122 Uppskot til  løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

 

Ár 2007, 1. mai, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar

 

Kapittul 1

Kirkjukassin

 

§ 1. Kirkjuráðið umsitur kirkjukassan hjá kirkjuliðnum í kirkjusóknini.

Stk. 2. Kirkjuráð, ið stjórnar fleiri kirkjum í somu kirkjusókn, kann gera av, at hvør kirkja hevur sín sjálvstøðuga kirkjukassa.

 

§ 2. Inntøkurnar hjá kirkjukassanum eru avkast av ogn kirkjunnar, talvupeningi til frama fyri kirkjuna og gjøldum fyri nýtslu av kirkjuni, umframt avlopið í kirkjukassanum undanfarna ár.

Stk. 2. Kirkjugrunnurin fíggjar tann partin av góðkendu útreiðslum kirkjukassans, sum inntøkurnar sbrt. stk. 1 ikki røkka til.

Stk. 3. Kirkjukassin kann hava inntøkur av staðbundnum kirkjuskatti til ávís endamál, og av talvupeningi til ávís endamál, ið kunnu fara beinleiðis á kontuna sbrt. § 5.

 

§ 3. Kirkjukassin fíggjar:

1)      viðlíkahald og rakstur av kirkju, gudstænastuhøli og bygningi til kirkjubrúk, og kirkjusýn hjá kirkjuráðnum,

2)      keyp av grundøki ella bygningi, umbygging, bygging, og niðurtøku av kirkju ella bygningi til kirkjubrúk,

3)      konfirmasjónsfyrireiking og konfirmasjón,

4)      samsýning og aðrar útreiðslur til hjálparfólk kirkjunnar og løn til fólk, sum eru sett í starv við kirkjuna við heimild í lóg,

5)      neyðugar útreiðslur í sambandi við lógarásetta virki kirkjuráðsins,

6)      luttøku í fakligum virksemi, sum hevur týdning fyri starvið sum kirkjuráðslimur ella hjálparfólk kirkjunnar,

7)      millumkirkjuligt samstarv,

8)   tiltøkupening.

Stk. 2. Kirkjukassin kann fíggja útreiðslur til orgul, ljós, hita, hoyrnalikkju o. a. hoyriútgerð til kirkju, ið ikki er sjálvsogn.

Stk. 3. Kirkjuráðið kann nýta tiltøkupening at fremja kirkjuliga lívið í kirkjusóknini, prestagjaldinum ella kommununi, ella til kirkjulig endamál, sum hava týdning fyri kirkjuna sum heild.

Stk. 4. Kirkjuráðið ræður yvir tí, sum kemur inn, tá ið peningur verður savnaður inn í kirkjuni til at fremja arbeiðið í kirkjuliðnum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá stiftsstjórnini neyvari reglur um viðurskiftini sambært stk. 1, nr. 3, 4, 5, 6 og 7. Ásett verður, hvør samsýning kann vera til hjálparfólk, hvussu nógvur tiltøkupeningurin kann vera í mun til støddina á kirkjusóknini og reglur fyri tann pening, sum verður savnaður inn í kirkjuni til at fremja arbeiðið í kirkjuliðnum.

 

§ 4. Ikki er loyvt at skuldbinda ogn kirkjunnar uttan loyvi frá landsstýrismanninum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva skuldbinding eftir tilmæli frá stiftsstjórnini.

 

§ 5. Kirkjukassin hevur serliga kontu at spara upp til ávís endamál.

Stk. 2. Kirkjuráðið kann seta eina upphædd, ið samsvarar við í mesta lagi tað, sum er komið inn við gávum, innsavningum, staðbundnum kirkjuskatti og øðrum tiltøkum, á kontuna.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvussu kontan  verður nýtt.

 

Kapittul 2

Fíggjarætlan og roknskapur hjá kirkjukassanum

 

§ 6. Kirkjuráðið ger eftir boðum frá próstadømisráðnum fíggjarætlan fyri inntøkur og útreiðslur og sendir próstadømisráðnum fíggjarætlanina til góðkenningar í seinasta lagi 1. juni í árinum undan fíggjarárinum, sum fíggjarætlanin er fyri.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri, hvussu kirkjuráðið ger fíggjarætlanina.

 

§ 7. Próstadømisráðið boðar umboðum fyri kirkjuráðið til fíggjarætlanarsamráð.
Stk. 2. Í fíggjarætlanarsamráðnum verður samráðst um einstøku upphæddirnar í fíggjarætlanini og raðfestingina. Fíggjarætlanarsamráðið tekur ikki avgerð.

 

§ 8. Við støði í viðgerðini í fíggjarætlanarsamráðnum gevur próstadømisráðið fyri 1. desember stiftsstjórnini boð um, hvussu stór upphædd verður at krevja inn við landskirkjuskatti fyri at samsvara við góðkendu ynski kirkjukassanna í próstadøminum.

Stk. 2. Tá ið próstadømisráðið roknar, hvussu stór upphæddin verður at krevja inn við landskirkjuskatti, roknar tað ikki útreiðslur eftir § 3, stk. 1, nr. 2 við fyri kirkjusókn, sum er størri enn 1000 kirkjufólk fyrr enn tað árið, tá ið kirkjuráðið hevur spart upp samsvarandi við í minsta lagi 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum sbrt. lógini um bygningar fólkakirkjunnar.

Stk. 3. Góðkendu ynskini um pening at krevja inn sum landskirkjuskattur kunnu ikki uttan samtykki landsstýrismansins verða meira enn 10 prosent hægri enn miðal góðkendu ynskini um pening at krevja inn sum landskirkjuskattur til próstadømið seinastu 4 árini. Eru samtaldu tilmælti ynskini hjá próstadømisráðunum hægri enn 10 prosent, boðar stiftsstjórnin umboðum fyri próstadømisráðini til fíggjarætlanarsamráð.

 

§ 9. Roknskaparárið hjá kirkjukassanum er álmanakkaárið.

Stk. 2. Kirkjuráðið sendir próstadømisráðnum grannskoðaðan roknskap til góðkenningar fyri 1. apríl, aftaná at fíggjarárið er úti.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin setir reglur fyri, hvussu roknskapurin skal verða settur upp, um framløgu av roknskapinum, um nýtslu av roknskaparkønari hjálp í sambandi við gerð og framløgu av roknskapinum, um kassaeftirlit, um grannskoðan, um góðkenning av roknskapinum o.a.

Stk. 4. Góðkenningin hjá próstadømisráðnum viðvíkjandi roknskapinum kann verða skotin inn fyri stiftsstjórnina í seinasta lagi 4 vikur eftir, at próstadømisráðið hevur tikið avgerð. Avgerðin hjá stiftsstjórnini viðvíkjandi roknskapinum kann ikki verða kærd til annan fyrisitingarmyndugleika.

 

§ 10. Kirkjuráðið leggur ársroknskapin hjá kirkjukassanum alment fram.

 

Kapittul 3

Kirkjuskattur

 

Landskirkjuskattur

§ 11. Limur í fólkakirkjuni rindar landskirkjuskatt í mun til skattskyldugu inntøkuna.

Stk. 2. Landskirkjuskattur verður roknaður í einum fyri alt landið og kravdur inn eftir somu reglum sum kommunuskattur. Tó verður prosentið ásett við 2 desimalum.

 

§ 12. Landsstýrismaðurin ásetir kirkjuskattaprosentið eftir tilmæli frá stiftsstjórnini.

Stk. 2. Landskirkjuskattaprosentið kann í mesta lagi vera 0,65.

 

Staðbundin kirkjuskattur

§ 13. Landsstýrismaðurin kann loyva, at limir fólkakirkjunnar í kirkjusóknini rinda staðbundnan kirkjuskatt eftir somu reglum sum landskirkjuskatt og saman við honum. Staðbundni kirkjuskatturin kann í mesta lagi vera 0,30 % av skattskyldugu inntøkuni.

Stk. 2. Loyvið verður givið eftir tilmæli frá stiftsstjórnini, tá ið kirkjuni á staðnum tørvar pening til ávíst endamál í eitt ávíst áramál.

Stk. 3. Kirkjuráðið metir um ávísa fíggjartørvin og søkir stiftsstjórnina um loyvi til at krevja inn staðbundnan kirkjuskatt.

Stk. 4. Staðbundin kirkjuskattur verður roknaður í einum fyri alla kirkjusóknina og kravdur inn eftir somu reglum sum kommunuskattur. Tó verður staðbundna kirkjuskattaprosentið ásett við 2 desimalum.

 

Onnur viðurskifti

§ 14. Tann, sum ikki er limur í fólkakirkjuni gevur Toll- og Skattstovu Føroya boð, ynskir viðkomandi at rinda landskirkjuskatt.

Stk. 2. Skuldbindingar- og innheintingarreglurnar í kapitli 13 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt galda í sambandi við innkrevjing av landskirkjuskatti og staðbundnum kirkjuskatti.

 

§ 15. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari reglur um landskirkjuskatt og um staðbundnan kirkjuskatt. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin áseta, hvussu økið, har staðbundin kirkjuskattur kann verða kravdur, verður ásett og eyðmerkt og onnur viðurskifti í sambandi við innkrevjingina og útgjaldið.

 

Føroya Gjaldstova

§ 16. Føroya Gjaldstova rindar eftir boðum frá stiftsstjórnini kirkjuráðnum partin av innkravda landskirkjuskattinum, sum samsvarar við upphæddina í góðkendu fíggjarætlanini.

Stk. 2. Føroya Gjaldstova rindar Kirkjugrunninum tann partin av innkravda landskirkjuskattinum, sum er eftir, tá ið kirkjuráðini hava fingið sín part eftir stk. 1.

 

§ 17. Føroya Gjaldstova rindar eftir boðum frá stiftsstjórnini viðkomandi kirkjuráði tað, sum kemur inn við staðbundnum kirkjuskatti í tí roknskaparári, sum líkningin fevnir um.

 

Kapittul 4

Kirkjugrunnurin

 

§ 18. Stiftsstjórnin stjórnar Kirkjugrunninum.

Stk. 2. Inntøkur og útreiðslur hjá Kirkjugrunninum verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.

Stk. 3. Inntøkurnar hjá Kirkjugrunninum eru studningur sbrt. kapitli 6, avkast av ognum grunsins og sjálvboðin gjøld.

Stk. 4. Tað, sum inntøkurnar eftir stk. 3 ikki nøkta, verður kravt inn sum landskirkjuskattur.

Stk. 5. Inntøka hjá Kirkjugrunninum kann eisini vera útgjald úr Tiltaksgrunninum, tá ið serligar umstøður tala fyri tí.

 

§ 19. Kirkjugrunnurin eigur og rekur prestagarðar og biskups­garðin.

Stk. 2. Kirkjugrunnurin rindar:

1)      løn til sóknarprest, próst og biskup,

2)      eftirútbúgving o. t. hjá starvsfólki, ið kirkjugrunnurin lønar,

3)      skrivstovuhald í sambandi við sóknarprestaembætið,

4)      flutnings- og aðrar útreiðslur í sambandi við sóknarprestaembætið.

Stk. 3. Kirkjugrunnurin rindar fyri umsitingina hjá biskupi og stiftsstjórn, prósti og próstadømisráði.

Stk. 4. Kirkjugrunnurin rindar útreiðslurnar til val til stiftsstjórnina og próstadømisráðini og til fundir teirra, herundir ferðaendurgjald og dagpengar til valdu limirnar.

Stk. 5. Kirkjugrunnurin kann rinda útreiðslur til luttøku í fakligum virksemi, sum hevur týdning fyri starvið sum limur í stiftsstjórnini ella próstadømisráðnum. Stiftsstjórnin ásetir vegleiðandi reglur um, hvørjar útreiðslur koma undir ásetingina.

Stk. 6. Kirkjugrunnurin rindar útreiðslur, sum viðvíkja virkseminum hjá kirkjuni yvir høvur.

 

§ 20. Kirkjugrunnurin kann eftir umsókn frá kirkjuráði í kirkjusókn, sum hevur færri enn 1000 kirkjufólk, heilt ella lutvíst veita studning til at byggja, umbyggja ella taka niður kirkju, bønhús, guðstænastuhøli ella bygning til kirkjubrúk.

 

Tiltøkupeningur

§ 21. Stiftsstjórnin kann seta av ávísa, lítla upphædd sum tiltøkupening at fremja kirkjuliga lívið í landinum ella til kirkjulig endamál, sum hava týdning fyri kirkjuna sum heild.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um tiltøkupening, m.a. um hvørji endamál hann kann fara til, og hvussu nógvur hann kann vera í mun til raksturin.

 

Avsetingar

§ 22.  Stiftsstjórnin kann seta av ávísa upphædd til gjaldføri Tiltaksgrunsins, er gjaldføri Tiltaksgrunsins minni enn 60 % av meðal landskirkjuskattinum undanfarnu 4 árini.

 

Fíggjarætlan og roknskapur

§ 23. Á hvørjum ári, innan eina freist, sum landsstýrismaðurin ásetir, sendir stiftsstjórnin landsstýrismanninum uppskot til fíggjarætlan hjá Kirkjugrunninum fyri komandi roknskaparár til góðkenningar.

Stk. 2. Á fíggjarætlanini er samtaldi tørvurin fyri, hvat verður at krevja inn sum landskirkjuskattur, sbr. § 18, stk 3, íroknað tilmælini frá próstadømisráðunum um, hvussu nógvur peningur verður at krevja inn við landskirkjuskatti til kirkjukassarnar í próstadømunum, sbr. § 8.

Stk. 3. Fíggjarætlanin kann, frároknað sáttmálabundnar lønarhækkingar, ikki vera meira enn 10 prosent hægri enn miðal fíggjarætlanin seinastu 4 árini

Stk. 4. Eru inntøkurnar eftir § 18, stk. 2 størri, enn ætlað, ella eru útreiðslurnar eftir § 19 lægri, enn ætlað, roknar Kirkjugrunnurin í fíggjarætlanini við at lata Tiltaksgrunninum munin.

Stk. 5. Eru inntøkurnar eftir § 18, stk. 2 minni, enn ætlað, ella gera viðurskifti, sum ikki bar til at meta um frammanundan, at útreiðslurnar eftir § 19 eru størri enn ætlað, roknar Kirkjugrunnurin í fíggjarætlanini við at fáa munin úr Tiltaksgrunninum.

 

§ 24. Roknskaparárið hjá Kirkjugrunninum er álmanakkaárið.

Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av Landsgrannskoðanini.

Stk. 3. Stiftsstjórnin leggur landsstýrismanninum roknskapin hjá Kirkjugrunninum til góðkenningar fyri 1. apríl í árinum aftaná, at figgjarárið er úti.

 

§ 25. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um Kirkjugrunnin. Ásett verður, hvussu stiftsstjórnin stjórnar Kirkjugrunninum, hvussu virksemið hjá kirkju­grunninum skal verða skipað í mun til próstadømisráðini, og hvussu studningurin og útreiðslurnar annars verða avmarkað í mun til virksemið.

 

Kapittul 5

Tiltaksgrunnurin

 

§ 26. Stiftsstjórnin stjórnar Tiltaksgrunninum.

Stk. 2. Inntøkur og útreiðslur hjá Tiltaksgrunninum verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.

Stk. 3. Inntøkurnar hjá Tiltaksgrunninum eru inngjald og avlop úr Kirkjugrunninum.

Stk. 4. Tiltaksgrunnurin fíggjar serligan útreiðslutørv hjá Kirkjugrunninum, sbr. § 23.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um Tiltaksgrunnin.

 

§ 27. Roknskaparárið hjá Tiltaksgrunninum er álmanakkaárið.

Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av Landsgrannskoðanini.

Stk. 3. Stiftsstjórnin leggur landsstýrismanninum roknskapin hjá Tiltaksgrunninum til góðkenningar fyri 1. apríl í árinum aftaná, at figgjarárið er úti.

 

Kapitul 6

Landskassastuðul

 

§ 28. Landskassin veitir fólkakirkjuni stuðul til rakstur.

 

§ 29. Umframt stuðulin eftir § 28, veitir landskassin fólkakirkjuni stuðul, ið samsvarar við minst 40% av lønunum til sóknarprestarnar, sum eru í starvi sum tænastumenn í fólkakirkjuni, og 100% av lønini til biskupin.

Stk. 2. Landskassin rindar eftirløn hjá tænastumonnum í fólkakirkjuni.

 

§ 30. Landskassin kann veita 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum í stuðli, tá ið kirkja verður bygd ella umbygd.

Stk. 2. Stuðulin eftir stk. 1 verður veittur, tá ið landsstýrismaðurin, sambært løgtingslóg um bygningar fólkakirkjunnar hevur givið endaligt loyvi til, at kirkja verður bygd.

 

Kapittul 7

Gildiskoma og skiftisreglur

 

§ 31. Henda løgtingslóg kemur í gildi 29. juli 2007. Tó kemur § 19, stk. 2, nr. 3 í gildi 1. januar 2008.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi “anordning nr. 887 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi”, sum seinast broytt við “anordning nr. 1602 af 20. december 2006 om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi”.

Stk. 3. Tann upphædd, sum síðan 1. januar 2007 er álíknað limum fólkakirkjunnar sbrt. § 20 í lov om folkekirkens økonomi, verður fyrisitin sbrt. hesari lóg. 

 

§ 32.  Salda 29. juli 2007 í verandi “Færøernes kirkefond” verður 29. juli 2007 latin Kirkjugrunninum.

Stk. 2. Kirkjugrunnurin rindar stuðul, sum “Færøernes kirkefond” hevur givið tilsøgn um, men ikki hevur veitt hin 29. juli 2007.

 

§ 33. Fíggjarætlanir hjá kirkjukassunum fyri fíggjarárið 2007, sum góðkendar av stiftsstjórnini tann 29. november 2006, eru galdandi restina av fíggjarárinum.

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

Uppskotið er í høvuðsheitum ein dagføring av galdandi “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi”, við teimum tillagingum, ið koma av, at eftir yvirtøkuna heldur stuðulin úr danska ‘fællesfonden’ uppat, og av, at fólkakirkjan í Føroyum ikki longur verður eitt stift (biskupsdømi) av fleiri í donsku fólkakirkjuni.

 

Við hesum lógaruppskoti verður Føroya Stift ein sjálvstøðug fíggjar- og fyrisitingareind. Úrslitið verður, at verandi myndugleikar í  Føroyum fáa fleiri heimildir, men ongin nýggjur myndugleiki verður settur á stovn.

 

Fólkakirkjan og landsmyndugleikarnir í Føroyum taka á seg tann partin av rakstri fólkakirkjunnar, sum higartil hevur verið fíggjaður við stuðli úr ‘fællesfonden’, og tann rakstur, sum danskir myndugleikar higartil hava fíggjað beinleiðis.

 

Uppskotið arbeiðir tí við einum felags kirkjugrunni og einum tiltaksgrunni, ið tilsamans í ávísan mun kunnu samanberast við danska ‘fællesfonden’. Kirkju­grunnurin hevur eins og ‘fællesfonden’ inntøkur av kirkjuskatti og studningi frá landinum og fíggjar allar útreiðslur viðvíkjandi kirkjuni, sum kirkjukassin á staðnum ikki fíggjar. Kirkjugrunnurin eigur ikki sjálvur stovnsfæ, eins og ‘fællesfonden’, men avlopið hjá Kirkjugrunninum fer í ein serstakan tiltaksgrunn. Við skipanini verður skilnaður gjørdur millum miðsavnaða arbeiðspeningin hjá fólkakirkjuni og miðsavnaða tiltakspeningin.

 

Eitt annað størri frábrigdi í mun til ‘fælles­fonden’ er, at stiftsstjórnin varðar av Kirkjugrunninum og Tiltaksgrunninum, ikki landsstýrismaðurin. Tó verða neyvari reglur um, hvat ognirnar hjá hesum grunnum kunnu nýtast til, ásettar av landsstýrismanninum. Til dømis kann hugsast, at ein partur skal kunna verða settur av til at standa ímóti váða í sambandi við tryggingar.

 

Ein broyting í mun til partin av skipanini, sum í dag er í Føroyum, er, at Føroya Kirkjugrunnur (Færøernes Kirkefond), verður tikin av, og at ognir hansara fara í Tiltaksgrunnin.

 

Føroya Kirkjugrunnur hevur fingið sínar inntøkur úr landskassanum, og hevur seinastu mongu árini fingið um 3 milliónir kr. um árið. Við teimum hevur grunnurin fíggjað helvtina av flutningsendurgjaldinum til sóknarprestarnar og annars veitt stuðul til viðlíkahald og rakstur av kirkju, gudstænastuhøli og bygningi til kirkjubrúk og til at byggja ella umbyggja hesi somu høli.

 

Orsøkin til at taka Føroya Kirkjugrunn av er, at øll tey øki, sum hesin grunnur higartil hevur stuðlað, eru tey somu øki, sum hava verið og verða fíggjað yvir landskirkjuskattin. Landsgrannskoðanin hevur fleiri ferðir víst á tað óhepna við hesari samanblanding.

 

Aftrat hesum kemur, at landið nú kortini fast fer at stuðla rakstrinum av kirkjuni á annan hátt, og at nýggi Kirkjugrunnurin fer at taka móti hesum peningi, samstundis sum danskur peningur ikki longur verður í skipanini. Tí er enn minni nøkur meining í at halda ein part av stuðlinum úr landskassanum fyri seg.

 

Endiliga er eisini vert at vísa á, at skotið verður upp at venda aftur til gomlu skipanina við, at landið kan veita stuðul fyri ein part av tí, sum tað kostar at byggja kirkju, tá ið kirkjuliðið hevur savnað ein part av fíggingini.

 

Nærleikaregla

Aðalregluliga er ætlanin við uppskotinum, at verandi myndugleikar sum so ikki verða broyttir í mun til galdandi skipan, men miðað verður ímóti, at skipanin skal verða meira virkilig og gyrðin.

 

Uppskotið leggur tí flestu heimildirnar so nær dagliga virkinum, sum til ber. Eitt dømi er, at eftir uppskotinum hevur stiftsstjórnin ábyrgdina av Kirkjugrunninum, meðan danska kirkjumálaráðið eftir verandi skipan varðir av ‘fællesfonden’.

 

Annað dømi er, at uppskotið leggur próstadømisráðnum allan myndugleika at góðkenna fíggjarætlanir, meðan tað er stiftsstjórnin, ið eftir galdandi lóg góðkennir fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum eftir tilmæli frá próstadømisráðnum. Stiftstjórnin fær nú heimildina at áseta reglur fyri, hvussu kirkjuráðini gera fíggjarætlan - henda heimildin liggur eftir galdandi lóg hjá landsstýrismanninum.

 

Úrslitið verður, at próstadømisráðið og stiftsstjórnin fáa fleiri fyrisitingarligar heimildir, meðan heimildir­nar hjá landsstýrismaninum verða meira yvirskipaðar, sum t.d. at áseta neyvari reglur í kunngerð.

 

Galdandi lóg hevur eisini reglur um kirkjur, sum ikki eru sjálvsogn, tvs. um kirkjur fólkakirkjunnar, sum eru á privatum hondum. Av tíð at ongar slíkar eru, eru tær heldur ikki tiknar við í hesum uppskotinum.

 

Bygnaðurin í lógaruppskotinum:

 

Fyrsti kapittul er um fíggjarviðurskiftini hjá kirkjukassanum

Heimildir og skyldur eru í høvuðsheitum óbroyttar. Heimildirnar viðvíkjandi kirkjukassanum liggja sostatt hjá kirkjuráðunum, sum stjórna kirkjukassunum. Kirkjuráð, sum stjórnar fleiri kirkjum í somu kirkjusókn, kann velja at skipa sjálvstøðugan kirkjukassa fyri hvørja kirkju. Hetta er serliga viðkomandi fyri tær kirkjusóknir, ið hava bygt nýggja kirkju, men har gamla kirkjan enn stendur og kann nýtast til kirkjuligar tænastur og skal viðlíkahaldast.

 

Inntøkurnar hjá kirkjukassanum eru m.a. kirkjuskattur og avkast av ognum hjá kirkjuni á staðnum. Harumframt verður ásett í lógini um at brúka kirkju, at gjald kann takast fyri nýtslu av kirkjuni, tvs. tá ið onnur tiltøk enn vanligu kirkjuligu tænasturnar eru, ella tá ið annað kristið trúarsamfelag nýtir kirkjuna. Hesar inntøkur skulu samsvara við tær beinleiðis útreiðslur, ið standast av nýtsluni.

 

Formligur karmur verður skipaður, soleiðis at kirkjukassin kann støðla gávur og eisini á annan hátt spara upp til serstøk endamál. Her er talan um nýggja skipan við eini kontu, sum tekur ímóti teimum gávum, sum verða latnar kirkjuni. Við at skipa henda formliga karmin, tryggjar landið við lóg, at tær gávur, sum ein gevari ynskir at fara til kirkjuna, ikki enda í beinleiðis rakstrinum hjá kirkjuni.

 

Onnur skipan, sum er nýggj í hesi lógini, er staðbundni kirkjuskatturin. Ásett verður, at kirkjukassin kann hava inntøkur, ið stava frá staðbundnum kirkjuskatti. Staðbundin kirkjuskattur kann krevjast inn, tá ið landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til tess. Loyvið verður givið, tá ið peningurin er ætlaður til eitt ávíst endamál, t.d. nýbygging ella størri umvælingar. Hetta merkir, at tá ið kirkjuráð hevur tikið avgerð um at fara undir størri verkætlan, so kann fyrsta stigið verða at søkja um loyvi at krevja inn staðbundnan kirkjuskatt til endamálið.

 

At kirkjuskatturin er staðbundin merkir, at hann bert verður kravdur inn á staðnum. Staðið er í fyrsta lagi kirkjusóknin, men av tí, at kirkjusóknirnar ikki eru skrásettar í innkrevjingarskipanini hjá Fíggjarmálaráðnum, verður neyðugt at nýta ‘gomlu’ bygdamørkini í sambandi við innkrevjingina. Tí kann talan verða um, at staðbundin kirkjuskattur verður kravdur inn í einum øki, sum er størri enn kirkjusóknin. Hetta er serliga í kirkjusóknunum í Havn, har ‘gomlu’ bygdamørkini ikki samsvara kirkjusóknarmørkunum. Roknast má tó við, at tøknin á økinum kann verða ment komandi árini, soleiðis at staðið – kirkjusóknin – og møguleikin at krevja inn fara at kunna samsvara um alt landið.

 

Tað er kostnaðarmikið at byggja kirkju. Við hesum lógaruppskoti verður ein serlig fíggjarskipan innførd, sum verður at nýta, tá kirkjur verða bygdar ella umbygdar. Talan er um at venda aftur til skipanina, at kirkjufólkið savnar inn ein triðjapart av byggikostnaðinum. Í lógini um bygningar fólkakirkjunnar verða reglur ásettar um loyvi at byggja og um treytir í hesum sambandi. Tað, sum er við í hesum kapitlinum, er um, hvussu kirkjukassin fíggjar t.d. lántøku. Harumframt verður møguligt at savna inn til verkætlanina í kirkjusóknini, t.d. við talvupeningi, sum fer á kontuna í § 5.

 

Annar kapittul er um fíggjarætlan og roknskap hjá kirkjukassanum

Reglurnar hesum viðvíkjandi eru sum so tær somu sum í galdandi skipan. Tó sæst aftur í hesum partinum, at fíggingin av størri byggiverkætlanum er broytt. M.a. skal próstadømisráðið ikki rokna útreiðslur við í fíggjarætlanina, ið stava frá byggingini, fyrr enn kirkjuráðið hevur prógvað at hava spart upp ein triðing av góðkenda byggikostnaðinum. Góðkendi byggikostnaðurin er tann, ið landsstýrismaðurin sambært lógini um bygningar fólkakirkjunnar hevur góðkent í sambandi við, at loyvi til byggingina er givið.

 

Onnur broyting í mun til galdandi skipan er, at hereftir verða fleiri próstadømi. Í hesum sambandi verður neyðugt at samskipa fíggjarætlanirnar hjá kirkjukassunum í próstadømunum, soleiðis at samlaði fíggjartørvurin um alt landið verður innan teir fíggjarkarmar, sum landsstýrismaðurin kann góðkenna. Ásett er, at samtaldi fíggjartørvurin á landskirkjuskatti ikki kann fara upp um 10 prosent av miðal góðkendu ynskjunum seinastu 4 árini uttan samtykki landsstýrismansins. Tá ið próstadømisráðini hava sent stiftsstjórnini fíggjarætlanirnar, og stiftsstjórnin kann staðfesta, at mettu ynskini eru oman fyri 10 prosent, er neyðugt, at próstadømini saman við stiftsstjórnini finna útav, um samtaldu ynskini kunnu lækka, ella um áheitan skal sendast landsstýrismanninum um at loyva hægri landskirkjuskatti. Í fyrsta umfari verður samskiftið millum próstadømisráðini loyst við, at stiftsstjórnin kallar til fíggjarætlanarsamráð á sama hátt, sum tá ið próstadømisráðið kallar kirkjuráðini til fíggjarætlanarsamráð. Skipanin verður eftirmett, tá ið fyrsta fíggjarárið er av, og vísir tað seg, at tørvur er á broyting ella neyvari reglum, verður hetta gjørt tá.

 

Triði kapittul er um kirkjuskattin

Í hesum lógaruppskoti verður landskirkjuskatturin roknaður á sama hátt sum í galdandi lóg. Ein munur er tó í mun til galdandi skipan. Sum er, taka kirkjuráðini støðu til, hvørt kirkjufólkið í kirkjusóknini skal rinda kirkjuskatt. Tvs. at skipanin hevur verið sjálvboðin í mun til kirkjusóknirnar, sum hava kunnað valt, um tær hava viljað tikið lut í felags landskirkjuskattinum. Við hesi lógini skulu allar kirkjusóknirnar vera við í innkrevjingini av landskirkjuskatti. Eingin broyting verður í mun til innkrevjingina, sum er eftir somu reglum, sum kommunuskattur verður innkravdur.

 

Galdandi skipanin við landskirkjuskatti er sjálvboðin, tvs. at latið verður upp til kirkjuráðini at taka støðu til, um tey ynskja at vera við í felags landskirkjuskattinum. Nakrar smærri kirkjusóknir hava við heimild í hesi skipan ikki álagt kirkjufólkinum í kirkjusóknini kirkjuskatt og hava soleiðis sjálvar fíggjað raksturin hjá kirkjuni.

 

Við nýggju skipanini fer tó ein týðandi partur av landskirkjuskattinum at fíggja felags útreiðslur hjá fólkakirkjuni, sum t.d. part av lønini til sóknarprest, umframt aðrar útreiðslur til felags rakstur av fólkakirkjuni, tí verður skipanin tvungin.

 

Tað eru heilt fáar kirkjusóknir, ið gjøgnum árini hava valt ikki at luttaka í felags landskirkjuskattinum, hesar hava partvíst fíggjað rakstur og viðlíkahald av kirkjuni við stuðli úr Føroya Kirkjugrunni, sum nú verður avtikin.

 

Ásett er, at limur í fólkakirkjuni rindar kirkjuskatt, og at persónur, sum ikki er limur, kann rinda eins stóra upphædd sum kirkjuskatturin yvir álíkningina.

 

Sum nakað nýtt verður møguleikin at krevja inn staðbundnan kirkjuskatt innførdur. Hendan møguleikan kann kirkjuráðið nýta, um t.d. nýggj kirkja skal byggjast. Kirkjuráðið søkir landsstýrismannin um loyvi at krevja inn og kann søkja um at fáa loyvi til at krevja upp til 0,3 prosent av skattskyldugu inntøkuni hjá kirkjufólkunum í kirkjusóknini í staðbundnum kirkjuskatti. Hesin kirkjuskatturin kemur umframt landskirkjuskattin.

 

Fjórði kapittul er um Kirkjugrunnin

Kirkjugrunnurin verður felags fíggjargrunnur fólkakirkjunnar. Í grunnin koma inntøkur, so sum landskassastudningur og avkast av ognum. Grunnurin verður stjórnaður av stiftsstjórnini.

 

Kirkjugrunnurin eigur og rekur prestagarðarnar. Her er talan um sjálvan bygningin og ikki um prestaembæti. At prestagarðarnir verða lagdir sum ogn hjá kirkjugrunninum merkir sostatt ikki, at fíggjarognirnar hjá prestaembætunum hvør sær verða fluttar við í kirkjugrunnin.

 

Fleiri av prestagørðunum eru gamlir og koma undir reglurnar um fornminni. Tað kann verða kostnaðarmikið at viðlíkahalda slíkan bygning, og tí verður tað hildið rímiligast, at henda ábyrgd og hesar útreiðslur verða bornar í felag. Við at leggja skylduna til ein myndugleika kunnu uppgávurnar samskipast, og støðið á tænastubústøðunum kann verða javnari enn í dag.

 

Harafturat verður mett, at kirkjuráðið eigur at fáa høvi til at nýta orku sína til viðurskifti, sum viðvíkja kirkjuni og góðu korunum fyri lívi og vøkstri kirkjuliðsins, og at hetta arbeiðið ikki eigur at verða nervað av at hava ábyrgdina av einum embætisbústaði eisini.

 

Endiliga er ikki meira enn rímiligt, at prestagarðarnir verða umsitnir eftir sama leisti og hildnir á á leið sama støði uttan mun til, hvar í landinum teir eru.

 

Umsitingin hjá biskupi og stiftsstjórn er í biskupsgarðinum. Umframt til umsiting, rindar kirkjugrunnurin útreiðslur til val til stiftsstjórn og próstadømisráð.

 

Kirkjugrunnurin kemur í staðin fyri ‘Færøernes kirkefond’. Hesin grunnur umsat árligu játtanina á løgtingsfíggjarlógini, sum var til viðlíkahald av kirkjunum. Kirkjuráð kundu søkja um fíggjarligt íkast til viðlíkahald, um okkurt serstakt var, sum ikki varð fíggjað um kirkjuskattin.

 

Hesin umsóknarmøguleiki verður varðveittur í mun til smærru kirkjusóknirnar.  Hetta merkir, at stuðul til ávísa verkætlan skal latast í mun til inntøkugrundarlagi fyri staðbundnum kirkjuskatti í kirkjusóknini.

 

Fimti kapittul er um Tiltaksgrunnin

Tiltaksgrunnurin er, sum heitið sigur, ein grunnur, ið møguligt avlop úr Kirkjugrunninum fer í. Tiltaksgrunnurin er ein javningargrunnur, ið fíggjar serligan útreiðslutørv hjá Kirkjugrunninum. Serligur útreiðslutørvur kann standast av, at inntøkugrundarlagið hjá limunum í fólkakirkjuni broytist í mun til mettu inntøkurnar við landskirkjuskatti.

 

Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um útgjald úr Tiltaksgrunninum. Í hesum reglum kann verða ásett, til hvørji onnur endamál peningur úr Tiltaksgrunninum kann fara til.

 

Sætti kapittul er um stuðulin úr landskassanum

Við yvirtøkuni átekur landið sær skylduna at stuðla fólkakirkjuni, og ein partur av hesi skyldu er skyldan at veita fíggjarligan stuðul.

 

Higartil hevur landið fyri ein part stuðlað fólkakirkjuni, meðan staturin hevur stuðlað fólkakirkjuni fyri ein part.

 

Við yvirtøkuni verður tað ein grundleggjandi fortreyt, at landið hevur skyldu at stuðla fólkakirkjuni, og at stuðulin skal vera meira enn ein viðfáningur.

 

Sjeyndi kapittul er um gildiskomu og skiftisreglur

Í sambandi við, at lógin kemur í gildi, verður staðfest, at ogn hjá “Færøernes kirkefond” verður latin Kirkjugrunninum. Ognin er saldan í grunninum, sum stavar frá stuðlinum á løgtingsfíggjarlógini.

 

Umframt nevndu saldu, sum verður flutt í nýggja Kirkjugrunnin, verður staðfest, at alt virksemi hjá fólkakirkjuni frá 29. juli 2007 skal fyrisitast sbrt. hesi lóg. Hetta merkir t.d., at kirkjukassarnir skulu broyta sítt virksemi samsvarandi ásetingunum í hesi lóg. Eingin uppgerð verður tó gjørd í hesum sambandi, hóast roknast má við, at tað sæst á næsta ársroknskapi, at broyting er gjørd. Skyldurnar hjá kirkjukassunum í mun til skrivstovuhald hjá sóknarprestaembætunum halda av roknaskpartekniskum ávum fram til árslok. Eisini kunnu tilsagnir, sum eru givnar bindandi við heimild í galdandi lóg, fremjast eftir broytingina.  

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar verða fyri landið, men ikki fyri kommunurnar í sambandi við, at lógin kemur í gildi.

Tá fólkakirkjan verður yvirtikin á ólavsøku í 2007, yvirtekur landið eisini skylduna at stuðla fólkakirkjuna við lógarkørmum, samstarvi og fígging. Ætlanin er, at lutfallið millum almenna fígging og kirkjuskattafígging skal vera á leið tað sama, sum lutfallið er í dag. Uppskotið er lagað til eftir hesi ætlan. Hetta ger, at landið fær størri útreiðslur eftir lógini í uppskoti, enn eftir galdandi lóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar.

 

Roknandi er við, at meirkostnaðurin í ár er 3 milliónir, og síðani um 6 milliónir um árið, hóast ilt er at útgreina, í hvønn mun meirkostnaðurin kemur av hesum uppskotinum, ella av løgtingsmáli nr. 114/2006 (sí niðanfyri).

 

 Í 2006 eru samtaldu ætlaðu útreiðslurnar fyri fólkakirkjuna umleið 38,6 milliónir krónur. Av hesum rindar danski kirkjuskatturin runt roknað 25% og danski ríkiskassin 13%. Restin er fíggjað yvir føroyskan kirkjuskatt (um 55%) og føroysku fíggjarlógina (um 8%). Broytingarnar av yvirtøkuni verða, at landið umframt tey 8% fær ábyrgdina av at fíggja tey 13%, sum ríkiskassin higartil hevur fíggjað.

 

Afturat hesum kemur, at landið eftir uppskotinum kann fíggja 1/3 av bygging og størri umbygging av kirkjum, treytað av at kirkjufólkið á staðnum fíggjar 1/3. Talan er her um at rógva afturáaftur siðvenjuna, ið var, til hon – óvist hví – fall burtur um tað mundið, at nú galdandi lóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar kom.

 

Víst verður annars til løgtingsmál nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja, og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúar­sam­feløg), og viðmerkingarnar til hetta.

 

Umsitingarligar avleiðingar verða fyri landið, men ikki fyri kommunurnar.

 

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

Uppskotið fær ávísar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Uppskotið ger haraftrat, at stórar kirkjusóknir ikki longur kunnu nýta part av felags landskirkjuskattinum til at spara upp við tí endamáli at byggja ella umbyggja kirkjur, men skulu fíggja fyrsta triðingin av kirkjubygging og umbygging við staðbundnum kirkjuskatti og tí, sum verður fingið til vega við innsavning. Neyvari reglur um kirkjubygging koma við lógini um bygningar fólkakirkjunnar.

 

Smærru kirkjusóknirnar fara harafturímóti framhaldandi at kunna fáa ískoyti úr landskirkjuskattinum til at byggja ella umbyggja kirkju. Í tí liggur ein ávís eyka útjavning frá størru kirkjusóknunum til tær smærru.

 

Uppskotið fær ongar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Uppskotið nemur ikki við millumtjóða sáttmálar

 

Ongar skyldur verða álagdar fólki í sambandi við, at lógaruppskotið kemur í gildi.

 

Heimildir verða ikki lagdar til annan landsstýrismann ella kommunur.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Ja

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Ja

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei 

 

 

 

Kapittul 3. Hoyring

 

Lógaruppskotið varð sent í almenna hoyring tann 4. apríl 2007. Meðan lógaruppskotið hevur verið í almennari hoyring, hevur uppskotið tó verið viðgjørt innanhýsis í Mentamálaráðum og er broytt munandi.

Almenna hoyringin hevur verið um heimasíðu Mentamálaráðsins, har øll hava verið vælkomin við viðmerkingum. Eisini varð uppskotið sent kirkjuráðunum, kirkjuligum felagsskapum, sóknarprestunum, Fíggjarmálaráðnum, Toll- og Skattstovu Føroya og Landsgranskoðanini. Í sambandi við hoyringina skipaði Mentamálaráðið fyri hoyringarfundi tann 23. apríl 2007. Á fundinum komu fleiri uppskot um broytingar, sum eru tikin til eftirtektar, og viðmerkingar, sum hava havt við sær, at ávísir partar í lógarviðmerkingunum eru útgreinaðir neyvari.

 

Tað, sum er lagt afturat í sambandi við hoyringina, er í § 3, har heimild er latin kirkjukassanum at fíggja útreiðslur til millumkirkjuligt samstarv. Heimildin er í galdandi lóg, og ynski um at varðveita hesa skipan er tikið til eftirtektar.

 

Eisini er sett inn áseting í § 3, stk. 2 um fígging til kirkjur, sum ikki eru sjálvsogn, eins og kirkjur fólkakirkjunnar. Allar kirkjur, sum í dag standa uppi, eru sjálvsogn, og ásetingin var tí ikki við í uppskotinum, sum fór til hoyringar, men munnligar viðmerkingar eru komnar um, at leivdir eru av garðskirkju, og at ætlanirnar um at endurreisa hesa ikki eru sleptar.

 

Ein áseting var í § 7 um, at ikki var neyðugt hjá próstadømisráðnum at kalla kirkjuráð til fíggjarætlanarsamráð, um ætlanin ikki var at broyta í fíggjarætlanini. Henda áseting er tikin úr lógaruppskotinum eftir áheitan frá próstadømisráðnum, sum metir, at ásetingin er prinsipielt skeiv, tí at umráðandi er, at øll kirkjuráðini fáa somu kunning um raðfestingarnar.

 

Í §§ 6 og  9 var ásett, at stiftsstjórnin ásetir reglur í sambandi við roknskapin. Hetta er eftir ynski frá kirkjuliga fylgibólkinum broytt til, at landsstýrismaðurin ásetir hesar reglur. 

 

§ 19 er útgreinað neyvari í mun til ábygdarøkið hjá Kirkjugrunninum.

 

§ 29 er útgreinað neyvari, soleiðis at tað ikki verður misskilt, at talan er um fullar lønir, rindaðar av Kirkjugrunninum og partvíst fíggjaðar við stuðli úr landskassanum. 

 

Tikið var ikki undir við uppskotinum um ein Gávugrunn, tí er kapitli um Gávugrunnin tikið úr í sambandi við hoyringina.

 

Í sambandi við hoyringina av hesum uppskotinum hava atfinningar verið at hámarkinum fyri kirkjuskattinum. Uppskot hava verið frammi um at taka av hámarkið ella at seta tað hægri.

Kirkjuskattahámarkið er eitt av heilt fáu dømunum um, at Løgtingið hevur gjørt eina nýggja skipan á kirkjuøkinum. Orsøkin mundi helst vera, at Løgtingið tá metti, at kirkjuskatturin í summum økjum var alt ov høgur. Við hesum kann samtalda kirkjuskattaprosentið (landsskirkjuskattur + staðbundin kirkjuskattur) verða 0,95.

 

Skipanin við staðbundnum kirkjuskatti er nýgg, og Toll- og Skattstova Føroya hevur í hesum sambandi víst á, at neyðugt kann verða at gera munandi broytingar í verandi í skattingarskipan, um hetta skal vera ein møguleiki. Slíkar broytingar eru kostnaðarmiklar. Mentamálaráðið hevur valt at halda fast við skipanina, vitandi at kanska verður neyðugt at gera tøkniligar broytingar, áðrenn hon kann nýtast, men § 15 heimilar landsstýrismanninum at áseta skattingarøkini, so tey samsvara við tey øki, sum skipanin hjá Toll- og Skattstovuni kann eyðmerkja.

 

Viðmerkingar eru eisini um størvini í fólkakirkjuni, m.a. starv sum urguleikari. Mentamálaráðið hevur á hoyringarfundinum víst á, at lóg verður løgd fyri tingið seinni í ár, har størvini í fólkakirkjuni verða regulerað.

 

Kapittul 4. Serligar viðmerkingar

 

Til kapittul 1

Kirkjukassin

 

Til § 1

Orðalagið er broytt, men innihaldið samsvarar við § 1, stk.1 í ”Lov om folkekirkens økonomi” (hereftir galdandi lóg). Kirkjuráðið umsitur fíggjarviðurskiftini hjá kirkjuni í kirkjusóknini og hevur harvið eisini ábyrgd av kirkjukassanum.

 

Kirkjuráðið hevur somuleiðis ábyrgdina av, at gjørd verður fíggjarætlan fyri inntøkur og útreiðslur kirkjukassans.

 

Stk. 2. Samsvarar við § 1, stk. 2 í galdandi lóg. Stjórnar sama kirkjuráð fleiri kirkjum, ger tað sjálvt av, um hvør kirkja hevur sín kirkjukassa, ella um kirkjurnar hava ein felags kirkjukassa.

 

Eru fleiri kirkjur í kirkjusóknini, er útgangsstøðið – um kirkjuráðið ikki hevur avgjørt annað – at tað er ein felags kirkjukassi.

 

Stjórnar kirkjuráð kirkjum í fleiri kirkjusóknum eftir nýggju heimildini í lógini um kirkjuráð og próstadømisráð ber tó ikki til at hava felags kirkjukassa.

 

Til § 2

Ásetingin svarar í høvuðsheitum til § 5, stk. 1 í galdandi lóg.

Kortini er ein broyting í mun til galdandi áseting, tí gávur koma ikki beinleiðis í sjálvan kirkjukassan, men kunnu koma tað umvegis kontuna til serstøk endamál. Av hesi broytingini fylgir eisini, at tá ið kirkjuráð roknar avkast av ogn kirkjunnar, verður rentutilskriving av kontuni sbrt. § 5 ikki roknað við.

 

Haraftrat verður nú ásett staðiliga, at avlop í kirkjukassanum frá undanfarna ári verður roknað við, áðrenn tørvurin á stuðli úr Kirkjugrunninum verður gjørdur upp, sbr. stk. 2.

 

Tað vil siga, at høvuðsreglan er, at kirkjukassin kann ikki spara avlopið av vanliga rakstrinum upp. Tað er ein broyting í mun til galdandi lóg og hevur samband við nýggju møguleikarnar fyri at spara upp á kontuni sbrt. § 5 og fyri staðbundnum kirkjuskatti sbr. § 13 og viðmerkingunum til hana.

 

Ásetingin er tó ikki til hindurs fyri, at kirkjuráðið eins og í dag kann seta av til størri útreiðslur til vanligt viðlíkahald (at mála kirkjuna ella skifta klædningin uttan), so at viðlíkahaldsútreiðslurnar verða javnar.

 

Ætlanin er, at tað eins og í dag altíð skal vera ókeypis at koma í kirkjuna uttan mun til, hvat tiltak er í kirkjuni. Sí lógina um at brúka kirkju. Orðingin um, at “Inntøkurnar hjá kirkjukassanum eru .....av.....gjøldum fyri nýtslu av kirkjuni”, sipar sostatt ikki til gjald fyri atgongumerki e.t., men til, at eitt nú onnur kirkjulið ella samkomur, ið læna kirkjuna, kunnu gjalda tær beinleiðis útreiðslur, ið standast av brúkinum.

 

Í flestu sóknunum er veruleikin helst, at høvuðsinntøkurnar hjá kirkjukassanum eru kirkjuskattur og stuðul úr verandi kirkjugrunni. Lógin fer ikki at broyta tað; men formliga verður skipanin, eins og higartil, at tørvurin á stuðli úr Kirkjugrunninum verður funnin, við at hinar inntøkurnar fyrst verða tiknar frá uppgjørda tørvinum. Sí tó eisini greinarnar 5 og 13 og viðmerkingarnar til tær.

 

Stk. 2. Ásetingin er átøk § 5, stk. 2 í galdandi lóg.

Munurin er tó, at her verður einans ásett, at kirkjukassin fær tað, sum honum tørvar aftrat, úr Kirkjugrunninum, meðan ásetingin um, at tað, sum kirkjukassanum tørvar aftrat, verður álíknað sum kirkjuskattur, verður strokin í hesum høpi. Í staðin kemur ásetingin í § 23, stk. 2.

 

Ein annar munur er, at nú verður staðiliga ásett, at einans útreiðslurnar, sum próstadømisráðið hevur góðkent, verða roknaðar við. Hetta er tó als ongin broyting í mun til galdandi, einans ein roynd at gera ásetingina greiðari.

 

Peningurin úr Kirkjugrunninum er í høvuðsheitum kirkjuskattur, men partur av upphæddini er eisini stuðul úr landskassanum – stuðulin, sum higartil er játtaður Føroya Kirkjugrunni, og stuðul, sum landið hereftir fer at veita í staðin fyri stuðulin, sum danski ríkiskassin hevur veitt ‘fællesfonden’, sbrt. ásetingunum í sætta kapitli.

 

Stk. 3. Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóg, men er ikki ókend.

 

Ætlanin er, at skipanin við staðbundnum kirkjuskatti einans kann vera til serligar verkætlanir; tær kunnu tó hugsast at vera annað enn bygningar ella útbúnaður.

Ætlanin er, at stóru kirkjusóknirnar hereftir skulu útvega ein triðing av fíggingini til kirkjubygging ella stóra umbygging, áðrenn landskassin kann veita ein triðing í stuðli, og áðrenn stiftsstjórnin mælir til, at landsstýrismaðurin kann geva kirkjuráðnum loyvi at taka lán at fíggja seinasta triðingin av tí, sum verkætlanin kostar.

 

Gamalt var, at kirkjusóknin útvegaði pening, arbeiðsmegi og annað tilfeingi til at byggja kirkjuna, og at Løgtingið so stuðlaði við ávísari upphædd, nógv av seinnu árunum við einum triðingi; men hendan fíggingin varð seinastu ferð nýtt í áttatiárunum.

 

Ein partur av frágreiðingini er ivaleyst, at í sjeyti-árunum tók siðvenjan seg upp, at kirkjuskatturin fíggjaði stóran part av kirkjubyggingini, men lítið man vera at ivast í, at svára fíggjarkreppan, tá ið stuðulin úr landskassanum til Kirkjugrunnin minkaði niður í 3 milliónir kr., man vera høvuðsatvoldin til, at stuðulin úr landskassanum fánaði burtur í onki.

 

Skipanin í dag við, at fíggingin fyri ein stóran part er um landskirkjuskattin, er ein stór kelda til ónøgd. Dýrt er at byggja kirkjur, og tí er ikki rúm fyri, at landskirkjuskatturin kann geva munandi íkast til fleiri stórar kirkjuverkætlanir ísenn. Tað tekur tí nógv ár at fáa góðkenning til at fara undir at byggja kirkju, og ilt er at raðfesta, hvar tørvurin er størstur.

 

Til § 3

Ásetingarnar í stk. 1 um, hvat kirkjuráðið kann nýta pening úr kirkjukassanum til, svara yvirhøvur til reglurnar í § 2, stk. 1 í galdandi lóg.

 

Ásetingarnar eru at skilja soleiðis, at kirkjuráðið kann ikki nýta pening úr kirkjukassanum til onnur endamál enn tey, ið her eru nevnd, meðan tað øvut hevur skyldu til í tørvandi mun at nýta pening til tey ítøkiligu endamál, ið verða beinleiðis nevnd.

 

Broytingin í mun til galdandi lóg er fyrst og fremst, at kirkjukassin eftir uppskotinum ikki longur hevur skyldu til at fíggja útreiðslur viðvíkjandi prestaembætunum. Heimild hevur verið til, at kirkjuráðini í avmarkaðan mun hava kunnað fíggjað útreiðslur viðvíkjandi prestaembætunum; men hildið verður rættari at gera eitt reinari ábyrgdarbýti, soleiðis at allar skyldur viðvíkjandi prestaembætunum liggja á stiftsstjórnini.

 

Ásetingarnar í 1) og 2) í hesi grein verða tó eisini óbeinleiðis broyttar í mun til galdandi lóg við ásetingunum í §§ 2, stk. 3, 5 og 13, tí at kirkjukassin kann ikki fíggja útreiðslur, ið eru tengdar at bygging og størri umbygging, fyrr enn treytin um ein triðing í staðbundnari fígging er lokin, og loyvi er givið av landsstýrismanninum. Neyvari reglur um bygging verða í lógini um bygningar fólkakirkjunnar, m.a. um nær umbygging er av slíkum slagi, at hon skal roknast sum ‘størri’ umbygging.

 

Hendan broytingin í fíggingini fer so eisini at gera, at fíggjartørvurin til hesi endamál minkar yvirhøvur.

 

Ein broyting í nr 1 er, at einans útreiðslur til kirkjusýn hjá kirkjuráðnum verða nevndar. Við hesum hevur kirkjukassin ikki longur skyldu at fíggja útreiðslur í sambandi við próstasýn, ið hereftir verður at rokna sum vanligur partur av skrivstovuútreiðslunum hjá prósti. Orsøkin til broytingina, er eitt ynski um at einfaldgera umsitingina hjá prósti og kirkjuráðum.

 

3) Tað er umráðandi, at konfirmasjónsfyrireikingin um alt landið hevur somu kor.

 

4) Í sambandi við útreiðslur, sum samsýning til hjálparfólk, er umráðandi, at landsstýrismaðurin ásetir reglur soleiðis, at kirkjuráðini um alt landið arbeiða eftir somu reglum. Eru ongar reglur, kann kirkjuráðið ikki vita, hvørjar útreiðslur tað kann taka við á fíggjarætlanina, og vandi er fyri, at útreiðslurnar til samsýningar vaksa ótálmaðar.

 

Vandin við, at alt størri partur av arbeiðinum í kirkjuni verður samsýntur ella løntur, er tvífaldur: fíggjarligi vansin er eyðsæddur; men hevur, tá ið samanum kemur, kanska minni at siga fyri kirkjuna í mun til vandan fyri, at kirkjan í alt størri mun verður arbeiðspláss hjá teimum, ið hava útkomu sína har, og harvið í alt minni mun verður ein samkoma, ið fólk taka sær av, kenna sum sína egnu og eru góð við. Gongdin er ikki ókend aðrastaðni.

 

Fólk, sum eru í starvi við kirkjuna sbrt. lóg, eru tey, sum eru ella verða sett sbrt. lóg um størv í fólkakirkjuni. Her verður fyrst og fremst hugsað um urguleikarar við størru kirkjurnar í landinum.

 

5) Ásetingin, sum er skotin upp, er væl meira opin í orðalagnum, enn samsvarandi 6) í galdandi lóg, sum sigur: Valg til menighedsråd og udgifter i forbindelse med rådets virksomhed efter reglerne herom i lov om menighedsråd”.

 

Orsøkin er, at hildið verður, at júst tey viðurskifti, sum verða nevnd í galdandi lóg, eru rættiliga tilvildarlig, soleiðis at skilja, at mangir partar av lógarásetta virkseminum hjá kirkjuráðnum kunnu hava útreiðslur við sær. Við einari passaliga strangari tulking ber ikki til at skilja galdandi áseting á annan hátt, enn at er eitt endamál ikki nevnt í lógini um kirkjuráð ella í hesari lógini, hevur kirkjuráðið ikki loyvi at nýta pening at fíggja virksemi sítt í hesum sambandi, uttan so at tað er ásett staðiliga í viðkomandi virkislóg. Hildið verður, at tað er rættari og meira arbeiðsligt at hava eina breiðari áseting, ið ikki tekur ávís viðurskifti framum.

 

Við nýggju orðingini fær kirkjuráðið – uttan mun til um heimild er í viðkomandi virkislóg – heimild at nýta pening til allar partar av virki sínum, men tó við teirri treyt, at talan er um lógarásett virksemi, og at útreiðslan er neyðug, tí at virksemið hjá ráðnum skal vera hóskandi og forsvarligt.

 

Ásetingin heimilar hinvegin ikki kirkjuráðnum at nýta pening til virksemi, ið tað velur at hava, men sum ikki er álagt tí við lóg.

 

Tær reglur, sum vera um val til kirkjuráð, koma at hava heimild í lógini um val til kirkjuráð og próstadømisráð. Av tí, at lógirnar eru býttar sundur í virkislógir og hesa lógina, sum er um fíggjarviðurskiftini, ber til at skriva reglurnar um útreiðslur til val saman við valreglunum, ella sum boðskriv frá stiftsstjórnini til kirkjuráðini. Tær vera tá um, hvussu stórar útreiðslurnar kunnu vera, til nett hvørji endamál, um hvussu kirkjuráðið skal bóka útreiðslurnar o.a.

 

6) Fakligt virksemi kann vera so mangt, eitt nú øll sløg av skeiðum, ráðstevnum, fundum o.a. Einasta avmarking er, at talan skal vera um fakligt innihald, sum er viðkomandi fyri virksemið í kirkjuráðnum, og at útreiðslurnar til fakliga virksemið eru rímiligar í mun til fíggjarorkuna hjá kirkjukassanum, og virksemið innihaldsliga er sambæriligt og hóskandi í mun til kirkjuráðsarbeiðið.

 

Ætlanin er ikki, at stevnur við reint trúarligum innihaldi koma undir ásetingina. Kristna trúgvin er sjálvsøgd fortreyt fyri starvinum, tí skal talan vera um faklig viðurskifti, sum hava týdning fyri fyrisitingarstarvið í kirkjuráðnum.

 

7) Kirkjulið kann taka lut í millumkirkjuligum samstarvi, er kostnaðurin rímiligur. Próstadømisráðið verður tá, í sambandi við at tað góðkennir, at peningur er settur av til endamálið, at tryggja sær, at talan er um slag av luttøku og samstarvi, sum biskupur metir er sambæriligt við virksemi, læru og virði kirkjunnar annars.

 

Stk. 2. Ásetingin samsvarar við § 2, stk. 2 í galdandi lóg og er úttømandi, soleiðis at skilja, at heimild er ikki til, at kirkjukassin kann fíggja aðrar útreiðslur enn tær nevndu, er kirkjan ikki sjálvsogn.

 

Allar kirkjur, sum í dag standa uppi, eru sjálvsogn, og ásetingin var tí ikki við í uppskotinum, sum fór til hoyringar, men munnligar viðmerkingar eru komnar um, at leivdir eru av garðskirkju, og at ætlanirnar um at endurreisa hesa ikki eru sleptar.

Vísandi til setningin um at yvirtøkan í útgangsstøðinum ikki skal broyta kirkjuna, er ásetingin tí tikin við í uppksotið.  

 

Óhugsandi er ikki, at ásetingin eisini seinni kann verða nýtt í sambandi við kirkju, ið er gingin úr vanligum brúki (og sum t.d. fornminnissavnið ella bygdasavn hevur yvirtikið); men sum kortini verður nýtt sum kirkja við serlig høvi.

 

Mett verður ikki, at neyðugt er at hava sjálvstøðuga heimild til at lata kirkju skifta til sjálvsogn. Her kunnu reglurnar um fígging o.a. í sambandi við at byggja kirkju ella byggja kirkju um verða nýttar.

 

Stk. 3. Ásetingarnar samsvara við ásetingarnar í § 3, stk. 1 og 2 í galdandi lóg. Kirkjuráðið fær heimild at nýta upphædd til kirkjuliga lívið í kirkjusóknini. Ætlanin er, at landsstýrismaðurin eftir tilmæli frá stiftsstjórnini ásetir upphæddina, ið talan kann verða um, men kirkjuráðið metir um og ger av, hvussu peningurin verður nýttur, tó so, at tað einans kann gera av at nýta peningin til endamálini, sum eru nevnd í stk. 3. Við heitinum “kirkjuna sum heild” verður sipað til fólkakirkjuna í Føroyum, ikki til kristnu kirkjuna yvirhøvur.

 

Stk. 4. Ásetingin samsvarar við § 4 í galdandi lóg. Til at fremja kirkjuliðsarbeiðið verður heimilað kirkjuráðnum at umsita innsavnaðan pening.

 

Stk. 5. Heimildir átøkar hesari liggja í galdandi lóg. Reglurnar tryggja eitt minsta felags støði.

 

Reglurnar verða um, hvussu kirkjuráðið kann nýta pening til konfirmasjónsfyrireiking og konfirmasjón, hvussu kirkjuráðið kann samsýna hjálparfólki og gjalda fyri útreiðslur í sambandi við val til kirkjuráð og skeiðsluttøku.

 

Landsstýrismaðurin ásetir reglurnar í kunngerð eftir tilmæli frá stiftsstjórnini. Men tá ið ræður um tiltøkupeningin, er útgangsstøðið, at tað er ábygdarøki hjá kirkjuráðunum, og reglurnar eiga tí bert at vera um fyrisitingina av tiltøkupeninginum og at leiðbeina grundregluliga um, hvat kann haldast at koma undir endamálini.

 

Til § 4

Ásetingin er átøk § 27, stk. 3 í galdandi lóg; men týðandi frábrigdi eru, sí niðanfyri.

 

Til tess at verja ognirnar hjá kirkjuni krevst, eins og í galdandi lóg, góðkenning frá landsstýrismanninum, er ætlanin at skuldbinda ognir kirkjunnar.

Eftir galdandi lóg kann landsstýrismaðurin delegera heimildina at loyva skuldbinding, men hesin møguleiki er strikaður í uppskotinum. Orsøkin er, at hildið verður rættast, at heimildir yvirhøvur liggja á einum staði.

 

Rættarvenja er, at til ber ikki at gera úrtøku í ognum kirkjunnar, og góðkenning landsstýrismansins í sambandi við lántøku verður tí trygd hjá lánsveitara um, at ætlanin er fíggjarliga burðardygg og trygg innan fíggjarkarmarnar hjá kirkjuni. Skipanin skal tó ikki síggjast sum ein veðhaldsskipan, tí í trygdini liggur einans, at kirkjuráðið hevur fingið góðkenning frá yvirskipaðu kirkjuligu myndugleikunum um, at verkætlanin rúmast innan fíggjarkarmarnar.

 

Stiftsstjórnin hevur neyðuga innlitið í fíggjarviðurskiftini, og tí er ætlanin, at hon – eins og í dag  - fyrireikar málið og mælir landsstýrismanninum til annaðhvørt at loyva ella ikki at loyva skuldbinding.

 

Í roynd og veru hevur stiftsstjórnin mestu málsviðgerðina, meðan landsstýrismaðurin góðkennir lántøkuna endaliga.

 

Stiftsstjórnin vissar seg ikki einans um, at full vissa er fyri, at lánið fer at kunna verða goldið aftur, sum lánstreytirnar áseta, men eisini um at láni- og gjaldstreytir eru so góðar og lagaligar, sum til ber, vísandi til at talan er um lán, sum full trygd er fyri, hóast ikki ber til at gera úrtøku í kirkjuni.

 

Talan er um eitt og hvørt slag av skuldbinding av kirkjuni og ogn hennara og fevnir um allar ognirnar, eisini kirkjukassan og aðra fíggjar- ella fastogn, sum kirkjan eigur – eisini til dømis hús ella jarðarogn, sum kirkjan hevur keypt ella fingið.

 

Størstu broytingarnar í mun til galdandi lóg eru, at tað ikki longur er eitt krav, at stiftsstjórnin umsitur fíggjarogn kirkjunnar, og at kirkjuráðnum ikki tørvar nakað serstakt loyvi at brúka av fíggjarogn kirkjunnar.

 

Broytingin er ein natúrlig (um enn ikki í roynd og veru neyðug) fylgja av nýggju skipanini við kontuni at spara upp til ávís endamál.

 

Til § 5

Henda áseting er nýggj og er um eina serliga kontu, sum hevur tvey endamál.

 

Í fyrsta lagi tryggjar hon, at kontan er lógarásett til at spara upp til ávís endamál, at gávur, ið kirkjan fær, ikki enda í stóra felags kassanum, ella verða tiknar við í uppgerðini og mótroknaðar í næstu fíggjarætlanartilgongd. Tað er serliga ein trygd til gevaran, ið formliga ikki er í dag. Hildið verður, at neyðugt er at áseta tað beinleiðis í lógini, soleiðis at grannskoðan ella próstadømisráð ikki kunnu seta spurnartekin við, at gáva, sum er latin til ávíst endamál, verður sett til viks, samstundis sum kirkjuni eitt nú tørvar vanligar ábøtur, sum rúm kanska ikki verður fyri í vanligu fíggjarætlanini við tað fyrsta.

 

Í øðrum lagi gevur serliga kontan kirkjuni ein møguleika at arbeiða meira skipað og miðvíst við kirkjubygging, kirkjuumbygging og øðrum stórum verkætlanum. Kirkjuráðið fer at kunna taka stig til at savna inn til ávíst endamál, sum ikki er beinleiðis tengt at dagliga rakstrinum, og trygd er fyri, at innsavningin ikki fer at minka um møguleikarnar hjá kirkjusóknini at fáa lut í kirkjuskattinum, heldur ikki um talan er um verkætlan, sum er tung hjá kirkjusóknini at lyfta, og sum tí tekur langa tíð at fíggja.

 

Stk. 2. Ásetingin tryggjar, at kirkjuráðið ikki tekur so rívan til, tá ið tað sparir upp, at tað eisini sparir upp av tí, sum kirkjukassanum er lutað til úr Kirkjugrunninum, og harvið av landskirkjuskattinum. Tað er ein broyting í mun til siðvenjuna í dag. Í dag fáa kirkjusóknir loyvi til at spara upp av landskirkjuskattinum, eitt nú til at byggja nýggja kirkju; men broytingin hevur samband við, at nú verður latið upp fyri at krevja staðbundnan kirkjuskatt inn til serlig endamál, sbr. §§ 2, stk 3, 5 og 13.

 

Stk. 3. At landsstýrismaðurin skal gera kunngerð fyri kontuna er fyrst og fremst fyri at tryggja, at øll kirkjuráðini nýta kontuna á sama hátt; men ætlanin er eisini, at kunngerðin skal styrkja álitið hjá gevaranum, soleiðis at siðvenjan við at lata gávu til kirkjuna, eitt nú í sambandi við jarðarferð, kann halda fram á tryggan hátt: tey, ið lata gávu til kirkjuna, skulu vera vís í, at gávan kemur kirkjuni til góðar á serligan hátt, soleiðis sum gevarin skilar til.

 

At sera stórur dentur soleiðis verður lagdur á ynski gevarans merkir kortini ikki, at gevari so at siga kann noyða kirkjuna at gera ella fáa sær eitthvørt, sum so ella so kann verða hildið at vera í andsøgn við tað, sum kirkjan stendur fyri. Hesum forðar § 1, stk. 3 í uppskotinum til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni fyri.

 

Orðingin í uppskotinum, ið fór til hoyringar, var “....hvørji endamál kontan kann verða nýtt til”, men serliga kirkjuligi fylgibólkurin vísti á, at slík orðing lættliga kann føra til munandi inntriv í sjálvræðið hjá kirkjuráðunum á hesum øki, har siðvenja annars er, at lóggáva ella umsitingarreglur (burtursæð frá vanligu grundreglunum fyri virksemið hjá kirkjuni) ikki binda kirkjuráðið, uttan har sum hetta er beinleiðis ásett í lógini, og orðingin er tí broytt samsvarandi, soleiðis at greitt er, at kunngerðarheimildin skal tryggja, at gjøgnumskygni er, og at kirkjuráðini nýta kontuna á samlíkan hátt.

 

Til kapittul 2

Fíggjarætlan og roknskapur hjá kirkjukassanum

 

Til § 6

Ásetingin í stk. 1 er í fyrra liði nett hin sama, sum í § 6, stk. 1 og 2 í galdandi lóg, meðan seinni liður hevur somu reglu sum § 2, stk. 1 í kunngerðini um kirkjukassar (Kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2000 um kirkjukassar, sum broytt við kunngerð nr. 106 frá 25. september 2003).

 

Stk. 2. Sambært § 6, stk. 3 í galdandi lóg liggur heimildin at áseta neyvari reglur hjá landsstýrismanninum; mett varð, at  stiftsstjórnin hevur betri innlit í, hvussu tørvurin hjá kirkjuráðunum á kørmum og leiðbeining í mun til fíggjarætlanararbeiðið er, og at hon hevur neyvari innlit í fíggjarætlanararbeiðið og fíggjarviðurskiftini hjá kirkjukassunum yvirhøvur, og tí varð skotið upp at leggja stiftsstjórnini heimildina, nú hon ikki longur hevur ein virknan leiklut í ítøkiliga fíggjarætlanararbeiðinum; men kirkjuligi fylgibólkurin metir, at hetta er prinsipielt skeivt, og at allar heimildir at áseta generellar reglur eiga at vera hjá landsstýrismanninum. Ásetingin í uppskotinum er broytt samsvarandi hesum viðmerkingum.

 

Til § 7

Greinin er um mannagongdina fyri kirkjuráðini í sambandi við, at próstadømisráðið góðkennir fíggjarætlanirnar, og ætlanin er ikki at gera nakra innihaldsliga broyting.

Ásetingin í stk. 1 samsvarar við § 7, stk. 1. í galdandi lóg.

Ásetingin í stk. 2 samsvarar við § 7, stk. 2. í galdandi lóg. Tað, at fíggjarætlanarsamráð ikki tekur avgerð, merkir, at fíggjarætlanarsamráðið bert er leiðbeinandi, og at próstadømisráðið ikki er bundið av tí, sum kemur fram á fíggjarætlanarsamráðnum.

Ásetingin í § 7, stk. 3 í galdandi lóg um, at kirkjuráðið hevur skyldu at lata seg umboða, verður ikki tikin við, tí hildið verður, at hon er innantóm: Ein myndugleiki hevur altíð skyldu til at virka við til at kunna um mál á nøktandi hátt og hevur sjálvsagda og serliga skyldu at lata seg umboða í samskiftinum við annan myndugleika, tá mannagongdin er ásett í lóg.

 

Til § 8

Stk. 1. Ásetingin samsvarar við ásetingina í § 8, stk. 1 í galdandi lóg. Tøkniliga er tó ein ávísur munur: Próstadømisráðið skal eftir uppskotinum einans rokna út, hvør útreiðsla verður at svara til góðkendu ynski kirkjukassana í krónum, meðan tað ikki longur skal rokna út, hvat ið neyðuga skattaprosentið skal verða.

 

Ásetingin í § 8, stk. 2 í galdandi lóg verður at falla burtur vísandi til, at próstadømisráðið eftir uppskotinum fær avgerðarmyndugleikan og við honum eisini heimildina at fremja neyðugu skerjingarnar.

 

Stk. 2. Ásetingin er nýggj og er at síggja saman við nýggju ásetingunum í lóg um bygningar fólkakirkjunnar. M.a. verður ásett, at størru kirkjusóknirnar ikki fáa stuðul úr Kirkjugrunninum til byggiverkætlan, fyrr enn tær hava spart upp samsvarandi við 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum sbrt. løgtingslóg um bygningar fólkakirkjunnar. Tað verða tí bert minnu kirkjusóknirnar, ið hava møguleika fyri at fáa stuðul úr Kirkjugrunninum til tann partin, sum kirkjusóknin annars skal samla til, og sum próstadømisráðið kann taka serlig atlit til.

 

Tvs. at tá ið próstadømisráðið roknar, hvussu nógvan pening tørvur verður á at krevja inn við landskirkjuskatti fyri at nøkta góðkendu ynskini hjá kirkjukassunum, roknar tað ikki útreiðslur eftir § 3 stk. 1, nr. 2 við fyri kirkjusókn, sum hevur fleiri enn 1000 kirkjufólk.

 

Landskassastuðulin til byggitiltak verður ásettur beinleiðis á løgtingsfíggjarlógina, og verður bert latin, tá ið landsstýrismaðurin hevur givið endaligt loyvi til byggingina, og  tá ið stuðulsmóttakarin hevur lokið allar ásettar treytir.

 

Ætlanin er at geva størri rásarrúm í teimum stóru kirkjusóknunum til, við staðbundnum kirkjuskatti, at fíggja stóra bygging ella umbygging. Tað letur upp fyri, at fleiri størri verkætlanir kunnu vera í gongd í senn uttan at forða fyri hvørjari aðrari. Samstundis kemur skipanin at virka javnandi millum útjaðaran og miðstaðarøkið.

 

Stk. 3. Ásetingin samsvarar í høvuðsheitum við § 9, stk. 2 í galdandi lóg. Munurin er, at eftir uppskotinum verða allar útreiðslur roknaðar við í vøksturin, eisini tær, ið stava frá vali, og tær, ið stava frá, at nýggj kirkjusókn er stovnað. Grundgevingin er, at hildið verður ikki, at innihaldslig orsøk er til at halda summi sløg av útreiðslum uttan fyri útreiðslustýringina, tí uttan mun til, hvussu fyrisitingarliga uppbýtið er, er ikki væntandi at samtalda talið á limum í fólkakirkjuni fer at økjast munandi.

 

Eftir fyrra punktum er tað upp til stiftsstjórnina at meta um, hvørt neyðugt er at hava samráð við próstadømisráðið, ella hon metir, at málið er upplýst nøktandi.

 

Eftir seinna punktum skal stiftsstjórnin kalla próstadømisráðini inn til felags fíggjarætlanarsamráð. Fyri ein part er orsøkin hin sjálvsagda, at er felags fíggjarætlanarsamráð, er lættast at skifta orð um, hvussu neyðugu raðfestingarnar verða gjørdar sum frægast; men felags fíggjarætlanarsamráð fer eisini at geva próstadømisráðunum høvi at gera vart við seg í felag, og próstadømisráðini vita av hvørjum øðrum, um trupulleikin er hin sami allastaðni.

 

Til § 9

Ásetingin í § 9, stk. 1 er nett hin sama, sum ásetingin í § 11 í galdandi lóg, og henni tørvar ikki serstakar viðmerkingar.

 

Stk. 2. Ásetingin í § 9, stk. 2 er átøk § 5, stk. 1 í kunngerðini um kirkjukassar (Kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2000 um kirkjukassar, sum broytt við kunngerð nr. 106 frá 25. september 2003).

Broytingin er, at staðiligt krav er ikki um, at løggildur ella skrásettur grannskoðari skal grannskoða roknskapin, nú skotið verður upp í stk. 3 at heimila stiftsstjórnini at áseta neyvari reglur.

 

Stk. 3. Ásetingin minnir um § 5, stk. 1 í kunngerðini um kirkjukassar, men heimildin fevnir um fleiri viðurskifti enn um, hvussu roknskapurin eigur at verða settur upp. Eftir øðrum liði í § 12, stk. 1 í galdandi lóg áliggur landsstýrismanninum at áseta neyvari reglur viðvíkjandi hesum viðurskiftum, men hildið verður, at talan er um rættiliga staklutakenda reglufastseting, ið krevur stórt og neyvt innlit í økið yvirhøvur, og í hvørjir dagligu trupulleikarnir eru. Tí varð hildið, at heimildin liggur betur hjá stiftsstjórnini; men kirkjuligi fylgibólkurin metir, at hetta er prinsipielt skeivt, og at allar heimildir at áseta generellar reglur eiga at vera hjá landsstýrismanninum. Ásetingin í uppskotinum er broytt samsvarandi hesum viðmerkingum.

 

Stk. 4. samsvarar við § 12, stk. 2 í galdandi lóg. Kærufreistin er tó nýggj.

Orsøkin til, at góðkenningin hjá próstadømisráðnum skal kunna verða skotin inn fyri stiftsstjórnina, er, at hon kann verða grundarlag undir, at ábyrgd (eftir lóg um kirkjuráð og próstadømisráð) verður gjørd galdandi móti limum í kirkjuráðnum, um kirkjukassin ella fólkakirkjan annars hevur verið fyri fíggjarligum tapi, eitt nú um kirkjuráð hevur tikið avgerð, sum er ímóti lóggávuni.

 

Til § 10

Ásetingin er nýggj. Siðvenjan í dag er sera ymisk; men summi kirkjuráð hava fasta siðvenju at kunna um roknskapin við at leggja hann fram í forkirkjuni. Tað verður hildið at vera rætt, at øll fáa høvi at kunna seg um virksemið, sum kirkjuráðið stendur fyri vegna kirkjufólkið á staðnum, og roknskapurin gevur ikki einans eina mynd av fíggjarstøðuni hjá kirkjuni, men eisini av virkseminum. 

 

Til kapittul 3

Kirkjuskattur

 

Til § 11

Stk. 1. Ásetingin er innihaldsliga hin sama sum fyrri liður í § 20, stk. 1 í galdandi lóg og tørvar ikki serstakar viðmerkingar.

 

Stk. 2. Ásetingin er innihaldsliga hin sama, sum seinni liður í § 20, stk. 1 og fyrri liður í § 20, stk. 2 í galdandi lóg, og tørvar ikki serstakar viðmerkingar.

 

Ein broyting er tó í mun til galdandi lóg. Í § 20, stk. 4 í galdandi lóg er skipanin við landskirkjuskatti sjálvboðin, tvs. at latið verður upp til kirkjuráðini at taka støðu til, um tey ynskja at vera við í felags landskirkjuskattinum. Nakrar smærri kirkjusóknir hava við heimild í hesi skipan ikki álagt kirkjufólkinum í kirkjusóknini kirkjuskatt, og hava soleiðis sjálvi fíggjað raksturin hjá kirkjuni. At kirkjufólkið sjálvt fíggjar raksturin av egnari kirkju kann vera í lagi í mun til kirkjubygningin í kirkjusóknini.

 

Við nýggju skipanini fer tó ein týðandi partur av landskirkjuskattinum at fíggja felags útreiðslur hjá fólkakirkjuni, sum t.d. part av lønini til sóknarprest, umframt aðrar útreiðslur til felags rakstur av fólkakirkjuni, tí má skipanin vera tvungin.

 

Tað eru heilt fáar kirkjusóknir, ið gjøgnum árini hava valt ikki at luttaka í felags landskirkjuskattinum. Hesar hava partvíst fíggjað rakstur og viðlíkahald av kirkjuni við stuðli úr Føroya Kirkjugrunni, sum nú verður tikin av.

 

Til § 12

Stk. 1. Ásetingin er innihaldsliga átøk seinna liði í § 20, stk. 2 í galdandi lóg. Munurin er, at landsstýrismaðurin – í samsvari við verandi siðvenju – ásetir prosentið eftir tilmæli frá stiftsstjórnini, meðan mannagongdin sambært orðalagnum í galdandi lóg er, at landsstýrismaðurin ásetir prosentið og hoyrir stiftsstjórnina.

Landsstýrismaðurin hevur hóast broytta orðalagið eftir vanligum fyrisitingarrættarligum grundreglum skyldu at hoyra stiftsstjórnina, um hann hevur í hyggju ikki at fylgja tilmælinum.

 

Eins og í galdandi lóg ger ásetingin, at landsstýrismaðurin hevur heimild at taka støðu til, hvussu hann ásetir kirkjuskattaprosentið, uttan mun til, um útreiðslurnar hækka ella lækka.

Ásetingarnar í § 8, stk. 3 og í § 23, stk. 3 áleggja sostatt einans landsstýrismanninum eina staðiliga skyldu til at taka støðu, tá útlit eru fyri, at vøksturin kann fara at vera meira enn 10 %.

 

Tá ið landsstýrismaðurin ásetir líkningarprosentið, skal hann hava serligt atlit at tryggja, at kirkjuskattaprosentið ikki verður so høgt, at tað kann kennast sum ein verulig byrða hjá limunum – serliga tí at rúm skal vera fyri at áseta staðbundna gjaldið aftrat. Somuleiðis skal hann hava atlit til, at kirkjan í minst møguligan mun eigur at verða rikin við starvsfólki í føstum starvi.

 

Stiftsstjórnin skal í seinasta lagi 1. desember taka samanum fíggjartørvin, sum próstadømisráðið er komið við, sbr. § 8, stk. 1, og tørvin hjá Kirkjugrunninum, sbr. § 23, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.

 

Stk. 2. Kirkjuskattahámark er í galdandi lóg. Hámarkið á landskirkjuskattinum í hesari lógini skal síggjast í mun til nýggja møguleikan í § 13 við staðbundnum kirkjuskatti, tvs. at kirkjuskatturin samanlagt í mesta lagi kann verða 0,95%. Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark er staðbundni kirkjuskatturin 0,3% í meðal, meðan kirkjuskatturin samanlagt (tvs. lands + staðbundin) er nakað meira enn 0,8%.

 

Til § 13

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóggávu, sí eisini viðmerkingarnar til § 2, stk. 3, § 5 og 13.

Skal kirkjan á staðnum byggja, umbyggja, standa fyri kostnaðarmiklum viðlíkahaldi ella keypi til kirkjuna, ella ætlar hon at fara undir okkurt slag av serligari verkætlan, ið bregður frá, kann serligur kirkjuskattur verða álíknaður.

 

Í kirkjusóknum, sum hava serligan fíggjarligan tørv í sambandi við at byggja/umbyggja kirkju, serligt viðlíkahald, útvega urgu, klokku ella kostnaðarmikið innbúgv, kann eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri kommunalan inntøkuskatt, álíknast limum fólkakirkjunnar í sóknini serligan kirkjuskatt, sum ikki má vera hægri enn 0,30 %.

 

Stk. 2. Ávíst endamál í eitt ávíst áramál merkir, at talan so ella so er um eina ella fleiri verkætlanir, tvs. tiltøk, ið uttan mun til innihald hava tað felags eyðkenni, at tey hava eina byrjan og ein enda. Tiltøkini, ið verða fíggjað á henda hátt, kunnu væl vera forskotin, og skulu ikki neyðturviliga hava nakað við hvørt annað at gera.

 

Tað eru sum so ongar ávísar avmarkingar fyri, hvat slag av tiltaki talan kann vera um, er tað bara greitt, at talan er um eitt kirkjuligt tiltak á staðnum.

 

Til § 14

Sama áseting sum í § 20, stk. 3 í galdandi lóg. Limur í fólkakirkjuni er tann, sum er doyptur í fólkakirkjuni ella við kristnum dópi og innlimaður í fólkakirkjuna. Onnur, ið ynskja at rinda kirkjuskatt, gera hetta við at boða Toll- og Skattstovu Føroya frá.

 

Stk. 2. Hetta er ein umsitingarregla, ið er sett inn eftir tilmæli frá Toll- og Skattstovuni. Toll og Skattstovan hevur víst á, at ongar skuldbindingar- og innheintingarreglur eru í lógini, og at slíkar reglur eiga at vera í lógaruppskotinum. Toll- og Skattstovan mælir til, at tað í uppskotinum verður víst til skuldbindingar- og innheintingarreglurnar í kapitli 13 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

 

Til § 15

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóg. Talan er um kunngerðarheimild til at áseta reglur, sum lætta um sjálva kirkjuskattingina, og gera líkning, innkrevjing og avrokning greiðari. Til dømis kann landsstýrismaðurin áseta, hvussu kirkjuskattur verður álíknaður í kirkjusóknum, har samsvar ikki er millum kirkjusóknamørkini og bygda-eindirnar í skránni, sum liggur til grund fyri skattaskipanini.

 

Til § 16

Stk. 1. Ásetingin samsvarar við § 21, stk. 1, 1. pkt. í galdandi lóg.

Stk. 2. Ásetingin er fyri ein part nýggj og kemur fyri ein part í staðin fyri § 21, stk 1, 3. pkt. í galdandi lóg.

 

Stk. 1 og 2 gera tilsamans, at kirkjukassarnir altíð fáa tað, sum teimum líknast til, meðan Kirkjugrunnurin, ið so at siga er høvuðsarbeiðskontan hjá stiftsstjórnini, fær tað, sum annars er komið inn í kirkjuskatti.

 

Í § 23, stk. 3 og 4, er ásett, at fær Kirkjugrunnurin meira inn, enn honum tørvar, fer avlopið í Kirkjugrunnin, og kemur minni inn, ger stiftsstjórnin av at gjalda Kirkjugrunninum upphæddina úr Tiltaksgrunninum.

Eftir § 21, stk. 1, 2. pkt. í galdandi lóg verður avlop eitt ár nýtt at minka um líkningina næsta árið. Ásetingin er so at siga ómøgulig at umsita eftir, tí tað kann taka fleiri ár, áðrenn til ber at siga, at líkningin er endalig.

 

Til § 17

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóg, tí at skipanin við staðbundnum kirkjuskatti er ikki í galdandi lóg, men minnir annars um ásetingina í § 21, stk. 1 í galdandi lóg. Sí viðmerkingarnar til § 16 frammanfyri.

 

Kapittul 4

Kirkjugrunnurin

 

Ásetingarnar í hesum kapitli og kapitlunum 5 og 6 eru nýggjar, men eru um á leið somu viðurskifti, sum eru umrødd í kapitlunum 3a og 4 í galdandi lóg.

 

Til § 18

Kirkjugrunnurin er felags grunnur fólkakirkjunnar. Virksemi hansara verður ein samanrenning av virkseminum hjá verandi “Færøernes Kirkefond” og “Fællesfonden”, tó við tí frábrigdi, at Kirkjugrunnurin ikki sjálvur eigur fíggjarognir: Fíggjarognirnar liggja í Tiltaksgrunninum, sum stiftsstjórnin eisini situr fyri.

 

Stk. 2. Fíggjarkervi og –skipan hjá fólkakirkjuni eru púra óheft av skipanini hjá landinum, hóast partur av samstarvinum millum land og kirkju er, at landið stuðlar kirkjuni við peningi á fíggjarlógini, og krevur kirkjuskatt inn fyri kirkjuna. 

Ásetingin er tí helst óneyðug, men fyri at staðfesta, at inntøkur og útreiðslur hjá kirkjuni ikki verða tiknar við á løgtingsfíggjarlógina, er greiðari at hava áseting sum hesa í sambandi við Kirkjugrunnin. Hóast tað kann sýnast sjálvsagt, at inntøkur og útreiðslur hjá Kirkjugrunninum ikki verða tiknar við, verður hildið rættast at seta hesa áseting her eisini, so misskiljing ikki kemur í, av tí at kirkjugrunnurin er nýggjur.

 

Stk. 3. Inntøkurnar eru landskassastudningur og avkast av ognunum, t.d. leiga av prestagarði og onnur sjálvboðin gjøld.

 

Stiftsstjórnin stjórnar grunninum, sum verður undir eftiliti av landsstýrismanninum.

 

Til § 19

Her verður staðfest, at Kirkjugrunnurin eigur prestagarðar og biskupsgarðin. Ognarviðurskiftini hjá teimum ymisku prestagørðunum hava verið nakað ymisk, men teir hava higartil verið fíggjaðir og riknir av donsku myndugleikunum. Landsstýrið yvirtekur prestagarðarnar, nú fólkakirkjan verður yvirtikin, og tá verða hesar ognir kirkjunnar ogn hjá Kirkjugrunninum, og harvið felagsogn hjá fólkakirkjuni í Føroyum.

 

Við at savna ognarrættin í Kirkjugrunninum verður álagt stiftsstjórnini at síggja til, at bygningarnir verða fíggjaðir og viðlíkahildnir. Hildið verður rættast at leggja hesa uppgávu á einum staði og ikki hjá kirkjuráðunum hvørt sær. Tað merkir, at sóknarprestur vendir sær til stiftsstjórnina, um okkurt væntar í prestagarðinum, og at allir sóknarprestar hava somu sømdir og koma undir somu reglur.

 

Í donsku skipanini er dagliga umsitingin av prestagørðunum hjá kirkjuráðunum. Henda loysn hevur verið viðgjørd, men hildið verður, at henda byrða verður ov stór hjá teimum kirkjuráðum, har prestagarður er. Tær kirkjusóknir, ið hava prestagarð, høvdu havt nógv størri fyrisiting enn tær kirkjusóknir, har prestagarður ikki er. Henda fyrisiting hevði tikið orku frá tí partinum av kirkjuráðsarbeiðinum, sum er at fjálga um kirkjuliga lívið í kirkjusóknini. Harumframt kunnu støður íkoma, har tað er óheppið, at sóknarprestur, sum skal samstarva við kirkjuráðið, eisini skal venda sær til sama kirkjuráð, um okkurt treingir til ábøtur í prestagarðinum.

 

Viðlíkahald og uppfylging av t.d. byggiverkætlanum er tung fyrisitingarliga. Ætlanin er at seta orku av til bygningsumsiting hjá stiftsstjórnini og samskipa verkætlanir og annað í sambandi við bygningarnar har.

 

Stk. 2. Kirkjugrunnurin rindar løn og annað til skrivstovuhald hjá sóknarpresti. Í verandi skipan verður lønin rindað partvíst við donskum kirkjuskatti og úr danska ríkiskassanum, og skrivstovuhaldið verður fyri ein part fíggjað úr kirkjugrunninum.

 

Uppremsingin í stykki 2 er ikki úttømandi, men er ætlað at vísa, at kirkjugrunnurin hevur allar vanligar arbeiðsgevaraskyldur mótvegis tænastumonnum og starvsfólki, ið hann lønar, uttan eftirlønarskylduna til tænastumenn, ið lógin leggur landinum.

 

Við at leggja alla fíggingina til Kirkjugrunnin kann landsstýrið avtala at rinda part av ella allar lønarútreiðslurnar við at flyta pening í Kirkjugrunnin, meðan kirkjuskattur rindar restina. Talan kann eisini vera um aðrar útreiðslur til serligar uppgávur, t.d. hjá sóknarpresti til eitt nú at taka á seg uppgávuna sum prestur á deyvamáli.

 

Nr. 3 í hesum stykki kemur ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2008, tí at kirkjusóknirnar við heimild í galdandi lóg hava fingið góðkent at nýta pening til endamálini í verandi fíggjarætlanum.

 

Stk. 3. Sum útreiðslur til umsitingina hjá prósti eru nú eisini at rokna útreiðslur til próstasýn, ið eftir galdandi lóg áliggja kirkjuráðunum, men eru stroknar sum útreiðsla hjá kirkjuráðunum, sbr. trongari orðingina í § 3, nr. 1. Orsøkin til broytingina er eitt ynski um at einfaldgera umsitingina hjá prósti og kirkjuráðum.

 

Stk. 4. Próstadømini verða fleiri og eru ikki býtt sundur í landslutir enn. Tí verður skotið upp, at útreiðslur til val til próstadømisráð verður hildið av Kirkjugrunninum, og at fundarvirksemið annars somuleiðis verður fíggjað úr Kirkjugrunninum. Av tí, at talan verður um fleiri próstadømisráð, ásetir stiftsstjórnin reglur um, hvat kann verða fíggjað, og hvussu stórar útreiðslurnar til einstøku uppgávurnar kunnu verða.

 

Stk. 5. Eins og fyri kirkjuráðini, so verða útreiðslur til fakligt virksemi goldnar úr Kirkjugrunninum. Limur í próstadømisráði kann hava tørv á fakligari vitan í sambandi við uppgávurnar hjá ráðnum. Talan kann verða um skeið, ráðstevnu ella líknandi. Stiftsstjórnin ásetir neyvari reglur um tær útreiðslur, ið rindast kann fyri, soleiðis at øll próstadømisráðini hava somur reglur at halda seg til.

 

Stk. 6. Her kann talan vera um ymisk sløg av útreiðslum, ið helst ikki eru so stórar í mun til sentralu útreiðslurnar hjá kirkjuni annars, og sum eftir slagnum ikki liggja natúrliga hjá einstøku kirkjusóknini. Sum dømi kann verða nevnt útreiðslur til felagskirkjuligt og millumkirkjuligt samstarv, og til gransking í kirkjuligum viðurskiftum.

 

Til § 20

Ásetingin ger, at Kirkjugrunnurin kann hjálpa til við at fíggja um- og nýbygging í smæstu kirkjusóknunum, har tað ikki er sannlíkt, at til ber at savna nóg nógvan pening inn við innsavningum og staðbundnum kirkjuskatti.

 

Hámarkið er ikki at skilja, sum at allar kirkjusóknir, ið lúka treytirnar, hava krav upp á stuðul, men øvut, at tær sum eru størri, undir ongum umstøðum fáa játtaðan stuðul til henda partin av fíggingini.

 

Ásett verður ikki, at Kirkjugrunnurin skal fíggja í slíkum føri.

Tað valdast umstøðurnar, tí eitt nú er ikki óhugsandi, at ein einstakur stórur gevari kann vera sinnaður at stuðla við einari rættiliga fittari upphædd í onkrari av lítlu kirkjusóknunum, og tá so er, munar ein størri privat gáva munandi meira, enn um hon verður latin til eina størri kirkju. Tí er ikki vist, at smærru kirkjunum altíð fer at tørva eyka stuðul úr Kirkjugrunninum.

 

Lóg um bygningar fólkakirkjunnar hevur í sær mannagongdir, reglur og treytir fyri, hvussu farið verður fram, tá ið nýggjur bygningur skal byggjast, ella størri umvæling/umbygging skal verða gjørd. Høvuðstreytin verður, at kirkjuráð, ið ætlar at byggja, skal savna inn ein part av kostnaðinum av ætlaðu byggingini. Fyri smærri kirkjusóknir kann verða vikið frá hesari treyt, umframt at hesar kirkjusóknirnar kunnu fáa fíggjarligt íkast úr Kirkjugrunninum, soleiðis at samsvar er millum byrðuna av byggiætlanini og fólkagrundarlagið, eins og í størri kirkjusóknum.

 

Til § 21

Greinin er nýggj í mun til galdandi lóggávu.

Stk. 1. Ætlanin er, at talan skal vera um eina upphædd, sum avgjørt skal vera lítil í mun til raksturin hjá Kirkjugrunninum yvirhøvur – kanska lutfalsliga heldur minni enn samsvarandi tiltøkupeningurin, sum kirkjuráðini hava.

 

Endamálini, sum veitt kann verða til, eru grundregluliga av sama slagi, sum kirkjuráðini kunnu nýta tiltøkupeningin til, men talan skal vera um tiltak, sum í roynd og veru ikki er neyðugt, og sum ikki áliggur nøkrum øðrum myndugleika at figgja, men sum hevur týdning fyri kirkjuna í landinum yvirhøvur.

 

Til § 22

Ásetingin heimilar Kirkjugrunninum at krevja inn meira í kirkjuskatti enn tað, sum er avgjørt neyðugt einstaka árið, soleiðis at ognin í Tiltaksgrunnunum kann gerast passaliga stór; men hinvegin er ongin orsøk til at ríka grunnin upp meira enn tað, sum hildið verður, at tørvur kann verða á, skuldu niðurgongutíðir verið eini 3-4 ár á rað.

 

Til § 23

Kirkjugrunnurin er nýggjur, so heilt samsvarandi ásetingar eru ikki.

 

Stk 1. Ásetingin er myndað eftir ásetingini í § 23, stk. 3 í galdandi lóg

 

Stk. 2. Ásetingin er fyri ein part myndað eftir ásetingini í § 5, stk. 2 í galdandi lóg.

 

Stk. 3. Samsvarandi áseting er ikki um “Færøernes Kirkefond”, men ásetingin er myndað eftir samsvarandi ásetingini um líkningina til kirkjukassarnar í § 9, stk. 2 í galdandi lóg, tó við tí muni, at her er ikki heimilað landsstýrismanninum at gera frávik.

 

Endamálið er eisini her at tálma útreiðsluvøkstrinum.

 

Stk. 4 og 5. Ásetingarnar eru nýggjar. Endamálið er at tryggja, at Tiltaksgrunnurin kann virka sum tiltaksgrunnur, tá upp- ella niðurgongutíðir ávirka tað, sum kemur inn í kirkjuskatti meira enn væntað. Ásetingarnar skuldu tí tryggjað, at kirkjuskattaprosentið kann vera toluliga støðugt.

 

Til § 24

Kirkjugrunnurin er nýggjur, so heilt samsvarandi ásetingar eru ikki.

Stk. 1. Ásetingin er myndað eftir ásetingini í § 25, stk. 1 í galdandi lóg.

Stk. 2. Ásetingin er myndað eftir ásetingini í § 25, stk. 3 í galdandi lóg, tó verður roknskapurin grannskoðaður av Landsgrannskoðanini. Fíggjarkervið hjá fólkakirkjuni er uttan fyri landsfíggjarkervið og er tí ikki fevnt av virkisøkinum hjá Landsgrannskoðanini, men hildið verður, at góð trygd kann vera í, at Landsgrannskoðanin grannskoðar grunnar fólkakirkjunnar, heldur enn at grannskoðanin bara verður roknskaparlig.

Stk. 3. Ásetingin er myndað eftir ásetingini í § 25, stk. 2 í galdandi lóg; men nýtt er, at roknskapurin verður lagdur landsstýrismanninum til góðkenningar.

 

Til § 25

Hetta er ein yvirskipað kunngerðarheimild fyri virksemi hjá Kirkjugrunninum. Reglurnar eru m.a. um samskipan og útreiðslustýring á teimum økjum, sum Kirkjugrunnurin fyrisitur.

 

Í sambandi við umsóknir eftir § 20 er ætlanin, at kirkjusóknin altíð sjálv verður elvd til at fíggja so stóran part av kirkju(um)byggingini, sum til ber. Hildið verður, at viðurskiftini kunnu vera so ymisk og skiftandi, at ringt verður at áseta hóskandi reglur í lógini sjálvari.

 

Til kapittul 5

Tiltaksgrunnurin

 

Ásetingarnar í hesum kapitli eru nýggjar, men umsitingarligu ásetingarnar eru myndaðar eftir samsvarandi ásetingum í kapitli 3a í galdandi lóg.

 

Til § 26

Endamálið við Tiltaksgrunninum er at tryggja raksturin av kirkjuni móti búskaparsveiggjum og at tryggja, at stórar stakútreiðslur ikki gera tað neyðugt at hækka kirkjuskattin eitt ár fyri síðan at lækka hann aftur.

 

Stk. 3. Avlopið kann, umframt vanligt rakstaravlop, vera t.d. søla av bygningi, sum Kirkjugrunnurin eigur.

 

Til § 27

Tiltaksgrunnurin er nýggjur, so heilt samsvarandi ásetingar eru ikki.

Stk. 1. Ásetingin er myndað eftir ásetingini í § 25, stk. 1 í galdandi lóg

Stk. 2. Ásetingin er myndað eftir ásetingini í § 25, stk. 3 í galdandi lóg, tó verður roknskapurin grannskoðaður av Landsgrannskoðanini. Fíggjarkervið hjá fólkakirkjuni er uttan fyri landsfíggjarkervið og er tí ikki fevnt av virkisøkinum hjá Landsgrannskoðanini, men hildið verður, at góð trygd kann vera í, at Landsgrannskoðanin grannskoðar grunnar fólkakirkjunnar, heldur enn at grannskoðanin bara verður roknskaparlig.

Stk. 3. Ásetingin er myndað eftir ásetingini í § 25, stk. 2 í galdandi lóg; men nýtt er, at roknskapurin verður lagdur landsstýrismanninum til góðkenningar.

 

Kapittul 6

Landskassastuðul

 

Ásetingarnar í hesum kapitli samsvara í høvuðsheitum við ásetingarnar í kapitli 3a um skyldur landskassans og í kapitli 4 um skyldur ríkiskassans í mun til fólkakirkjuna.

Við yvirtøkuni átekur landskassin sær skylduna at stuðla fólkakirkjuni, herundir skylduna at stuðla kirkjuni fíggjarliga.

 

Til ber ikki at seta ávíst mark fyri, hvør stuðulin skal vera - tað er kortini fíggjarlógin, sum ger av, hvør stuðulin verður – men greitt er, at hann skal vera meira enn bert ein viðfáningur, annars røkir landskassin ikki skyldu sína at stuðla fólkakirkjuni.

 

Til § 28

Ásetingin er um tað slagið av stuðli, ið landskassin higartil hevur veitt “Færøernes Kirkefond”, sbr. § 23 og § 24, stk. 1 í galdandi lóg. Stuðulin er tó ikki longur bundin til ávís endamál, men er ískoyti til raksturin yvirhøvur.

 

Til § 29

Ásetingin er um tað slagið av stuðli, ið ríkiskassin higartil hevur veitt fólkakirkjuni, eisini í Føroyum. Sbr. kapittul 4 (§ 26) í galdandi lóg.

 

Her er talan um skyldur, sum danski staturin higartil hevur borið, og sum landið átekur sær við yvirtøkuni.

 

Tey 40% av lønunum til sóknarprestarnar er tað, sum kirkjugrunnurin fær. Tað samsvarar við 40 % av prestalønunum, men tað er Kirkjugrunnurin, ið rindar hesar lønirnar, eins og tað í dag er ‘fællesfonden’.

 

Ein broyting í mun til galdandi lóg er, at skotið verður upp, at biskupur ikki fær løn sína beinleiðis frá landinum, men frá kirkjugrunninum, eins og prestarnir.

 

Skal talið verða rætt og koma rættstundis við í fíggjarlógararbeiðið, er fortreytin, at Stiftsstjórnin í seinasta lagi í mai kunnar landsstýrismannin í kirkjumálum um, hvussu stórt krónutal 40%  av prestalønunum og 100% av lønini hjá bispi komandi ár samsvara við.

 

Málið er, at stuðulin skal samsvara við 40 %, men orðingin “minst 40%” er vald, so at sleppast kann undan at gera eftirreguleringar, um tað vísir seg, at metta lønin til sóknarprestar er eitt vet hægri ella lægri, enn mett.

 

Stk. 2. Orðingin kann tykjast meira víðfevnd enn samsvarandi orðingin í § 26, nr 2 í galdandi lóg (“Pensioner og efterindtægt i henhold til lov om tjenestemandspension vedrørende provster og præster”), men einastu tænastumannastørv í fólkakirkjuni í Føroyum eru føst sóknarprestastørv, prósta- og biskupsstørv, og óhugsandi er, at onnur størv í kirkjuni verða tænastumannastørv. Tí er ásetingin neyv, og fevnir um sama starvsfólkabólk sum verandi lóg, tó við tí frábrigdi, at ásetingin eisini er um biskupsstarvið, nú serstøk orðing ikki er í uppskotinum um, at biskupur skal fáa løn og eftirløn sína beinleiðis frá landinum.

 

Til § 30

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóg

Her er talan um at taka afturíaftur gamla siðvenju, ið eftir øllum at døma er fallin burtur undir fíggjarkreppuni fyrst í nítiárunum, sbr. almennu viðmerkingarnar og  serstøku viðmerkingarnar til § 2.

 

Kapittul 7

Gildiskoma og skiftisreglur

 

Til § 31

Krevur ikki serstaka viðmerking.

 

Til § 32

Krevur ikki serstaka viðmerking.

 

Til § 33

Krevur ikki serstaka viðmerking.

 

 

+ Fylgiskjøl

Skjal 1: Hoyringarskriv frá Toll- og Skattstovu Føroya

Skjal 2: Viðmerkingar frá Hans Jacob Lamhauge, Lamba

Skjal 3: Fundarfrásøgn frá hoyringarfundi 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Lisbeth L. Petersen Poul Michelsen Kaj Leo Johannesen
Henrik Old Marjus Dam Vilhelm Johannesen
Alfred Olsen Sverre Midjord Olav Enomoto
Gerhard Lognberg Johan Dahl John Johannessen
Óli Breckmann Andrias Petersen Jørgen Niclasen
Kjartan Joensen Jógvan við Keldu Anfinn Kallsberg
Kristian Magnussen Annita á Fríðriksmørk Jenis av Rana
Kári P. Højgaard Bill Justinussen  

1. viðgerð 7. mai 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur lagt málið fram tann 1. mai 2007, og eftir 1. viðgerð tann 7. mai 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9., 10., 11., 15., 22. og 24. mai 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við bisp, dómpróst, umboð fyri Próstadømisráðið og Felagið fyri Kirkjuráðslimir og landsstýrismannin í mentamálum. Frá dómprósti hevur nevndin fingið viðmerkingar til lógaruppskotini, og frá landsstýrismannin hevur nevndin fingið viðmerkingar til broytingaruppskotini hjá dómprósti umframt yvirlit yvir gongdina í kirkjuskattaprosentinum í Danmark samanborið við tali av limum í fólkakirkjuni.

 

Dómpróstur hevur á fundi við nevndina víst á nøkur lýti við uppskotinum, og tað sama hevur landsstýrismaðurin, umframt at hann tekur undir við fleiri av uppskotunum um broytingar, sum dómpróstur hevur skotið upp at gera.

 

Ein samd nevnd setir tískil fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “... Inntøkurnar hjá kirkjukassanum eru avkast av ogn kirkjunnar, talvupeningur til frama fyri kirkjuna og gjøld fyri at nýta kirkjuna umframt avlopið í kirkjukassanum árið fyri.

 

2) § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Í fíggjarætlanarsamráðnum verða einstøku fíggjarætlanirnar viðgjørdar og raðfestar. Fíggjarætlanarsamráðið tekur ikki avgerð.”

 

3) Í § 8, stk. 2 verður sum 2. pkt. sett: “Fyri kirkjusókn, sum er minni enn 1000 kirkjufólk, roknar próstadømisráðið ikki útreiðslur eftir § 3, stk. 1, nr. 2 við fyrrenn tað árið, tá ið kirkjuráðið hevur spart samsvarandi við í minsta lagi 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum sbrt. lógini um bygningar fólkakirkjunnar íroknað stuðulin, ið Kirkjugrunnurin veitir eftir § 20.”

 

4) í § 13, stk. 3 verður aftaná “søkir” sett: “um próstadømisráðið”.

 

5) Í § 19, stk. 2, nr. 2 verður eftir “hjá” sett: “sóknarprestum og øðrum”.

 

6) Í § 21, stk. 1 verður “lítla” broytt til: “avmarkaða”.

 

7) Í § 25 verður eftir “Kirkjugrunninum,” sett: “og”, og orðini: “, og hvussu studningurin og útreiðslurnar annars verða avmarkaðar í mun til virksemið” verða strikað.

 

8) Í § 31, verður sum nýtt stk. 4 sett: “Stk. 4. Eftirregulering av kirkjuskatti til og við 2006 verður avroknað við Kirkjugrunnin.”

 

Serligar viðmerkingar til einstøku broytingarnar

 

Til 1 og 6

Málsligar broytingar

 

Til 2

Ásetingin verður umorðað soleiðis, at greitt verður, at talan kann bæði vera um rðafestingar á einstøku fíggjarætlanunum og um raðfestingar millum fíggjarætlanir.

 

Til 3

Av misgávum var hetta ikki við í framlagda uppskotinum, og er tað ikki við, kemur ótilætlaður ójavni ímillum stóru og smáu kirkjusóknirnar. § 8, stk. 2 og § 20 skulu tilsamans tryggja, at kirkjukassi ikki kann fáa pening av landskirkjuskattinum til at fíggja ný- ella umbygging av kirkju, fyrrenn kirkjusóknin sjálv hevur útvegað, ið hvussu so er, ein triðing av góðkenda kostnaðinum, ella – tá talan er um smærri kirkjusóknir – at tað, sum kirkjusóknin sjálv hevur útvegað, saman við serstaka studninginum úr kirkjugrunninum eftir § 20, verður, ið hvussu so er, ein triðingur av góðkenda byggikostnaðinum.

 

Til 4

Av tí, at próstadømisráðið er góðkennandi myndugleiki í fíggjarviðurskiftum, er tað próstadømisráðið, sum skal viðgera umsóknirnar um loyvi at krevja inn staðbundnan kirkjuskatt og ger tilmæli til stiftsstjórnina, sum tekur avgerðina.

 

Til 5

Talan er um málsliga nágreinan, sum tó ikki broytir innihaldið.

 

Til 7

Eingin viðmerking.

 

Til 8

Ásetingin tryggjar, at avlopskirkjuskattur ella írestandi kirkjuskattur, sum er avleiðing av eftirregulering í skattaskipanini og stavar frá skattaárunum fram til og við ár 2006, eisini verður viðgjørdur sambært hesi lóg. Á henda hátt verður allur kirkjuskattur avroknaður við kirkjugrunnin, bæði tann, ið stavar frá muninum millum væntaðu og veruligu álíkningina ávísa árið, og tann, ið stavar frá eftirregulering av eldri skattauppgerðum. Hetta er rættiliga avgerandi, tí í galdandi lóg er reglan um eftirregulering í mun til komandi líkning.

 

Soleiðis broytt tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Herumframt hevur nevndin býtt seg í tríggjar minnilutar.

 

Ein minniluti (Andrias Petersen, Óli Breckmann og John Johannessen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Undir nevndarviðgerðini hevur serliga ásetingin um, at landskirkjuskattaprosentið í mesta lagi kann vera 0,65%, verið umrødd. Minnilutin heldur, at reglan um skattahámarkið eigur at varðveitast í lógini, tí vandi kann vera fyri, at kirkjuskatturin hækkar soleiðis, at fleiri og fleiri melda seg úr fólkakirkjuni, um hámark ikki verður sett.

 

Hinvegin, so eru inntøkumøguleikarnir hjá kirkjuni kirkjuskattur og landskassastuðul til kirkjuna, og restar peningur í, kann hesin fáast gjøgnum fíggjarlógina. Grundgevingarnar fyri hesum eru, kirkjan veitir tænastur í samfelagnum, umframt at talan er um eina breitt fevnandi kirkju, ið eisini hevur umsorgan fyri teimum, ið ikki beinleiðis luttaka í kirkju og samkomulívi.

 

Ein annar minniluti (Marjus Dam og Olav Enomoto) metir ikki, at hámark skal verða sett fyri landskirkjuskattaprosentinum.

 

Nú fólkakirkjan verður føroysk, verður mett, at rætt er, at kirkjuligi myndugleikin metir um og ásetir, hvat krevjast skal inn í kirkjuskatti frá limunum í fólkakirkjuni í Føroyum. Prinsipielt meta vit tað vera skeivt at seta fólkakirkjuna undir administrasjón av politiska myndugleikanum frá fyrsta degi av.

 

Áseting av kirkjuskattahámarki er ein ósømilig uppíblanding hjá politiska myndugleikanum og kann tykjast sum tvørrandi álit á, at kirkjuligi myndugleikin megnar at stýra egnum viðurskiftum. Eitt slíkt signal er sera óheppið at senda, serliga nú fólkakirkjan verður yvirtikin. Hetta, meta vit, kann verða byrjanin til skilnað í millum land og kirkju.

 

Vit meta, at kirkjuligi myndugleikin hevur ábyrgdina av at meta um fíggjartørvin hjá kirkjuni. Tað at áseta, hvat kirkjufólk skulu gjalda, er ikki ein uppgáva hjá Løgtinginum, men hjá føroysku fólkakirkjuni – og ongum øðrum. Politiski myndugleikin hevur sum so einki við at áseta nakað loft á hvat fólkakirkjufólk skulu rinda til kirkjuna. At áseta eitt politiskt skattahámark meta vit vera eitt álvarssamt inntriv í frælsi hjá fólkakirkjuni at skipa síni viðurskifti.

 

Eisini kann vísast á, at vit seinastu árini hava havt eitt politiskt ásett hægstamark í kirkjuskatti upp á 0,3%. Hetta hevur verið sera, sera óheppið fyri fólkakirkjuna. Hóast kirkjuligi myndugleikin í fleiri ár hevði ynskir um at fáa broytt hámarkið, so noktaði politiski myndugleikin fyri hesum, til stóran skaða fyri møguleikarnar hjá kirkjuni at arbeiða, sum hon ynskti. Vit meta tað vera skeivt at tøla fólkakirkjuna við at halda fram við eini skipan, ið hevur víst seg at vera sera óheppin fyri kirkjuna. Eisini vilja vit vísa á, at kirkjuliga landslagið vil ikki hava, at hámark verður ásett av politiska myndugleikanum.

 

Minnilutin vísir somuleiðis á, at einki skattahámark er ásett í Danmark, og at tað er rímiligt, at fólkakirkjan í Føroyum fær somu kor at arbeiða undir sum fólkakirkjan í Danmark.

 

Ein triði minniluti (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur fult og heilt undir við, at kirkjan heldur fram at virka á sama hátt sum higartil. Tvs. at politiska skipanin setir lógligu karmarnar, sum kirkjan virkar undir. Annars hevur kirkjan óskert frælsið at virka við fullum rætti og fullari ábyrgd av egnum viðurskiftum. Eisini hvat fíggjarviðurskiftum viðvíkur.

 

Tað er av ógvuliga stórum týdningi, at kirkjan frameftir varðveitir sítt lív sum fólkakirkja, og at hon hvørki endar sum statskirkja, ella at hon fer rekandi avstað við onkrum tilvildarligum tíðaravmarkaðum ráki, tí at almenni myndugleikin slepti sínari ábyrgd av henni.

 

Fólkakirkjan er ein limakirkja. Kirkjuliðið er skrásettur partur í felagsskapinum og rindar fyri tað virksemið, sum er í og kring kirkjuna. Annars hava fíggjarviðurskiftini verið stjórnað sambært einum býtislykli millum hitt almenna og fólkakirkjulimirnar, og ætlanin er, at hendan skipanin skal varðveitast.

 

Í uppskotinum verður mælt til, at eitt hægsta mark verður sett á landskirkjuskattin. Hetta heldur minnilutin vera prinsipielt skeivt. Kirkjuskatturin er skattur, sum kirkjan álíknar sínum limum. Við fullari ábyrgd fyri sínum viðurskiftum eiga kirkjumyndugleikarnir eisini at eiga frælsi at taka avgerð um, hvussu líknast skal, og í hvussu stóran mun hetta skal gerast. Hesin skatturin hevur einki við vanligan skatt at gera yvirhøvur, hetta er hinvegin eitt slag av abonnementi fyri limaskapin í kirkjuni. Í løtuni er tað tó Toll- & Skattstova Føroya, sum krevur peningin inn av praktiskum orsøkum.

 

Landsmyndugleikarnir eiga als ikki at vera lógliga avmarkandi í hesum føri, hetta kann í ringasta føri taka virkislunnindini undan kirkjuni og mangt bendir á, at hetta uppskotna loftið m.a. fer at hava tað við sær, at ongar kirkjur fara at verða smíðaðar í Føroyum frameftir. Tað verða so dánt inntøkur til vanligan rakstur og røkt av bygningum.

 

Minnilutin heldur, at kirkjumyndugleikin sjálvur skal hava ræði á hesum viðurskiftum, og stiftstjórnin skal vera tilmælandi til landsstýrismannin í kirkjumálum um landskirkjuskattin við ongum lofti, men eftir tí tørvi, sum er neyðugur fyri at hava eina vælvirkandi fólkakirkju. Og vit ivast onga løtu í, at kirkjumyndugleikarnir hava frægasta skilið fyri at stjórna hesum. Róð hevur verið framundir, at vantar í kirkjukøssunum, so má politiska skipanin raðfesta hareftir á fíggjarlógunum. Hetta er ein sera vandamikil kós at halda. At leggja kirkjuna fyri vág og vind í marknaðarsveipunum, har hon á hvørjum ári skal raðfestast saman við bergholum, lønum, havnum og skúlum er lítið virðiligt fyri tað aldargamla mentanarfyribrigdið, sum kirkjan eisini er, umframt at vera andaliga heimið hjá meginpartinum av Føroya fólki.

 

Vísandi til viðmerkingarnar omanfyri seta minnilutarnir (Marjus Dam og Olav Enomoto) og (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) § 12, stk. 2 verður strikað.

 

Soleiðis broytt taka hesir minnilutarnir undir við málinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Á tingfundi 31. mai 2007 løgdu tingmenninir Andrias Petersen, Óli Breckmann, John Johannessen, Marjus Dam, Olav Enomoto, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
2. viðgerð

Í § 8, stk. 1 verður “1. desember” broytt til: “15. november” 

Viðmerkingar:
Sambært upprunauppskotinum skal próstadømisráðið innan 1. desember geva stiftsstjórnini boð um, hvussu stór upphædd skal krevjast inn við landskirkjuskatti árið eftir. 

Eftir nevndarviðgerðina hevur landsstýrismaðurin gjørt vart við, at Toll- og Skattstova Føroya má hava boðini fyrr - um mánaðarskiftið november/desember, so neyðugu tillagingarnar í skattarokningarskipanini kunnu gerast rættstundis. 

Hinvegin noyðist skattaprosentið at verða ásett endaliga so seint á árinum sum til ber, so framrokningarnar av skattagrundarlagnum verða so rættvísandi, sum tær kunnu.

2. viðgerð 31. mai 2007. Broytingaruppskot frá Andrias Petersen, Óla Breckmann, Marjus Dam, Olav Enomoto, John Johannessen, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 8  samtykt 25-0-0. Broytingaruppskot frá minnilutunum í mentanarnevndini, Marjus Dam og Olav Enomoto, og Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen til § 12 samtykt 15-1-14. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 2, 7, 8, 13, 19, 21, 25 og 31 samtykt 28-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 1. juni 2007 løgdu tingmenninir
John Johannessen, Jørgen Niclasen, Óli Breckmann og Johan Dahl fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

til 

3. viðgerð 

Í § 12 verður sum nýtt stk. 2 sett:

 

Stk. 2. Landskirkjuskattaprosentið kann í mesta lagi vera 0,65.” 

 

Viðmerkingar:

Við 2. viðgerð samtykti Løgtingið at strika ásetingina í § 12, stk. 2 um kirkjuskattahámarkið í uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Uppskotsstillararnir skjóta upp, at ásetingin verður sett inn í uppskotið aftur.

 

Uppskotsstillararnir síggja tað sum alneyðugan lut fyri at varðveita ta breiðu føroysku fólkakirkjuna, at hámark verður sett fyri kirkjuskattaprosentinum. Hetta tí, at veksur kirkjuskatturin ótálmað, verður avleiðingin, at teir mongu minni aktivu limir kirkjunnar velja at melda seg út úr kirkjuni av fíggjarligum ávum. Slík hending hevði verið byrjanin til endan á fólkakirkjuni, sum vit kenna hana í dag. Og í staðin høvdu vit fingið eina fríkirkju, ið einans teir aktivu limirnir ynskja at rinda fyri.

 

Hevur kirkjan øktan fíggjartørv, er uppskotsstillararnir sannførdir um, at hesin kann heintast sum stuðul á fíggjarlógini, ella við at Løgtingið hækkar hámarkið.

 

Sum lógaruppskotið nú fyriliggur, áliggur tað landsstýrismanninum at taka støðu til møguliga hækking av kirkjuskatti eftir tilmæli frá stiftsstjórnini. Av tí, at talan er um eitt gjald, ið verður kravt inn yvir skattin, halda vit tað vera rættari, at Løgtingið tekur støðu til møguligt hámark.

 

Grundgevingarnar fyri landskassastuðli eru, at kirkjan veitir tænastur í samfelagnum, umframt at talan er um eina breitt fevnandi kirkju, ið eisini hevur umsorgan fyri teimum, ið ikki beinleiðis luttaka í kirkju og samkomulívi.

 

3. viðgerð 1. juni 2007. Broytingaruppskot frá John Johannessen, Jørgen Niclasen, Óla Breckmann og Johan Dahl til § 12 samtykt 16-0-14. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 61 frá 07.06.2007