30  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 27 apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)   § 2, stk. 3, litra g verður orðað soleiðis:

“g. Postflutningur, sum er fevndur av § 3, stk. 4 ella § 4 í løgtingslóg um postvirksemi, hjá  Postverki Føroya ella P/f Postverki Føroya, í tann mun, teir ikki selja tænastur í kapping við vinnurekandi virki. Frítøkan fer úr gildi 31. desember 2008.”

 

2)  § 2, stk. 3, litra j verður orðað soleiðis:

“j. Banka-, sparikassa-, postgiro- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemið, umframt útleigan av bankaboksum.

 

3)  Í § 2, stk. 3, verður sum litra p sett: 

“p. Endurnýtsluhandil, har avlopið óskert verður nýtt til vælgerandi ella á annan hátt almannagagnlig endamál. Tað er ein fyritreyt, at handilin bert fevnir um brúktar vørur, sum fingnar eru ókeypis. Tað er somuleiðis ein fyritreyt, at tað bert starvast sjálvboðin og ólønt arbeiðsmegi við handlinum.”

 

4)  Í § 4, stk. 1 verður “20.000 kr.” broytt til: “30.000 kr.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar 

Í Føroyum og aðrastaðni eru endurnýtsluhandlar, har avlopið fer óskert til vælgerandi ella á annan hátt almannagagnlig endamál. Hesir handlar selja vørur, sum teir fáa ókeypis, og øll arbeiðs­megin í handlunum er sjálvboðin og ólønt.

 

Endamálið við hesum lógaruppskoti er at frítaka hesar handlar fyri avgjaldskyldu, soleiðis at slíkir endurnýtsluhandlar ikki skulu meirvirðisgjaldskrásetast.

 

Av tí at undantøk máa grundarlagið undan meirvirðisgjaldsskipanini, eiga undantøk ikki at verða gjørd í meirvirðisgjaldslógini, uttan so, at heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi. Í sambandi við meirvirðisgjaldslógina gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi viðvíkjandi vælgerandi endurnýtsluhandlum, ið virka undir omanfyri nevndu fyritreytum.

 

Í øðrum londum eru vælgerandi endurnýtsluhandlar, ið virka undir nevndu fortreytum, frítiknir avgjaldsskyldu, og tað verður mett órímiligt, at landskassin krevur avgjald av slíkum virk­semi, har allur vinningurin fer óskerdur til vælgerandi ella almannagagnlig endamál, og øll ar­beiðs­megin er sjálvboðin og ólønt.

 

Avgerandi fyri frítøkuna fyri meirvirðisgjaldskyldu hjá vælgerandi endurnýtsluhandlum er:

 

 

Løgtingið samtykti tann 14. mai 2005 løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/f Postverk Føroya. Síðani hetta uppskot varð samtykt, hava nógvir spurningar verið til mvg-frítøkuna í meirvirðisgjaldslógini. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar sær tí, við hesum lógaruppskotið, at skjóta upp, at meirvirðisgjaldsfrítøkan í galdandi lóg verður longd til 31. desember 2008. Hetta merkir, at postflutningur – líka mikið um virksemið verður rikið av landsstovni Postverki Føroya ella P/f Postverki Føroya – og tær vørur og tænastur, sum bæði koma undir einkarrættin at geva út frímerki og skyldur at tryggja postflutning av brøvum o.t. eftir lógini um postvirksemi, skulu verða frítikin fyri meirvirðisgjaldskyldu. Henda frítøkan er bert galdandi, um so er, at kapping við onnur virki ikki er á økinum. Sum marknaðurin er í dag, er kapping innan nøkur økir, og við at áseta í lógini, at Postverk Føroya bert skal verða frítikið fyri meirvirðisgjaldskyldu, har kapping ikki er, verður mett, at undantakið í broytingaruppskotinum ikki verður kappingaravlagandi.

 

Tó verður mælt til at nágreina virksemi, sum hevur við postgiro at gera. Við hesum uppskoti verður mælt til positivt at undantaka postgirovirksemi fyri meirvirðisgjaldskyldu.

 

Síðani meirvirðisgjaldslógin kom í gildi 1. januar 1993 hevur upphæddin, sum sigur, nær vinnuligt virksemi er skrásetingarskyldugt, verið kr. 20.000. Skotið verður upp, at upphæddin verður hækkað til kr. 30.000. Mett verður, at núgaldandi upphædd er ov lág, og at hon tí skapar óneyðuga umsiting hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Toll- og Skattstova Føroya vísir á, at tað eru serliga útróðrarbátar, ið liggja á markinum, og sum just koma upp um hesar 20.000 kr., ið skapa meirumsiting. Í nógvum førum eru hesir bátar ikki at meta sum vinnuligir og mælt verður tí til at fáa eina meiri hóskandi upphædd í meirvirðisgjaldslógina.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum 

Lógaruppskotið hevur lítlar og ongar fíggjarligar avleiðingar við sær. Ei heldur hevur lógaruppskotið fíggjarligar avleiðingar fyri kommunalar myndugleikar, fyri pláss/øki í landinum ella fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir.   

 

Lógaruppskotið fær lítlar og ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Lógaruppskotið fær ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir ella fyri kommunur.

 

Fyri landið/

landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar sam­felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar

avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar

avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Umhvørvisligar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun

til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

§ 1

 

Nr. 1

Í sambandi við, at Løgtingið hevur samtykt at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/f Postverk Føroya, verður mælt til at frítaka postvirksemi, herundir frímerkir, fyri meirvirðisgjaldskyldu. Bert tað virksemi, sum er fevnt av § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi, er undantikið meirvirðisgjaldskylduni. Tó skal  henda frítøka bert vera galdandi til 31. desember 2008. Tann 1. januar 2009 skal alt virksemi hjá postverkinum meirvirðisgjaldsskrásetast, og meirvirðisgjald skal krevjast av øllum vørum og tænastum hjá postverkinum.

 

Er virksemi hjá Postverki Føroya ella P/f Postverki Føroya í kapping við annað virksemi á økinum, skal tað virksemi hjá postverkinum, sum er í kapping, skrásetast, og meirvirðisgjald krevjast.

 

Nr. 2

Í sambandi við, at Løgtingið hevur samtykt at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/f. Postverk Føroya verður mælt til, at postgirovirksemi verður javmett við banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi.

 

Nr. 3

Við hesi lógarbroyting verður eitt nýtt undantak sett inn í § 2, stk. 3 í meirvirðisgjaldslógini. Endurnýtsluhandlar, har avlopið fer óskert til vælgerandi ella á annan hátt almannagagnlig endamál, skulu ikki meirvirðisgjaldsskrásetast. Tað er harafturat ein treyt, at endurnýtslu­handlarnir bert selja brúktar vørur, sum teir fáa ókeypis, og at øll arbeiðsmegin í handlunum er sjálvboðin og ólønt. Selur handilin ikki einans brúktar vørur, kann handilin ikki koma undir undantakið eftir lógini, men má skrásetast fyri alt virksemi.

 

Nr. 4

Søluupphæddin, sum treytar skrásetingarskyldu, hevur, síðani meirvirðisgjaldslógin kom í gildi 1. januar 1993, verið kr. 20.000. Við lógaruppskotinum verður mælt til, at upphæddin verður hækkað til kr. 30.000. 

 

§ 2

Mælt verður til at seta lógina í gildi 1. januar 2006. Mælt verður frá at seta hana í gildi við aftirvirkandi megi. Um ikki, so hevði stór umsiting verið av at rætta meirvirðisgjaldið hjá teimum, ið eru skrásett sambært galdandi lóg.

 

Skjal: Viðmerkingar frá Vinnumálaráðnum

1. viðgerð 15. november 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 7. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 15. november 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24. november og  5. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum og landstýrismannin í vinnumálum saman við postverksstjóranum.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein  meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kári P. Højgaard) heldur ikki, at talan eigur at verða um mvg-frítøku fyri serstakt felag, nevniliga Postverk Føroya, og nevndin heldur ikki, at tað ber til at geva einum serstakum felag mvg-frítøku, har talan er um øki, har kapping er. Sostatt kann bert verða talan um mvg-frítøku fyri postflutning, har avvarðandi felag er álagt flutningsskyldu.

 

Nevndin skilir lógina soleiðis, at meirviðisgjald verður ikki álagt flutningi av vørum her á landi, tá flutningurin fer fram beinleiðis til ella frá útlondum, og hevur hetta við sær, at bert pakkaflutningur innlendis verður álagt mvg. Soleiðis verður pakkaflutningur hjá postverkinum javnsettur við pakkaflutning hjá øðrum veitarum.

 

Eisini heldur nevndin, at mvg-frítøka eigur at verða, har líknandi tænasta/vøra uttanlands er frítikin.  Við hesum áliggur tað landsstýrismanninum at fylgja neyvt við, hvat okkara grannalond gera á hesum øki.  

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) § 2, stk. 3, litra g. verður orðað soleiðis:

”g. Postflutningur, sum er fevndur av løgtingslóg um postvirksemi § 3, stk. 4 og § 4, stk. 2, nr. 1 og 5. ”

 

Viðmerkingar:

Við hesum uppskoti verður tann parturin av virkseminum, sum er knýttur at postflutningi, ið er adresserað brøv og blindalestur, frítikin fyri mvg-skrásetingarskyldu og harvið eisini at krevja mvg av nevndu tænastum. Harumframt verða frímerki og virksemi í sambandi við at geva út frímerki undantikin mvg-skrásetingarskyldu og harvið mvg-frí við sølu. 

 

Soleiðis broytt mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen)  tekur undir við meirilutanum, men ynskir at tryggja, at mvg-frítøkan eigur at verða tikin upp aftur til viðgerðar um trý ár, og tí verður mvg-frítøkan bert galdandi í trý ár.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) § 2, stk. 3, litra g. verður orðað soleiðis:

”g. Postflutningur, sum er fevndur av løgtingslóg um postvirksemi § 3, stk. 4 og § 4, stk. 2, nr. 1 og 5. Frítøkan fer úr gildi 31. desember 2008” 

 

Soleiðis broytt mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. desember 2005. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen, til § 2 fall 10-0-22. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 32-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 149 frá 20.12.2005