41  Uppskot til  løgtingslóg um avhendan av sambýlum í Kollafirði og Vestmanna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar lutvíst)
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 18. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um avhendan av sambýlunum í Kollafirði og Vestmanna

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at avhenda ognina matr. nr. 249H (Eldrasambýlið í Kollafirði) til Tórshavnar Kommunu, og ognina matr. nr. 282AK (Eldrasambýlið í Vestmanna) til Vestmanna Kommunu.

 

§ 2. Avhendanin verður framd við, at ognirnar, við tilhoyrandi leysafæ, verða tinglisnar kommununum.

Stk. 2. Ognirnar, við tilhoyrandi leysafæ, verða avhendaðar í tí standi, tær eru í.

 

§ 3. Tá ognirnar eru tinglisnar kommununum, hava avvarðandi kommunur fulla ábyrgd av teimum.

Stk. 2. Landið hevur onga ábyrgd av møguligum sjónligum sum goymdum manglum við ognunum.

Stk. 3. Ongi endurgjaldskrøv kunnu leggjast móti landinum í sambandi við avhendanina av ognunum.

 

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Eldrasambýlini í Kollafirði og Vestmanna vóru millum tey fyrstu, ið vórðu skipað í Føroyum. Ognirnar vórðu keyptar undir kreppuni miðskeiðis í 1990’unum, tá bæði land og kommunur vóru sera illa fyri fíggjarliga. Tí tók landið í hesum førum um endan, rindaði meginpartin av kostnaðinum fyri keyp og umbygging av ognunum, og kom eisini at standa sum eigari av eldrasambýlunum. Øll sambýli, ið síðan eru skipað, eru kommunal, og eldrasambýlini í Kollafirði og Vestmanna eru sostatt tey einastu, ið landið eigur.

 

Í nøkur ár hevur verið víst á tað óhepna í, at ognarviðurskiftini viðvíkjandi eldrasambýlum eru ymisk. Avleiðingin av hesum er millum annað, at ógreiða bæði er í uppgávubýtinum millum land og kommunur – og ímillum kommunurnar sjálvar – á hesum øki. Landið rindar nevniliga allar rakstrarútreiðslurnar á hesum báðum eldrasambýlunum, meðan kommunurnar rinda ein part av rakstrarútreiðslunum á teim kommunalu eldrasambýlunum. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 verður sagt, at ognarviðurskiftini viðvíkjandi eldrasambýlum skulu vera eins kring alt landið. Hetta merkir, at ognarviðurskiftini viðvíkjandi eldrasambýlunum í Kollafirði og Vestmanna verða broytt, og ognirnar avhendaðar til Tórshavnar- og Vestmanna kommunur. Ætlanin er at tinglesa eigaraskiftið, sum galdandi frá 1. januar 2006.

 

Í dag er skipanin við eldrasambýlum tann, at kommunurnar sjálvar rinda fyri nýbygging av eldrasambýlum. Sambært løgtingslóg nr. 70 frá 2. mai 2001 um studningslán til ellis- og røktarheim, við seinni broytingum, kann landið veita studningslán til ný- ella umbygging av ognum, sum skulu nýtast til ellis- og røktarheim ella eldrasambýli. Raksturin av kommunalu eldrasambýlunum er soleiðis settur saman, at heimarøktin letur starvsfólk til dag- og kvøldvakt. Í teimum førum, har búfólk á eldrasambýlum hava tørv á heimahjálp um náttina, veitir heimarøktin starvsfólkini og kommunan rindar síðan fyri hesa eftir rokning frá heimarøktini. Harumframt rinda kommunurnar rakstrar- og viðlíkahaldsútreiðslurnar av bygningunum. Hesi viðurskifti eru staðfest í kunngerð nr. 71 frá 27. august 1998 um eldrasambýli; løgtingslóg nr. 111 frá 20. desember 2002 um eldrarøkt í Sandoynni; kunngerð nr. 7 frá 27. januar 2003 um eldrarøkt í Sandoynni; kunngerð nr. 101 frá 24. juli 2000 um heimahjálp og í reglugerðunum fyri tey einstøku kommunalu eldrasambýlini. Eftir hesum lógaruppskoti verða eldrasambýlini í Kollafirði og Vestmanna frameftir rikin eftir somu lógarreglum, sum hini kommunalu eldrasambýlini í landinum.

 

Ognirnar eru virðismettar av Húsalánsgrunninum. Eldrasambýlið í Vestmanna er virðismett til kr. 3.220.000, og grundstykkið er mett til kr. 180.000. Samanlagt er ognin sostatt mett til 3,4 mió. kr. Keypsprísurin av ognini var kr. 730.000, harav landið rindaði kr. 286.755, kommunan kr. 200.000 og ein áhugabólkur kr. 243.245. Harumframt rindaði landskassin fyri alla um­byggingina og fyri innbúgv v.m. Eldrasambýlið í Kollafirði er virðismett til kr. 2.400.000, og grund­stykkið er mett til kr. 200.000. Samanlagt er ognin sostatt mett til 2,6 mió. kr. Keypsprísurin av ognini var kr. 700.000, harav landið rindaði kr. 116.231, kommunan kr. 253.769 og ein áhugabólkur kr. 330.000. Harumframt rindaði landskassin fyri alla umbyggingina og fyri innbúgv v.m.

 

Ein servituttur er tinglisin á eldrasambýlinum í Vestmanna, sum sigur, at verður ognin seld og brúkt til annað endamál, skulu Vestmanna kommuna og áhugabólkurin hava endurgoldið eina upphædd, ið svarar til lutfallið av tí, ið partarnar hava goldið í sambandi við keypið av ognini. Hesin servituttur verður framvegis standandi á matrikkulnummarinum, eftir at fastognin er avhendað til Vestmanna Kommunu. Ongin servituttur er tinglisin á eldrasambýlinum í Kollafirði.

 

Ummæli 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Heimarøktini og Serforsorgini, Vestmanna Kommunu, Tórshavnar Kommunu, Fíggjarmálaráðnum og Innlendismálaráðnum.

 

Heimarøktin og Serforsorgin vísir á, at avhendanin av eldrasambýlinum í Kollafirði eisini má føra til, at fyrimunir og vansar av at flyta alla eldrarøktina í Kollafirði úr øki 2 (Vágar/Norðstreymoy) til øki 1 (Suðurstreymoy) eisini verða viðgjørd.

 

Royndirnar hjá Heimarøktini vísa, at tað í løtuni er sera trupult hjá kollfirðingum at sleppa inn á røktarheim. Hetta hevur ført til, at eldri fólk við stórum røktartørvi hava búð á eldrasambýlinum í Kollafirði, hóast sambýlið er sera illa egnað til henda bólkin. Tí verða tilboðini til brúkararnar av eldrabúplássum í Kollafirði munandi betri, um avhendanin av eldrasambýlinum eisini førir til, at bygdin í heimarøktarhøpi verður løgd saman við restina av Tórshavnar Kommunu. Hinvegin er tað ein vansi fyri borgarar í Kvívík, Leynum, Stykkinum og Vestmanna, um hesi missa møguleikan til at fáa búpláss á eldrasambýlinum í Kollafirði, tá hetta verður avhendað til Tórshavnar Kommunu. Tí er neyðugt at hesi fáa aðrar møguleikar í boðið, til dømis at koma við í upptøkuøkið  hjá røktarheiminum í Norðurstreymoy, næst eftir borgarar í Sunda Kommunu.

 

Heimarøktin og Serforsorgin ger eisini greitt, at tann parturin av eldrarøktini, ið verður veittur í heimunum (heimahjálp v.m.), eisini má flytast frá øki 2 (Vágar/Norðstreymoy) til øki 1 (Suðurstreymoy). Skal heimarøktin úti í heimunum í Kollafirði framvegis umsitast í øki 2, meðan eldrasambýlið er partur av tilboðunum í Tórshavnar Kommunu, merkir hetta eina enn størri umsitingarliga fløkju á eldraøkinum. Landsstýrismaðurin er samdur við Heimarøktina og Serforsorgina í hesum. Verður lógaruppskotið samtykt, verða stig beinan vegin tikin til, at øll heimarøkt í Kollafirði verður løgd saman við heimarøktini í restini av Tórshavnar Kommunu. Hetta kann gerast gjøgnum umsitingarligar broytingar hjá Heimarøktini og Serforsorgini.

 

Vestmanna Kommuna vísir í hoyringssvari sínum á (fylgiskjal 2), at kommunan í 2001 hevur samtykt at seta náttarvakt til at taka sær av røktini av teim íbúgvum, ið hava tørv á hesum, men sum ikki búgva á eldrasambýlinum. Tí heldur kommunan tað vera natúrligt, at ein slík verður skipað, um kommunan sum avleiðing av yvirtøkuni av eldrasambýlinum skal gjalda fyri náttarvaktina á heiminum. Vestmanna Kommuna er síðan kunnað um, at landsstýrismaðurin, í samstarvi við kommununa, er sinnaður at kanna møguleikarnar fyri, hvussu ein slík døgntænasta kann skipast.

 

Tórshavnar Kommuna mælir frá, at ætlanin um at avhenda eldrasambýlini verður framd. Í drúgvum hoyringssvari (fylgiskjal 3) vísir kommunan á, at:

 

 

Landsstýrismaðurin er hinvegin av tí fatan, at Løgtingslóg nr. 70 frá 2. mai 2001 um studningslán til ellis- og røktarheim, við seinni broytingum, gevur kommununum rætt til at taka stig til bygging av eldrabústøðunum og harvið ein ávísan avgerðarrætt á økinum, meðan landið ber allar rakstrarútreiðslurnar, og hartil ein part av íløgukostnaðinum. Sostatt er ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á henda hátt vorðið tvíbýtt, og tí hava bæði land og kommunur ábyrgd á eldraøkinum.

 

Landsstýrismaðurin er heldur ikki samdur við Tórshavnar Kommunu í, at lógaruppskotið elvir til størri ógreiðu millum land og kommunur. Tvørturímóti verða viðurskiftini greiðari, tí sambært lógaruppskotinum verða øll eldrasambýli (við undantaki av eldrasambýlunum undir serskipanini í Sandoynni) kommunal ogn.

 

Landsstýrismaðurin hevur í góðari tíð kunnað bæði Tórshavnar og Vestmanna kommunur um ætlanirnar at broyta ognarviðurskiftini viðvíkjandi sambýlunum báðum. Longu tann 5. november 2004 boðaði landsstýrismaðurin frá, at tað í sambandi við fíggjarlógararbeiðið var politisk avgerð tikin um, at ognarviðurskiftini viðvíkjandi eldrasambýlum skulu vera eins kring alt landið, og at hetta kundi fáa fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar í fíggjarárinum 2005. Tann 22. august 2005 hevði landsstýrismaðurin fund við umboð fyri báðar kommunurnar, har hann nágreiniliga kunnaði um ætlanirnar, harundir fíggjarligu avleiðingarnar fyri kommunurnar. Frágreiðingin frá fundinum varð send kommununum 4 dagar seinni, men Tórshavnar Kommuna hevur ikki tikið støðu til ætlanina fyrr enn í hoyringssvarinum.

 

Viðmerkingarnar hjá Tórshavnar Kommunu um upptøkureglurnar til eldrasambýli eru tiknar til eftirtektar í tann mun, møguligt er at samskipa hesi sjónarmið við aðrar galdandi lógarreglur á økinum.

 

Fíggjarmálaráðið vísir í hoyringssvari sínum á, at fíggjarlig heimild krevst fyri avhendanini, umframt materiellu heimildina. Henda viðmerkingin er tikin til eftirtektar. Harumframt verður skotið upp, at gildislongdin av materiellu heimildini verður avmarkað. Men orsakað av, at hesar ásetingarnar eru broyttar í mun til uppskotið, Fíggjarmálaráðið hevur havt til hoyringar, er viðmerkingin ikki longur viðkomandi.

 

Innlendismálaráðið vísir í hoyringssvari sínum á, at avhendingin eigur at verða framd í samráði við kommunurnar, og ikki einsæris frá landsmyndugleikunum. Harumframt vísir Innlendismálaráðið á, at kommunurnar sambært kommunulógini skulu leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið í seinasta lagi 1. oktober.

 

Í hesum sambandi kann landsstýrismaðurin bert vísa til áður nevndu viðmerking um, at Tórshavnar og Vestmanna kommunur á fyrsta sinni vórðu kunnaðar um ætlanirnar tann 5. november 2004. Harumframt er hetta lógaruppskotið ein avleiðing av uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2006. 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Sambært roknskapartølunum fyri 2004, hevði Eldrasambýlið í Vestmanna kr. 745.282 í rakstrarútreiðslum, harav gjaldið fyri náttarvaktina var kr. 540.000, og rakstur og viðlíkahald var kr. 205.282. Rakstrarinntøkurnar (ið stava frá gjaldinum frá búfólkunum) vóru kr. 215.042. Nettoúrslitið fyri Eldrasambýlið í Vestmanna gjørdist sostatt kr. 530.240 í rakstrarkostnaði í 2004. Leggjast skal til merkis, at dag- og kvøldvaktir ikki eru við í uppsetingini, tí landið framvegis ber kostnaðin av hesum.

 

Eldrasambýlið í Kollafirði hevði kr. 721.276 í rakstrarúteiðslum, harav gjaldið fyri náttarvaktina var kr. 540.000, og rakstur og viðlíkahald var kr. 181.276. Rakstrarinntøkurnar (ið stava frá gjaldinum frá búfólkunum) vóru kr. 233.950. Nettoúrslitið fyri Eldrasambýlið í Kollafirði gjørdist sostatt kr. 487.326 í rakstrarkostnaði í 2004. Eisini her skal leggjast til merkis, at dag- og kvøldvaktir ikki eru við í uppsetingini, tí landið framvegis ber kostnaðin av hesum.

 

Verða eldrasambýlini avhendað til avvarðandi kommunurnar merkir hetta, at tær yvirtaka fíggingina av náttarvaktini. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 verður roknað við eini sparing hjá Heimarøktini á 1 mió. kr., ið stendst av, at hesi bæði eldrasambýlini verða avhendað. Sostatt fylgir ongin rakstrarstuðul frá landinum við avhendanini av eldrasambýlunum.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ávísar umsitingarligar avleiðingar við sær. Størsta broytingin er, at avvarðandi kommunurnar frameftir fáa ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av bygningunum. Búfólkini skulu samsvarandi hesum gjalda húsaleigu til kommununa í staðin fyri til Heimarøktina. Harumframt skal Heimarøktin frameftir senda avvarðandi kommununum rokning fyri náttarvaktina á teimum báðum eldrasambýlunum.

 

Ein beinleiðis avleiðing av hesum lógaruppskoti er, at Heimarøktin frameftir fer at umsita Kollafjørð sum ein part av øki 1 (Suðurstreymoy), í staðin fyri sum nú, øki 2 (Vágar/Norðstreymoy).

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur sosialar avleiðingar fyri brúkarar av eldrarøktini í Kollafirði og í Kvívíkar og Vestmanna kommunum. Tilboðini hjá eldri røktarkrevjandi fólki í Kollafirði gerast nevniliga munandi betri, um eldrarøktin í Kollafirði – sum avleiðing av lógaruppskotinum – verður flutt úr øki 2 (Vágar/Norðstreymoy) til øki 1 (Suðurstreymoy).

 

Avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri vinnuna. 

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Grein 1 útgreinar, hvørjar fastognir hjá landinum landsstýrismaðurin fær heimild til at avhenda, og til hvønn kommunalan myndugleika fastognirnar skulu avhendast.

 

Til § 2:

Grein 2 ásetir, hvussu avhendanin skal fremjast.

 

Til § 3:

Grein 3, stk. 1 ásetir, at avvarðandi kommunur hava fulla eigaraábyrgd av ognunum frá tí degi, eigaraskiftið verður framt. Eigaraskiftið skal hava gildi frá 1. januar 2006 at rokna.

 

Ásetingin í grein 3, stk. 3 merkir, at tað ikki kann leggjast nakað sivilrættarligt sakarmál um standin á bygningunum, óansæð um tann viðkomandi mangulin ikki hevur verið kendur, tá ognarrætturin varð avhendaður til tann avvarðandi kommunala myndugleikan.

 

Til § 4:

Gildiskomuregla. 

 

Hjáløgd skjøl: 

Fylgiskjal 1   Hoyringssvar frá Heimarøktini og Serforsorgini.

Fylgiskjal 2   Hoyringssvar frá Vestmanna Kommunu.

Fylgiskjal 3   Hoyringssvar frá Tórshavnar Kommunu.

Fylgiskjal 4   Hoyringssvar frá Fíggjarmálaráðnum.

Fylgiskjal 5   Hoyringssvar og samskifti við Innlendismálaráðið

 

1. viðgerð 24. november 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 2. desember 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 18. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 24. november 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. november og 1. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Meirilutin í nevndini (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Jóhan Dahl og Bill Justinussen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin í nevndini (Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal) heldur tað vera óheppið at koma við slíkum uppskotum í endanum av árinum, eftir at kommunurnar hava lagt fíggjarætlan fyri komandi ár. Verður uppskotið samtykt, kemur tað at økja munandi um raksturin hjá Vestmanna og Tórshavnar kommunu. Men tá minnulutin hinvegin heldur tað vera skilagott at javnstilla raksturin fyri øll sambýli í landinum, mælir minnilutin til, at lógin ikki kemur í gildi fyrr enn 1. januar 2007. So fáa kommunurnar høvi til at taka hædd fyri hesum í fíggjarætlanini fyri 2007.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) § 4 verður orðað soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.”

 

Minnilutin tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 8. desember 2005. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, til § 4 fall 6-1-22. §§ 1 til og við 4 samtyktar 22-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 13. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-8. Málið avgreitt.

Ll.nr. 143 frá 15.12.2005