Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

89.  fundur

 

Ár 2007, týsdagin 1. mai, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, var ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2006: Uppskot til samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna stjórnarskipanarnevndin)
Uppskot til samtyktar samtykt 25-3-0.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 29-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um meirvirðisgjald
Málið beint í fíggjarnevndina
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
Málið beint í fíggjarnevndina
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Málið beint í fíggjarnevndina

Tingmálini nr. 117/2006, nr. 118/2006 og nr. 119/2006 vórðu viðgjørd undir einum.
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
- Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Poul Michelsen, Lisbeth L. Petersen, Jørgen Niclasen, Anfinn Kallsberg, Johan Dahl, Kjartan Joensen, Jógvan við Keldu, Marjus Dam, Óli Breckmann, Olav Enomoto, Kristian Magnussen, Henrik Old, Sverre Midjord, John Johannessen, Alfred Olsen, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg.
- Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur vegna landsstýrið lagt fram tingmálini nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum, og nr. 122/2006:  Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málini kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Poul Michelsen, Lisbeth L. Petersen, Annita á Fríðriksmørk, Jenis av Rana, Andrias Petersen, Kári P. Højgaard, Jørgen Niclasen, Anfinn Kallsberg, Johan Dahl, Kjartan Joensen, Kaj Leo Johannesen, Jógvan við Keldu, Bill Justinussen, Marjus Dam, Óli Breckmann, Olav Enomoto, Kristian Magnussen, Henrik Old, Sverre Midjord, John Johannessen, Alfred Olsen, Vilhelm Johannesen og Gerhard Lognberg.
 

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 2. mai 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse  erhversdrivende virksomheder”

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2006: Uppskot til broyting  í tingskipan Føroya Løgtings

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2006: Uppskot til samtyktar um berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2006: Uppskot til samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2006: Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum

14.  1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Málið verður beint í mentanarnevndina

15.  1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina

16.  Kl. 13.30 Munnligir fyrispurningar

17.  Framløga

 

Fundur lokin kl. 14.55 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari