17  Uppskot til  løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 3. november, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum 


 

§ 1.

Løgtingslóg nr. 96 frá 6. juni 1997 um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfara-sjómonnum við seinni broytingum verður sett úr gildi 31. desember 2005.

 

§ 2.

Umsóknir um vunnan telefonstuðul í 2005 skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 31. mars 2006. Umsóknir, sum koma inn eftir 31. mars 2006, verða ikki viðgjørdar.

 

§ 3.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Ásetingin um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum varð sett í gildi í sambandi við, at bruttoskattaskipanin varð sett í verk 1. januar 1997. Avgjørt varð tá at veita stuðul í staðin fyri at geva ein frádrátt í inntøkuni. Stuðulin varð veittur við eini ásannan um, at langfarasjómenn høvdu størri útreiðslur enn aðrir løntakarar til at halda viðlíka sambandið við heimaumhvørvið.

 

Treytin fyri at fáa stuðul er, 1) at túrur varir minst 30 dagar, og 2) at umsøkjarin er undir fullari skattskyldu og búsitandi í Føroyum. Um hesar báðar treytir eru loknar, fær umsøkjarin 17,50 kr. í stuðli fyri hvønn dag, viðkomandi er burturi. Tað krevjast ongi skjalprógv fyri, at viðkomandi hevur havt útreiðslur til telefonsamrøður í hesum tíðarskeiði.

 

Síðani 1997 er stór broyting farin fram á samskiftisøkinum. Telefonprísirnir eru lækkaðir munandi, teldusamskiftið verður alsamt meira vanligt og nýtt, og tann nýggjasti samskiftismøguleikin á hesum øki er skype-telefoni umvegis eina teldu, har samrøðunar eru ókeypis.

Útreiðslurnar til telefon kunnu sostatt ikki samanberast við tær upphæddir, sum vóru galdandi, tá endurgjaldskipanin varð gjørd, og sigast má, at tíðin er farin frá skipanini at veita telefonstuðul.

 

Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis í Fiskivinnuráðnum. Ráðið ynskti at fáa tøl fyri, hvussu nógv prísirnir eru lækkaðir síðani 1995, tá lógin varð sett í gildi.

 

Føroya Tele hevur, eftir áheitan, gjørt eitt yvirlit yvir minuttprísir á sjóvinnutænastum í 2001 og 2005.

 

Tænasta

2001

2005

frá Inmarsat til okkara fastnet

millum 32 kr. og 48 kr.

við MVG

Inmarsat A: N/A kr. (tøknin er útgingin)

Inmarsat B          1,95 USD* ¹  Inmarsat MiniM  1,12 USD* ²

Alt MVG frítt

Frá okkara fastneti til Inmarsat

Til Inmarsat A:          55,55 kr.

Til Inmarsat B, M og C:

32,60 kr. við MVG

Til Inmarsat A: N/A kr. (tøknin er útgingin)

Inmarsat B:        18,75 kr.

Inmarsat MiniM 18,75 kr.

við MVG

Frá NMT

3,50 kr. v MVG

N/A

Frá GSM

N/A

1,- kr.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

* ¹ umleið 12 kr., * ² umleið 7 kr.
 

Tølini geva eina ábending av príslækkingini, men tann tøkniliga menningin ger, at tað er trupult at gera veruliga samanlíkning av prísbroytingini.

Føroya Fiskimannafelag hevur, eftir viðgerðina í Fiskivinnuráðnum, mælt til, at telefonstuðulin verður lækkaður samsvarandi lækkingini í telefontakstinum.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Í 2004 fingu umleið 1100 persónar telefonstuðul, og vórðu útgoldnar tilsamans kr. 3.500.000. Væntandi verða í ár útgoldnar kr. 2.700.000.

 

Sparingin fær ikki fulla ávirkan fyrr enn í 2007, av tí at stuðulin verður goldin afturút. Størsti parturin av vunna telefonstuðlinum í 2005 verður goldin fyrst í árinum 2006. Avsettar verða kr. 2 mió. kr. fyri 2006.

 

Uppskotið ber í sær, at arbeiðsbyrðan hjá Lønjavningarstovuni verður minni.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

 

Ja

 

 

Nei

 

Umsitingarligar

avleiðingar 

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar  

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

Rætturin til telefonstuðul fellur burtur við árslok, tá lógin verður sett úr gildi.
 

Til § 2

Teir langfarasjómenn, sum høvdu rætt til telefonstuðul í 2005, fáa eina freist til 31. mars 2006 at søkja um henda stuðul. Eftir hetta tíðarskeið fellur rætturin til stuðul burtur, og umsóknir, sum koma inn eftir 31. mars 2006, verða ikki viðgjørdar.

 

Til § 3

Gildiskoma.

1. viðgerð 8. november 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 1. desember 2005 legði fram soljóðandi 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 8. november 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 28. november og tann 1. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við stjóran á Lønjavningarstovuni. Frá Lønjavningarstovuni fekk nevndin skriv, dagfest 23. november 2005, við upplýsing um, hvussu stórur partur av telefonstuðlinum fer til fiskimenn við føroyskum skipum. Hetta er umleið 43% av útgjaldinum.

 

Føroya Fiskimannafelag hevur sent nevndini skriv, dagfest 10. november 2005, við mótmæli ímóti, at uppskotið verður samtykt.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariassen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Gerhard Lognberg) tekur ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin heldur, at landsstýrismaðurin heldur átti at lagt uppskot fyri tingið, ið lækkar stuðulin líðandi. Minnilutin vísir í hesum sambandi til skriv frá Føroya Fiskimannafelag.

 

2. viðgerð 8. desember 2005. §§ 1, 2 og 3 samtyktar 27-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 13. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 144 frá 15.12.2005