45  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð
F. Broytingaruppskot
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 18. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin) 


 

§ 1

 

Í ”Lov for Færøerne om offentlig forsorg, jf. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg”, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 11. november 2004, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)   Í § 16, stk. 4 verður: ”Landsstyrets Socialforvaltning (Almannastovan)” broytt til:

”Landsstýrismaðurin”

 

2) § 17, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2 Almannastovan kann játta stuðulsfólk til heimabúgvandi børn við serligum tørvi, orsakað av sálarligum ella likamligum breki.”

 

3)   Aftaná § 32 b verður sett:

“§ 32 c. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn verður stovnsett til børn undir 18 ár, sum tørva stuðulsfólk vegna virkistarn, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndari sjúku.

     Stk. 2. Almannastovan umsitur Stuðulsfólkaskipanina fyri børn.

     Stk. 3 . Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:

1)   hvussu skipanin skal virka, og hvør kann nýta skipanina

2)   hvørji stuðulstiltøk eru fevnd av skipanini.“

 

4) Aftaná § 32 c verður sett:

§ 32 d. Tá ið ivamál er, um barn er fevnt av § 5 í dagstovnalógini, ella um Almannastovan skal veita barni tilboð sambært hesi lóg, tekur Almannastovan avgerð eftir tilmæli frá óheftari nevnd, mannað við 3 serfrøðingum.

Stk. 2. Áðrenn nevndin ger tilmæli, skulu foreldur ella verji hjá barninum hoyrast.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvør skal manna nevndina og um virksemi hjá nevndini.” 

 

5)  § 33, stk. 5 verður í 1. pkt. eftir “og afgørelser truffet af landsstyrets Socialforvaltning” sett: “og Heimarøktini og Serforsorgini” 

 

§ 2

 

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

Stk. 2. § 1, nr. 2  fer úr gildi 1. juni 2006.

 

 

Kap. 1.  Almennar viðmerkingar

 

Stuðulsfólkaskipan fyri børn

Verandi heimild hjá Almannastovuni í § 17, stk. 2 í forsorgarlógini til at játta stuðulsfólk til heimabúgvandi børn við serligum tørvi vegna sálarligt ella likamligt brek fer úr gildi 31. desember 2005. Um einki verður gjørt, verður eingin heimild til at veita stuðulsfólk til hesi børnini.

 

Heimildin í § 17, stk. 2 varð í 2003 sett í forsorgarlógina fyri at veita heimild fyri eini skipan, ið hevði virkað í fleiri ár. Heimildin var tíðaravmarkað, soleiðis at hetta tíðarskeiðið skuldi nýtast til at kanna nærri, hvussu skipanin frameftir skuldi vera.

 

Eftir verandi heimild verða stuðulsfólk til einstaka barnið játtað sum ein lógarbundin útreiðsla. Landsgrannskoðanin hevur gjørt vart við, at sambært játtanarskipanini kunnu lønarútreiðslur ikki veitast sum lógarbundin játtan. 

 

Lógaruppskotið hevur sostatt til endamáls at seta á stovn eina stuðulsskipan fyri børn, ið verður eitt sjálvstøðugt rakstrarstað við egnari játtan, eins og Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin, og ikki ein lógarbundin játtan sum áður. Almannastovan skal umsita Stuðulsfólkaskipanina fyri børn.

 

At játtanin nú verður løgd um til eina rakstrarjáttan ger, at tað verður møguligt at hava betri tamarhald á útreiðslunum. Eitt nú ber til at samskipa virksemið betur enn áður, m.a. við at bera so í bandi, at stuðulsfólkini verða stuðlar hjá fleiri enn einum barni, har hetta er ráðiligt, og at fáa avloysarar til stuðulsfólk. Hinvegin er ikki ætlanin at tilluta færri stuðulsfólk til tey børnini, ið eru bundin av stuðulsfólki.

 

Í verandi skipan rindar landið stuðulsfólk til øll børn, ið hava tørv á stuðli, hetta er uttan mun til, um stuðulsfólkið er sett sambært barnaforsorgarlógini ella forsorgarlógini, og uttan mun til aldurin á børnum.

 

Frá 1. januar 2006 verða børn undir barnaforsorg ein kommunal ábyrgd, og tískil skal kommunan rinda fyri hesi stuðulsfólk.

 

Harumframt arbeiðir landsstýrismaðurin við at broyta § 5 í dagstovnalógini soleiðis, at øll børn, eisini tey, ið hava serligan tørv, skulu hava møguleika fyri at koma í kommunala ansing og fáa tilboð um somu námsfrøðiligu menning og ansing, sum onnur børn. Hetta tilboðið er ein útreiðsla hjá kommununum. Broytingaruppskotið til § 5 í dagstovnalógini verður lagt fyri Løgtingið, samstundis sum hetta uppskotið.

 

Sambært hesum uppskoti skal Stuðulsfólkaskipanin fyri børn bert veita stuðul í teimum førum, har tørvurin á ansing, umlætting o.a. ikki kann nøktast við verandi tilboðum í dagstovnalógini ella við stovnstilboðum sambært forsorgarlógini umframt í teimum førum, tá barnið hevur tørv á stuðulsfólki uttan fyri dagstovnatíð.

 

Í dag umsita og játta Tórshavnar og Klaksvíkar kommunur stuðulsfólk til børn, meðan Almannastovan rindar fyri hesi yvir § 17, stk. 2 í forsorgarlógini. Ætlanin við hesum lógaruppskoti er at menna og effektivisera umsitingina av hesum øki. Fyri at vald og gjald skulu fylgjast, er ætlanin at savna alla umsitingina av stuðulsfólkum til børn við serligum tørvi vegna sálarligt ella likamligt brek á Almannastovuni.

 

Tær stuðulsfólkaskipanir, ið kommunurnar hava sett á stovn, og landið rindar lønarútreiðslur til, og harvið tey tilboð, sum við heimild í galdandi lóg eru til børn við serligum tørvi vegna sálarligt ella likamligt brek, eiga sjálvsagt ikki at detta niðurfyri orsakað av lógarbroytingini. Ein av fyritreytunum fyri, at broytingin kann verða framd, er, at landsmyndugleikarnir saman við kommununum kunnu semjast um eina skiftisskipan. Metast má um, hvønn tørv hvørt einstakt barn hevur, og hvør skal veita hetta tilboð, land ella kommuna, eftir 1. januar 2006.

 

Markamót til aðra lóggávu

Komandi stuðulstilboð til børn við serligum tørvi sambært forsorgarlógini hevur markamót bæði til dagstovnalógina og til barnaverndarlógina.

 

Forsorgarlógin, og tí eisini Stuðulsfólkaskipanin fyri børn, umfatar børn undir 18 ár, sum tørva stuðulsfólk vegna virkistarn, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndari sjúku. Barnaverndarlógin fevnir hinvegin um børn við psykososialum trupulleikum, meðan dagstovnalógin skal fevna um øll børn, ið hava tørv á ansing, eisini tey við serligum tørvi, hvørt hesi eru fevnd av forsorgarlógini ella barnaverndarlógini.

 

Hetta verður lýst nærri niðanfyri.

 

Dagstovnalógin (markamót millum dagstovnalógina og forsorgarlógina):

Broytingin í § 5 í dagstovnalógini skilir millum hugtøkini:

1.      børn við serligum tørvi, ið kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar

2.      børn við heilt serligum tørvi, ið ikki kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar

 

Í dag eru stuðulsfólkini hjá teimum børnum, ið hava ein serligan tørv, og sum kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanunum, sett til hvørt einstakt barn. Ætlanin við hesum lógaruppskotinum er, at tey fólkini, sum skulu vera um hetta barnið, verða sett í starv á dagstovninum og tí koma við í starvsfólkanormeringina á stovninum og undir leiðslu av dagstovnaleiðaranum.  

 

Tey børn, sum kunnu hugsast at hava serligan tørv, og sum kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar, eru børn, ið hava lættari sosialar- og tilknýtingartrupulleikar, og sum kunnu hjálpast við eitt sindur av stimbran í gerandisdegnum. (Hesi børnini eru fevnd av barnaverndarlógini.) Børn, fevnd av forsorgarlógini, og sum millum annað hava niðursetta hoyrn, inkontinens, sukursjúku, ovurviðkvæmi, Down syndrom, kropslig- og sálarlig brek, kunnu hugsast at vera væl egnað at verða ansað í kommunalu ansingarskipanunum og tí rindað av kommununum

 

Tey børnini, ið hava ein heilt serligan tørv, og sum ikki kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar eru t.d. fjølbrekað børn og ávísir autistar. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn og stovnstilboð sambært forsorgarlógini eru ætlað hesum børnunum.

 

Harumframt er Stuðulsfólkaskipanin fyri børn ætlað teimum børnunum, ið kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar, men sum harumframt hava tørv á stuðulsfólki ella umlætting uttan fyri dagstovnatíð. Hetta kann t.d. vera børn, ið ikki sova um náttina og sum mugu hava náttarvakt.  

 

Barnaverndarlógin (markamót millum barnaverndarlógina og forsorgarlógina):

Í dag rindar landið fyri øll stuðulsfólk til børn, hvørt hesi eru sett sambært forsorgarlógini ella barnaverndarlógini.

 

Eftir 1. januar 2006 kemur nýggj barnaverndarlóg í gildi, og sambært nýggju barnaverndarlógini verða tað kommunurnar, ið skulu rinda fyri stuðulsfólk til børn, fevnd av barnaverndarlógini. Hetta er eisini galdandi, tá eitt barn, fevnt av barnaverndarlógini, hevur tørv á stuðulsfólki uttan fyri dagstovnatíð. Tó hevur landið ábyrgdina fyri at veita barni, fevnt av barnaverndarlógini, stovnstilboð.

 

Barnaverndarlógin fevnir um børn, ið kunnu hava psykososialar trupulleikar. Hesi børn kunnu hava álvarsligar atferðar- og tilknýtingartrupulleikar og ólag í kensluligu- og sosialu menningini.

 

Avgerðarmyndugleikin

Óvissa kann lættliga stinga seg upp um, hvørja lóg eitt barn er fevnt av, og hvørji tilboð eru best egnað til júst hetta barnið. 

 

Tað er torført frammanundan at taka dagar ímillum, hvørt eitt barn er fevnt av forsorgarlógini ella barnaverndarlógini, og harafturat hvørt eitt barn vil  vera fevnt av dagstovnalógini.

 

Barn við serligum tørvi verður í flestu førum kannað hjá serkønum fólki á Sernámsdeplinum, hetta kann vera annaðhvørt fyisioterapeutur, sálarfrøðingur, psykiatari e.l., umframt at bæði kommunulækni og heilsufrøðingur óivað eisini kenna barnið. Tess yngri barnið er, verri er hjá serkunnleikanum at gera eina sjúkugreining, men serkunnleikin fer tó at hava eina meting av, hvørji tilboð kunnu hugsast at vera best egnað til júst hetta barnið.

 

Í teimum førum, har ivi stingur seg upp, fer ivin helst at snúgva seg um, hvørt eitt barn hevur ein so serligan tørv ella brek, at hetta barnið verður fevnt av forsorgarlógini, og tí skal hava tilboð um stuðulsfólk frá Stuðulfólkaskipanini fyri børn, sum landið hevur ábyrgdina av.

 

Er ivamál um eitt barn skal á dagstovn, ella um barnið skal hava stuðulsfólk sambært forsorgarlógini, skal málið sendast til Almannstovuna, ið tekur avgerð eftir tilmæli frá óheftari fakligari nevnd. Nevndin verður mannað við 3 serfrøðingum. Hesir serfrøðingar kunnu vera t.d. barnalækni, barnapsykiatari, heilsufrøðingur, námsfrøðingur, fysioterapeutur e.l.

 

Foreldur ella verji hjá barninum skal hoyrast, áðrenn nevndin ger tilmæli.

 

Avgerð verður sostatt tikin sambært forsorgarlógini og kann avgerðin tí kærast til Kærunevndina í almannamálum. Verður avgerð ikki tikin sambært forsorgarlógini, skal avgerðin kærast til landsstýrismannin. Mett verður, at Kærunevndin í almannamálum hevur betri førleika at meta um eina tílíka avgerð, enn umsitingin hjá landsstýrismanninum hevur umframt, at Kærunevndin í almannamálum eisini er mannað við óheftum fakfólki.

 

Stuðulsfólkaøkið fyri børn í dagstovnaaldri kemur tó óivað, bæði við tíðini og við praktiskum royndum, at finna eina legu.
 

Aðrar broytingar

Tvær fyrisitingarligar broytingar eru eisini við í hesum lógaruppskotinum - í ávikavist § 16 og § 33. Harumframt verður verandi heimild í § 17, stk. 2 longd til 1. juni 2006.

 

Eftirlitsmyndugleiki

Serforsorgin varð tann 1. juli 1998 flutt fyrisitingarliga frá Almannastovuni til Almanna- og heilsumálastýrið, nú Almanna- og heilsumálaráðið. Serforsorgin er nú ein partur av stovninum Heimarøktin og Serforsorgin.

 

Í hesum sambandi er neyðugt at broyta § 16, stk. 4 í forsorgarlógini, av tí at greinin vísir til skeivan myndugleika. Í § 16, stk. 4 verður eftirlitsmyndugleikin broyttur frá ”landsstyrets socialforvaltning” til ”Landsstýrismannin”. Ætlanin er, at landsstýrismaðurin skal útdelegera sína heimild til Heimarøktina og Serforsorgina. Tað er ikki neyðugt at nevna stovnin í lógini. Landsstýrismaðurin er endaligi fyrisitingarligi myndugleiki á økinum og hevur heimild til at útdelegera sína heimild til ein myndugleika undir sær.

 

Kærumyndugleiki

Við heimild í § 33, stk. 6 í forsorgarlógini kunnu avgerðir, tiknar av Almannastovuni, kærast til Kærunevndina í almannamálum. Hetta er eisini staðfest í § 1, nr. 1 í ”Løgtingslóg nr. 47 frá 23 mars 1993 um kærunevnd í almannamálum”.

 

Av tí at Serforsorgin fyrisitingarliga er flutt frá Almannastovuni til Heimarøktina og Serforsorgina, verða somu avgerðir, ið fyrr vórðu tiknar av Almannastovuni, nú tiknar av Heimarøktini og Serforsorgini. Hesar avgerðir kunnu ikki kærast til Kærunevndina í almannamálum, men bert til landsstýrismannin. Hetta grundað á § 33, stk. 5 í forsorgarlógini, har tað bert er ásett, at avgerðir, tiknar av “landsstyrets socialforvaltning (Almannastovuni), kunnu kærast til landsstyret (síðani er samtykt at flyta kærumyndugleikan frá landsstýrismanninum til Kærunevndina í almannamálum).

 

Skotið verður tískil upp at broyta forsorgarlógina § 33, stk. 5 soleiðis, at eisini avgerðir sambært forsorgarlógini, tiknar av Heimarøktini og Serforsorgini, kunnu kærast til Kærunevndina í almannamálum.

 

Talið av kærum um avgerðir, tiknar av Heimarøktini og Serforsorgini, ið eru kærdar til landsstýrismannin, hevur ikki verið stórt. Frá 1998 og higartil í ár hava verið tilsamans 8 kærur. Tá talan er um kærur um avgerðir um stuðulsfólk fyri vaksin, er talan ikki um eitt nýtt øki fyri Føroya Kærustovn við tað, at Kærunevndin í almannamálum var kærumyndugleiki, tá økið fram til 2003 lá undir Almannastovuni. Játtanin til Føroya Kærustovn lækkaði ikki, tá umsitingin av stuðulsfólkaskipanini varð flutt frá Almannastovuni til Heimarøktina og Serforsorgina.

 

Verandi heimild í § 17, stk. 2

Tað verður mett skilabest at lata tað vera upp til kommunurnar sjálvar at avgera, hvussu dagstovnaøkið skal skipast og samskipast, eftir at hesar yvirtaka ábyrgdina fyri børnum við serligum tørvi, ið kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar. Fyri at hetta kann lata seg gera, verður neyðugt at siga verandi stuðulsfólkum úr starvi.

Verandi heimild í § 17, stk. 2 til at seta stuðulsfólk má sostatt leingjast soleiðis, at heimild verður fyri at rinda stuðulsfólkunum løn í uppsagnartíðini. Uppsagnartíðin hjá verandi stuðulsfólkum eru millum 1 og 4 mánaðir.
 

Ummæli

 

Uppskotið til broyting í forsorgarlógini hevur verið til hoyringar hjá:

 

Føroya Pedagogfelag, Almannastovuni, Føroya Kærustovni, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Mentamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Javna, MBF og Ráðnum fyri Brekað.

 

Hoyringssvar er komið frá:

 

Føroya Pedagogfelag, Almannastovuni, Føroya Kærustovni, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Mentamálaráðnum og Javna.

 

Í Hoyringssvarinum sigur Føroya Pedagogfelag,  at felagið ikki kann taka undir við uppskotinum av somu orsøk, sum felagið ikki kann taka undir við broytingini í dagstovnalógini. Grundgeving felagsins er, at felagið ikki hevur verið við í fyrireikingarbeiðnum til lógirnar, og at hetta er brot á avtalu millum Føroya Landsstýri og  Føroya Pedagogfelag.

 

Mentamálaráðið metir tað vera alneyðugt at fáa staðfest, hvussu eitt vælvirkandi samstarv millum Mentamálaráðið og Almanna- og heilsumálaráðið um hesi børn skal skipast, og at neyðugt verður at seta fleiri fólk á Sernámsdeplinum.

 

Føroya Kærustovnur vísir m.a. á, at neyðugt er at broyta ávísar kunngerðir samsvarandi broytingini í § 33, stk. 5.

 

Javni heitir á Almanna- og heilsumálaráðið um at taka øll neyðug atlit soleiðis, at tørvurin hjá barninum verður aðaltátturin í teimum broytingum, ið verða framdar í Stuðulsfólkaskipanini fyri børn. Harumframt mælir Javni frá at seta broytingaruppskotini til forsorgarlógina og dagstovnalógina í gildi við so stuttum skotbráði. Uppskotini leggja upp til víðfevndar broytingar, sum krevja gjølla viðgerð og neyva fyrireiking.

 

Føroya Kommunufelag mælir til at leingja heimildina í § 17, stk. 2 í eitt ár, og at Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið  saman við kommunufeløgunum og MBF halda áfram við arbeiðnum at gera eina heildarætlan fyri sernámsfrøðiliga økið í Føroyum.

 

Harumframt verða ymiskir spurningar settir í hoyringssvarunum, sum Almanna- og heilsumálaráðið hevur tikið støðu til.

 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Umsitingarligar avleiðingar:

Sambært § 32 c skal stuðulsfólkaskipanin til børn broytast til eina rakstrarjáttan, ið Almannastovan skal umsita.

 

Økið, sum nýggja stuðulsfólkaskipanin fyri børn skal umsita, verður nakað minni enn núverandi stuðulsfólkaøkið fyri børn, men tað fer at krevja meira av Almannastovuni at umsita eina stuðulsfólkaskipan fyri børn í mun til eina skipan við lógarbundnum stakveitingum, har atlitið einvíst er at tryggja umsøkjaranum eitt tilboð í samsvari við lógartekstin.

 

Almannastovan skal nýta størri umsitingarliga orku til at samskipa og betra stuðulstilboðini, harumframt fara krøvini um ráðgeving, skipan av arbeiðinum og samskipan av tiltøkunum eisini at vaksa, tá ein stuðulsfólkaskipan verður stovnað.

 

Í dag umsita Tórshavnar- og Klaksvíkar kommunur stuðulsfólk til børn við serligum tørvi í hesum kommunum, meðan landið rindar fyri hesar stuðlarnar.

 

Við hesum lógaruppskotinum kemur Almannastovan at umsita stuðulsfólkaøkið hjá Tórshavnar- og Klaksvíkar kommunum, tá talan er um børn við heilt serligum tørvi, ið ikki kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar, og fyri børn, ið hava tørv á stuðulsfólki uttan fyri dagstovnatíð.

 

Men harafturímóti fevnir stuðulsfólkaskipanin fyri børn við serligum tørvi ikki um tey børnini, sum hava ein serligan tørv, men sum kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar.

 

Við tað at kommunurnar fáa ábyrgdina fyri børnum við serligum tørvi, sum kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipanirnar, skulu kommunurnar væntandi seta fleiri starvsfólk í ansingarskipanirnar.

 

Mett verður ikki, at broytingarnar í § 16 hava umsitingarligar avleiðingar við sær.

 

Broytingin í § 33, stk. 5 hevur umsitingarligar avleiðingar fyri Føroya Kærustovn og Kærunevndina í almannamálum, ið nú eisini skal viðgera kærur um avgerðir, tiknar av Heimarøktini og Serforsorgini.

 

Umhvørvisligar avleiðingar:

Lógaruppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar:

Lógaruppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

 

Sosialar avleiðingar:

Tað kann føra til sosialar avleiðingar at gera Stuðulsfólkaskipanina fyri børn um til eina rakstrarjáttan. At gera skipanina um til eina rakstrarjáttan gevur møguleika fyri at skipa og samskipa arbeiðið øðrvísi, enn gjørt verður í dag, og soleiðis gagnnýta orkuna betur. Tvs. at møguleiki verður fyri, at eitt stuðulsfólk verður til meira enn eitt barn, og at eitt barn kann hava meira enn eitt stuðulsfólk - alt eftir tørvi.

 

At leggja játtanina til stuðulsfólk um frá einari lógarbundnari játtan til eina rakstrarjáttan, leggur stóra ábyrgd yvir á umsitingina. Samsvarar játtanin hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn ikki til tørvin, kann hetta hava sosialar avleiðingar fyri bæði børn og foreldur teirra.

 

Broytingarnar í §16 og § 33 hava ikki sosialar avleiðingar við sær.

 

Fíggjarligar avleiðingar:

§ 32 c verður frameftir heimildin til at játta stuðulsfólk til heimabúgvandi børn. Metingin av lønum til stuðulsfólk fyri 2005 er upp á uml. 29,5 mió. kr. Ein uppgerð frá Almannastovuni vísir, at uml. 12,7 mió. kr. eru nýttar til stuðulsfólk í kommunalari ansing, og umleið 16,8 mió. kr. til løn til stuðulsfólk undir Almannastovuni. Harafturat verður raksturin í 2006 mettur til umleið 0,5 mió. kr. Rakstrarútreiðslur er m.a. útreiðslur til ferðing og aðrar útreiðslur, ið stuðulsfólkini hava sum liður í arbeiðinum. Mælt verður tí til at flyta umleið 17,3 mió. kr. frá § 17 til eina rakstrarjáttan, sum Almannastovan umsitur.

 

Tað er torført at meta um, hvussu nógva arbeiðsorku Stuðulsfólkaskipanin fyri børn fer at krevja. Um Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin verður nýtt sum grundarlag fyri at meta um starvsfólkaorkuna til hesa uppgávu, verður roknað við, at umleið 4 starvsfólk skulu nýtast. Talið av brúkarum er umleið tað sama.

 

4 starvsfólk kann tykjast nakað nógv at byrja við, so ein loysn kundi verið at byrja við færri starvsfólkum, og um møguleiki verður fyri rasjonaliseringum á økinum, kann spardi peningurin nýtast til at seta fleiri fólk.

 

Tí verður byrjað við at nýta umleið 900 tkr. í 2006 til endamálið. Hetta samsvarar við uml. 2 ½ starvsfólk og er ein uppraðfesting í mun til støðuna í dag. Í dag hevur Almannastovan eitt starvsfólk til at umsita stuðulsfólk til børn. Hetta starvsfólkið er fevnt av teimum 900 tkr. Tað vil siga, at netto verður hetta ein uppnormering við umleið 1½ starvsfólki.

 

Eykaútreiðslurnar eru settar upp her:

Mett eykaútreiðsla                   tkr. (2005-støðið)

Viðmerking

 

 

§ 32C

+16.800

+500

+900

Flutt frá §17

Rakstur

Starvsfólkaútreiðslurnar


§17

-16.800

-500

Flutt til stuðulsfólkaskipanina fyri børn Rakstrarjáttan

Í alt

+900

 

 

Kommunurnar hava gjørt greitt, at tær ikki ynskja at yvirtaka verandi stuðulsfólk. Heldur ynskja tær at hava ávirkan á, hvørji starvsfólk skulu setast á dagstovnunum. Hetta merkir so, at Almannastovan má siga verandi stuðulsfólkum úr starvi, um so er, at hetta lógaruppskotið verður samtykt. Grundgevingin fyri at leingja verandi heimild í § 17, stk. 2 er, at stuðulsfólkini hava rætt til løn í uppsagnartíðini.

 

Útreiðslur av at leingja heimildina í §17, stk. 2 til at seta stuðulsfólk kunnu koma upp á 1.335 tkr., um uppsagnirnar verða framdar í seinasta lagi 1. januar 2006, og um stuðulsfólkini ikki verða sett í starv aftur hjá  kommunum, og tí skulu hava fulla løn í uppsagnartíðin.

 

Tað er torført at meta um útreiðsluna til nevndina, ið skal taka avgerð í ivamálum. Talan verður neyvan um serliga nógv mál, og møguliga kunnu serfrøðingarnir í nevndini gera hetta arbeiðið sum ein liður í sínum vanliga arbeiði. Um tørvur verður á at geva limunum samsýning, átti tað verið gjørligt at rinda samsýningina yvir raksturin á Almannastovuni.

 

Broytingin í § 33, stk. 6 hevur við sær, at Kærunevndin í almannamálum verður kærumyndugleiki viðvíkjandi avgerðum, tiknar av Heimarøktini og Serforsorgini. Av tí at talan er um fá mál (8 mál frá 1998 og higartil í ár), verður mett, at henda broytingin ikki hevur fíggjarligar avleiðingar fyri Føroya Kærustovn og heldur ikki fyri Kærunevndina í almannamálum.  


 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nej

Nei

Nei

Nej

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

 

Ad 1.) Í § 16, stk. 4 verður orðið ”Landsstyrets Socialforvaltning  (Almannastovan)” broytt til ”Landsstýrismaðurin”. Broytingin er grundað á, at stovnar sambært § 16 fyrst og fremst liggja undir Serforsorgini, og tí er ikki rætt bert at vísa til Almannastovuna. Mett verður greiðast bert at vísa til landsstýrismannin, tí landsstýrismaðurin er evsti fyrisitingarligi myndugleiki á forsorgarøkinum, og hann kann altíð leggja uppgávur til stovnar undir sær, uttan at hetta krevur broyting í lóg.  

 

Ad 2.)  Heimildin í verandi lóggávu, sum fer úr gildi 31. desember 2005, verður longd til 1. juni 2006. Henda heimildin skal bert nýtast til at veita teimum stuðulsfólkum, ið verða søgd úr starvi, løn í uppsagnartíðini. Almannastovan skal ikki nýta hesa heimild til at seta fleiri stuðulsfólk.

 

Ad 3.)  §32 c. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn.

Almannastovan umsitur stuðulsfólkaskipanina, sum verður stovnsett til børn undir 18 ár, ið hava tørv á stuðulsfólki vegna virkistarn, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndari sjúku.

 

Stuðulsfólkaskipanin fevnir um børn, ið ikki kunnu fáa nøktandi tilboð um ansing, umlætting o.l. frá verandi dag- og serstovnum. T.e. at verandi tilboð fyrst skulu kannast í mun til støðuna hjá einstaka barninum, áðrenn játtan kann gevast eftir hesi heimild. Tá tilboð skal veitast barni við serligum tørvi, skal tilboðið ikki veitast við støði í møguligari diagnosu hjá barninum, men tilboðið skal altíð veitast út frá einstaka tørvinum hjá júst hesum barninum.

 

Í sambandi við stovnsetan av stuðulsfólkakipanini fyri børn má havast í huga, at verandi skipan ikki má detta niðurfyri, soleiðis at lógarbroytingin hevur ta avleiðing, at einki tilboð er í styttri ella longri tíð. Her verður tí m.a. hugsað um, at avtalur eiga at verða gjørdar millum land og kommunur. Eisini kann hugsast annar háttur at fremja hetta skiftið uppá, men avgerandi er, at tilboðið til hesi børn ikki verður burtur í styttri ella longri tíð, bara orsakað av lógarbroytingini.

 

Sambært § 32 c, stk. 3 ásetur landsstýrismaðurin nærri reglur í kunngerð, hvussu stuðulsfólkaskipanin skal virka, og hvør kann nýta skipanina. Eisini verður nærri ásett, hvørji stuðulstiltøk eru fevnd av stuðulsfólkaskipanini fyri børn.

 

Reglur um, hvussu stuðulsfólkaskipanin skal virka, og hvør kann nýta skipanina, eru t.d. reglur um viðgerð av umsóknum og mannagongdir, tá stuðulsfólk skal tillutast einum  barni, um endurskoðan av tilboðnum og reglur um ábyrgd og kærumyndugleika. Reglur um, hvør kann nýta skipanina, eru reglur ásettar í samsvari við viðmerkingarnar í hesum lógaruppskoti.

 

Reglurnar um, hvørji stuðulstiltøk eru fevnd av stuðulsfólkaskipanini fyri børn, fevna um tey tilboð, ið kunnu veitast sambært hesi skipan. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn kann skipa sítt virksemi á ymiskan hátt, alt eftir hvør tørvurin í einstøku økjunum er. Eisini skal greiða fáast á  rættindunum hjá børnum, ið hava tørv á stuðulsfólki í skúlatíð. Hetta skal gerast í samráð við Mentamálaráðið, og møguligar reglur um hetta ásetast í kunngerðini.

 

Ad. 4.) Umsókn um ansingarpláss, sum ein kommuna ikki metir seg vera føra fyri at játta, av tí at ávíst barn hevur ein so heilt serligan tørv, skal kommunan - við tilsøgn frá foreldrunum ella verja at barninum - senda víðari til Almannastovuna.

 

Metir Almannastovan seg hinvegin ikki vera rætta myndugleika og ivamál verður um, hvørt eitt barn skal hava tilboð sambært dagstovnalógini ella forsorgarlógini, tekur Almannastovan avgerð  eftir  tilmæli  frá eini óheftari nevnd, mannað við 3 serfrøðingum.

 

Avgerð Almannastovunnar kann síðan kærast til Kærunevndina í almannamálum sambært § 33, stk. 5 og 6 í forsorgarlógini.

 

Øll mál, har semja ikki er millum Almannastovuna og kommununa um, hvør lóg er galdandi fyri einstaka barnið, skulu leggjast fyri óheftu nevndina, mannað við serfrøðingum. Almannastovan kann sostatt ikki sjálv taka avgerð, um eitt mál skal leggjast fyri serfrøðinganevndina.

 

Er eitt barn longu í kommunalari ansing, tá ivamál tekur seg upp um, hvørt barnið skal halda áfram í kommunalari ansing vegna tess serliga tørv, ella hvørt barnið skal hava tilboð sambært forsorgarlógini, skal kommunan veita barninum ansing, inntil Almannastovan hevur tikið endaliga avgerð. Er barnið hinvegin ikki byrjað í kommunalari ansing, er tað Almannastovan, ið hevur ábyrgdina fyri barninum, inntil endalig avgerð er fallin.

 

Foreldur ella verji at barninum skulu hava møguleika fyri at føra síni sjónarmið fram, áðrenn nevndin ger tilmæli til Almannastovuna.

 

Sambært § 32 d, stk. 3 ásetur landsstýrismaðurin nærri reglur um, hvør skal manna nevndina. Reglur verða ásettar um, hvørji fakfólk skulu manna nevndina. Hugsast kann, at neyðugt verður at samanseta nevndina alt eftir tørvinum hjá barninum, og at reglurnar verða ásettar samsvarandi hesum. Mælt verður til, at reglurnar verða ásettar í samráð við kommunurnar og/ella MBF. Harumframt verða reglur ásettar um virksemi hjá nevndini. Hetta eru m.a. reglur um, hvussu nevndin tekur avgerð og um samsýning til limirnar í nevndini.

 

Ad 5.)  Avgerðir tiknar av Heimarøktini og Serforsorgini kunnu nú eisini kærast til Kæru­nevndina í almannamálum sambært § 33, stk. 6.

 

Til § 2:

Her verður ásett, at løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2006. Tó er § 1, nr. 2 tíðaravmarkað og fer úr gildi aftur 1. juni 2006. 

 

Fylgiskjøl: 

Skjal 1        Hoyringssvar frá Føroya Pedagogfelag

Skjal 2        Hoyringssvar frá Mentamálaráðnum

Skjal 3        Hoyringssvar frá Føroya Kærustovni

Skjal 4        Hoyringssvar frá Javna

Skjal 5        Bræv til løgtingslimir frá Javna

Skjal 6        Hoyringssvar frá Almannastovuni

Skjal 7        Viðmerkingar frá Innlendismálaráðunum, dagf. 1. november 2005

Skjal 8        Viðmerkingar frá Innlendismálaráðunum, dagf. 14. november 2005

Skjal 9        Hoyringssvar frá Kommunusamskipan Føroya

Skjal 10      Hoyringssvar frá Føroya Kommunufelag

1. viðgerð 25. november 2005. Málíð beint í trivnaðarnevndina, sum tann 9. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 18. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 25. november 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. november og 1., 7. og 8. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Kærustovn, Meginfelag teirra brekaðu, Pedagogfelagið, Føroya Kommunufelag, Javna, Kommunusamskipan Føroya og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Í uppskotinum til broyting av løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt hevur trivnaðarnevndin skotið upp at broyta uppskotið soleiðis, at kommunurnar fáa ábyrgd av at geva børnum við serligum tørvi, og sum kunnu integrerast í kommunalu ansingarskipana, sama tilboð um ansing sum øðrum børnum frá 1. apríl 2006 í staðin fyri frá 1. januar 2006.

 

Í fyriliggjandi uppskoti verður skotið upp at leingja heimildina til at seta stuðlar sambært § 17, stk. 2 til 1. juni 2006, men í viðmerkingunum stendur, at henda heimild bert skal nýtast til at veita teimum stuðulsfólkum, ið verða søgd úr starvi løn í uppsagnartíðini. Almannastovan skal ikki nýta hesa heimild til at seta fleiri stuðulsfólk. Sum avleiðing av teimum broytingum, sum trivnaðarnevndin hevur skotið upp í dagstovnalógini, heldur verandi skipan við stuðlunum fram til 31. marts 2006 við tí einastu broyting, at kommunurnar skulu endurrinda landinum útreiðslurnar, sum eru fyri tey børn, sum hava stuðlar játtaðar eftir § 17, stk. 2, og har barnið verður ansað í kommunalari ansingarskipan.

 

Heimildin skal tó ikki nýtast til at seta nýggjar stuðlar ella gera aðrar broytingar í hesi yvirgangstíð, uttan at hetta er gjørt í samráð við kommunurnar. Nevndin er av teirri áskoðan, at Almannastovan beinanvegin eigur at kunna verandi stuðlar um teirra støðu eftir 1. apríl 2006.

 

Víst verður annars til viðmerkingarnar til álitið í løgtingsmáli nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt. Ein minniluti (Finnur Helmsdal) í nevndini vísir eisini til tær viðmerkingar, minnilutin hevur í sama máli.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 14. desember 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 25-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

Á tingfundi 16. desember 2005 løgdu tingmenninir Jørgen Niclasen, Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen fram soljóðandi


Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð  

 

Í   § 2, stk. 2 verður orðið “juni” broytt til “august”.  

 

Viðmerkingar:

Í uppskotinum til broyting í forsorgarlógina er upplýst, at uppsagnartíðin hjá verandi stuðulsfólkum eru millum 1 og 4 mánaðir. Almanna- og heilsumálaráðið hevur nú gjørt vart við, at Almannastovan hevur upplýst, at tað eru nakrir stuðlar, sum hava 6 mánaða uppsagnarfreist. Tískil er neyðugt at leingja gildistíðina fyri § 17, stk. 3 til 1. august 2006 ístaðin fyri 1. juni 2006. Almanna- og heilsumálaráðið hevur upplýst, at hetta skuldi ikki havt fíggjarligar avleiðingar fyri uppskotið.

 

3. viðgerð 16. desember 2005. Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Finni Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen til § 2 samtykt 27-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0. Málið avgreitt.
 

Ll.nr. 151 frá 20.12.2005