrenn umrokning verður gjørd.

 

Sum dømi um umrokning kann nevnast ein pensjónistur, sum boðar frá, at hann steðgar við at arbeiða 1. juli, og tískil fer at hava 0 kr. í lønarinntøku frameftir. Hann er skrásettur við eini ársinntøku á 120.000 kr. og hevur fram til 1. juli forvunnið 60.000 kr. Pensjónin verður fyri alt árið grundað á broytingina frá 120.000 til 60.000 kr. í ársinntøku. Útgjaldið av pensjón eftir 1. juli verður justerað, so samlaða árspensjónin kemur at svara til eina ársinntøku á 60.000 kr. Árið eftir verður inntøka hansara sett til 0 kr.

 

Skuldi pensjónisturin í hesum døminum fingið fyribils fíggjarligar trupulleikar av, at pensjónsviðbótin ikki beinanvegin verður broytt samsvarandi 0 kr. í ársinntøku, er møguligt at veita viðkomandi eina persónliga viðbót til pensjónina, um hann annars lýkur treytirnar fyri at fáa eina slíka játtan.

 

Annað dømi er pensjónistur, sum onga inntøku hevur havt, men byrjar at arbeiða 1. oktobur. Hann kemur at forvinna 15.000 kr. um mánaðin. Hann kemur sostatt at forvinna 45.000 kr. restina av árinum, og verður tað ársinntøkan, sum pensjónin skal útroknast eftir viðkomandi ár. Árið eftir verður ársinntøkan sett til 12x15.000 kr., t.v.s. 180.000 kr. 

 

Orsøkin til, at reglur um eftirrokning verða fluttar úr § 21 til nýggju § 21a, er, at tað verður mett at vera greiðari, um ásetingarnar um ávikavist um- og eftirrokning eru í hvør sínari grein.

 

Við støði í faktisku inntøkuni skulu allar pensjónir, sum eru grundaðar á væntaða inntøku, eftirroknast fyri at tryggja, at pensjónin hevur verið røtt. Eftirroknað verður, tá faktiska inntøkan er kend, t.v.s. er uppgjørd av skattamyndugleikunum. Tað kann taka upp til fleiri ár, til inntøka hjá pensjónisti er so mikið støðug, at inntøkugrundarlagið eftir høvuðsregluni er nóg góð mynd av núverandi inntøkuviðurskiftunum hjá honum. Dømi eru um pensjónistar, sum fáa teirra pensjón um-/eftirroknaða ígjøgnum fleiri ár.

 

Í samsvari við broytingina í § 21 verður skotið upp at gera eftirrokningina fyri alt árið, ikki einans frá tí, broytingin hendi. Tó verður fyrstaárs pensjón, sum er útroknað eftir § 20, stk. 4, einans eftirroknað fyri tíðarskeiðið frá, pensjónin varð tillutað, og árið út. Hesar pensjónir skulu eftirkannast fyri, um tann ársinntøkan, ið broyttist í sambandi við pensjónstillutan, og sum varð sett inn tá, er í samsvari við ta inntøku, sum nú er skrásett í fyribilsskattaskránni hjá skattamyndugleikunum fyri tíðarskeiðið síðan tillutan av pensjón.

 

Umroknaðar og nýggjar pensjónir verða eftirroknaðar, tá skattamyndugleikarnir hava uppgjørt inntøkuna. T.v.s. í mars/apríl hjá pensjónistum við A-inntøkum, vanligum løntakarum, og í oktober hjá pensjónistum við B-inntøkum.

 

Eftirroknað verður ár fyri ár, so hvørt sum inntøkan viðkomandi ár er endaliga uppgjørd. Árið verður ikki býtt upp í styttri tíðarskeið. Uppgjørd skattskyldug inntøka verður nýtt sum grundarlag fyri eftirrokning av umroknaðari pensjón, og haraftrat koma møguligar rentuinntøkur o.l., sum frammanundan eru skrásettar í pensjónsskipanini.

 

Á henda hátt verður tryggjað, at so gott samsvar sum møguligt er ímillum samlaða útgjaldið av eini um- og eftirroknaðari pensjón og pensjón, sum hon er ásett í lógini um áseting og javning av almannaveitingum.

 

Leggjast má aftrat, at aðrar upplýsingarkeldur enn skráirnar hjá Toll & Skatt verða nýttar í undantaksførum. Soleiðis verður bæði um- og eftirrokning av pensjónum í sambandi við tillutan av krígspensjón gjørd við støði í upplýsingum frá Arbejdsskadestyrelsen, og útlendskar inntøkur kunnu eisini vera, sum eitt nú skulu nýtast í sambandi við brotpensjón (sbr. norðurlendsku konvensjónini), ið ikki (enn) framganga av nakrari føroyskari skrá.

 

Ætlanir eru um at gera neyvar mannagongdir um um- og eftirrokning av pensjónum sambært § 21 og § 21a, stk. 2-4, tí í sambandi við eftirrokning hevur Kærunevndin í almannamálum í sínum seinastu avgerðum verið ósamd í útrokningarháttinum hjá Almannastovuni. Hartil skal viðmerkjast, at Kærunevndin í almannamálum áður hevur staðfest útrokningarháttin hjá Almannastovuni, fyri síðani at hava ógildað avgerðir hjá Almannastovuni, sum annars eru grundaðar á sama útrokningarhátt. Sostatt hevur Kærunevndin í almannamálum í avgerðum sínum nýtt ein nýggjan útrokningarhátt.

 

Føroya Kærustovnur hevur víst á, at orsøkin til broytta útrokningarhátt teirra er grundað á sosialrættarliga meginreglu mótvegis afturgjaldi av uppihaldsveitingum, sum ikki eru móttiknar í “ond tro”.

 

Almannastovan tekur ikki undir við nýggja útrokningarháttinum hjá Kærunevndini í almanna­málum. Almannastovan ger m.a. vart við, at nýggi útrokningarhátturin hevur við sær, at árið verður býtt í fleiri tíðarskeið, og í hvørjum av hesum tíðarskeiðum verður árligi frádrátturin í inntøku, sum er ásettur í lógini um áseting og javning av almannaveitingum, nýttur, hóast hann longu er nýttur í øðrum tíðarskeiði í sama ári. Hetta kann geva stórt frávik í mun til lógarásettu upphæddirnar.

 

Sambært hagtølum, útvegað frá Almannastovuni, vóru tilsamans 120 eftirgjøld / krøv, sum fylgja av eftirrokningum av pensjónum fyri árið 2004. Sæð í mun til samlaða talið av pensjónistum er hetta sera lítið, tí 31. desember í 2004 vóru 8.036 pensjónistar tilsamans; harav vóru 6.033 fólkapensjónistar og 2.003 fyritíðarpensjónistar. Hetta vil aftur siga, at einans 1,5% fáa krav ella eftirgjald. Talið av nýggjum og umroknaðum pensjónum liggur um 4-500 mál.

 

Broytingaruppskotið leggur upp til, at afturgjaldsskipan kann gerast í teimum førum, tá eitt afturgjaldskrav kann hava við sær, at pensjónisturin kemur at vanta tað, sum er neyðugt til egið og familjunnar uppihald. Hetta er siðvenja á Almannastovuni. Kravið fellur ikki burtur, men megnar pensjónisturin heldur ikki at rinda eina honum tillagaða afturgjaldskipanin, stendur kravið við, um neyðugt, til búgv hansara verður skift við deyða. 

 

§§25, 30-33 og 37-40

Broytingaruppskotið hevur til endamáls at flyta avgerðarmyndugleikan í fyritíðarpensjónsmálum frá Vanlukkutryggingarráðnum til Almannastovuna, og at flyta kærumyndugleikan í somu málum frá Ankestyrelsen, ið er stovnur undir danska almannamálaráðnum, til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. (Landsstýrismaðurin hevur, sum omanfyri nevnt, í uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum mælt til at broyta heitið á Kærunevndini í almannamálum til Kærunevnd í almanna- og heilsumálum.)

 

Ætlanin um at flyta avgerðarmyndugleikan í fyritíðarpensjónsmálum frá Vanlukkutryggingarráðnum til Almannastovuna er m.a. orsakað av tí væntandi styttu viðgerðartíðini í hvørjum einstøkum máli. Í dag hevur Almannastovan avgerðarmyndugleika í málum viðvíkjandi fólkapensjón, einkjupensjón og lutvís eisini lægstu fyritíðarpensjón, og sum greitt er frá niðanfyri, ger Almannastovan eisini tilráðingar til Vanlukkutryggingarráðið í málum um fyritíðarpensjón, sum ráðið grundar avgerðir sínar á. Um Almannastovan fær tillutað avgerðarmyndugleika í fyritíðarpensjónsmálum, hvørvur ein myndugleiki úr málsviðgerðini av fyritíðarpensjónsmálunum.

 

Tað er lítið sannlíkt, at flytingin av avgerðarmyndugleikanum í fyritíðarpensjónsmálum frá Vanlukkutryggingarráðnum til Almannastovuna fer at elva til øðrvísi siðvenju á økinum. Undir verandi lóggávu ger Almannastovan tilráðingar til Vanlukkutryggingarráðið, sum ráðið síðani tekur støðu til og grundar sínar avgerðir á. Sum tað eisini sæst av niðanfyri standandi tølum, verða tilráðingarnar frá Almannastovuni aloftast fylgdar av Vanlukkutryggingarráðnum.

 

Í dag ger Endurbúgvingar- og pensjónsráðið á Almannastovuni eina tilráðing um fyritíðarpensjón, sum síðan verður løgd fyri Vanlukkutryggingarráðið. Endurbúgvingar- og pensjónsráðið er í dag mannað av stjóranum ella leiðara í hansara stað, deildarleiðaranum á arbeiðsmarknaðardeildini og læknaráðgevanum hjá Almannastovuni, sum er arbeiðsmedisinari; haraftrat er økisleiðari umboð í ráðnum, tá talan er um mál um fyritíðarpensjón hjá persónum yvir 60 ár.

 

Almannastovan er tann almenni stovnurin, ið hevur størstan serkunnleika og flestu royndir í málum viðvíkjandi sosialum viðurskiftum, harímillum eisini fyritíðarpensjónsmál. Haraftrat vísa hagtøl fyri 2004, at tilráðingarnar frá Almannastovuni aloftast verða fylgdar av Vanlukku­tryggingar­ráðnum, og broytingin av lógini fer tískil neyvan at hava við sær stórvegis broytingar av verandi siðvenju. Niðanfyri standandi hagtøl frá Almannastovuni fyri árið 2004 geva eina greiða ábending um hetta. 

 

 

Umsøkjarar undir 60 ár:

Avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum tilsamans:           118

Tilráðing frá Almannastovuni fylgd:                                   107

Tilráðing frá Almannastovuni ikki fylgd:                              11

 

          Av hesum 11 hevði Almannastovan rátt til:

-         hægri stig: 6

-         lægri stig: 4

-         pensjón, sum ikki varð tilkend: 1

 

 

 

Umsøkjarar 60 ár og eldri:

Avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum tilsamans:             62

Tilráðing frá Almannastovuni fylgd:                                     55

Tilráðing frá Almannastovuni ikki fylgd:                                7

         

          Av hesum 7 vórðu 6 sýttar av ráðnum, hóast Almannastovan ráddi til:

-         hækkan av pensjón: 1

-         lægstu pensjón: 4

-         hjálparviðbót: 1

 

          1 av teim 7 tilráðingunum varð broytt, tá Almannastovan ráddi til:

-         lægri stig: 1

 

 

Uppskotið um at flyta kærumyndugleikan í fyritíðarpensjónsmálum frá Ankestyrelsen til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum er grundað á eitt politiskt ynski um at bøta um kæruviðurskiftini hjá borgarum. Talið av kærum í fyritíðarpensjónsmálum er rættiliga avmarkað í dag, men um kærumyndugleikin kemur inn um landoddarnar, fer møguleikin at kæra væntandi at tykjast meir atkomandi.

 

Væntandi økta talið av kærum um avgerðir í fyritíðarpensjónsmálum fer sostatt at hava við sær, at fleiri fyritíðarpensjónsavgerðir fara at verða eftirkannaðar. Fyrimunurin við hesum er, at tess fleiri avgerðir verða eftirkannaðar, tess meira økist rættartrygdin og álitið á, at kærurnar verða reelt viðgjørdar, tí fakligi kunnleikin á økinum fer at mennast, og størri gjøgnumskygni verður fyri borgaran. 

 

Ummæli

Ummæli eru innkomin frá ávikavist Almannastovuni, Kærustovninum, Vanlukku­tryggingar­ráðnum, Landsfelagi Pensjónistanna, Meginfelagi teirra Brekaðu í Føroyum og Toll & Skatt, Stýrinum.

 

Landsfelag Pensjónistanna, Toll & Skatt, Stýrið, og Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum tóku øll undir við uppskotinum og høvdu ongar viðmerkingar til tað.

 

Vanlukkutryggingarráðið tók í høvuðsheitum undir við uppskotinum um at flyta avgerðarmyndugleikan til Almannastovuna, men við atliti til trygdina hjá borgarum helt ráðið tað vera ivasamt at flyta kærumyndugleikan til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.

 

Almannastovan hevði nógvar viðmerkingar av ymsum slagi til uppskotið, og eru nógvar av hesum tiknar til eftirtektar í góðum samstarvi millum Almannastovuna og Almanna- og heilsumálaráðið.

 

Føroya Kærustovnur hevði nakrar viðmerkingar, m.a. til eftirrokning, sum hon verður útroknað eftir broytingaruppskotinum. Kærunevndin í almannamálum hevur í sínum seinastu avgerðum verið ósamdur við Almannastovuni í útrokningarháttinum av eftirrokning og hevur gjørt ein nýggjan útrokningarhátt.

 

Almanna- og heilsumálaráðið hevur tikið útrokningarháttin hjá Almannastovuni til eftirtektar í hesum uppskotinum, við tí orsøk, at Almannastovan hevur gjørt vart við, at nýggi útrokningarhátturin hjá kærunevndini hevur við sær, at árið kann verða býtt í upp til fleiri tíðarskeið, um so er, at broytingar henda í viðurskiftunum hjá pensjónisti, og hetta ger, at samsvar ikki verður millum lógarásettu upphæddirnar og veitingarnar, sum nýggi útrokningarhátturin hevur við sær.
 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar

Mett verður ikki, at broytingarnar í §§ 5, 20 og 21-23 um umrokning, eftirrokning og afturgjald fara at hava fíggjarligar avleiðingar av týdningi við sær fyri land ella kommunur.

 

Í sambandi við ætlaðu flytingina av avgerðarmyndugleikanum í fyritíðarpensjónsmálum frá Vanlukkutryggingarráðnum til Almannastovuna verður í fyrstu atløgu mett, at brúk verður fyri at seta tvey fólk aftrat í starv, fyri at røkja eyka uppgávurnar á fyritíðarpensjónsøkinum. Metti kostnaðurin fyri hesi er tkr. 600 um árið, umframt tkr. 100 í stovningarútreiðslum.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Verður broytingaruppskotið samtykt, fer tað at hava umsitingarligar avleiðingar við sær fyri ávikavist Almannastovuna og Vanlukkutryggingarráðið umframt Kærunevndina í almanna- og heilsumálum og harvið eisini Føroya Kærustovn.

 

Í samband við broytingarnar av reglunum um umrokning, eftirrokning og afturgjald av pensjónum, verður almannapensjónslógin bæði greiðari at umsita hjá Almannastovuni og greiðari at skilja hjá almenninginum.

 

Minkað verður um arbeiðsøkið hjá Vanlukkutryggingarráðnum, um avgerðarmyndugleikin í fyritíðarpensjónsmálum verður fluttur til Almannastovuna. Undir verandi skipan ger Almannastovan tilráðingar til Vanlukkutryggingarráðið, og verða hesar tilráðingar aloftast fylgdar av ráðnum. Neyðugur serkunnleiki finst sostatt á Almannastovuni, men tað fer at økja um fyrisitingarligu arbeiðsbyrðuna at eisini sjálvur avgerðarmyndugleikin skal liggja hjá teimum. Afturat arbeiðinum, sum er knýtt at tilráðingunum, koma uppafturtøkur, eftirlit, kærur, skrivaraarbeiði osfr.

 

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum, og harvið Føroya Kærustovnur, fær álagt eina nýggja arbeiðsbyrðu við yvirtøkuni av kærumyndugleikanum í fyritíðarpensjónsmálum.

 

Lógaruppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Broytingaruppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar

Ætlaða lógarbroytingin hevur ongar avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Lógaruppskotið ger greitt, at pensjón til einkjur og einkjumenn ikki er tengd at fíggjar- og arbeiðsviðurskiftum.

 

Ásetingarnar í §§21-23 verða greiðari, ikki bara fyri umsitingina, men í stóran mun eisini fyri pensjónistar. Tískil verður greiðari, hvørji rættindi og hvørjar skyldur persónar hava, sum eru fevndir av almannapensjónslógini. 

 

Fyri pensjónistar hevur lógaruppskotið eisini við sær, at álagda upplýsingarskyldan í sambandi við broytingar í persónligum og inntøkuviðurskiftum, ið kunnu ávirka útgjaldið av pensjónini, verður gjørd greiðari.

 

Uppskotið um flytingina av avgerðarmyndugleikanum fer væntandi at stytta um viðgerðartíðina fyri avgerðir í fyritíðarpensjónsmálum, og skuldi hetta bøtt um korini hjá teimum, sum avgerðirnar eru um, og flytanin av avgerðarmyndugleikanum fer væntandi at lætta um kærumøguleikan hjá borgarum, og soleiðis at hava við sær størri rættartrygd fyri borgaran.

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

 

Ad 1) § 5 verður broytt fyri at staðfesta, at pensjón sambært § 7, nr. 3, vegna einkjustøðu og uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár, ikki er treytað av menning av arbeiðsførleika ella útvegan av hóskandi arbeiði. Pensjónin er ikki tengd at arbeiðs- og inntøkuviðurskiftum, tí hon er grundað á ætlanina um, at missur av hjúnafelaga, og harvið uppihaldara, ikki skal hava so kollveltandi fíggjarligar avleiðingar fyri nógvar familjur, sum hann hevði havt, um pensjón ikki var møgulig.

 

Ad 2) Ásetingin í § 20, stk. 6 um at avrunda uppgjørda inntøkugrundarlagið til næstu upphædd, sum kann býtast við 100, verður avtikin, orsakað av teim tøkniligu møguleikum, ið finnast í dag.

 

Ad 3) Broytingin í § 21, stk. 1 staðfestir, at allar pensjónir verða umroknaðar eina ferð um árið fyri eitt kalendaraár hvønn 1. januar, eftir inntøkugrundarlagnum sambært § 20. Av tí at ársinntøkan hjá øllum borgarum ikki er uppgjørd og líknað fyrr enn í sept./okt. árið eftir, at hon er forvunnin, kemur inntøkugrundarlagið fyri ásetan av pensjón at vera næstaseinasta árið frammanundan. T.v.s. at pensjónirnar í 2006 verða roknaðar eftir inntøkum í 2004.

 

Nýggja orðingin í § 21, stk. 2 staðfestir, at ein pensjón verður umroknað eftir væntaðari ársinntøku, tá broytingar eru í inntøkuni, sum hava við sær, at pensjónsupphæddin broytist.

 

Sambært § 21, stk. 3 verður umrokning gjørd, tá pensjónistur hevur boðað frá broytingum í sínum viðurskiftum. Umrokning vegna broytingar í viðurskiftunum fylgja vanligari siðvenju og virka frá 1. í mánaðinum aftaná broytingina.

 

Eftir § 21, stk 4 verður umrokningin 1. árið gjørd við støði í aktuellum upplýsingum um inntøkuna fram til broytingina frá fyribilsskránni hjá Toll & Skattstovuni og væntaða inntøku aftan á broytingina. Síðan verður væntað inntøka frameftir nýtt sum útrokningargrundarlag, til samsvar er millum hesa og inntøkugrundarlagið sambært høvuðsregluni í § 20.

 

§ 21, stk. 5 treytar, at broytingin framgongur av fyribilsskattaskránni hjá Toll- og Skattstovu Føroya, áðrenn hon verður nýtt til umrokning av pensjón eftir væntaðari inntøku.

 

Ad 4) Uppskotið til § 21a, stk. 1 ger greitt, at pensjónir, sum eru grundaðar á væntaða inntøku, skulu eftirroknast eftir endaliga uppgjørdari inntøku fyri á tann hátt at tryggja, at útgoldna pensjónin hevur verið røtt. Viðkomandi tíðarskeið, er at rokna sum kalendaraárið fyri umroknaðar pensjónir, og frá tillutanardegnum og restina av árinum fyri nýggjar pensjónir, ið verða útroknaðar eftir væntaðari inntøku sambært § 20, stk. 4.

 

Ad 5) Nýggja orðingin í § 22, stk. 2 staðfestir, at um ikki broytingar í viðurskiftum, sum ávirka pensjónsupphæddina, verða rættstundis fráboðaðar, fáa tær avleiðingar fyri pensjónsútgjaldið annað árið eftir, at broytingarnar eru farnar fram.

 

§ 22, stk. 3 heimilar Almannastovuni at gera undantak frá regluni um, at ikki-fráboðaðar broytingar skulu hava avleiðingar fyri pensjónina við árligu ásetanina av pensjón annað árið eftir broytingina. Hetta er treytað av fíggjarstøðuni hjá pensjónistinum, og pensjónisturin fær tá afturgjaldskrav fyri árið, inntøkan broyttist.

 

Ad 6) Í nýggju § 23, stk. 2 verður skotið upp at áseta, at eitt afturgjaldskrav ikki kann fremjast, um tað hevur við sær, at pensjónisturin kemur at vanta tað, sum er neyðugt til egið og familjunnar uppihald. Og at tað undir tílíkum umstøðum kann gerast ein afturgjaldskipan.

 

Ad 7) Samanskrivingin av § 25 og § 37 gevur Almannastovuni tann avgerðarmyndugleika, sum Vanlukkutryggingarráðið hevur í galdandi lóg í sambandi við mannagongd, tillutan, broyting og afturtøku av pensjón og hjálpar- og røktarviðbótum. Harumframt verða aðrar reglur, sum eru galdandi fyri Vanlukkutryggingarráðið eftir uppskotinum galdandi fyri Almannnastovuna. Ongin innihaldslig broyting annars er skotin upp.

 

Ad 8) Avgerðarmyndugleikin verður fluttur til Almannastovuna, og tískil skal Vanlukku­tryggingar­ráðið ikki hava umsóknir o.t. sendar.

 

Ad 9) Avgerðarmyndugleikin verður fluttur til Almannastovuna, og tískil skal einans Almanna­stovan hava møguleika at biðja um upplýsingar frá viðkomandi myndugleikum.

 

Ad 10) Pensjón verður veitt frá tí, at pensjónistur hevur søkt um og lýkur treytirnar fyri at fáa pensjónsveiting, tó í fyrsta lagi 1. ella 15. í viðkomandi mánaði.

 

Ad 11) Fyritíðarpensjón kann verða útgoldin sum forskot, um mett verður, at umsóknin verður játtað.

 

Ad 12) Avgerðarmyndugleikin í fyritíðarpensjónsmálum verður fluttur til Almannastovuna. Ásetingarnar um avgerðarháttin hjá Vanlukkutryggingarráðnum verða tí strikaðar. Ásetingarnar um avgerðarháttin hjá Almannastovuni eru at finna aðrastaðni í lógini.

 

Ad 13) Kapittul 10 verður til kapittul 9 og kap. 11 verður til kap. 10

 

Ad 14) Í broytingaruppskotinum mælir landsstýrismaðurin til, at kærumyndugleikin í fyritíðarpensjónsmálum verður fluttur frá Ankestyrelsen til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. 

 

Til § 2

Lógarinnar gildiskoma verður ásett. 

 

Fylgiskjøl: 

Skjal 1   Løgtingslóg um almannapensjónir o.a., við ætlaðu broytingunum innskrivaðum

Skjal 2   Hoyringssvar frá Vanlukkutryggingarráðnum

Skjal 3   Hoyringssvar frá Føroya Kærustovni

Skjal 4   Hoyringssvar frá Landsfelag Pensjónista

Skjal 5   Hoyringssvar frá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum

Skjal 6   Hoyringssvar frá Toll og skatt, stýrið

Skjal 7   Hoyringssvar frá Almannastovuni (umframt hjálagda skriv, hevur nógv samskifti verið millum Almanna- og heilsumálaráðið og Almannastovuna)

 

1. viðgerð 24. november 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 9. desember 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 18. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 24. november 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. november og 1., 7. og 8 desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Vanlukkutryggingarráðið, Kærustovnin og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum. Frá Vanlukkutryggingarráðunum fekk nevndin hagtøl yvir kærur í fyritíðarpensjónsmálum. Frá Kærustovninum fekk nevndin skjal, sum lýsir pensjónsskipanina. Frá Almanna- og heilsumálaráðnum fekk nevndin skjal, sum samanber lógaruppskotið við háttin hjá Kærunevndini í almannamálum at gera upp.

 

Ein broyting í uppskotinum er, at í málum um fyritíðarpensjónir, sum í dag verða viðgjørd og tilmælt á Almannastovuni, og avgerð tikin í Vanlukkutryggingarráðnum, verður avgerðarmyndug­leikin fluttur til Almannastovuna. Kærumyndugleikin í sambandi við hesi mál verður fluttur frá Den Sociale Ankestyrelse til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Undir viðgerðini er komið fram, at flestu tilmæli frá Almannastovuni verða fylgd av Vanlukkutryggingarráðnum. Við tí í huga, og tað at viðgerðartíðin verður styttri við einum myndugleika, tekur nevndin undir við hesi broyting. Nevndin er av teirri áskoðan, at Almannastovan eigur at hava eitt serfrøðinga toymi til at tryggja, at viðgerðinar av málunum verða førleikadyggar og eins, bæði í einkultførum og yvir tíð. 

 

Viðvíkjandi kærumyndugleikanum tekur nevndin undir við, at kærumyndugleikin skal liggja hjá Kærunevndini í almanna- og heilsumálum. Nevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið at vita, at Kærunevndin í almanna- og heilsumálum kann inkalla serfrøðingahjálp í kæruviðgerðini, umframt at kærunevndin kann fáa serfrøðingahjálp frá Den Sociale Ankestyrelse í einkultum málum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við hesum partinum av uppskotinum.

 

Viðvíkjandi tí partinum av lógaruppskotinum, sum snýr seg um áseting, umrokning og eftirrokning av pensjónum hevur meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Bill Justinussen) í nevndini hesar viðmerkingar:

 

3 roknihættir hava verið nevndir undir viðgerðini. Eftir drúgva umhugsan er meirilutin komin til ta niðurstøðu, at útrokningarhátturin í fyriliggjandi uppskoti er frægasta loysnin, sum tryggjar fólki til eina og hvørja tíð pensjón eftir teirra ársinntøku, at umframt hann umsitingarliga er lættari at fyrisita.  

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk) tekur ikki undir við at eftirrokna pensjónir, men heldur, at tað bara skal vera møguligt at umrokna pensjón frameftir, og tí eigur landsstýrismaðurin at leggja broyting í almannapensjónslógini fyri Løgtingið soleiðis, at lógin samsvarar hesum. 

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1 verða pkt. 3-6 strikað. Pkt. 7-14 verða hereftir pkt. 3-10.

 

Minnilutin tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 15. desember 2005. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal til § 1 fall 7-0-22. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 19. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

 

 

Ll.nr. 165 frá 22.12.2005