44  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Broytingaruppskot
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 18. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 5 verður orðað soleiðis:

§ 5. Børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3.

Stk. 2. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.

Stk. 3. Í ivamálum um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannastovuna, ið tekur avgerð.

 

2)      Í § 6 verður sum stk. 4 sett:

“Stk. 4. Serligar útreiðslur, ið standast av tilboðum  sambært § 5, stk. 1 og 2,  verða rindaðar av kommununi. Hesar útreiðslur ávirka ikki foreldragjaldið sambært stk. 1, 2. pkt.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006

 

Kap 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við broytingaruppskotinum til § 5 er at styrkja rættindini hjá børnum við serligum tørvi soleiðis, at hesi fáa somu tilboð um námsfrøðiliga menning og ansing í kommunalu ansingarskipanunum, sum onnur børn. Tey flestu børnini eru í dag í kommunalari ansing, men Almannastovan setir stuðulsfólkini. Við hesi broyting yvirtaka kommunurnar ábyrgdina av at veita námsfrøðiliga ansing til børn við serligum tørvi. 

 

Løgtingslóg  um dagstovnar og dagrøkt hevur verið í gildið frá 1. juli 2000. § 5 í dagstovnalógini er soljóðandi: ”Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð sbr. serligari lóggávu”.

 

Hóast fleiri ár eru liðin, síðan dagstovnalógin varð sett í gildi, er eingin serlig lóggáva gjørd, sum snýr seg um børn við serligum tørvi.

 

Tann 5. novembur 2003 varð ein arbeiðsbólkur settur at útgreina, hvat § 5 “børn við serligum tørvi” skal fevna um. Arbeiðsbólkurin varð mannaður við umboðum fyri Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya,  MBF og Almanna- og heilsumálaráðið. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um ansing á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn í Føroyum. Semja var ikki um fíggingina. Heimildin til at ansa børnum við serligum tørvi skal vera í § 5 í dagstovnalógini og ikki í aðrari serligari lóggávu. Sostatt skulu øll børn hava sama tilboð um ansing í kommunalu ansingarskipanunum.

Verandi skipan

Tá ið eitt barn við serligum tørvi fær tilboð um ansing á dagstovni, verður stuðulsfólk játtað hesum barninum sambært § 17, stk. 2 í forsorgarlógini. Stuðulsfólkið verður veitt sum ein einstaklingaveiting til barnið - aloftast millum 20-40 tímar um vikuna - og er sostatt ikki fevnt av starvsfólkanormeringini á stovninum. Arbeiðs- og ábyrgdarbýtið millum stovnsleiðslu og stuðulsfólk er rættiliga ógreitt. Dagstovnaleiðararnir hava námsfrøðiligu ábyrgdina av stovninum, men av tí at stuðulsfólkið ikki er sett á stovninum, er trupult at vita, hvør tað er, sum í roynd og veru hevur ábyrgdina av tilboðnum, sum verður veitt barninum.

 

Tórshavnar og Klaksvíkar kommunur hava í fleiri ár havt egna stuðulsfólkaskipan. Hesar kommunur hava umsitið stuðulsfólkaøkið og hava sjálvar sett stuðulsfólk til børn við serligum tørvi í teirra kommunalu ansingarskipanir. Tó hava hesar kommunur fingið útreiðslurnar til stuðulsfólkini endurrindaðar frá Almannastovuni, annaðhvørt yvir forsorgarlógina ella barnaforsorgarlógina.

 

Tá ið eitt barn við serligum tørvi er sett á dagstovn, fær kommunan endurrindað allar útreiðslur, ið standast av hesum barninum. Hetta kann t.d. vera útreiðslur til at betra um atkomuviðurskiftini ella umvælingar inni á stovninum. Hesar útreiðslurnar verða veittar barninum sum ein einstaklingaveiting sambært § 18 í forsorgarlógini.

 

Sambært eini uppgerð frá Almannastovuni hava í dag 78 børn stuðulsfólk á dagstovnum, ið eru játtað yvir § 17, stk. 2 í forsorgarlógini. Hesi børnini fáa tilsamans 1.866 tímar um vikuna. Hetta svarar til eina útreiðslu til lønir á 1.059.295 kr. um mánaðin og 12.711.540 kr. yvir 12 mánaðir.

 

Broytingin í dagstovnalógini

Við hesum  broytingaruppskoti verður verandi skipan broytt soleiðis, at tað framyvir eru  kommunurnar, ið geva tilboð og rinda fyri børn við serligum tørvi, meðan tey eru í kommunalari ansingarskipan. Kommunurnar verða setunarmyndugleiki hjá øllum, ið starvast á dagstovnum. Leiðari og  starvsfólk á stovninum hava ábyrgd fyri øllum børnum á stovninum, eisini teimum við serligum tørvi.

 

Við at broyta skipanina fáa kommunurnar høvi til at vaksa um starvsfólkanormeringina á dagstovnunum, heldur enn at nýta skipanina við einstaklingaloysnum til einstaka barnið. Mest sannlíkt er, at ansingin verður munadyggari, samstundis sum øll børnini á dagstovninum vera undir somu leiðslu og námsfrøðiligu menning og ansing.

 

Hevur ein kommuna ikki stovnspláss til barn við serligum tørvi, ið kann integrerast í kommunala ansingarskipan, eru foreldrini at barninum javnstillað við foreldrini at øðrum børnum, tá talan er um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.

 

Ein kommuna kann koma í ta støðu, at pláss er fyri einum barni, men pláss er ikki fyri fleiri starvsfólkum á stovninum. Í tílíkum føri kann nevnast, at kommunan hevur møguleika fyri at innrætta kommunala tilboðið eftir tørvinum í kommununi og at seta ein dagrøktara, helst við fakligari útbúgving, at ansa barninum. 

 

Tað skal ikki ávirka foreldragjaldið fyri dagstovna- ella dagrøktarpláss, at barn við serligum tørvi fær ansing í kommunalari ansingarskipan.

 

Við hesi broyting í dagstovnalógini fáa kommunurnar ikki endurgjald frá landinum yvir forsorgarlógina til at gera kommunalu ansingarskipanirnar atkomuligar ella til at gera húsaumvælingar. Landsstýrismaðurin metir tað vera eina kommunala uppgávu og ábyrgd at tryggja, at stovnstilboðini eru atkomulig og brúkbar fyri øll børn.

 

Hinvegin skal kommunan ikki rinda fyri persónlig hjálpartól til barnið, ið tað hevur rætt til sambært § 18 í forsorgarlógini. Talan er um hjálpartól so sum koyristólar, høkjur, protesur, brillur, smærri kropsborin hjálpartól o.a.

 

Serligur tørvur

Broytingin í § 5 í dagstovnalógini skilir millum hugtøkini:

1.      børn við serligum tørvi, ið kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar

2.      børn við heilt serligum tørvi, ið ikki kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar

 

Tey børnini, sum kunnu hugsast at hava serligan tørv, og sum kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar, eru børn, ið hava lættari sosialar- og tilknýtingartrupulleikar, og sum kunnu hjálpast við eitt sindur av stimbran í gerandisdegnum. Hesi børnini eru fevnd av barnaverndarlógini. Eisini børn, sum millum annað hava niðursetta hoyrn, inkontinens, sukursjúku, ovurviðkvæmi, Down syndrom, kropslig- og sálarlig brek, kunnu hugsast at vera væl egnað at verða ansað í kommunalu ansingarskipanunum og tí rindað av kommununum. Hesi børnini eru fevnd av forsorgarlógini.

 

Hinvegin eru tað eisini børn, ið hava ein so heilt serligan tørv, at hesi eru ov illa fyri til at verða ansað í kommunalari ansingarskipan. Hesi kunnu t.d vera fjølbrekað børn og ávísir autistar, sum annars hava rætt til tilboð sambært  forsorgarlógini, og serliga atferðartrupul børn, sum annars hava rætt til tilboð sambært  barnaverndarlógini. Um eitt barn hevur ein so heilt serligan tørv, at hetta barnið ikki kann integrerast í kommunala ansingarskipan, skal ávíkavist landið taka yvir og bjóða barninum tilboð sambært forsorgarlógini, ella kommunan/landið skal bjóða barninum eitthvørt tilboð sambært barnaverndarlógini.

 

Tunghoyrd og deyv børn eru í einari serstøðu. Hesi børnini kunnu ikki beinanvegin samskipast í eina barnagarðsstovu, men atlit má takast til teirra serstaka tørv.  

Tá ið Trivnaðarnevndin í sambandi við viðgerðina av lógaruppskotinum um dagstovnar og dagrøkt broytti uppruna orðingina til § 5, skrivaði Trivnaðarnevndin í álitinum: ”Hóast ásetingarnar í grein 5 ásannar nevndin, at neyðugt verður við serligum ásetingum til tey deyvu og tunghoyrdu. Nevndin er í iva, um hesar ásetingarnar skulu vera í barnaforsorgarlógini ella hesari lóg. Teir løgtingsmenn, sum eru trivnaðarnevndarlimir, hava í skrivi heitt á landsstýrismannin um at taka stig til at loysa áðurnevnda trupulleika. Verður slíkt stig ikki tikið, fara hesir løgtingsmenn sjálvir at leggja fram løgtingslógaruppskot evninum viðvíkjandi í ólavsøkutingsetuni 2000.”

Sum nevnt omanfyri eru ongar ásetingar gjørdar í serligari lóg. Heldur ikki er annað løgtingslógaruppskot frá løgtingsmonnum samtykt evninum viðvíkjandi. Um tørvur er á serligum ásetingum, skulu hesar serligu ásetingarnar ikki vera í barnaverndarlógini, men í dagstovna­lógini.

Deyv og tunghoyrd børn hava tørv á m.a. ymiskum tólum, ið kunnu vera rættiliga kostnaðarmikil. Eisini hava hesi børnini tørv á starvsfólki, ið kunnu samskifta og læra børnini teknmál, umframt at tey eisini skulu læra at samskifta og annars vera ímillum hoyrandi børn. 

Tað er ikki ætlanin við hesum lógaruppskotinum at leggja fíggjarligu ábyrgdina av at veita eyka viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð til deyv og tunghoyrd børn yvir á kommunurnar. Landið vil eisini frameftir rinda fyri tólini, ið tunghoyrdu og deyvu børnini hava tørv á.  Lógaruppskotið forðar heldur ikki fyri, at ávís kommuna upprættar eina serstovu til deyv og tunghoyrd børn, og aðrar kommunur síðan rinda fyri, at barn frá teirra kommunu verður sett á hesa serstovu. 

Avgerðarmyndugleiki

Óvissa kann lættliga stinga seg upp um, hvørt eitt barn kann integrerast í kommunala ansingarskipan. Tað er torført frammanundan at taka dagar ímillum, hvørt eitt barn kann integrerast í kommunala ansingarskipan, og sostatt verða fevnt av dagstovnalógini.

 

Í teimum førum, har ivi stingur seg upp, kemur hesin helst at snúgva seg um, hvørt eitt barn hevur ein so heilt serligan tørv ella brek, at hetta barnið er fevnt av ávíkavist forsorgarlógini ella barnaverndarlógini og tískil skal hava boðið tilboð sambært hesum lógum.

 

Tá ivamál stinga seg upp um, hvørt eitt barn er fevnt av dagstovnalógini ella ikki, verður barnið í tílíkum førum kannað hjá serkønum fólki á Sernámsdeplinum, hetta kann vera annaðhvørt fyisioterapeutur, sálarfrøðingur, psykiatari e.l., umframt at bæði kommunulækni og heilsufrøðingur óivað eisini kenna barnið.  Tess yngri barnið er, jú verri er hjá serkunnleikanum at gera eina sjúkugreining, men serkunnleikin ynskir tó at hava eina meting av, hvat tilboð er best til júst hetta barnið.

 

Er ivamál, um eitt barn skal á dagstovn, ella um barnið skal hava stuðulsfólk sambært forsorgarlógini, skal málið sendast til Almannstovuna, ið tekur avgerð eftir tilmæli frá óheftari fakligari nevnd. Nevndin verður mannað við uml. 3 serfrøðingum. Hesir serfrøðingar kunnu vera t.d. barnalækni, barnapsykiatari, heilsufrøðingur, námsfrøðingur, fysioterapeutur e.l. Foreldur ella verji hjá barninum skal hoyrast, áðrenn nevndin ger tilmæli. 

 

Avgerð verður sostatt tikin sambært forsorgarlógini og kann avgerðin tí kærast til Kærunevndina í almannamálum. Verður avgerð ikki tikin sambært forsorgarlógini, skal avgerðin kærast til landsstýrismannin. Mett verður, at Kærunevndin í almannamálum hevur betur førleika at meta um eina tílíka avgerð, enn umsitingin hjá landsstýrismanninum hevur, umframt at Kærunevndin í almannamálum eisini er mannað við óheftum fakfólki.

 

Sjálvt um kommunurnar eftir 1. januar 2006 umsita bæði dagstovnalógina og barnaverndarlógina, kann ivamál vera um, hvørt ein kommuna skal veita barninum tilboð sambært dagstovnalógini ella barnaverndarlógini, ella um landið skal veita barninum stovnstilboð sambært barnaverndarlógini. Ein loysn kundi verið, at ein óheft nevnd, mannað við serfrøðingum, eisini verður tilmælandi í tílíkum førum. Mælt verður til, at foreldur ella verji hjá barninum verða tikin við uppá ráð, áðrenn avgerð verður tikin.   

 

Stuðulsfólkaøkið fyri børn í dagstovnaaldri kemur tó óivað bæði við tíðini og við praktiskum royndum at finna eina legu.

 

Ummæli

Broytingaruppskotið til § 5 í dagstovnalógini hevur verið til hoyringar hjá:

 

Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Pedagogfelag, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Innlendismálaráðnum, Ráðnum fyri Brekað, Javna, Mentamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Almannastovuni

 

Hoyringssvar er komið frá:

 

Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Pedagogfelag, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Innlendismálaráðnum, Almannastovuni, Javna og Fíggjarmálaráðnum.

 

Hoyringssvarini eru sum heild ikki serliga positiv mótvegis uppskotinum í tí líki, hetta varð sent til hoyringar. Almanna- og heilsumálaráðið hevur í høvuðsheitum tikið viðmerkingarnar til eftirtektar, og tí eru gjørdar munandi broytingar, serliga í viðmerkingunum til uppskotið.

 

T.d. verður staðfest í sjálvum  lógaruppskotinum, at kommunan skal veita nøktandi hølis­viður­skifti og námsfrøðilig tilboð til børn við serligum tørvi. 

 

Viðmerkingarnar til lógaruppskotið eru útgreinaðar soleiðis, at tað er greitt, at tað er tørvurin hjá einstaka barninum, ið avgerð, um  barnið hevur serligan tørv og kann integrerast  í kommunala ansing ella um barnið hevur ein so heilt serligan tørv, at tilboð skal veitast barninum sambært forsorgarlógini ella barnaverndarlógini. Eisini verður nágreinað, at Almannastovan skal taka avgerð í ivamálum  eftir tilmæli frá óheftari nevnd, mannað við serfrøðingum. Henda avgerðin kann síðan kærast til Kærunevndina í almannamálum sambært forsorgarlógini, ið eisini er mannað við óheftum fakfólki.

 

Harumframt verður nágreinað, at kommunurnar skulu rinda fyri, at stovnarnir eru nýtiligir og hóskandi fyri øll børn, men skulu ikki rinda fyri hjálpartól, ið barnið hevur rætt til sambært forsorgarlógini.

 

Tó eru eisini viðmerkingar, ið landsstýrismaðurin ikki hevur tikið til eftirtektar. Í flestu hoyringssvarunum verður víst á greiningartrupulleikan viðv. børnum við serligum tørvi. Landsstýrismaðurin metir tað vera eina landsuppgávu at greina børn við serligum tørvi, og ein loysn skal finnast á hesum trupulleikanum uttan mun til, um  hetta lógaruppskotið verður samtykt ella ikki. Landsstýrismaðurin arbeiðir víðari við hesum málinum í samráð við Mentamálaráðið.

 

Í fleiri førum skulu børn við serligum tørvi hava viðgerð av einum ella øðrum slagi - t.d. fysioterapi. Hesum børnunum tørva tí eitt tilboð, ið er ein heildarloysn. Landsstýrismaðurin metir, at hesin spurningurin er tætt knýttur at greiningarspurninginum, og tí verður hesin spurningurin eisini tikin upp í samband við greiningina av børnum við serligum tørvi.

 

Lógaruppskotið leggur ikki upp til, at kommunurnar skulu rinda fyri viðgerð ella at viðgerð skal fara fram inni á dagstovnunum.

 

Fíggjarmálaráðið hevði ongar viðmerkingar til lógaruppskotið.

 

Føroya Pedagogfelag hevur staðiliga gjørt vart við sína ónøgd um, at felagið ikki hevur verið við í fyrireikingararbeiðnum til lógaruppskotið, og er í hesum sambandi komið við einari yvirlýsing. Sum áður nevnt er uppskotið broytt nakað, eftir at hetta varð sent til hoyringar. Landsstýrismaðurin metir ikki, at aðrar broytingar skulu gerast í lógaruppskotinum í mun til yvirlýsingina hjá Pedagogfelagnum og í mun til viðmerkingarnar frá felagnum annars.

 

Føroya Kommunufelag mælir m.a. til at leingja heimildina í § 17, stk. 2 í eitt ár, og at Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið  saman við kommunufeløgunum og MBF halda áfram við arbeiðnum at gera eina heildarætlan fyri sernámsfrøðiliga økið í Føroyum, og mælir frá, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í verandi líki.

 

Kommunusamskipan Føroya er fegin um, at kommunurnar við hesum uppskotinum kunnu lata børn við serligum tørvi vera ein samrunnan part av tilboðnum hjá dagstovnum, heldur enn at stuðulsfólkini sum nú fylgja einstaka barninum. Hetta gevur greiðari leiðsluábyrgd á kommunalu dagstovnunum og betri gagnnýtslu av starvsfólkatilfeinginum. Viðmerkingarnar frá Kommunusamskipan Føroya eru í høvuðsheitum tiknar til eftirtektar.

 

Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar

Við uppskotinum verður ábyrgdin av møguligum útreiðslum av børnum við serligum tørvi løgd út til kommunurnar. Landsskatturin fyri 2006 verður lækkaður í samsvari við mettu útreiðslurnar í 2005 av ansingartilboðum til børn við serligum tørvi.

 

Sambært eini meting frá Almannastovuni fyri 2005 eru útreiðslurnar til stuðulsfólk uml. 29,5 mió. kr. Av hesum eru 12,7 mió. kr. útreiðslur til stuðulsfólk til børn í kommunalari ansing. 12,7 mió. kr. verða sostatt roknaðar við í figgjarligu uppgerðina í sambandi við, at skattalógin skal broytast.

 

Tá kommuna skal veita tilboð um ansing til børn við serligum tørvi, kann gerast neyðugt við ymiskum tillagingum av teimum fysisku karmunum á stovninum, so umhvørvið innan- og uttandura hóskar til aldur og førleika, eisini hjá børnum við serligum tørvi. T.d. kann verða neyðugt at bøta um atkomumøguleikarnar til stovnin, um talan er um barn við likamligum breki. Kommunurnar hava fíggjarligu ábyrgdina av hesum møguligu eykaútreiðslum.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri ávís pláss/øki í landinum

Tað eru ávís øki í landinum, har fleiri børn við serligum tørvi búgva enn í øðrum økjum. Hesar kommunurnar koma at hava tørv á at hækka kommunuskattin tilsvarandi, meðan aðrar kommunur kanska ikki hava fyri neyðini at hækka kommunuskattin. Men í sjálvum sær hevur uppskotið ikki við sær fíggjarligar avleiðingar fyri ávís pláss/øki í landinum.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar. 

 

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið fer at hava umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar við tað, at tað nú eru kommunurnar, ið  skulu seta fólk í starv í kommunalu ansingarskipanunum, um barn hevur tørv á stuðulsfólki.

 

Almannastovan skal ikki longur umsita játtanir til stuðulsfólk í kommunalum ansingarskipanum. Er talan um ivmál, skal Almannastovan  tó taka avgerð eftir tilmæli frá óheftari nevnd, mannað við serfrøðingum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

 

Sambært Art. 3 (1) í ST-Barnarættindasáttmálanum skulu almennir myndugleikar í øllum málum viðvíkjandi børnum verja barnsins áhugamál fram um alt annað. Mett verður, at tað við hesum lógaruppskoti verður fylgt.

 

Sosialar avleiðingar

Mett verður, at uppskotið tryggjar betri ansingartilboð til børn við serligum tørvi. 

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
Ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nej

Nei

Nei

Nej

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ad. 1) Kommunurnar skulu geva børnum við serligum tørvi sama tilboð um ansing í kommunalu ansingarskipanunum sum øðrum børnum. Hetta merkir ikki, at kommunurnar hava skyldu til at veita børnum við serligum tørvi tilboð um ansing, men at kommunurnar hava skyldu til at geva børnum við serligum tørvi sama tilboð, sum verður veitt øðrum børnum í kommununi.

 

Um mett verður, at barn hevur so serligan tørv, at ikki ber til at integrera barnið á vanligum dagstovni, skal tað fáa annað tilboð sambært forsorgarlógini ella barnaverndarlógini. Talan kann her vera um t.d. fjølbrekað ella serliga atferðartrupul børn. Tá tilboð skal veitast barni við serligum tørvi, skal tilboðið ikki veitast við støði í møguligari diagnosu hjá barninum, men støðið skal veitast út frá tí tørvi, ið júst hetta barnið hevur.

 

Ásetingin í stk. 2 hevur bert til endamáls at staðfesta, at um kommuna hevur tilboð til barn við serligum tørvi, so hevur kommunan eisini ábyrgd fyri, at hetta tilboðið nøktar serliga tørvin hjá barninum. Sum dømi kann nevnast, at kommunan hevur ábyrgdina av, at starvsfólkanormeringin á stovninum svarar til arbeiðsbyrðuna.

 

Umsókn um ansing, sum kommunan ikki metir seg vera føra fyri at játta, skal kommunan sostatt - við tilsøgn frá foreldrunum ella verja at barninum - senda víðari til Almannastovuna.

 

Er ivamál, hvørt eitt barn skal hava tilboð sambært dagstovnalógini ella ávíkavist forsorgarlógini ella barnaverndarlógini, tekur Almannastovan avgerð  eftir  tilmæli  frá eini óheftari nevnd, mannað við serfrøðingum. Øll mál, har semja ikki er millum Almannastovuna og kommununa um, hvør lóg er galdandi fyri einstaka barnið, skulu leggjast fyri óheftu nevndina, mannað við serfrøðingum. Almannastovan kann sostatt ikki sjálv taka avgerð, um eitt mál skal leggjast fyri serfrøðinganevndina.

 

Foreldur ella verji hjá barninum skulu hava møguleika fyri at verða hoyrd, innan nevndin ger tilmæli.  Umsóknin skal sendast til Almannastovuna, sum síðan sendir umsóknina til nevndina.

 

Foreldur at barni við serligum tørvi, ið kann integrerast í kommunala ansingarskipan, hava somu rættindi, sum onnur foreldur viðvíkjandi endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku vegna vantandi barnaansing.

 

Møgulig skylda hjá kommununi til at veita foreldrum endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku tekur við, tá Almannastovan í ivamálum hevur tikið endaliga avgerð eftir tilmæli frá óheftari nevnd, um at barnið er fevnt av § 5 í dagstovnalógini, ella tá møgulig avgerð er fallin í kærumálinum.

 

Er eitt barn longu í kommunalari ansing, tá ivamál tekur seg upp, hvørt barnið skal halda áfram í kommunalari ansing vegna tess serliga tørv, ella hvørt barnið skal hava tilboð sambært forsorgarlógini, skal kommunan veita barninum ansing, inntil Almannastovan hevur tikið endaliga avgerð. Er barnið hinvegin ikki byrjað í kommunalari ansing, er tað Almannastovan, ið hevur ábyrgdina fyri barninum, inntil endalig avgerð er fallin.

 

Ad. 2) Tær møguligu eykaútreiðslurnar, sum standast av børnum við serligum tørvi, og sum kommunurnar skulu rinda, eru útreiðslur, ið kommunurnar hava av at gera kommunalu ansingarskipanirnar atkomuligar fyri øll børn og møguligar húsaumvælingar so sum at breiðka hurðarnar o.a.. Landsstýrismaðurin metir hetta vera útreiðslur, ið natúrliga liggja hjá kommununum, við tað at tað er ein kommunal ábyrgd at innrætta stovnarnar til øll børn.

 

Tó skal kommunan ikki rinda fyri persónlig hjálpartól, ið barnið hevur rætt til sambært forsorgarlógini, og fyri tól, ið deyvu og tunghoyrdu børnini hava fyri neyðini í gerandisdegnum.

 

Tær møguligu eykaútreiðslurnar, ið kommunurnar hava, skulu ikki hava ávirkan á ásetanina av foreldragjaldinum. Soleiðis skulu allir skattaborgarar í kommununi bera eykaútreiðslurnar av børnum við serligum tørvi í ansing og ikki bert barnafamiljurnar í kommununi.

 

Til § 2

Lógarinnar gildiskoma verður ásett. 
 

Fylgiskjøl: 

Skjal 1     Hoyringssvar frá Mentamálaráðnum

Skjal 2     Hoyringssvar frá Innlendismálaráðnum, dagf. 29. september 2005

Skjal 3     Viðmerkingar frá Innlendismálaráðnum, dagf. 14. november 2005

Skjal 4     Hoyringssvar og samskifti við Almannastovuna

Skjal 5     Hoyringssvar frá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum

Skjal 6     Hoyringssvar frá Javna

Skjal 7     Bræv sent løtingslimum frá Javna

Skjal 8     Hoyringssvar frá Fíggjarmálaráðnum

Skjal 9     Hoyringssvar frá Føroya Pedagogfelag

Skjal 10   Skriv frá Føroya Pedagogfelag til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum

Skjal 11   Yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag

Skjal 12   Hoyringssvar frá Føroya Kommunufelag

Skjal 13   Hoyringssvar frá Kommunusamskipan Føroya

1. viðgerð 25. november 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 9. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 18. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 25. november 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. november og 1., 7. og 8. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Meginfelag teirra brekaðu, Pedagogfelagið, Føroya Kommunufelag, Javna, Kommunusamskipan Føroya og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Partarnir, sum trivnaðarnevndin hevur innkallað í samband við uppskotið, taka flest allir undir við, at økið verður lagt út til kommunurnar at umsita, men hava tó gjørt vart við, at skotbráið er ov stutt til, at allar kommunurnar kunnu fyrireika yvirtøkuna av økinum til lítar.

 

Trivnaðarnevndin hevur tikið hetta til eftirtektar, og mælir til at broyta uppskotið soleiðis, at kommunurnar fáa ábyrgd av at geva børnum við serligum tørvi sama tilboð um ansing í kommunalari ansingarskipan sum øðrum børnum frá 1. apríl 2006 í staðin fyri frá 1. januar 2006. Hetta gevur pørtunum 3 mánaða fyrireikingartíð, sum, nevndin metir, er skotbrá nokk til at fáa neyðugar tillagingar og avtalur uppá pláss. Í hesum tíðarskeiðið heldur nevndin, tað verða neyðugt í góðari tíð at kunna foreldrini, børnini, stuðlarnar og starvsfólkini um teirra broyttu viðurskifti eftir 1. apríl.

 

Verandi skipanin við stuðlunum eftir § 17, stk. 2 í forsorgarlógini heldur sostatt áfram til 1. apríl 2006. Tað, at skotbráið verður longt til 1. apríl, er eisini orsakað av, at tey fólk, sum eru í starvi í dag, harvið fáa eina lagaligari tillagingartíð, og at hesi nú í góðari tíð kenna til starvsviðurskiftini eftir 1. apríl.

 

Landsskatturin er lækkaður í samsvari við mettu útreiðslurnar í 2005 av ansingartilboðum til børn við serligum tørvi, og kommunurnar hava tikið hædd fyri hesum, tá tær hava lagt fíggjarætlanina fyri 2006. Nevndin skjýtur tí upp, at kommunurnar skulu endurrinda landinum tær útreiðslur, sum eru fyri børn sum hava stuðlar, og sum fáa kommunalt ansingartilboð í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. mars 2006. Í skiftistíðini frá 1. januar til 1. apríl 2006 skulu kommunurnar gjalda fyri hetta økið, og tí er avgerandi, at nýggj tiltøk ikki verða sett í verk í hesum tíðarskeiði uttan í samráð við avvarðandi kommunu.

 

Í dag er tað ikki í øllum kommunum, at børn eru við serligum tørvi, men hetta broytist frá tíð til aðra. Tí heldur trivnaðarnevndin, at tað kundi verið ein fyrimunur um kommunur funnu saman í samstørv, so tey fingu møguleika fyri betri fyrsiting, námfrøðisligum tilboðum og fígging. Men hetta er sjálvandi upp til kommunurnar sjálvar at avgera.

 

Ein minniluti (Finnur Helmsdal) í nevndini hevur harumframt hesar viðmerkingar:

 

Minnilutin heldur, at tað er rætt at leggja eitt øki sum hetta á dagstovnarnar og harvið eisini út á kommununar at umsita. Minnilutin er tó samdur við tey, sum siga, at enn er neyðugt við ávísum tillagingum og avtalum, áðrenn útleggingin verður framd. Hetta tá tað snýr seg um støðuna og tilboðini til børnini við serligum tørvi og familjur teirra. Hetta tá tað snýr seg um dagstovnarnar og starvsfólk teirra, og tá tað snýr seg um kommununar og umsitingar teirra.

 

Somuleiðis heldur minnilutin tað vera spell, at Mentamálaráðið ikki longu nú er ein týðandi og avgerandi partur av hesum øki. Tað er við ampa og órógv, at minnilutin staðfestir, at samstarvið millum Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið viðvíkjandi grásonuøkjunum enn ongan veg er komið.

 

Minnilutin metir tað somuleiðis óheppið bert at seta slíka skipan í verk fyri børn upp til skúlaaldur, tí tey av hesum børnunum, sum eru komin í skúlaaldur, hava sanniliga eisini eisini tørv á betur skipaðum viðurskiftum.

 

Minnilutin heldur tað vera sera óheppið, at fyrireikingartíðin til hesa broyting hevur verið so stutt, og at Almanna- og heilsumálaráðið ikki hevur tikið viðkomandi partar við í arbeiðið. Soleiðis hevur Føroya Pedagogfelag púrasta verið hildið uttanfyri.

 

Minnilutin heldur, at lógarbroytingarnar kunnu ikki verða settar í gildi, fyrr enn ávísar broytingar, tillagingar og avtalur hava sæð dagsins ljós.

 

Skotið er upp, at ígildiskoman av lógarbroytingunum verður útsett tríggjar mánaðir, t.v.s. til 1. apríl 2006, minnilutin kundi hugsað sær nakað longri skotbrá, men kann taka undir við hesum treytað av, at:

-         børnini, sum skipanin fevnir um, og familjur teirra, verða kunnað um, hvør støða teirra fer at verða eftir 1. apríl 2006

-         leiðarar og starvsfólk á stovnunum eru kunnað um, hvør fakliga- og starvsliga støða teirra er eftir 1. apríl 2006

-         at verandi stuðlar verða kunnaðir um sína støðu eftir 1. apríl 2006

-         at greiðar avtalur eru um hesi viðurskifti við Føroya Pedagogfelag innan 1. apríl 2006, ella  í hvussu er, at samráðingar um hesi viðurskifti eru byrjaðar partanna millum

-         at greiða sum skjótast fæst á, í hvønn mun ætlaðu broytingarnar fara at seta krøv til stovnarnar, hetta m.a. í mun til hølisviðurskiftini

-         at greið ætlan fyriliggur, hvussu Almannastovan ætlar at skipa arbeiðið við teimum børnum, sum hava heilt serligan tørv

 

Umframt mælir minnilutin til, at Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið seta ferð á arbeiðið við at samskipa arbeiðið við børnum við serligum tørvi soleiðis, at vit fáa eina munagóða skipan fyri slík børn frá 0 – 18 ár. Soleiðis at vit fáa eina skipan, har grásonuøkini eru ein lítil partur, sum valla slepst heilt undan, heldur enn tað, sum setir dagsskránna. Minnilutin mælir somuleiðis til, at viðkomandi partar koma upp í hetta arbeiðið frá byrjan. Og verður fyrst og fremst hugsað um kommunufeløgini, Javna og Pedagogfelagið.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1)       Í § 2 verður orðið “januar” broytt til “apríl”

2)      Í § 2 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Ásetingin í § 6, stk. 4 verður galdandi frá 1. januar 2006, tó við tilvísing til ásetingina í § 17, stk. 2 í lóg um almenna forsorg viðvíkjandi børnum við serligum tørvi, ið hava ella fáa ansing í kommunalari ansingarskipan, inntil 31. mars 2006. ”


Serligar viðmerkingar:

 

Ad 1:

Við broytingini yvirtaka kommunurnar ábyrgdina av at veita børnum við serligum tørvi sama tilboð um ansing í kommunalu ansingarskipanunum sum øðrum børnum í kommununi tann 1. apríl 2006. Hetta gevur kommununum betri stundir til at fyrireika yvirtøkuna av økinum.

 

Ad 2:

Ásetingin í § 6, stk. 4 verður sett í gildi frá 1. januar 2006, tó við teirri broyting, at tað frá 1. januar til 1. apríl 2006 bert eru útreiðslur, sum standast av stuðlum, settir sambært § 17, stk. 2 í forsorgarlógini, ið kommunurnar skulu rinda fyri. Í forsorgarlógini § 17, stk. 2 verður munur ikki gjørdur á, um barnið hevur serligan tørv ella heilt serligan tørv. Tá kommunurnar 1. apríl 2006 yvirtaka økið, verða tað bert tey børn, ið hava serligan tørv, og sum kunnu integrerast í kommunala ansingarskipan, ið kommunan hevur skyldu til at veita tilboð um ansingarpláss og gjalda fyri, men ikki tey børnini við heilt serligum tørvi, ið ikki kunnu integrerast í kommunala ansingarskipan. Útreiðslurnar, sum kommunurnar skulu endurrinda landinum, verða tí avmarkaðar til bert at verða fyri tey børn, sum hava stuðlar, og tey, sum fáa kommunalt ansingartilboð í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. mars 2006. Landsstýrismaðurin ger upp, hvussu stórar útreiðslurnar hava verið, og sendir krav til kommunurnar um hetta.

 

Frá 1. apríl 2006 skal kommunan rinda fyri tær útreiðslur, sum standast av tilboðum sambært § 5, stk. 1 og 2 í dagstovnalógini. 

 

Í uppskotinum til broyting av forsorgarlógini, sum er løgd fyri Løgtingið samstundis sum fyriliggjandi uppskot, verður heimildin til at seta stuðlar eftir § 17, stk. 2 longd til 1. juni 2006. Í viðmerkingunum stendur, at henda heimild bert skal nýtast til at veita teimum stuðulsfólkum, ið verða søgd úr starvi, løn í uppsagnartíðini, og at Almannastovan ikki skal nýta hesa heimild til at seta fleiri stuðulsfólk. Av tí at økið við hesari broytingini ikki verður yvirtikið fyrrenn 1. apríl 2006, heldur verandi skipan við stuðlum eftir § 17, stk. 2 fram til 1. apríl 2006. Nýggj tiltøk skulu tó ikki verða sett í verk í tíðarskeiðinum, uttan at hetta er gjørt í samráð við avvarðandi kommunu.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 14. desember 2005. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd samtykt 22-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 16. desember 2005 løgdu tingmenninir Jørgen Niclasen, Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen fram soljóðandi

 

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð  

 

Í   § 2, stk. 2 verður pkt. 2 sett:

"Peningurin, ið Almannastovan leggur út fyri kommunurnar í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. mars 2006, verður afturhildin umvegis Føroya Gjaldstovu. " 

 

Viðmerkingar:

Fyri at eingin ivi skal vera um, hvør hevur ábyrgd av at innkrevja peningin frá kommununum fyri tær útreiðslurnar, sum standast av, at skipanin við stuðlunum sambært § 17, stk. 2 í forsorgarlógini heldur fram inntil 31. mars 2006, verður skotið upp ein broyting í skiftisregluni, so tað verður staðfest, at tað er Gjaldstovan, sum afturheldur peningin, sum kommunurnar skulu endurrinda landinum í hesum tíðarskeiðinum.

 

3. viðgerð 16. desember 2005. Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Finni Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen til § 2 samtykt 26-0-1. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 152 frá 20.12.2005