48  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar ikki)
D. Álit
E. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)

Ár 2005, 1. desember, legði Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 27. apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

Í § 6, litra a verður aftaná orðingina “Ferðagóðs, t.v.s. klæðir og aðrir ferðalutir,” sett “tó undantikið tubbaksvørur”.  

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Ongin ivi er um, at stórur heilsuvandi stendst av royking. Lítið samsvar er í, at hava dýrar sigarettir í landi og bíligar í luftini og á sjónum. Flogfeløg loyva ikki ferðafólki at roykja umborð, og um alt Europa er tollfrí søla um at hvørva. Hon byrjaði í Írlandi sum ein snildur stuðul til flogfeløgini, men hesin studningur verður avtikin alt meir og meir.

 

Nú ætlanin er at selja almenna flogfelagið, er rætt at gera hesar broytingar nú, so keyparin veit um broyttu umstøðurnar. Hinvegin er kanska í so ógvusligt, at avtaka tollfrælsi fyri allar vørur í senn. Viðmerkjast skal, at sølan av sigarettum umborð á flogførum og ferðamannaskipum kann halda fram, sjálvt um tollur skal gjaldast.

 

Ongi fullfíggjað hagtøl eru fyri, hvussu stór mongd av tubbaksvørum verður innflutt tollfrítt, men talan er um stórar nøgdir. Tað kann tykjast órímiligt, at tey sum hava ráð at ferðast uttanlands fleiri ferðir um árið ella ferðast upp á “landsins besta”, skulu hava hendan møguleika, meðan vanligi borgarin skal gjalda fulla upphædd av tollhækkingunum á tubbaksvørum.  

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Væntandi fer lógarbroytingin at geva landskassanum meirinntøkur uttan at økja um umsitingarútreiðslurnar.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær nakrar umsitingarligar avleiðingar.

 

Tað verður ikki mett, at uppskotið hevur nakrar umhvørvisligar avleiðingar við sær ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur fyri landið, kommunur og ávísar samfelagsbólkar. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar. 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Broytingin er ein avtakan av tollfrælsi fyri sigarettir. Sostatt verður ikki longur loyvt ferðandi at innflyta tað karton av sigarettum, sum higartil hevur verið loyvt.

Til § 2

Eingin viðmerking.

1. viðgerð 9. desember 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 9. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram tann 1. desember 2005, og eftir 1. viðgerð tann 9. desember er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 1. og 9.februar 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, at samlaða sølan av sigarettum á Smyril Line og Atlantic var góðar 10 mió. kr. Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv av hesum verður flutt inn í Føroym.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen  og Lisbeth L. Petersen) helt, at um skipanin viðvíkjandi møguleika hjá ferðandi at taka við sær avmarkaðar nøgdir av tollfríum vørum sum ferðagóðs skuldi broytast, átti hetta at verðið gjørt í einum størri høpi, har øll viðurskifti viðvíkjandi ferðing millum Føroyar og útheimin verða tikin upp, herundir eisini útbyggjan av flogvøllinum.

 

Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Kári P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.  

 

2. viðgerð 21. februar 2006. §§ 1 og 2 fullu 7-0-20. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.