100-25 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi  einskiljingini av Atlantic Airways

Orðaskifti

Ár 2005, mikudagin 16. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

 

1.      Hvørjar treytir verða settar til einskiljingina av Atlantic Airways og eftir hvørjum leisti?

2.      Hvør gundgeving liggur fyri júst hesum treytum og hesum søluleisti?

3.      Er politisk avgerð tikin um, at Atlantic Airways ikki skal seljast um  virðisbrævamarknaðin, og hvør er grundgevingin fyri hesum?

4.      Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja føroyingum framhaldandi gott, trygt og støðugt ferðasamband við útheimin, samstundis sum menningamøguleikarnir hjá felagnum verða tryggjaðir?

5.      Heldur landsstýrismaðurin føroysk áhugamál vera fult gott tryggjað í framtíðini, tá umræður flogsamband til útheimin, og við hvørji grundgeving?

6.      Heldur landsstýrismaðurin, tað vera neyðugt at finna politiskar semjur um einskiljingarnar, sum fevna eitt sindur breiðari og longur fram, enn higartil hevur verið gjørt á vinnupolitiska økinum, har bæði raðfestingar, treytir og tíðarkarmar verða viðgjørd?

7.      Frá royndum aðrastaðni er greitt, at skal besta úrslitið fáast burtur úr einskiljingunum, her verður hugsað bæði um besta strategiska, fíggjarliga og vinnuliga úrslit fyri Føroya land, er neyðugt við breiðum politiskum uppbakningi, tá hesar verða gjørdar. Hvat vil landsstýrismaðurin ítøkiliga gera, fyri at hetta eisini skal eydnast hjá okkum í Føroyum? 

Viðmerkingar:

Í løgmannsrøðuni á ólavsøku boðaði løgmaður frá, at nú fór samgongan undir at einskilja almennu fyritøkurnar. Síðani vóru nakrar fyritøkur nevndar, Føroya Banki, Atlantsflog, Føroya Tele, Farmaleiðir og Lívstryggingin. Eisini verður komið inn á, hvussu fyritøkurnar verða einskildar, og skal hetta gerast eftir leiðreglunum hjá landsstýrinum.

 

 Í fjølmiðlunum í farnu viku greiðir løgmaður frá, at samgongan nú fór undir at diskuterað einskiljingina av Atlantic Airways, hvussu hon skuldi skipast, og hvørjar treytir skuldu setast.

 

Haldi tað vera neyðugt við einum breiðum politiskum orðaskifti um so týdningarmikið mál, sum einskiljingin av Atlantic Airways, og einskiljingum sum heild.

 

Tað eigur ikki at sleppast undan einum breðum politiskum orðaskifti um framtíðar  einskiljingar og vinnupolitikk í Føroyum. Har allir politiskir flokkar gerast aktivir partar og sleppa gomlum vanahugsanum, og heldur hyggja eftir, hvat gagnar landi og fólkinum, her býr, best.

 

Størsta vannlukkan verður bert at lata standa til og lata tíðina og tilvildina ráða. Heldur verður átrokandi neyðugt at taka kjakið upp um, hvat vit politiskt halda vera rætt fyri samfelagið og tess menningarmøguleiklar á øllum økjum.

 

Hvat síggja vit sum almennar uppgávur, hvat meina vit við góðar vinnukarmar, hvørjar uppgávur eru reint privatar, og eru øki, sum alment og privat í felag eiga at loysa?

 

Eru vinnuloysnir, funnar undir einari kreppu, hepnar og mennandi fyri samfelagið, ella skulu vit royna at hugsa og handla við nøkrum langtíðar miðum og málum?

 

Hvussu við altjóðageringini, tora ella vilja vit vera við í henni, ella vænta vit at sleppa undan at taka støðu til tað rákið? Alt átrokandi spurningar, sum svar eigur at fáast uppá, og sum føroyska samfelagið ikki kann liva við standa ósvaraðir?

 

Á tingfundi 17. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 13. desember 2005 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

1:

Einskiljingin av P/F Atlantsflog fer  fram sambært leiðreglunum at einskilja fyritøkur landsins. Fyri at tryggja øllum pørtum javngóðan møguleika at vísa áhuga og at leggja fram boð, verður ítøkilig ætlan um sølu av P/F Atlantsflog kunngjørd alment sambært § 5 í leiðreglunum. Hetta fyri at tryggja gjøgnumskygni í einskiljingini av P/F Atlantsflog. 

 

2:

Einskiljingin av P/F Atlantsflog fer fram sambært leiðreglunum at einskilja fyritøkur landsins.

 

3:

Fleiri søluhættir eru í at velja, tá ið fyritøkur verða seldar. Í lógaruppskotinum um at einskilja P/F Atlantsflog verður skilt ímillum tveir grundleggjandi hættir.  Hesir eru: alment útboð av partabrøvum á virðisbrævamarknaðinum og søla uttan um virðisbrævamarknaðin.

 

Hvør søluháttur, ið verður valdur, er ofta tengt at, hvør fyritøkan er, sum skal seljast, og hvat endamálið er við søluni. Viðmerkingarnar í lógaruppskotinum at einskilja P/F Atlantsflog vísa teir søluhættir, sum kunnu verða nýttir, tá P/F Atlantsflog skal einskiljast.

Vísandi til lógaruppskotið á s. 9 fara ráðgevar at ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu sølutilgongdin skal skipast. Hugsandi er, at ein partur verður boðin út í smáum til almenningin og at ein partur skal bjóðast út í starvsfólkapartabrøvum. Somuleiðis skal støða takast til hvussu stórur partur av felagnum skal seljast til ein ella fleiri strategiskar íleggjarar.

 

Viðmerkjast skal at tingið tekur endaliga støðu til hvør søluháttur skal nýtast tá P/F Atlantsflog skal einskiljast.  

 

4:

Landsstýrismaðurin fer at gera alt fyri at tryggja føroyingum framhaldandi gott, trygt og støðugt ferðasamband við útheimin, samstundis sum menningarmøguleikarnir hjá felagnum verða tryggjaðir.

 

Í einskiljingartilgongdini av P/F Atlantsflog hevur landsstýrismaðurin tikið atlit soleiðis, at høvuðsvirksemið hjá felagnum eftir einskiljingina verður verandi í Føroyum. At høvuðsvirksemið hjá P/F Atlantsflog skal vera í Føroyum, merkir, at høvuðsskrivstovan hjá felagnum ikki skal flytast til annað land, og at Føroyar skal vera útgangsstøðið fyri allar rutur, sum felagið flýgur í fastari rutu ímillum Føroyar og útheimin.

 

Partapeningurin sum landið varðveitir, skal tryggja atlitið, soleiðis at landsstýrið sum medeigari skal góðkenna allar avgerðir, sum eru av stórum týdningi fyri rakstur felagsins, herundir at umleggja rakstur felagsins til útheimin. Ætlanin hjá landsstýrismanninum at skjóta hangarin í felagið, sum apportinnskot minkar eisini um møguleikan fyri at virksemi hjá felagnum verður flutt av landinum. Um møguligir keyparar ikki góðtaka treytirnar verður felagið ikki selt.

 

5:

Landsstýrismaðurin arbeiðir við at skapa karmar fyri flogferðslu til og úr Føroyum so góðar sum møguligt, soleiðis at onnur flogfeløg fáa møguleikan at flúgva til og úr Føroyum. Arbeitt verður við, at leingja flogvøllin og liberalisera flogferðsluna ímillum Føroyar og útheimin.

 

Ætlanin er at leingja flogvøllin munandi, soleiðis at onnur størri flogfør kunnu brúka flogvøllin í Vágum. Viðvíkjandi liberaliseringini av flogferðsluni arbeiðir landsstýrið við at knýta føroyska flogferðslumarknaðin upp í tann evropeiska marknaðin. Á landsstýrisfundi tann 18. oktober 2005 tók landsstýrið undir við, at Føroyar verða knýttar at ECAA-avtaluni og gerast partur av liberaliseraða flogferðslumarknaðinum í ES (European Common Aviation Area). Kommissiónin metir, at sáttmálin kemur í gildi 1. januar 2007.

 

At vøllurin verður longdur, og marknaðurin liberaliseraður, er við til at tryggja, at føroyingar í framtíðini hava nøktandi flogsamband við útheimin. Hesi viðurskifti staðfesta eisini týdningin av, at P/F Atlantsflog fær aktivar eigara sum vilja verða við til, at styrkja felagið.

 

Harumframt skal havast í huga, at í næstum fer annað flogfelag, at flúgva ímillum Føroyar og útheimin. Sostatt kemur landsstýrið í eina tvístøðu, tí samstundis sum landsstýrið skal skapa bestu karmar fyri flogferðslu í Føroyum sum heild, skal Føroya Landsstýrið eisini varða av P/F Atlantsflog sum landið eigur. Hendan tvístøða er óheppin, tí samstundis sum tað almenna ásetur kappingarreglurnar innan flogferðslu, er tað almenna størsti fyrtøkueigari innan flogferðslu í Føroyum. Sleppast kann undan hesi støðu, um almenna flogfelagið verður einskilt.  

6:

Landsstýrið er samt um, at kunna og taka anstøðuna við áðrenn uppskotið verður endaliga avgreitt í landsstýrinum.

 

7:

Sí spurning 6. 

 

 Málið avgreitt.