36  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 8. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:

1.        § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:

"Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e, og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis:

Er inntøkan minni enn kr. 26.000,- verður latið 0%.


 

PRIVATEEr inntøkan kr.

men minni enn kr.

verður latið kr.

av

og av restini %

26.000

70.000

0

26.000

               7,0%

70.000

120.000

3.080

70.000

             18,0%

120.000

205.000

12.080

120.000

             22,0%

205.000

 

30.780

205.000

           34,0%”

 

 

 

 

 

 

 

§ 2

 

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:

“§ 46, stk. 1 verður orðað soleiðis: Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2006 verður tó eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-26.000 kr.”

 

 

§ 3

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til at  lækka landsskattin.

 

Skattalækkingin tekur støði í samgonguskjalinum, har sagt verður: “ at miðast skal eftir, at skattaskipanin verður broytt, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi”

 

Skattalækkingin skal eisini skapa møguleika fyri, at kommunurnar kunnu hækka sínar inntøkur til at fíggja tey øki, ið verða løgd út til kommunurnar at umsita. Her er barnaverndin tað kostnaðarmiklasta.

 

Skattalækkingin skal eisini skapa møguleika fyri, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu fíggja barsilsskipanina, ið ætlanin er at lata teimum at umsita.

 
Skattalættin verður veittur við, at skattastigin í hesi lóg – løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin) – verður lækkaður. 2. stigið verður lækkað úr 19 % niður í 18 %.   3. stigið verður lækkað úr 22,5 % niður í 22 %.    4. stigið verður lækkað úr 35 % niður í 34 %. Botnfrádrátturin í landsskattinum ( ásetingarlógin) verður hækkaður 2006 úr 24.000 kr. upp í 26.000 kr. Inntøkumarkið í skattastiganum, sum áður var 65.000 kr., verður 2006 hækkað til 70.000 kr.  Inntøkumarkið í skattastiganum, sum áður var 185.000 kr., verður 2006 hækkað til 205.000 kr. 

 

Samstundis verður botnfrádrátturin í kommunuskattinum í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)  hækkaður eins og botnfrádrátturin í landsskattinum.

 

Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær fyrisitingarligar avleiðingar.

Fíggjarligu avleiðingarnar av at gera broytingarnar í skattastiganum og av at hækka botnfrádráttin í landsskattinum verða fyri 2006 mettar at verða ein lækking í landsskattinum upp á 92 mió kr., og  fyri kommunurnar umleið 13 mió kr. 

 

Mett verður, at uppskotið óbeinleiðis kemur at geva landskassanum eina ávísa meirinntøku frá avgjøldum.

 

 Hjálagt er fylgiskjal, ið vísir, í hvønn mun ymisku inntøkubólkarnir fáa lætta í skattinum.

  Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella altjóða avtalur og reglur.

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

 

Til § 1  

Skattur av tí fyrsta inntøkuintervallinum í skattastiganum - t.e. inntøka úr 26.000 kr. upp í 70.000 kr. – verður eftir hesum uppskotinum 0 kr. av 26.000 kr. og 7,0%   av restini av inntøkuni upp til 70.000 kr.

 

Skattur av øðrum inntøkuintervalli – t.e. inntøka úr 70.000 kr. upp í 120.000 kr. – verður 3.080 kr. av 70.000 kr. og 18% av restini av inntøkuni upp til 120.000 kr.

 

Skattur av triðja inntøkuintervalli – t.e. inntøka úr 120.000 upp í 205.000 kr. – verður 12.080 kr. av 120.000 kr. og 22%   av restini av inntøkuni upp til 205.000 kr.

 

Skatturin av fjórða inntøkuintervallinum – t.e. inntøka oman fyri 205.000 kr. – verður 30.780 kr. av 205.000 kr. og 34%   av restini av inntøkuni oman fyri 205.000 kr.

 

Til § 2

Botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður hækkaður frá 24.000 kr. til 26.000 kr.

 

Til § 3

Ongar viðmerkingar.

 

Fylgiskjal 1 og 2


Í
fylgiskjali 1 sæst, hvussu teir ymisku inntøkubólkarnir fáa lætta í skattinum, eftir at broytingar verða gjørdar í skattastiganum, og eftir at botnfrádráttirnir í  lands- og kommunuskatti verða hækkaðir.
 

Í fylgiskjali 2 sæst, hvussu úrslitið er fyri teir ymisku inntøkubólkarnar aftaná skattalækking og aftaná hækking av AM-gjaldinum.

1. viðgerð 17. november 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. november er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24. og 28. november 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluti.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen 

Lisbeth L. Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

Minnilutin (Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar.

 

Til løgtingsvalið í januar 2004 lovaðu tveir av samgonguflokkunum skattalætta. Seinni hevur Javnaðarflokkurin so eisini bundið seg til at veita skattalætta fyri 60 milliónir árliga.

 

Samanumtikið metir minnilutin ikki, at talan er um ein veruligan skattalætta, sum samgongan her fremur, men heldur eina roynd at flyta verandi útreiðslur landskassans yvir á aðrar partar av føroysku samfelagnum. Tað ber ikki til at tosa um skattalætta, um samlaða landsbúskaparliga myndin er ein skatta- og avgjaldshækking. 

 

Minnilutin tekur ikki undir við skattalættanum í verandi samfelagsbúskaparligu støðu, har stórt hall er á fíggjarlógini. Við halli á fíggjarlógini og samstundis at máa burtur av inntøkugrundarlagnum hjá føroyska landshúsarhaldinum tekur samgongan burtur av fíggjarliga tilfeinginum, sum skal tryggja føroyska borgaranum samhaldsfastar vælferðartænastur á einum tryggum og nøktandi støði.

 

Minnilutin tekur undir við at leggja fleiri uppgávur til kommunurnar at umsita. Harvið liggja uppgávurnar nærri borgaranum, og borgarin kennir seg aftur í skipanunum. Avgerandi fortreyt fyri, at henda umskipan skal eydnast væl, er tó, at greitt ábyrgdarbýti er millum land og kommunur og at semja er millum partarnar um fíggjarliga býtið.

 

Í hesum uppskotinum er ikki talan um fíggjarligt endurgjald til kommunurnar fyri, at landið hækkar kommunala botnfrádráttin, fyri lækking av stuðli til bókasavnsrakstur og fyri økt arbeiðsmarkanaðargjøld av at flyta barsilsskipanina til arbeiðsmarknaðin at fíggja.

2. viðgerð 8. desember 2005. §§ 1, 2 og 3 samtyktar 17-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 13. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-10. Málið avgreitt.

Ll.nr. 142 frá 15.12.2005