31 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar bara lutvíst)
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 8. november, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn

 

 

Í løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn verða gjørdar hesar broytingar:

 

§ 1


1) § 14 verður orðað soleiðis: 

§ 14. Landið rindar fólkabókasøvnum studning til rakstur av góðkendari fíggjarætlan.

Stk. 2. Frá og við fíggjarárinum 2006 verður árliga studningsprosentið roknað í mun til játtaðu upphæddina á løgtingsfíggjarlógini, tó í mesta lagi 40% av góðkendu fíggjarætlanini.

 

Stk. 3. Studningurin verður útgoldin í fíggjarárinum sum eitt forskotsgjald og avroknaður endaliga við fíggjarárslok. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu studningur verður útgoldin og avroknaður.”

 

2) Kapittul IV um Meginbókasøvn verður strikaður.

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

Kapittul 1.

Almennar viðmerkingar:

Sum tað framgongur av frágreiðing til aðalorðaskiftis, framløgd á Løgtingið 16. november 2004, um ymsar stuðulsveitingar á mentanarøkinum, og av aðalorðaskiftinum um evnið á Løgtingið tann 23. november 2004, er neyðugt at gera broytingar í tí rakstrarstudningi, sum sbrt. galdandi bókasavnslóggávu verður latin kommunum til rakstur av fólkabókasøvnum. Undir aðalorðaskiftinum varð staðfest, at torført er at hava tamarhald á rakstrarútreiðslunum hjá bygdasøvnum og fólkabókasøvnum. Landsstýrismaðurin gjørdi tá greitt, at hann fór at koma við uppskotum, ið skuldu skipa studningsútgjaldið soleiðis, at altíð verður samsvar millum játtan og studning.

 

Sambært lógini um bókasøvn kapittul III hava fólkabókasøvn rætt til 60% í studningi til góðkendan rakstur sambært fíggjarætlan hjá viðkomandi fólkabókasavni. Landsbókasavnið umsitur studningsskipanirnar. Harumframt veitir landið 50% í studningi til bygging ella keyp av bókasavnshølum. Luttakandi kommunur rinda restina.

 

Fólkabókasøvn eru kommunalir stovnar, og tí verður mett, at meginreglan í framtíðini eigur at vera, at kommunurnar bera meginpartin av rakstrarútreiðslunum. Út frá hesum verður mælt til at lækka landskassastudningin soleiðis, at studningurin verður í mesta lagi 40% av rakstrarútreiðslunum og settur í mun til ta til eina og hvørja tíð galdandi fíggjarlóg.

 

Ásannast skal eisini, at spariatlit hjá landskassanum viga tungt í sambandi við uppskotið um at lækka studningin. 

 

Mentamálaráðið metir, at soleiðis sum føroyska undirstøðukervið støðugt broytist, eru fortreytirnar fyri skipanini við meginbókasøvnum munandi broyttar. Hóast hugskotið við meginbókasøvnum í grundregluni var gott, hevði verið talan um kostnaðarmikla skipan fyri landskassan, um skipanin varð sett í verk. Mælt verður tí til at strika kapittul IV um meginbókasøvn. Uppskotið um at strika ásetingarnar um meginbókasøvn er eisini grundað á ynski um at hava tamarhald á kostnaðarstøðinum á bókasavnsøkinum sum heild.

 

Eingi meginbókasøvn eru enn sett á stovn, hóast áhugi hevur verið hjá ávísum kommunum. Hetta, at ásetingin um meginbókasøvn verður strikað, kann sum frálíður, elva til størri trýst á Landsbókasavnið. Bókastovan sbrt. § 21 í bókasavnlógini eigur tí at fáast at virka.

 

Uppskotið snýr seg bert um at lækka studningin til fólkabókasøvn. Studningurin til skúlabókasøvn sbrt. § 19 verður sostatt óbroyttur, tvs. 60% av útreiðslum til undirvísingartilfar og –amboð.

 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Føroya Landsbókasavnið, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya.

 

Landsbókavørðurin mælir frá, at hesar broytingar í lógaruppskotinum verða gjørdar, sí hjálagda svar, dagfest 2 november 2005.

 

Føroya Kommunufelag tekur undir við einum greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunu, og at gjald og vald eru samanfallandi. Men kommunufelagið heldur ikki, at uppskotið gevur greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti. Føroya Kommunufelag mótmælir, at uppskotið verður lagt fyri tingið, og heldur, at samráðingar eiga at vera millum Mentamálaráðið og kommunurnar, um ynski er um broytingar. Sí bræv, dagfest 1 november 2005.

 

Kommunusamskipan Føroya hevur boðað frá, at hoyringarsvarið kemur 11. november í ár, og verður hetta sent Løgtinginum.

 

Kapittul 2.

Avleiðingarnar av uppskotinum

 

1) Uppskotið fær fíggjarligar avleiðingar fyri bæði land og kommunur.

Av tí at rakstrarstudningurin úr landskassanum verður lækkaður, verður fíggjarligi parturin hjá kommunum av rakstrarútreiðslunum størri, um kommunalu bókasøvnini skulu varðveita verandi virksemi. 

2) Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

3) Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

4) Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri umhvørvið.

5) Uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar, ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

6) Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

 Ja

 Ja

 Nei

 Nei

 Nei

Umsitingarligar avleiðingar

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

 Nei

 

 

 

Kapittul 3.

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

1) § 14 verður orðað av nýggjum. Galdandi ásetingar kunnu hava við sær, at samsvar ikki er millum játtan á løgtingsfíggjarlógini og ta upphædd, ið eigur at verða goldin út sbrt. lógini. Broytingin gevur eina liðiligari skipan, ið fer at tryggja, at samsvar altíð verður millum ta samlaðu studningsupphæddina, ið Løgtingið árliga játtar, og ta upphædd, ið goldin verður kommununum.

Broytingin merkir ítøkiliga, at rakstrarstudningurin frá og við 2006 lækkar. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 er metta lækkingin umleið 1,5 mió. kr. í mun til játtanina í 2005.

Studningurin verður útgoldin sum forskotsgjald við ársbyrjan og avroknaður við fíggjarárslok. Ásett verður, at landsstýrismaðurin ásetir mannagongdir o.a. við serligum atliti til, hvussu studningurin verður útgoldin og avroknaður. Serliga verður hugsað um freistir fyri innlating av umsóknum um studning, fíggjarætlanir og roknskapir, og málsviðgerðina á Landsbókasavninum í hesum sambandi.   

2) Sambært broytingini verður ásetingin, ið heimilar stovnseting av meginbókasøvnum, strikað. Samfelagið er nógv broytt, og fortreytirnar fyri skipanini við meginbókasøvnum eru so nógv broyttar, at mett verður, at bókasavnsøkið kann verða meginbókasøvnini fyri uttan. Eisini kann ætlaða bókastovan røkja uppgávur, ið annars vóru ætlaðar at vera hjá meginbókasøvnum.

 

Til § 2

Vanlig áseting um gildiskomu.

Skjøl:
Skjal 1: Hoyringarsvar frá Føroya Landsbókasavni, dagfest 2. november 2005
Skjal 2: Hoyringarsvar frá Føroya Kommunufelag, dagfest 1. november 2005
Skjal 3: Hoyringarsvar frá Kommunusamskipan Føroya, dagfest 11. november 2005

1. viðgerð 22. november 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 7. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 22. november 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum saman við landsbókavørðinum, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Marjus Dam, John Johannessen, og Olav Enomoto) vísir á, at Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava á fundi við nevndina givið til kennar, at tey eru sinnað at fara í samráðingar við landsstýrið um yvirtøku av fólka- og skúlabókasøvnunum, um pengar fylgja við frá landi til kommunur. Meirilutin er samdur um, at hetta er eitt gott hugskot, og heldur, at landsstýrismaðurin eigur at taka hesar samráðingar upp sum liður í at fáa greiðari býtið millum land og kommunur.

 

Undir nevndarviðgerðini varð gjørt vart við, at greinarnar 13 og 21 eiga at verða broyttar sum avleiðing av, at  kapittulin um meginbókasøvn verður strikaður. Í § 13, stk. 3 er ásett, at har meginbókasavn er, hevur tað eftirlit við fólkabókasøvnum í økinum, og veitir ráð og leiðbeining. Har einki meginbókasavn er, áliggur hetta landsbókasavninum. Av tí at ásetingarnar um meginbókasøvn verða strikaðar, verður skotið upp, at henda skyldan frameftir bert skal áliggja landsbókasavninum. Í § 21, stk. 1 nr. 3 er ásett, at bókastovan skal samskipa keypið av bókum og øðrum tilfari til m.a. meginbókasøvnini. Meirilutin skjýtur upp at strika hesa áseting.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) § 13, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Landsbókasavnið hevur eftirlit við fólkabókasøvnunum og veitir ráð og leiðbeining.”

2) Í § 21, stk. 1, nr. 1 verður orðið “megin-,” strikað.

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Minnilutin í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) heldur tað vera óheppið at koma við slíkum uppskotum í endanum av árinum, eftir at kommunurnar hava lagt fíggjarætlan fyri komandi ár. Í staðin fyri at skunda málið ígjøgnum nú, eigur landsstýrismaðurin at brúka tað neyðugu tíðina til at fáa økið útgreinað saman við kommununum, og síðani koma í Løgtingið við eini heildarætlan fyri fólka- og skúlabókasøvn. Hetta samsvarar eisini við tað, sum bæði Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag vístu á í nevndini, har tey átalaðu framferðina í málinum. Tey vóru av teirri áskoðan, at landsstýrismaðurin átti at tikið málið aftur, og at samráðingar síðani áttu at farið í gongd um yvirtøku av økinum og um leistin fyri yvirtøkuni.

 

Landsstýrismaðurin nevnir í grundgevingunum, at spariatlit hjá landskassanum viga tungt í sambandi við uppskotið um at lækka studningin. Minnilutin metir, at tað er burturvið at niðurraðfesta mentanarøkið í eini tíð, har vit halda, at ein mentanarlig dubbing hevði verið tað rættasta at gjørt. Skulu vit gera okkum vónir um at klára okkum í einum altjóðagjørdum heimi, er eftir okkara tykki neyðugt at styrkja mentanina, heldur enn at niðurlaga hana.

 

Minnilutin heldur eisini, at tað er sera óheppið at strika kappitulin um meginbókasøvn, áðrenn tað í veruleikanum hevur fingið nakran møguleika at standa sína roynd, meðan spurningurin um talið av meginbókasøvnum møguliga eigur at endurskoðast.

 

Minnilutin mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. desember 2005. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto til §§ 13 og 21 samtykt 19-0-12. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-9. Málið avgreitt.

Ll.nr. 148 frá 20.12.2005