121 Uppskot til  løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 1. mai, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

Fólkakirkjan

§ 1. Fólkakirkjan í Føroyum er evangelisk-luthersk.

Stk. 2. Landið stuðlar fólkakirkjuni.

Bygnaður

§ 2. Kirkjufólk hoyrir til kirkjusóknina.

 

§ 3. Kirkjusóknin er grundeindin í fólkakirkjuni og kann ikki verða loyst frá henni.

Stk. 2. Kirkjusóknin hevur eitt kirkjuráð, ið stjórnar kirkjuni.

Stk. 3. Kirkjan hevur egin rættindi og egnar skyldur, kann vera partur í avtalum við privat og við almennar myndugleikar, og kann vera partur í rættarmálum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin skipar kirkjusóknirnar um eftir tilmæli frá biskuppi.

 

§ 4. Kirkjusóknin hoyrir til prestagjaldið, sum kann fevna um fleiri kirkjusóknir.

Stk. 2. Sóknarprestur er í prestagjaldinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin skipar prestagjøldini um eftir tilmæli frá biskupi.

 

§ 5. Landsstýrismaðurin skipar prestagjøldini í próstadømi eftir tilmæli frá stiftsstjórnini.

Stk. 2. Próstur er í próstadøminum.

Stk. 3. Í próstadøminum er próstadømisráð við prósti og umboðum, sum limirnir í kirkjuráðunum velja.

 

§ 6. Føroyar eru eitt biskupsdømi við stiftsstjórn.

Stk. 2. Biskupur er í biskupsdøminum. Biskupur hevur sæti í Tórshavn. Havnar kirkja er dómkirkja.

Stk. 3. Stiftsstjórnin hevur tríggjar limir. Biskupur er formaður. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum er embætisfólk í tænastu landsins. Limirnir í kirkjuráðunum velja ein lim.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um virksemið hjá stiftsstjórnini.

Embæti

Sóknarprestur

§ 7. Sóknarprestur er tann, sum er rætt kallaður til at tæna í fólkakirkjuni við orði og við sakramentum og er vígdur til hesa tænastu.

Stk. 2. Sóknarprestur boðar gleðiboðskapin, heldur gudstænastu, fremur kirkjuligar tænastur, hevur undirvísing og veitir sálarrøkt, og skal støðugt granska Guds orð og trúarinnar læru.

Stk. 3. Biskupur kann áseta nærri skipan fyri, hvussu tænastan í prestagjaldinum verður røkt.

 

§ 8. Fólkakirkjan kann hava prest í tænastu hjá føroyingum uttanlands, og til at røkja serligar uppgávur innlendis.

 

Próstur

§ 9. Próstur er sóknarprestur, ið er innsettur at røkja próstaembæti umframt.

Stk. 2. Próstur stuðlar biskupi í embætisvirksemi hansara.

 

§ 10. Próstur við dómkirkjuna er dómpróstur og varamaður hjá biskupi.

Stk. 2. Berst dómprósti frá at røkja uppgávuna sum varamaður hjá biskupi, tekur próstur við hægsta starvsaldri uppgávuna.

 

Biskupur

§ 11. Biskupur er sóknarprestur, sum umframt orðsins tænastu hevur fingið litið til evstu umsjón og umsorgan við biskupsdøminum, og er vígdur til hesa tænastu.

 

§ 12. Biskupur hevur umsjón við kristniboðanini og sakramentunum, og at tey verða umsitin sambært læru og fyriskipan fólkakirkjunnar.

Stk. 2. Biskupur hevur umsjón við sóknarprestunum og embætisførslu teirra.

 

§ 13. Biskupur hevur umsorgan við kirkjuliðunum

Stk. 2. Biskupur hevur umsjón við kirkjuráðunum

Stk. 3. Biskupur hevur umsorgan fyri einleika kirkjunnar.

 

§ 14. Biskupur vígir sóknarprest, innsetir próst og vígir biskup.

Stk. 2. Biskupur vígir kirkjur fólkakirkjunnar.

Løggilding og eftirlit

§ 15. Løgmaður løggildir bíbliutýðing eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir breitt samansetta nevnd til at evna tilmælið.

 

§ 16. Løgmaður løggildir ritual, altarbók, sálmabók og koralbók fólkakirkjunnar eftir tilmæli frá biskupi um landsstýrismannin.

Stk. 2. Biskupur fær tilmæli frá einari serligari nevnd, ið er sett til høvið.

Stk. 3. Biskupur setir nevnd til hvørt høvi sær. Í nevndini sita ein próstur, eitt umboð fyri prestafelagið og tvey leikfólk, ið felagið fyri kirkjuráðslimir vísir á.

 

§ 17. Biskupur kann góðkenna lestrarbøkur.

 

§ 18. Staðfestir biskupur, at sóknarprestur í boðanini ella á annan hátt setir til viks læru fólkakirkjunnar, kann hann taka stig til, at málið verður viðgjørt sum lærumál.

Stk. 2. Kæra um biskup, fyri at seta til viks læru fólkakirkjunnar, verður løgd fyri landsstýrismannin.

 

§ 19. Landsstýrismaðurin ger av eftir samráðing við biskup, um mál skal verða viðgjørt sum lærumál. Biskupur kann krevja, at eitt mál verður viðgjørt.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir, eftir samráðing við biskup, eina nevnd til hvørt høvi sær at fyrireika, viðgera og tilmæla lærumál. Nevndin hevur fimm limir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um, hvussu fyrireiking, viðgerð og niðurstøður hjá nevndini, sbrt. stk. 2, skulu vera.

 

Gildiskoma o.a.

§ 20. Hendan løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2007. Samstundis fer úr gildi lóg nr.729 frá 6. november 1990 “om oprettelse af Færøernes stift”, og § 23, litra c, seinasta pkt. í “Kongelig anordning nr. 232 af 25. maj 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om menighedsråd”

Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir, eftir tilmæli frá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir, eitt kirkjufólk at umboða kirkjuráðini í stiftsstjórnini, tað ið eftir er av valskeiðnum.

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna

Í november 1998 varð nevnd sett at fyrireika yvirtøkuna av fólkakirkjuni. Nevndin læt álit frá sær í august 2001. Undirtøkan fyri innihaldinum í álitinum var misjøvn, og álitið fekk ikki politiska viðgerð, men var fyri ein part støði undir samráðingunum við donsku myndugleikarnar.

 

Álitið og tilgongdin fingu tó so lítla undirtøku í almenninginum, at neyðugt var at byrja arbeiðið at fyrireika føroysku kirkjulógirnar av nýggjum. Á vári 2002 varð tí enn ein arbeiðsbólkur settur at gera uppskot til lógarverkið fyri fólkakirkjuna í Føroyum. Aftrat arbeiðsbólkinum vórðu settir tveir fylgibólkar, ein politiskur og ein kirkjuligur, at fylgja arbeiðinum. Tað er hetta arbeiðið, ið nú er um at vera komið undir land.

 

Málið við yvirtøkuni er, at fólkakirkjan verður yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði. Tað vil við øðrum orðum siga, at ætlanin er, at yvirtøkan ikki skal broyta fólkakirkjuna, og lógaruppskotini, ið verða løgd fram, eru gjørd eftir hesum yvirskipaða endamáli. Kortini eru fleiri uppskot um ásetingar, sum í ávísan mun víkja frá galdandi ásetingum og lóggávu í Danmark og tí, sum higartil hevur verið galdandi í Føroyum. Tað er einki løgið, tá ið havt verður í huga, at danskar kirkjulógir oftast hava verið settar í gildi í Føroyum í broyttum líki, í tann mun tær eru lagaðar til eftir serstøku føroysku umstøðunum.

 

Flestu broytingarnar spretta úr ítøkiligum ynskjum um at gera smærri – í mongum førum tøkniligar – broytingar, sum gera, at kirkjuskipanin í verki kann hóska betur til føroysk viðurskifti. Hetta slagið av broytingum kemur fyri í so at siga øllum pørtum av lógaruppskotunum. Uppskotini taka støði í galdandi lóggávu, og greitt verður frá teimum tillagingum, sum verða hildnar at vera neyðugar, í hvørjum føri sær.

 

Hetta lógaruppskotið um evstu stjórn fólkakirkjunnar er formliga nýtt, tí í mongum eru samsvarandi ásetingar førum als ikki í nýggjari lóggávu, meðan summi av viðurskiftunum, ið verða viðgjørd her – umframt viðurskifti, ið liggja tætt aftrat teimum – eru regluskipað í Norsku Lóg.

 

Tað, sum í hesum lógaruppskoti verður skotið upp at regluskipa, er í mestan mun viðurskifti, sum í dag virka á samlíkan hátt í Føroyum og í Danmark, men sum ongantíð hava verið regluskipað í skrivaðari lóg. Orsøkin er, at evangelisk lutherska kirkjan er ein so ómetaliga gamal partur av ríkisskipanini – til dømis hevði kirkjan longu virkað, í mestsum sama líki sum í dag, í øldir, áðrenn aðrir – í dag sjálvsagdir – partar av hinum almenna, so sum løgregla, skúlaverk ella heilsuverk yvirhøvur vóru til.

 

So leingi, sum alt annað er óbroytt, hava heldur ikki verið ítøkiligar áneyðir til at broyta hesi viðurskifti, tó at partar eru tiknir inn undir tað, sum verður stýrt við skrivaðari lóg, so hvørt sum týðiligar broytingar eru framdar. Men nú, skipanin fyri Føroya viðkomandi formliga verður flutt úr siðbundna danska høpinum í føroyskt høpi, verður hildið, at slíkar aldagamlar siðvenjur ikki uttan víðari lata seg flyta inn í formligu karmarnar í einum øðrum, nútíðar, neyvt regluskipaðum rættarsamfelag. Tí verður hildið rættast, at hesi ikki formliga løgfestu viðurskifti verða lógarásett í tann mun, sum vanlig krøv til nútíðar stjórnan av nútíðar rættarsamfelagi annars seta, samstundis sum fyrilit verða havd fyri, at fólkakirkjan hvørki er ella eigur at vera ein samrunnin partur av fyrisitingini annars, og skal hava sjálvræði í sama mun sum higartil.

 

Hóast lóggávan er nýggj, er endamálið sostatt at halda fast við hitt gamla, at fólkakirkjan í Føroyum við øðrum orðum skal hava karmar, sum eru sera líkir kirkjuskipanini í dag.

 

Kirkjuskipan –  bygnaður í søguligum høpi

Fólkakirkjan í Føroyum hevur sínar røtur í teirri kirkjuskipan, sum varð sett í gildi eftir trúbótina. Henda kirkja var tó eingin fólkakirkja, men ein statskirkja, runnin úr teimum ógvusligu politisku og kirkjupolitisku broytingum, sum stóðust av trúbótini. Meðan stríð var í Danmark og í Íslandi um trúbótina, er einki, sum bendir á, at nakað tílíkt stríð var í  Noregi og Føroyum, har trúbótin varð sett í gildi við kongsboðum. Avgerð kongs um norsku trúbótina varð tikin í 1537 og góðkend á harradøgum í 1539. Føroyar vóru um hetta mundið fyrisitingarliga undir Noregi, so kirkju­søgufrøðingar halda, at avgerð kongs um norsku trúbótina eisini hevur verið galdandi fyri Føroyar. Teir serkønu eru tó ikki heilt samdir um tíðarfestingina, onkur heldur trúbótina vera komna í gildi longu í 1535, meðan nógv bendir á, at beinast er at seta formligu gildiskomuna av trúbótini til 1537. 

 

Ein hugsjónin við trúbótini var, at Guds orð skuldi verða boðað kirkjuliðinum á móðurmálinum og ikki lutvíst á latíni, sum í katólsku kirkjuni. Men kirkjumálið gjørdist ikki, samsvarandi trúbótaligu meginregluni, móðurmálið, føroyskt, men danskt, eins og í Noregi. Spurningurin um kirkjumálið gjørdist eftir framkomu og menning tjóðskaparrørslunnar eitt politiskt og mentanarligt stríð, sum ikki skal verða umrøtt her, men her skal bert verða nevnt, at tá føroysku ritualini vórðu løggild 30. oktober 1930, varð loyvt at halda fullfíggjaða gudstænastu á føroyskum.[1] Av tí at hetta mentanarstríðið endaði við einum sigri fyri móðurmálið, so styrkti føroyska kirkjan sína støðu sum luthersk tjóðfólkakirkja, hóast staðsett undir donskum lóggávuvaldi.

 

Eftir trúbótina varð føroyska kirkjan fyrisitingarliga skipað í sjey prestagjøld við umleið fýrati sóknum. Stutt eftir trúbótina – í 1557, tá ið Riber, Føroya biskupur, bleiv biskupur í Stavanger – varð Føroya biskupsdømi broytt til eitt Føroya próstadømi undir stifti Bergens. Í 1630 varð øll fyrisitingin av Føroyum flutt úr Bergen til Keypmannahavnar, har føroyska kirkjan kom undir fyrisæti av Sælands biskupi. Tað var kongsvaldið, sum eftir tátíðar lutherskari hugmyndafrøði ásetti, ikki bert skipanarliga bygnað, men eisini boðanarliga og trúarjáttanarliga lærugrundarlag kirkjunnar.

 

Kongur læt saman við lærdum monnum gera uppskot til eitt slag av grundlóg, ein sonevndan ordinans, fyri donsku kirkjuna. Hetta uppskot varð sent Lutheri til góðkenningar, og í 1537 varð uppskotið sett í gildi á latíni, og í danskari týðing varð tað sett í gildi í 1539.

 

Ordinansurin byrjar við einari kongligari kunngerð, har sagt verður frá, at ordinansurin er í tveimum.  “Den ene hører alene Gud til, som er det, at vi ville have Guds ord, som er loven og evangeliet, retsindigt prædiket, sakramenterne ret uddelte, børnene vel oplærte, at de må blive i Kristus, som er døbte i Kristus, at kirkens tjenere, skolerne og fattige folk må forsørges og få deres føde”. Sagt verður “Dette er ikke ”vor” men ”vor herre Jesu Kristi ordinans” og den kan der ikke rokkes ved”. Síðani verður sagt “Vi har det rette og sande evangelium, som for de betyngede samvittigheder prædiker syndernes forladelse uforskylt alene for Jesus Krisi Guds søns skyld, som er hengivet for os. Og når vi således er skilte fra synden, regnes vi for retfærdige for Gud og er Guds børn …. Andet evangelium har vi ikke”.

 

Tað var tað, sum varð sagt at vera onnur helvtin. Um hina helvtina verður sagt “Det andet stykke i denne ordinans må siges at være vort, fordi deri kan vel et og andet ændres (foruden Guds fortørnelse) skønt også det angår Gud, nemlig hvad vi have beskikket om personer, tid, sted, tale, måde, præstetider, sang og seremonier om visitats om end ærlig sammenkomst til gudstjeneste, ikke uden skellig grund og ej med nogen serlig helligheds mening, men den må desbedre og med bekvem hederlighed holdes, thi alt sådant skal tjene Guds ord”.

 

Soleiðis fyriskrivar hesin ordinansurin, at talan er um eitt tvíbýti. Eitt er evangeliið og sakramentini, og trúarjáttanarskrivini, ið hjálpa kirkjuni at tulka tað, sum er sjálvt innihaldið í kirkjuni. Restin eru tær skipanir, sum menniskjuni gera, og sum kunnu skifta, sum tíðir skifta.

 

Meginregluliga hevur verið hildið fast við hetta tvíbýtið. Bygnaðurin og virksemið hjá kirkjuni eru lagað til við tíðini, so hvørt sum hugsjónir um persónligt frælsi, ábyrgd og fólkaræði hava vunnið fram, meðan lærugrundarlagið er óbroytt.

 

Fólkakirkjan játtar, saman við øllum kristnu kirkjunum í heiminum, trúnna á ein sannan Gud – Faðirin, Sonin og Heilaga Andan – ið skapar, frelsir og gevur lív.

 

Í søgu kirkjunnar er trúgvin orðað í nýggjar trúarjáttanir, tá ið støðan hevur gjørt, at tað hevur verið neyðugt. Fólkakirkjan hevur tær tríggjar samkirkjuligu trúarjáttanirnar felags við flestallar aðrar kristnar kirkjur, og hoyrir, við at hon eisini hevur augsburgsku trúarjáttanina frá 1530 og Luthers lítlu katekismus sum trúarjáttan og lærugrundarlag, til evangelisku luthersku kirkjurnar.

 

Lærugrundarlagið liggur fast við trúarjáttanarskrivunum, sum nú galdandi eru ásett í Norsku Lóg.

 

Norska Lóg sigur í fyrsta kapitli í aðru bók, at “Den religion skal i kongens riger og lande allene tilstedes som overenskommer med den hellige bibelske skrift, de apostoliske, nicæniske og athanasii symbolis og den uforandrede år ettusindfemhundredeogtredive overgiven Augsburgiske bekjendelse og  Lutheri liden Catechismo."

 

Hetta er ikki soleiðis at skilja, at Norska lóg innførdi játtannarskrivini. Játtannarskrivini hava verið tey somu síðani trúbótina, men vóru tá bert ætlað at vísa trúnna hjá luthersku kirkjuni í mun til ta katólsku kirkjuna eins væl og aðrar. Í Norsku lóg verða tey harafturímóti ásett í lóg sum játtannarskriv. Uttanríkispolitiskt hevði tað týdning, av tí at trúarstríð var í Evropu. Kirkjusøguliga var hetta tíðarskeiðið, tá stórur dentur varð lagdur á at hava røttu læruna.

 

Trúarjáttanarskrivini eru óbroytt. Hetta lærugrundarlagið er – saman við grundleggjandi skipanini í fólkakirkjuni – tað, sum alla tíðina hevur eyðkent ta kirkju, sum í dag er fólkakirkjan.

 

Grundleggjandi skipanin er, at biskupur ordinerar sóknarprest, tá ið hann hevur fingið sítt kall. Sóknarprestur hevur boðanarfrælsi innan karmarnar á lærugrundarlagnum; meðan biskupur hevur embætisliga umsjón við prestum og kirkjuliðum í biskupsdøminum, og við henni hevur hann eisini ábyrgdina av, at embætisførslan hjá prestunum er í samljóði við trúarjáttanargrundarlagið.

 

Í katólsku kirkjuni hevur “apostóliska successiónin” verið hildin uppi. Tað vil siga, at biskuparnir fingu (og enn í katólsku kirkjuni verða hildnir at fáa) sín myndugleika ættarlið eftir ættarlið frá  Pæturi apostli, ið varð hildin at vera fyrsti biskupur í Rom, og sostatt pávi. Tað varð broytt við trúbótini, og biskuparnir, sum kongur útnevndi, gjørdust embætismenn hjá kongi. Bugenhagen – sendingurin frá Luther, ið krýndi kong og vígdi fyrstu biskuparnar í kirkjuni – var ikki biskupsvígdur. Tað var tí, at eftir lutherskari hugsan hevur succesiónin ongan týdning, tí at kirkjan er ikki grundað á biskupsembætið og á Pætur apostul.

 

Hóast tað, hevur síðani verið hildið fast við, at biskupur einans kann verða vígdur til biskup av biskupi, eisini í fólkakirkjuni.

 

Tað, sum, umframt frammanfyri nevnda tvíbýtið millum tey reint átrúnaðarligu og tey meira fyrisitingarligu viðurskiftini í fólkakirkjuni, hevur verið grundleggjandi eyðkenni fyri fólkakirkjuna, er samstarvið millum stat og kirkju, og skyldan hjá tí almenna til at stuðla fólkakirkjuna. Her er talan um sera grundleggjandi viðurskifti, ið hava havt konstitutionellan status”, langt áðrenn tey í 1849 vórðu feld niður í Danmarks Riges Grundlov.

 

Við yvirtøkuni av fólkakirkjuni tekur landið eisini á seg hesar skyldur: at virða frammanfyri lýsta tvíbýti, at stuðla fólkakirkjuni og at samstarva við hana.

 

Í høvuðsheitum hava partar av fólkakirkjuøkinum sum sagt virkað óbroyttir, líka síðani kongur kvetti við katólsku kirkjuna. Tað er ómetaliga long tíð í mun til onnur málsøki, og tí hava týdningarmiklir partar av kirkjuskipanini verið stjórnaðir eftir óskrivaðari lóg. Í dag hevði ikki verið hugsandi at gjørt slíka skipan av nýggjum.

 

Tí verður hildið neyðugt at regluskipa skipanarligu karmarnar um sjálva kirkjuskipanina við lóg, meðan grundleggjandi viðurskiftini í fólkakirkjuni sjálvari – lærugrundarlagið og samstarvið millum fólkakirkjuna og hitt almenna – hinvegin eru konstitutionel, og tí ikki tørva neyvari regluskipan í sambandi við yvirtøkuna.

 

Kirkjuskipanin eftir trúbótina – onnur viðurskifti

Eftir trúbótina var skipanin í Føroyum hon, at ein prestur hevði einar seks til sjey kirkjur at røkja. Tað er eitt sindur óvist, hvussu tað hevur verið við gudstænastuni  teir sunnu- og halgidagar, ið prestur ikki var í kirkju. Okkurt kundi bent á, at hesar dagar varð, frá heilt gamlari tíð, ikki farið í kirkju, men bert lisin lestur heima við hús. Í 1765 verður ið hvussu so er við kongligum reskripti frá 10. mai 1765 ásett, at lestur skal verða lisin í kirkjunum; men lestur hevur tó verið lisin í kirkjunum í Føroyum, áðrenn reglan kom, óvist hvussu leingi.

 

Enn í dag er í flestu kirkjum í Føroyum meira vanligt, at lestur er, enn at prestur er, og skipanin má sigast at vera serføroysk.

 

Kirkjuskipanin, sum í høvuðsheitum bygdi á Ordinansin, Norsku lóg og reskriptið, myndaði løg­frøðiliga og rættarliga støðið undir kirkjuni í Føroyum, til Danmarks Riges Grundlov, og seinni donsku kirkjulógirnar frá 1903, við ávísum tillagingum vórðu settar í gildi í Føroyum, og soleiðis broyttu kirkjuna frá at vera mestsum statskirkja burturav, til demokratiseraðu fólkakirkjuna, sum vit í dag kenna hana. Tó eru framvegis partar av Norsku lóg í gildi hetta til henda dag. Í høvuðsheitum ber til at siga, at broytingarnar, sum eru framdar við lóg, eru um meira skipanarlig og starvslig viðurskifti, meðan teir partarnir av Norsku lóg, sum enn galda, eru um meira innaru viðurskifti kirkjunnar, serliga tað, sum lærugrundarlagnum og embætunum viðvíkur. – Eisini her eru tó ávísar broytingar hendar við tíðini. Til dømis er kirkjutuktin avløgd, eins og tað er í samsvari við gongdina í samfelagnum yvir høvur, at tann stóri munur, sum ofta varð gjørdur á fólki, ikki er til longur. Men her hevur siðvenja broytt rættarstøðuna, ikki skrivað lóg.

 

Ein trupulleiki í hesum høpi er, at ilt er at meta neyvt um, hvørjir partar av norsku lóg, sum ikki eru settir úr gildi, í roynd og veru til fulnar galda. Dømi eru eitt nú um, at týðandi aðalregluligar ásetingar eru í somu pettum sum aðrar, meira ítøkiligar ásetingar um siðir og fatanir, ið langt síðani eru løgd av. Ikki ber til, í sambandi við hesa lóg, at taka støðu til hesar truplu spurningar. Hvar markið gongur, verður at valdast um ítøkiligar metingar í einstøku førunum, tá spurningarnir verða aktuellir.

 

Føroyar hava kirkjurættarliga eins og á so mangan annan hátt havt eina serstøðu innan kirkjuna í ríkinum. Sum nevnt, var Norska lóg mest týðandi løgfrøðiliga støðið undir kirkjuni. Sjálvt um danskar kirkjulógir eftir 1900 stigvíst eru vorðnar rættarliga og løgfrøðiliga støðið undir fólkakirkjuni í Føroyum, so er henda lóggáva, sum nevnt, ikki sett í gildi í sama líki sum í Danmark.

 

Henda lóggáva er oftast sett í gildi við kgl. fyriskipanum eftir viðgerð á Løgtingi, har lóggávan er vorðin broytt. Aftrat hesum kemur, at lógin frá 1924, “lov for Færøerne om kirkernes styrelse”, ið staðfesti Løgtingið sum hægsta kirkjumyndugleika í Føroyum, varð framd sum ein serstøk lóg, ið bert hevði gildi fyri Føroyar.

 

Til ber at staðfesta, at eisini í fyrisitingarligum høpi hevur føroyska kirkjan, mett í søguligum baksýni, verið sermerkt. Sum longu nevnt, varð kirkjan í Føroyum eftir trúbótina skipað sum próstadømi undir Bergens stifti, fyri síðani at verða løgd til Sælands stift og so aftur í 1922 undir eitt nýstovnað Keypmannahavnar stift.

 

Í 1963 varð embætið sum varabiskupur í Føroyum skipað. Embætið varabiskupur var framman­undan ókent í norðurlendskum kirkjuhøpi yvirhøvur. Hóast formligi kirkjuligi myndugleiki varabiskups í mun til myndugleika próstsins bert varð øktur við rættinum at víga prestar, og biskupurin yvir Keypmannahavnar stifti framvegis var Føroya biskupur, so var broytingin eitt frambrot fyri sjálvstøðuna hjá kirkjuni í Føroyum. Í verki kom varabiskupur at røkja flestu embætisskyldur vegna Keypmannahavnar biskup, umframt tær, sum beinleiðis vórðu lagdar til embætið sum varabiskupur.

 

Nýggja embætið var ein staðfesting av, at fólkakirkjan í Føroyum veruliga var sermerkt, og at hon var inni í einari tilgongd við øktum sjálvstýri í mun til danskar myndugleikar. Eisini kann sigast, at tað, at donsku myndugleikarnir valdu at skapa eitt heilt nýtt slag av embæti til endamálið, var tekin um, at eisini donsku myndugleikarnir hildu, at henda tilgongd so ella so var neyðug og gagnlig fyri fólkakirkjuna í Føroyum.

 

Tilgongdin heldur fram við, at Føroyar í 1990 verða skipaðar sum sjálvstøðugt stift við føroyskum biskupsembæti. Hóast donsku kirkjulógirnar, sum við ríkislógartilmæli í 1999 vórðu settar í gildi í Føroyum, kunnu tykjast at hava økt um tilknýtið til danskt kirkjuligt lógarverk, so broytir tað ikki við heildarmyndina, at fólkakirkjan í Føroyum altíð hevur verið sermerkt, og løgfrøðiliga og fyrisitingarliga rættiliga sjálvstøðug í mun til ríkismyndugleikarnar.

 

Kongshús og fólkakirkja

Frá gamlari tíð hevur kongur havt stóran symbolskan týdning fyri føroyingar. Tað kom meira enn so fyri, at Løgtingið í gomlum døgum vendi sær beinleiðis til kong við kærum og uppskotum, og kemur henda siðvenja eisini fram eitt nú í Fuglakvæðnum. Kongsvaldið hevur verið frammarlaga í hugaheimi føroyinga í øldir.

 

Í stuttum ber til at siga, at leikluturin hjá kongshúsinum í mun til kirkjuna var ómetaliga stórur aftaná trúbótina, eins og á so mongum øðrum samfelagsøkjum tá. Eftir trúbótina ráddi kongur fyri øllum kirkjuviðurskiftum uttan teimum innaru, og teknar kongs høvdu skyldu til at hava somu trúgv sum kongur. Við Danmarks Riges Grundlov í 1849 og týdningarmiklu lógarbroytingunum í 1855 um at loysa sóknarband, í 1865 um valkirkjulið og í 1903 um kirkjuráð ber til at siga, at fólkakirkjan stig fyri stig broyttist frá at vera ein einaræðislig statskirkja til fólkakirkjuna, sum vit kenna hana í dag.

 

Við Danmarks Riges Grundlov broyttist eisini formligi leikluturin hjá kongi við atliti at kirkjuni, soleiðis at kongur, eins og á øllum øðrum økjum, sum hava við stjórnan ríkisins at gera, ikki hevur sjálvstøðugar heimildir ella ábyrgd, men hevur einans formligar leiklutir undir ábyrgd av avvarðandi ráðharra. Samstundis ásetti Danmarks Riges Grundlov, at kongur skuldi hoyra til evangelisk luthersku kirkjuna.

 

Føroyingar hava hinvegin lagt stóran dent á symbolska týdningin av sambandi kongs við kirkjuna. Sum dømi kunnu vit nevna, at kongur var hjástaddur, tá Christianskirkjan varð vígd, at drotning Ingrid var hjástødd, tá ið Vesturkirkjan varð vígd, og at kongshjúnini løgdu grundarsteinin undir kirkjuni í Hoyvík. Umboð fyri kongshúsið hava harumframt ofta verið hjástødd, tá stórar og týdningarmiklar hendingar hava verið í fólkakirkjuni í Føroyum, og kongshúsið hevur eisini á annan hátt víst henni serligan áhuga.

 

Kongshúsið hevur tó ongan serstakan politiskan leiklut tá ríkislógir verða settar í gildi við ríkislógartilmæli. Einasti leiklutur kongshúsins er, at drotningin saman við avvarðandi ráðharra skrivar undir kongliga fyriskipan, ið setir viðkomandi lóg í gildi í Føroyum.

 

Drotningin er sostatt ikki meira ovasti fyri fólkakirkjuna, enn hon er í øðrum felagsmálum, sum eru ella kunnu verða yvirtikin. Tað, at drotningin formliga tilnevnir biskup, er partur av embætisligari skyldu, har drotningin sum ríkishøvur tilnevnir embætismenn á ávísum tignarstigi, tó altíð eftir tilmæli frá avvarðandi ráðharra.

 

At § 6 í Danmarks Riges Grundlov ásetir, at kongur skal hoyra til evangelisk luthersku kirkjuna, hevur røtur aftur til eina søguliga støðu, ið var galdandi fyri Danmarks Riges Grundlov 1849, tá Danmark var einaveldi. Kongalógin bant kongshúsið til evangelisk- luthersku læruna, og evangelisk-lutherska læran var donsk statsreligión: “I. Den beste begyndelse till alting er at begynde med Gud. Det første derfore, som Vi for alting ville udj denne KongeLow allffvaarligen haffve befalet, er: at Voris Effterkommere, Børn og Børnebørn i tusinde Leed paa Færne og Mørne, EenevoldsArffveKonger offver danmarck og Norge ære, tiene og dyrcke den eene rette og sande Gud paa den maade og manneer, som hand sig i sit hellige og sande ord aabenbaret haffver, og Voris Christelige Troe og bekiendelse klarligen derom formelder effter den form og maade, som den reen og uforfalsket er bleffven foresatt og fremstillet udj den Augsburgiske confession Aar et tusind fembhundrede og trediffve, og ved samme reene og uforfalskede Christelige Troe holde Landsens Jndbyggere og den vældeligen haandhæffve og beskierme i disse Lande og Riger mot alle Kiettere, Sværmere og Guds bespottere.” Tað er í hesum høpi áhugavert, at donsku grundlógarfedrarnir upprunaliga ikki ætlaðu, at kirkjan skuldi verða ov nær knýtt at statsvaldinum. Tað er orsøkin til, at teir í Danmarks Riges Grundlov § 66 ásettu, at stýrisskipan kirkjunnar skuldi verða skipað við serstakari lóg. Men tá avtornaði, kundu teir ikki semjast um at skipa fólkakirkjuna leysari av statsvaldinum.

 

Tá § 4 í Danmarks Riges Grundlov ásetir, at evangelisk lutherska kirkjan er danska fólkakirkjan, og sum slík verður stuðlað av statinum, nýtist tað ikki í sjálvum sær at merkja, at  ríkishøvur danska kongsríkisins sostatt skal gerast ovasti fyri eini yvirtiknari fólkakirkju í Føroyum. Tað hevði verið í andsøgn við sjálvt grundleggjandi hugmyndafrøðiliga støðið undir heimastýrinum.

 

Viðkomandi landsstýrismaður í kirkjumálum kemur eftir vanligu grundreglunum fyri yvirtøkur at røkja tær uppgávur, sum danski kirkjumálaráðharrin hevur í dag, meðan løgmaður fær tær yvirskipaðu uppgávur, sum kongur hevur í dag. Aðrir, meira umsitingarligir partar av uppgávunum hjá kongi (so sum býtið millum prestagjøld) fara eftir uppskotinum til avvarðandi landsstýrismann

 

Hóast drotningin, sum ríkishøvur, eftir yvirtøkuna ikki kemur at vera evsti formligi kirkju­myndugleiki, er tað av søguligum orsøkum natúrligt, um kongshúsið í framtíðini kemur at hava ein týðandi seremoniellan leiklut í sambandi við ávísar týðandi kirkjuligar hendingar í fólkakirkjuni í Føroyum, soleiðis sum siðvenja hevur verið.

 

Lógin í uppskoti

Hini grannalondini hava kirkjulógir, sum skipa evstu stjórn kirkjunnar. Tær hava partvíst verið nýttar sum fyrimyndir fyri ásetingunum í hesari lógini.

 

Endamálið við kirkjulóggávuni er at tryggja fólkakirkjuni frægastu fortreytirnar fyri at virka eftir kalli sínum.

 

Eitt annað endamál við kirkjulóggávuni er, at hon er ein formligur karmur, ið virkar við til at tryggja og styrkja eindina og felagsskapin í fólkakirkjuni soleiðis, at tað í royndum kennist, at hon er ein, hóast kirkjuliðini í kirkjusóknunum eru ymisk.

 

Lærugrundarlagið sjálvt hjá fólkakirkjuni liggur fast við játtanarskrivunum, sum núgaldandi eru ásett í Norsku lóg, og bíbliuumsetingar, ritual og sálmabøkur verða løggild, tá tørvur er á tillagingum. Men annars er lítið reglusett um trúgv, innara lív og virki fólkakirkjunnar. Lóggávan er um formliga, skipanarliga partin av fólkakirkjuni, meðan fólkakirkjan í mestan mun ræður sjálvari sær, tá um innaru kirkjuligu viðurskiftini ræður.

 

Lógin staðfestir bygnaðin og gevur heimild til landsstýrismannin til eitt nú at skipa økini. Somuleiðis verður kirkjusóknin og eftirlitið fyriskipað her.

 

Kirkjusóknin er grundeindin í fólkakirkjuni og kann ikki verða loyst frá henni. Tað merkir, at uttan kirkjufólkið, sum til samans er kirkjusóknin, ið hevur kirkjubygning til tænastur kirkjunnar, so er eingin fólkakirkja. Sóknarprestur virkar í prestagjaldinum.

 

Kirkjusóknin hevur harafturat kirkjuráð, ið stjórnar kirkjuni á staðnum, og sum virkar sum sjálvstøðug løgfrøðilig eind. Virksemið hjá kirkjuráðnum er fyriskipað í lóg um kirkjuráð og próstadømisráð og er undir eftirliti av kirkjuligu myndugleikunum. Tey, ið røkja uppgávurnar í kirkjuráðnum, eru limir í fólkakirkjuni. Við dópinum fær ein lut í hinum almenna prestadøminum, og harvið rætt og skyldu til at taka lut í virkseminum og lívinum í kirkjuni. Tey, sum verða vald til ávísar uppgávur, taka lut sjálvboðin ella verða sett í starv í fólkakirkjuni, røkja uppgávurnar í samsvari við lærugrundarlagið hjá fólkakirkjuni.

 

Hvør kirkjusókn hoyrir til eitt prestagjald, sum aftur hoyrir til eitt próstadømi. Sum er, er landið skipað í prestagjøld, ið, sum er, fevna um fleiri kirkjusóknir. Lands­stýrismaðurin fær við lógini heimildina at skipa prestagjøldini, tá tað verður neyðugt. Áðrenn prestagjaldið verður broytt og skipað av nýggjum, skulu kirkjuráðini, sum verða ávirkað av broytingini, og prestafelagið verða hoyrd. Orsøkin til, at landsstýrismaðurin hevur heimildina at skipa prestagjøldini, er fyrst og fremst fyri at tryggja, at býtið millum prestagjøldini er so mikið funktionelt, at tað verður ikki óneyðuga orkukrevjandi at røkja tær skyldur, sum sóknarprestur hevur sbrt. lógini.

 

Landið kann verða skipað í próstadømi. Í løtuni er eittans próstadømi, men nógv bendir á, at landið eftir yvirtøkuna verður skipað í fleiri próstadømi. Í próstadøminum er próstadømisráð, sum er valt av kirkjuráðunum sambært lóg um val til kirkjuráð og próstadømisráð.

 

Føroyar verða skipaðar sum eitt biskupsdømi við stiftsstjórn, eins og nú. Biskupur verður valdur og settur í embæti samsvarandi reglunum í lóg um størv í fólkakirkjuni. Størsta broytingin í mun til galdandi fyriskipan verður, at stiftsstjórnin skal verða mannað við øðrum enn ríkisumboði og landsstýrismanni. At landsstýrismaðurin ikki skal vera limur í stiftsstjórnini, kemst av, at Mentamálaráðið og landsstýrismaðurin sambært lógunum verða kærumyndugleiki. Semja er um, at limirnir verða biskupur, ein embætismaður, sum landsstýrismaðurin velur, og eitt umboð fyri kirkjuráðini.

 

Nakað verður ásett um uppgávur hjá ávikavist biskupi, prósti og sóknarpresti. Uppgávurnar, sum verða lógarásettar her, eru tær, sum fyri ein stóran part fylgja av gomlu ásetingunum í norsku lóg, og sum hildið verður eiga at vera minstu krøvini til virksemi í fólkakirkjuni. Sjálvsagt verður roknað við, at fólkakirkjan í Føroyum, eins og fólkakirkjurnar í grannalondunum, fer at seta sær stevnumið og vera við í samfelagsrákinum, bæði innan skúlagátt og í samfelagnum annars. Hetta eru sostatt teir ytru karmarnir um eitt fjøltáttað virksemi, har læra og umsorgan verða sett í hásæti.

 

Sjálvbodna arbeiðið er ein týðandi partur av virkseminum hjá kirkjufólki. Sóknarprestur hevur eisini sín leiklut í hesum sambandi; men í hesari lógini verður onki ásett um ella í sambandi við sjálvbodna arbeiðið. Orsøkin er hin einfalda, at arbeiðið til fulnar er sjálvboðið, og bæði kirkjan og sjálvbodna arbeiðið njóta gott av, at hetta virksemið ikki er undir somu almennu lógarkørmum, sum kirkjuliga arbeiðið.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

  1. Ongar fíggjarligar avleiðingar verða fyri land ella kommunur í sambandi við, at lógin kemur í gildi.

 

  1. Ongar umsitingarligar avleiðingar verða fyri land og kommunur.

 

  1. Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

  1. Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

  1. Uppskotið kann hava avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, við tað at heimild verður at skipa landið í fleiri próstadømi.

 

  1. Uppskotið fær ongar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

  1. Uppskotið nemur ikki við millumtjóða sáttmálar

 

  1. Ongar skyldur verða álagdar fólki, í sambandi við, at lógaruppskotið kemur í gildi.

 

  1. Løgmaður skal eftir lógini løggilda bíbliutýðing, og ritual, altarbók, sálmabók og koralbók fólkakirkjunnar.

 

 

 

Fyri landið/lands
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei 

 

 

 

Kapittul 3. Hoyring:

 

Lógaruppskotið varð sent í almenna hoyring 4. apríl 2007. Meðan lógaruppskotið hevur verið í almennari hoyring, hevur uppskotið tó verið viðgjørt innanhýsis í Mentamálaráðum og er broytt munandi, serliga bygnaðurin í lógini.

 

Almenna hoyringin hevur verið um heimasíðu Mentamálaráðsins, har øll hava kunnað gjørt viðmerkingar. Eisini varð uppskotið sent kirkjuráðunum, kirkjuligum felagsskapum og sóknarprestunum. Í sambandi við hoyringina skipaði Mentamálaráðið fyri hoyringarfundi 23. apríl 2007. Á fundinum komu fleiri uppskot um broytingar, sum eru tikin til eftirtektar, og viðmerkingar, sum hava havt við sær, at ávísir partar í lógarviðmerkingunum eru útgreinaðir neyvari.

 

Til § 4, stk. 2 um, at sóknarprestur er í prestagjaldinum, er víst á, at tíðir broytast, og at ásetingin ikki eigur at binda sóknarprest til at búgva í prestagjaldinum. Í tí liggur, at sjálvsagt skal skrivstovan hjá sóknarpresti vera í prestagjaldinum, men at samskiftismøguleikarnir eru betraðir so nógv, at roknast má við, at kravið um, at sóknarprestur býr í einum prestagarði í prestagjaldinum, fer at verða viðgjørt komandi árini, og at rúm skal vera fyri broytingum í hesum sambandi.

 

Viðmerking er komin um ásetingina um, at Havnar kirkja er dómkirkja, og hvørt tað er neyðugt at hava dómkirkju. Havnar kirkja er við lóg dómkirkja, sbr. galdandi lóg um “oprettelse af Færøernes stift” § 2, og tað, at dómkirkjur eru, er ein siðbundin partur av kirkjuskipanunum bæði í teimum luthersku og katólsku kirkjunum.

 

Í § 6, stk. 4, var ásett, at “stiftsstjórnin tekur avgerð í semju”. Til ásetingina var viðmerkt, “at allir limirnir í stiftsstjórnini skulu vera samdir um eina avgerð”.  Grundgevingin var m.a., at  í Danmark eru tveir limir í stiftsstjórnini (biskupur og stiftsamtmaðurin), og tí hevur har verið sjálvsagt, at avgerðirnar verða tiknar í semju. Í Føroyum hevur siðvenjan eisini verið, at avgerðirnar verða tiknar í semju, hóast limirnir hava verið 3 – kanska fyri ein part tí at leiku limirnir (landsstýrismaðurin, sum føroyskt myndugleikaumboð á einum málsøki, sum er felagsmál, og ríkisumboðið, sum danskur myndugleiki í Føroyum) natúrliga, av embætisávum hava havt ein heldur varligan leiklut. Við ásetingini um semju var ætlanin at tryggja, at eisini nýggja stiftsstjórnin er ein varligur myndugleiki, har endamálið ikki er at trýsta ávís sløg av sjónarmiðum framum, men tvørturímóti at halda fast við tær leiðir, sum semja er um.

 

Innkomnar viðmerkingar í sambandi við hoyringina hava tó víst á, at tað merkir, at hvør limur hevur vetorætt, og kann sostatt, um hann vil, blokera eitt mál. Tað verður hildið at vera sera óheppið, stiftsstjórinin eigur at kunna taka avgerð um øll mál. Tí hevur Mentamálaráðið tikið áheitanirnar til eftirtektar og strikað orðini. 

 

Kapittul 4. Serligar viðmerkingar:

Fólkakirkjan

Til § 1

Í roynd og veru er ásetingin ikki neyðug, tí fólkakirkjan er:  Hon er greitt skilmarkað bæði í verki og formliga í Norsku lóg og í Danmarks Riges Grundlov, men hildið verður, at rímiligt er at endurtaka orðingina her fyri at geva samanhangið.

 

At orðingin er “Fólkakirkjan í Føroyum er evangelisk-luthersk”, ikki “Fólkakirkjan í Føroyum er hin evangelisk-lutherska”, ið hevði ljóðað meira kent, kemur av, at fólkakirkjan er ikki hin einasta evangelisk-lutherska kirkjan, heldur ikki í Føroyum.

 

Norska lóg 2-1 staðfestir, hvør evangelisk-lutherska kirkjan er: Den Religion skal i Kongens Riger og Lande alleene tilstændis, som overeens kommer med den Hellige Bibelske Skrift, det Apostoliske, Nicæniske og Athanasii Symbolis, og den Uforandrede Aar et tusind fem hundrede og tredive overgiven Augsburgiske Bekiendelse, og Lutheri liden Cathechismo.” Tað var ein formlig staðfesting av tí, sum hevði verið galdandi síðani trúbótina, men hon er serlig, tí tað er fyrstu ferð, at tey 5 játtanarskrivini verða nevnd sum pliktandi lógargrundarlag.

 

Hesin samleiki hjá kirkjuni liggur sum fortreyt fyri allari kirkjuligu skipanini soleiðis, sum hon hevur virkað síðani 16. øld, og er tí eisini fortreyt fyri alla aðra galdandi kirkjulóggávu.

 

Tað er ikki ætlanin við yvirtøkuni at broyta lærugrundarlagið hjá kirkjuni. Tí er tað eisini skeivt at lóggeva umaftur um lærugrundarlagið.

 

Lutherska læran kom við trúbótini í 1540. Søguliga verður greitt frá, at í 1537 kallaði kongur saman lærdar menn at skipa fyri god reformation og forandring på de ukristelige seremonier og misbrug fra fortiden”. Á hesum fundi ella samkomu varð gjørd ein grundlóg ordinans” fyri kirkjuna. Hetta uppskot bleiv sent Lutheri til góðkenningar, og í 1537 bleiv lidna uppskotið sett í gildi á latíni. Samstundis krýndi Bugenhagen kongin og vígdi teir fyrstu 7 luthersku biskuparnar, ella superintendentarnar. Hesin ordinansurin bleiv í danskari týðing settur í gildi 1539 og bleiv prentaður í 1542 sum den danske kirkes rette ordinans”.

 

Bugenhagen var ikki biskupsvígdur, og sostatt helt tann sonevnda apostóliska successiónin” uppat. Eftir Lutherskari hugsan hevur succesiónin ongan týdning, tí kirkjan er ikki grundað á biskupsembætið og á Pætur Apostul.

 

Í 1683 kemur so Danska Lóg, galdandi í Danmark, og í 1687 í Noregi, Føroyum og Íslandi Norska Lóg. Hesar lógbøkur samanfata tað, sum tá verður roknað at vera galdandi rættur í ríkinum. Onnur bók í hesum báðum lógum er um religionen og gejstligheden”. Her verður viðgjørt bæði, hvør læran hjá kirkjuni er, og øll onnur viðurskifti kirkjuni viðvíkjandi.

 

Stk. 2. Ásetingin her er fyrst og fremst fyri, at lógin skal vísa á ta skyldu, sum landið hevur átikið sær við yvirtøkuni. Norska lóg ásetir sum sagt bæði, hvør læran hjá kirkjuni er, og øll onnur viðurskifti kirkjuni viðvíkjandi, og Danmarks Riges Grundlov tekur aftur í aftur hesar ásetingar og ásetir, at ein fólkakirkja er, og at staturin stuðlar henni.

 

Skyldan at stuðla kirkjuni fevnir um samstarv, lógarkarmar og peningastuðul, og samstarvið, lógarkarmarnir og stuðulin eru tey, sum gera fólkakirkjuna til nakað sermerkt í mun til hini trúarsamfeløgini.

 

Landið stuðlar við lógarkørmum og veitir trygd fyri grundarlagnum hjá fólkakirkjuni. Eitt nú ber til at rokna lógarásettu undirvísingina í kristni í fólkaskúlanum sum stuðul. Eisini ásetingin í hesari lógini um, at sóknarprestur er í prestagjaldinum, setir krøv til ikki bara fyrisitingina hjá biskupi og biskup sjálvan, men eisini til landsmyndugleikarnar.

 

Tann stuðul, sum danski staturin upprunaliga veitti kirkjuni, var m.a., at kirkjan slapp at varðveita inntøkurnar av kirkjugóðsinum. Hetta góðsið var jú í veruleikanum farið til statin við trúbótini. Kirkjan fekk eisini inntøkur við at selja burtur av prestagarðsjørð, men við tí inflasjón, sum gjøgnum tíðirnar er farin fram, eru hesi virðini vorðin sera lítil. Harafturímóti hava á donsku fíggjarlógini verið játtanir til kirkjulig endamál. Somuleiðis hevur játtanin á føroysku fíggjarlógini verið beinleiðis stuðul til fólkakirkjuna, ið í høvuðsheitum er farin til kirkjurnar.

 

Øvut fær hitt almenna eisini á ymiskan hátt nakað burtur úr samstarvinum.

 

Grundskrásetingin í kirkjubókunum er mest ítøkiliga dømið; men tá saman um kemur, hava sonevndu sivilreligiøsu partarnir av virksemi fólkakirkjunnar alstóran týdning fyri samfestið í samfelagnum.

 

Tað kemur til dømis til sjóndar í endamálsorðingini hjá fólkaskúlanum, ólavsøkuhaldinum við skrúðgongu og gudstænastu, jarðarferðunum og minningarhaldum, og at sóknarprestur altíð er tøkur í sambandi við sálarrøkt og kreppuhjálp.

Bygnaður

Til § 2

Hvør tann, ið er doyptur við kristnum dópi, kann verða limur í fólkakirkjuni.

 

Kristin dópur er dópur í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.

 

Aðalreglan er, at ein verður limur í fólkakirkjuni við at verða doyptur. Tað vil siga, at børn, sum verða doypt í fólkakirkjuni, verða við dópinum limir. Vaksin kunnu lata seg doypa ella, eru tey doypt við øðrum kristnum dópi, biðja um limaskap við at venda sær til sóknarprestin í kirkjusóknini, har tey búgva.

 

Kirkjufólk limar seg út úr fólkakirkjuni við fráboðan, men kann eisini verða limað út, um tað, við endurdópi ella á  annan hátt, greitt hevur sett seg uttan fyri lærugrundarlag fólka­kirkjunnar.

 

Reglurnar viðvíkjandi frammanfyri nevndu viðurskiftum, og reglur viðvíkjandi teimum ið flyta til landið, eru í løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.

 

Orðið “kirkjufólk” er vanligt og eintýðugt í vanligum máli, og verður tí yvir høvur nýtt í staðin fyri limur í fólkakirkjuni.

 

Kirkjusóknin er felagsskapurin av kirkjufólki, ið býr innan fyri sóknarmark.

 

Í lógini um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni er ásett, at limur hoyrir til kirkjusóknina, har viðkomandi býr. Tað merkir, at kirkjufólk hoyra til eina kirkjusókn, sum í útgangsstøðinum er bústaðarkirkjusóknin. Kirkjufólk kann velja at hoyra til aðra kirkjusókn enn bústaðarkirkjusóknina. Tað verður gjørt sbrt. ásetingunum í lóg um limaskap og sóknarband. 

 

Harafturat er í lógini um valkirkjulið ásett, at kirkjufólk kunnu taka seg saman í valkirkjulið, ið ikki er tengt at ávísari landafrøðiligari kirkjusókn, og sum hevur prest, ið ikki er í prestagjaldinum.

 

At ásett er, at kirkjufólk hoyrir til ávísa kirkjusókn, er m.a. til tess at tryggja rættin hjá kirkjufólki til tænastu í kirkjuni á staðnum, og at kirkjufólkið veit, hvønn sóknarprest tey venda sær til, um tørvur er á tænastu frá kirkjuni. Henda skipan (parochial-rætturin) er fyrndargomul og gongur líka aftur til Konstantin Mikla. Við hesum rætti hevur eisini fylgt skyldan at geva sítt íkast til raksturin av kirkjuni og til lønir.

 

Uppbýtið er eisini knýtt at prestakallinum. Kirkjufólkið kallar sóknarprest til tænastu, og í hesum høpi er grundleggjandi betri, at eindirnar eru smáar, soleiðis at hvørt kirkjufólk fær gjørt sína hugsjón galdandi.

 

Ásetingin um, at kirkjufólk hoyra til kirkjusóknina, ger tó ikki, at kirkjufólk einans hava rætt til at venda sær til ella fáa tænastur frá sóknarpresti í kirkjusóknini. Kirkjufólk, ið til dømis eru á sjúkrahúsi, fáa tænstur frá sjúkrahúspresti, eins og kirkjufólk uttanlands kunnu fáa tænastur frá eitt nú sjómanspresti. Eisini er sjálvsagt, at kirkjufólk, ið fáa bráðkomnan tørv á presti, meðan tey er í aðrari kirkjusókn, kunnu venda sær til prest á staðnum.

 

Til § 3

Kirkjusóknin er berandi eindin í fólkakirkjuni. Kirkjusókn er, har sóknarkirkja er.

Bygd, ið ikki hevur sóknarkirkju, hoyrir til kirkjusóknina í grannabygdini, har kirkja er. Ávís pláss í landinum hava sonevndar anneks kirkjur ella bønhús, sum ikki eru skipað sum sjálvstøðugar kirkjur við kirkjuráði. Her fevnir kirkjusóknin um fleiri kirkjur og/ella bønhús.

 

Kirkjusóknin er, tí at kirkjan er, tí kann kirkjusóknin ikki verða loyst frá fólkakirkjuni.

 

Kirkjusóknirnar bera nøvn, ið siga, hvør kirkjusókn talan er um. Tí hevur kirkjusóknin eisini stóran samleikatýdning fyri kirkjufólkið á staðnum. Tað er í kirkjusóknini, at spírin til kirkjuliga lívið byrjar.

 

Stk. 2. Kirkjuráðið, valt sbrt. lógini um val til kirkjuráð og próstadømisráð, stjórnar kirkjuni. At stjórna kirkjuni er ikki einans at varða av bygninginum, men eisini at tryggja kirkju­liðinum góð kor fyri lívi og vøkstri. Í tí kann liggja so mangt; men millum mest áleikandi ítøkiligu uppgávurnar hjá kirkjuráðnum hevur verið at tryggja, at fólk eru – sjálvboðin ella samsýnt – ið eru tøk til allar partar av virkseminum í og kring kirkju og gudstænastu. Reglur um starvsligu partarnar av hesum virksemi eru í setanarlógini.

 

Stk. 3. Tað merkir, at kirkjan á staðnum er meira enn eitt geografiskt øki og ein bygningur. Kirkjan, við kirkjuráðnum sum stjórn, hevur rættindi og skyldur eins og aðrir løgfrøðiligir persónar/eindir.

 

Stk. 4. Sum íbúgvaviðurskiftini broytast, kann verða neyðugt at skipa kirkjusóknirnar um. Talan kann bæði vera um at flyta sóknarmørk at leggja sóknir saman, og at gera nýggjar kirkjusóknir. Kirkjusókn verður skipað í sambandi við t.d., at nýggj kirkja verður tikin í nýtslu, ella at anneks kirkja verður skipað sum sjálvstøðug kirkja. Tað verður gjørt eftir tilmæli frá biskupi.

 

Tá ið nýggj kirkjusókn er skipað, verður møguligt at velja kirkjuráð í úrtíð sbrt. lóg um val til kirkjuráð og próstadømisráð.

 

Eftir vanligum fyrisitingarrættarligum grundreglum verður biskuppur at hoyra kirkjuráðið ella kirkjuráðini, ið verða ávirkað av broytingini. Kirkjuráðini, ið skulu geva ummæli, kunnu vera eitt ella fleiri, alt eftir hvør umleggingin er, ið verður umhugsað.

 

Til § 4

Kirkjusóknin er sjálvstøðug, men fleiri kirkjusóknir mynda í felag eitt prestagjald, ið er dagliga embætisøkið hjá sóknarpresti, og kirkjusóknirnar samstarva.

 

Stk. 2. Ásetingin staðfestir arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá sóknarpresti. Eftir lutherskari siðvenju býr prestur millum tað fólkið, hann skal tæna, og er við í lívi og lagnu teirra. Ásetingin er tó ikki eitt forboð fyri at broyta verandi bústaðarskyldu hjá sóknarprestum. Bústaðarskyldan verður reglusett í lógini um størv í fólkakirkjuni.

 

Kirkjusóknirnar eru nógvar og smáar, so prestur røkkur ikki runt til allar kirkjurnar í prestagjaldinum hvønn sunnudag. Tí verður í Føroyum lestur lisin eftir gomlum siði. Sambært kongligari forskrift frá 10. mai 1765 skal prestur síggja til, at hendan skipan verður hildin uppi “….for at forsikre sig, saavidt mueligt, om dens Varighed, skal… Præst efter Præst flittig vaage over den”.

 

Ásetingin bindur samstundis landsmyndugleikarnar at skipa soleiðis fyri, at sóknarprestur altíð er í prestagjaldinum. Bindingin er mest ein fíggjarlig binding (t.d. tal á størvum), men talan kann eisini vera um, at myndugleikarnir á annan hátt tryggja, at arbeiðsumstøðurnar hjá presti eru nøktandi. Í serligum føri kann eisini verða neyðugt at prestagjaldsmarkið verður flutt ella broytt soleiðis, at tryggjað verður, at sóknarprestur er fyri kirkjufólkið í kirkjusóknini.

 

Stk. 3. Landsstýrismaðurin fær heimild at skipa prestagjøld um. Av tí at talan er um arbeiðspláss hjá sóknarprestunum, verða prestagjøld umskipað eftir tilmæli frá biskupi og stiftsstjórn. Biskupur skal eftir vanligum fyrisitingarreglum hoyra kirkjuráðini, sum verða ávirkað av broytingini, og prestafelagið.

 

Hildið verður skilabest, ikki at áseta ítøkilig krøv til, hvussu prestagjald verður skipað, men at tað verður latið upp til innanhýsis viðgerð hjá biskupi og í stiftsstjórnini. Givið er, at prestagjald eigur at verða sett í mun til fólkatalið í kirkjusóknunum, sum tilsamans eru prestagjaldið. Hinvegin, so kunnu landafrøðiligu umstøðurnar gera, at tað innan fyri markið í prestagjaldinum ikki er høgt íbúgvatal, men at prestagjaldið er nóg stórt til virksemi hjá sóknarpresti.

 

Til § 5

Í verandi skipan er bert eitt próstadømi, men hildið verður, at bæði uppgávur og fólkakirkjuskipanin gera, at tørvur er á at hava fleiri enn eitt. Tað verður latið upp til landsstýrismannin at skipa próstadømini og geva teimum heiti.

 

Stk. 2. Krevur ongar serstakar viðmerkingar.

 

Stk. 3. Eins og í verandi skipan, verður próstadømisráð í próstadøminum. Uppgávurnar hjá próstadømisráðnum eru lýstar í lógini um kirkjuráð og próstadømisráð, umframt at nógvar av uppgávunum eru í lógini um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.

 

Próstadømisráðini verða vald sbrt. lóg um val til kirkjuráð og próstadømisráð og verða mannað við kirkjufólki, vald av limunum í kirkjuráðunum í próstadøminum.

 

Til § 6

Politisk semja er um, at Føroyar eru eitt biskupsdømi við einum biskupi. Tað er sama skipan sum í dag, og í samsvari við orðingarnar í seinastu 3 samgonguskjølunum.

 

Stk. 2. Hóast biskupur og próstur áður hava havt sæti aðrastaðni í landinum, varð við lóg gjørt av, at varabispur skuldi hava sæti í Tórshavn. Embætið sum varabiskupur varð í 1990 gjørt um til biskupsembætið.

 

Havnar kirkja varð, við skipanini av Føroyum sum sjálvstøðugt biskupsdømi í 1990, útnevnd dómkirkja. Dómkirkjan er karmur um størstu árligu hendingina í politisku skipanini, tá ið tingsetan á ólavsøku byrjar við felags skrúðgongu og gudstænastu.

 

Stk. 3. Stiftsstjórnin stjórnar biskupsdøminum fyrisitingarliga.

 

Stiftsstjórnin hevur søguliga verið myndugleikin, har kirkjuliga og verðsliga valdið møtast.

 

Verðslig embætisfólk hava virkað við í yvirskipaðu fyrisiting kirkjunnar síðani trúbótina, og verandi skipan við stiftsstjórnini, sum amtmaður og biskupur manna, gongur í Danmark aftur til 1793; men tá var Føroya biskupsdømi longu tikið av.

 

Tá ið Føroyar blivu egið biskupsdømi aftur í 1990, varð gamla skipanin við stiftsstjórn, sum ríkisumboðið og biskupur manna, sett í gildi í Føroyum, men harafturat kom landsstýrismaðurin í stiftsstjórnina.

 

Skotið verður upp, at stiftsstjórnin verður mannað við biskupi, einum royndum embætisfólki, sum er í tænastu landsins, og einum limi, sum kirkjuráðslimirnir velja. Hesir báðir seinastu limirnir koma í staðin fyri ríkisumboðið og landsstýrismannin í verandi stiftsstjórn.

 

Embætisfólkið skal hava hollar royndir innan fyrisiting, soleiðis at tað við starvsroyndum og tign síni kann vera ein hóskandi við- og mótspælari hjá kirkjuligu myndugleikunum, tvs. bæði biskupi og próstum, men eisini hjá kirkjuráðunum. Hinvegin verður ikki hildið, at nakað ávíst embæti er, sum natúrliga kundi verið føddur limur, á sama hátt sum ríkisumboðið.

 

Ásetingin merkir ikki, at embætisfólkið skal vera embætisfólk hjá landsstýrismanninum. Tvørturímóti. Landsstýrismaðurin er kærumyndugleiki í nógvum av málunum, sum verða viðgjørd sbrt. lógunum fyri fólkakirkjuna, so landsstýrismaðurin eigur at tryggja sær, at  embætisfólkið ikki fær gegnistrupulleikar í sambandi við virksemið í stiftsstjórnini. Hinvegin er greitt, at talan skal vera um embætisfólk, sum virkar innan almennu fyrisitingina.

 

Natúrligt hevði verið, at landsstýrismaðurin ráðførir seg við biskup, áðrenn hann tilnevnir høga embætisfólkið.

 

Umboðið, ið kirkjuráðslimir velja, verður valt fyri 4 ár í senn, samstundis sum prósta­dømisráðið verður mannað.

 

Reglurnar, hvussu umboðið verður valt, um krøvini til valbæri og førleika, eru í lógini um val í kirkjuni. Í somu lóg verður ásett, at landsstýrismaðurin tilnevnir embætismannin, og um tilnevningin skal vera fyri eitt ávíst skeið.

 

Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta neyvari reglur um virksemið hjá stiftsstjórnini, og hvussu virksemið skal skipast.

 

Fyrisitingarliga virksemið í fólkakirkjuni er eyvitað fevnt av reglunum í fyrisitingarlógini. Tí nýtir stiftsstjórnin reglurnar fyrisitingarlógini, tá hon tekur avgerðir. Tað merkir m.a., at stiftsstjórnin skal hoyra viðkomandi partar, áðrenn ætlaða avgerðin verður tikin, at avgerðin skal vera grundgivin, og at kæruvegleiðing skal fylgja við avgerðini.   

Embæti

Í hesari lógini verður dentur lagdur á tær uppgávur, ið embætini í fólkakirkjuni hava í mun til kirkjusóknina og kirkjuliga lívið í landinum sum heild.

 

Embætini í fólkakirkjuni røkja eisini aðrar uppgávur og hava aðrar skyldur enn tær, ið her eru nevndar. Flestu av verðsligu uppgávunum eru í øðrum lógum um virksemið hjá fólkakirkjuni, nevnast kann t.d kirkjubókaføring.

 

Til § 7

Í Norsku Lóg er ásett trúargrundarlagið hjá kirkjuni, hvør bygnaðurin er, og at prestagjaldsuppbýtið og mannigin skal vera soleiðis, at “Ingen Præst skal have flere Kirker, end hand til Gavns med Prædiken, Sacramenternis Uddeelelse, Ungdommens Undervisning i Børnelærdom, og de Sygis Besøgelse, vel kand forrestaa.”

 

Landið er býtt í prestagjøld. Sóknarprestastørvini í prestagjøldunum verða lýst leys og sett sbrt. reglunum í lógini um størv í kirkjuni. Men sóknarprestur, sum kann virka í fólkakirkjuni, skal vera rætt kallaður. Við setanartilgongdini kallar kirkjufólkið, umboðað av limunum í kirkjuráðunum í prestagjaldinum, sóknarprestin, sum fær kollats frá biskupi og verður innsettur av prósti.

 

Fyrstu ferð, hann skal taka við embæti, skal sóknarprestur harumframt standa biskupseksaminasjónina og undirskriva prestalyftið, áðrenn biskupur kann prestvíga hann.

 

Stk. 2. Ásetingin er ein samandrátur av embætisuppgávunum hjá sóknarpresti soleiðis, sum tær eitt nú eru ásettar í Norsku lóg, prestvígsluritualinum og í prestalyftinum.

 

Nevndu ásetingar útgreina skyldurnar neyvari, men ilt er at regluseta um uppgávur sum undirvísing og sálarrøkt.

 

Av tí, at starvsøkið er so umfatandi, hevur tað frá gamlari tíð verið hildið at vera avgerandi neyðugt, at prestur støðugt heldur fram at granska og útbúgva seg – hetta sæst t.d. aftur í, at skrivstovan í presta­garðinum hevur verið nevnd studerikamar. Granskingin, sum her verður umrødd, er gransking í dagliga gerninginum, ið gongur heilt aftur til Norsku Lóg. Onnur viðurskifti hjá sóknarprestum, um eftirútbúgving og møguleikar fyri gransking burturav, verða viðgjørd í lógini um størv í fólkakirkjuni; men eru eisini ein sáttmálaspurningur. 

 

Stk. 3. Prestagjøldini eru ymisk. Í summum eru nógvar kirkjur og kanska fleiri oyggjar at røkja, meðan fólkatalið í hvørji kirkjusókn kanska er lítið. Í øðrum prestagjøldum eru kanska fáar kirkjur, men nógv sóknarbørn, sum hava tørv á kirkjuligum tænastum, og summastaðni eru nógvir stovnar, har prestur hevur gudstænastu ella bønarhald. Tí er ikki talan um, at biskupur skal skriva eina generella leiðbeining, men hann kann í hvørjum einstøkum føri, saman við sóknarpresti/sóknarprestum, meta um tørvin á skipan, og hvussu hon skal vera.  

 

Til § 8

Ásetingin er um sóknarprestar, sum ikki nýtast at vera tengdir at ávísari kirkjusókn.

 

Føroyingar uttanlands hava gjøgnum tíðirnar notið gott av føroyskum prestum. Prestur hevur verið í Keypmannahavn, og eisini eru sjómansprestar. Henda áseting er ein staðfesting og ein heimild til at skipa størv uttanlands. Størvini verða sett sambært lógini um størv í fólkakirkjuni.

 

Í Keypmannahavnar biskupsdømi starvast føroyskur prestur í parttíðarstarvi. Eftir yvirtøkuna kundi tað verið natúrligt, at eitt slíkt starv verður sett undir Føroya biskupi. Eisini kann hugsast, at fólkakirkjan kann hava prest í starvi í øðrum grannalandi, har nógvir føroyingar búleikast.

 

Føroyska Sjómanskirkjan hevur ein sjómansprest í starvi í Hull. Sum er, samstarvar føroyska sjómanskirkjan við donsku sjómanna- og uttanlandskirkjuna (DSUK= Danske Sømands- og Udlandskirker). Prestar í starvi hjá DSUK varðveita í høvuðsheitum starvsrættindi síni í fólkakirkjuni, meðan teir virka uttanlands. Nú fólkakirkjan verður yvirtikin, skuldi tað verið natúrligt, at hon eisini virkar millum landsmenn, sum ikki eru heima, og at føroyskir sjómansprestar eru undir umsjón hjá Føroya biskupi.

 

Prestur, til at røkja serligar uppgávur innlendis, kann til dømis vera stovnsprestur, so sum sjúkrahúsprestur, men hugsandi er eisini, at tað kundi verið hent, at prestur er í starvi í stiftinum uttan at vera fast tengdur at ávísari sókn. Ásetingin fevnir eisini um uppgávur, sum t.d. kirkjuligar tænastur fyri deyvum á teknmáli. 

 

Til § 9

Tað, at próstur er sóknarprestur, er ein týdningarmikil partur í skipanini, og tí ræður um, at próstadømini og uppgávurnar verða skipað soleiðis, at próstur mesta partin av tíðini fær virkað sum sóknarprestur.

 

Ongin serstøk vígsla er til hetta embætið, men biskupur innsetir próst eftir serligum rituali.

 

Ætlanin er at skipa landið í fleiri próstadømi.

 

Vanligt próstastarv kann verða knýtt at einumhvørjum sóknarprestaembæti, tvs. tað kann flyta í próstadøminum til ein sóknarprest, ið er í embæti har.

 

Stk. 2. Próstur er longdi armurin hjá biskupi. Tað merkir, at próstur hevur nakrar uppgávur av egnum embæti og røkir aðrar biskupsins vegna.

 

Til dømis sýnar próstur kirkjur, prestagarðar og kirkjubøkur, hann leggur til rættis, soleiðis at prestur er tøkur, eisini tá feriur eru, prestur hevur forfall, ella størv eru ósett. Próstur er fyrisitingarligt millumlið millum prestar, kirkjuráð og biskup, og er sum nevnt føddur limur í próstadømisráðnum.

 

Uppgávur og virksemi próstsins er annars lýst í lógunum um kirkjuráð og próstadømisráð og um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.

 

Harumframt er tað upp til biskup at meta um, nær neyðugt er, at próstur fyribils ella meira støðugt fær uppgávur at røkja hansara vegna, tað kann til dømis vera umsjón við sóknarpresti.

 

Til § 10

Kirkjubókaførandi sóknarpresturin við dómkirkjuna er dómpróstur. Hann hevur eina serliga uppgávu at røkja mótvegis biskupi. Hann er varamaður hjá biskupi og røkir eftir um­støðunum uppgávur hjá honum, tá ið biskupi berst frá. 

 

Stk. 2. Krevur ikki serstakar viðmerkingar.

 

Biskupur

Til § 11

Orðið “biskupur” stavar frá grikska orðinum “episkopos”, sum merkir umsjónarmaður. Ovasti leiðarin í kirkjuni var longu tíðliga í kristnari tíð (2. øld.) nevndur biskupur.

 

Ásetingin er í samsvari við ritualið fyri biskupsvígslu, sum staðfestir, at biskupur verður vígdur til prestatænastu, ið innihaldsliga og landsfrøðiliga røkkur út um virksemi prestaembætisins.

 

At orðingin “biskupsdøminum” verður nýtt heldur enn “landinum” er tí, at hildið verður neyðugt at undirstrika, at biskupur í hesum parti av embætisførslu síni virkar í kirkjuni og fyri kirkjuna.

 

Til § 12

Biskupur fremur umsjón sína á tann hátt, at hann í trúfesti og umsorgan varðir um hin apostólska arvin í gudstænastu kirkjunnar við prædiku og sakramentum.

 

Tað avgerandi er trúskapur mótvegis evangeliunum og trúarjáttanini.

 

Stk. 2. Umsjónin við prestunum fer ofta fram sum vinarlig samrøða, ráðgeving og leiðbeining. Í einstøkum førum kann tó gerast neyðugt, at biskupur nýtir tær heimildir, ið embætið og lóggávan geva honum.

 

Til § 13

Sambært lyftinum, ið biskupur gevur, tá ið hann verður vígdur, fevnir embæti hansara um kristiliga leiðslu: At styðja og veita kirkjuliðunum og teimum einstøku kristnu stuðul og geva teimum dirvi til at liva og virka í trúgv, vón og kærleika.

 

Stk. 2. Hendan umsjón kemur til sjóndar á ymiskan hátt.

 

Biskupur ráðgevur kirkjuráðunum í sambandi við setan av sóknarpresti.

 

Biskupur loyvir sambært kirkjulóggávuni smærri frávikum, eitt nú í gudstænastuni og í sambandi við, hvussu kirkjan annars verður brúkt. Hann er í flestu førum eisini evsti kærumyndugleiki.

 

Biskupur heldur visitats, tað er, at hann vitjar regluliga allar kirkjur í biskupsdøminum.

 

Stk. 3. Umsorganin fyri einleika kirkjunnar er ein serstøk tænasta hjá biskupi, bæði tá ið hugsað verður um innara einleika fólkakirkjunnar og samfelag hennara við øll kristin kirkjulið í heiminum. Fram um alt hevur fólkakirkjan samfelag við norðurlendsku fólkakirkjurnar og aðrar evangelisk-lutherskar kirkjur.

 

Eisini hevur biskupur samskifti við landsins myndugleikar og leiðbeinir teir í spurningum um læru og siðvenju fólkakirkjunnar.

 

Til § 14

Viðvíkjandi prestvígslu og innsetan av prósti verður víst til serligu viðmerkingarnar til § 7, stk 1, og § 9, stk. 1.

 

Væntandi verður aðalreglan, at biskupur vígir eftirmann sín.

 

Skuldi biskupur fallið frá, áðrenn nýggjur biskupur er vígdur, og er eingin vígdur biskupur í landinum, er natúrligt at leita aftur til siðvenjuna úr Norsku Lóg og heita á Keypmannahavnar biskup um at víga nýggja føroyska biskupin.

 

Stk. 2. Biskupur vígir nýggjar kirkjur og bygning, ið ætlanin er at nýta sum kirkju.

 

Høli, ið fyribils verða nýtt sum kirkja við loyvi biskups, verða ikki vígd.

 

Kirkjan verður vígd, so hon rættarliga verður at meta sum eitt kirkjurúm. Samstundis kemur hon undir ásetingarnar í lógini um bygningar fólkakirkjunnar og løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni. 

Løggilding og eftirlit

Til § 15

Í staðin fyri kongligu løggildingina av bíbliuumseting verður skotið upp, at løgmaður løggildar hana.

 

Løggildingin er ein staðfesting av, at bíbliutýðingin er gjørd á haldgóðum vísindaligum grundarlagi og í samsvari við kristna fatan av bíbliuni sum Halgubók.

 

Í grannalondunum er siðvenja at royna at finna so breiða, felagskirkjuliga semju um bíbliutýðingar, sum til ber.

 

Stk. 2. Landsstýrismaðurin fær tilmæli at bera løgmanni frá eini breitt samansettari nevnd.

 

Nevndin, ið her verður umrødd, fremur ikki bíbliuumsetingina, men er ein nevnd, umboðandi felagskirkjuligu áhugamálini, ið eftirkannar og viðger umseting, ið frammanundan er gjørd. Nevndin verður mannað til høvið.

 

Til § 16

Ritual, altarbók og sálmabók eru “óalmenn játtanarskriv við almennum dámi”. Við teimum vísir kirkjan í verki tað, sum játtannarskriv hennara læra. Tí eigur biskupur, sum tann, ið hevur evstu umsjón við fólkakirkjuni, at vera hann, ið letur politiska myndugleikanum tilmælið.

 

Av tí, at hesar heilagu bøkur eru so óloysiliga tengdar at lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni, kundi kanska verið rímiligt, um løgmaður hevði valt at skapt ta sivenju, at hann læt varaløgmanni upp í hendi at útint skyldurnar hjá løgmansembætinum eftir hesari grein, um so er, at hann ikki sjálvur er limur í fólkakirkjuni.

 

Koralbókin letur sálmabók og gudstænastuskipan í tónleikaligan búna. Tí verður hildið rímiligt, at hon verður løggild eftir sama leisti. Framvegis er tó møgligt at nýta onnur sálmaløg, eitt nú sum siður er á staðnum; men tað ber ikki til at velja frítt, hvønn tónleik ið liturgiin verður útsett fyri.

 

Stk. 2. Biskupur fær tilmæli frá einari nevnd, ið hann hevur sett.

 

Nevndin, ið her verður umrødd, ger ikki uppskotini til ritual, altarbók ella sálmabók, men kannar eftir uppskot, ið kirkjuligur arbeiðsbólkur hevur latið úr hondum.

 

Stk. 3. Biskupur tekur stig til, at nevndin verður mannað til høvið.

 

Til § 17

Eftir hesari áseting kann biskupur, sum tann, ið hevur umsorgan við kirkjuliðunum, velja at gókenna ávísar lestrarbøkur til nýtslu hjá dekni.

 

At biskupur góðkennir lestrarbók ger hinvegin ikki, at ikki verður loyvt at nýta aðrar lestrarbøkur. Deknur fer framhaldandi, eins og í dag, at kunna lesa úr øðrum lestrarbókum í samráði við sóknarprest.

 

Til § 18

Eins og við umsjónini við sóknarprestum, so hevur biskupur eftirlit við, at boðanin er í samsvari við lærugrundarlagið hjá fólkakirkjuni. Eftirlitið eigur biskupur at hava ígjøgnum próstin í próstadøminum, men eisini við at taka lut í kirkjulívinum kring um í landinum. Fær biskupur varhugan av, at okkurt kann verða boðað, sum ikki samsvarar læruni, soleiðis sum hann er settur at varða um hana, so er tað skyldan hjá biskupi, við samrøðum og við at taka lut í virkseminum hjá viðkomandi sóknarpresti, at royna at rætta viðurskiftini.

 

Tá ið biskupur hevur staðfest, at sóknarprestur forfjónar læru fólkakirkjunnar, og tá ið royndirnar hjá biskupi at broyta hesa støðu ikki geva úrslit, so kann hann taka stig til, at málið verður viðgjørt sum lærumál.

 

Meginreglan í fólkakirkjunni eigur at vera, at samrøður og innanhýsis viðgerð geva úrslit og nøgdsemi fyri allar partar. Men støða kann koma í, har sóknarprestur varandi forfjónar læruna og so at siga máar grundstøðið undan fólkakirkjuni. Í slíkum føri kann biskupur taka stig til, at málið verður viðgjørt sum lærumál.

 

Stk. 2. Mál um biskup kann verða reist beinleiðis hjá landsstýrismanninum, sum tryggjar, at hóskandi stig verða tikin í málinum eftir somu mannagongdum, sum hevði talan verið um mál um sóknarprest.

 

Til § 19

Tað er sjáldsamt, at neyðugt er at taka støðu í máli, sum snýr seg um læruna hjá fólkakirkjuni. Í Danmark er tað komið fyri einaferð, og nýliga hava myndugleikarnir funnið aðra loysn í sambandi við lærumál, har eftirlitið og umsjónin verða roynd av fleiri høgum embætisfólkum í kirkjuni, áðrenn støða verður tikin til, hvussu málið endaliga verður loyst.

 

Sum bygnaðurin sbrt. hesari lóg verður skipaður, verður møguligt hjá biskupi at lata próstarnar hava ítøkiligt eftirlit og heimild til samráðingar, áðrenn hann sjálvur tekur støðu og fær málið loyst. Lógin um tænastumenn kann eisini vera vegleiðandi í máli um læruna, tá tað kann fáa avleiðingar fyri starvsviðurskiftini hjá viðkomandi sóknarpresti.

 

Verður loysn ikki funnin á máli, í sambandi við viðgerðina hjá kirkjumyndugleikunum, ger landsstýrismaðurin eftir samráðing við biskup av, at málið skal viðgerast sum lærumál. Av tí, at biskupur hevur besta førleikan at meta um, hvørt grundarlag er fyri viðgerð av lærumáli, kann hann krevja av landsstýrismanninum, at viðgerð skal vera. 

 

Stk. 2. Tá ið støða er tikin til at viðgera eitt mál sum lærumál, setir landsstýrismaðurin eina nevnd, sum fær til uppgávu at fyrireika og viðgera málið. Nevndin verður ikki sett, fyrr enn eitt mál er at viðgera, soleiðis at eingin av limunum í nevndini hevur slíkan áhuga í málinum ella hevur virkað so tætt at viðkomandi sóknarpresti, sum málið snýr seg um, at gegnistrupulleikar koma í. Onnur orsøk, at nevndin ikki verður meira ítøkiliga regulerað í lógini, er, at nevndin má verða samansett eftir, hvør gudfrøðingur talan er um, og at skipanin skal virka, eisini um talan skuldi verið um lærumál mótvegis biskupi.

 

Nevndin eigur sjálvsagt at verða samansett fakliga við høvuðsdenti á gudfrøði. Men málið kann vera av slíkum slagi, at skilagott er við aðrari útbúgving enn gudfrøðini. Tí verða krøvini til limirnar ikki sett í lógina. Eisini verður latið upp fyri, at landsstýrismaðurin kann heita á fólk uttanlands við fakligum førleika. Áðrenn landsstýrismaðurin tilnevnir nevndarlimirnar, skal hann samráðast við biskup og tryggja sær, at biskupur tekur undir við valinum.

 

Uppskotið tekur ikki endaliga støðu tikin til, hvussu lærumál skulu viðgerast, men nevndin verður ið hvussu so er sett – annaðhvørt at fyrireika, ella at fyrireika og viðgera málið.

 

Miðjað verður ímóti, at gera eina fullfíggjaða skipan, ið er lagað til føroysk viðurskifti. Neyðugt verður í hesum sambandi við ískoytislóggávu at fullfiggja skipanina. Ein møguleiki er, at danska skipanin, sum hevur heimild í “lov om domstolsbehandling af gejstlige læresager”, kann verða sett í gildi fyri Føroyar.

 

Orsøkin er, at vit í Føroyum neyvan, við verandi tali av gudfrøðingum og ongum gudfrøði fakulteti á Fróðskaparsetrinum, megna at manna eina nevnd til hetta endamál. Tí er væl hugsandi, at neyðugt verður at lata útlendskar gudfrøðingar vera við til at manna nevndina. Við at lata upp fyri báðum møguleikum, kunnu landsmyndugleikarnir, saman við kirkjuligu myndugleikunum, arbeiða víðari við einari føroyskari skipan uttan at skera av møguleikan at seta donsku skipanina í verk, skuldi tað verið neyðugt.

 

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur og treytir fyri uppgávunum hjá nevndini. Reglurnar eiga at verða gjørdar í samráði við kirkjuligu myndugleikarnar og prestafelagið.

Her verður fyri ein part talan um grundleggjandi reglur fyri málsviðgerðini og almennum atlitum, sum altíð eru at taka. Nevndin kann eisini fyri ein part fáa leiðbeining í tilnevningarskrivinum.

 

Til 20

Krevur ikki serstakar viðmerkingar. 

 

+Fylgiskjøl

Skjal 1: Suðuroyar norðara prestagjald

Skjal 2: Fundarfrásøgn frá hoyringarfundi


 

[1] Víst verður til søguligar og kirkjusøguligar bókmentir, eitt nú Henrik Fossing, Færøernes kirkehistorie 1977, P.M. Rasmussen, Den færøske sprogrejsning med særligt henblik på kampen om færøsk som kirkesprog, 1987, Tættir úr Føroya kirkjusøgu, 1978 og Hans Jacob Debes; Nú er tann stundin, 1984.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Lisbeth L. Petersen Poul Michelsen Kaj Leo Johannesen
Henrik Old Marjus Dam Vilhelm Johannesen
Alfred Olsen Sverre Midjord Olav Enomoto
Gerhard Lognberg Johan Dahl John Johannessen
Óli Breckmann Andrias Petersen Jørgen Niclasen
Kjartan Joensen Jógvan við Keldu Anfinn Kallsberg
Kristian Magnussen Annita á Fríðriksmørk Jenis av Rana
Kári P. Højgaard Bill Justinussen  

1. viðgerð 7. mai 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur lagt málið fram tann 1. mai 2007, og eftir 1. viðgerð tann 7. mai 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9., 10., 11., 15., 22. og 24. mai 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við bisp, dómpróst, umboð fyri Prestafelag Føroya og Felagið fyri Kirkjuráðslimir og landsstýrismannin í mentamálum. Frá dómprósti hevur nevndin fingið viðmerkingar til lógaruppskotið, og frá landsstýrismanninum hevur nevndin fingið viðmerkingar til broytingaruppskotini hjá dómprósti og upprit um ymsar spurningar yvirtøkuni av fólkakirkjuni viðvíkjandi.

 

Undir nevndarviðgerðini hava umboð fyri kirkjuligu myndugleikarnar víst á, at vansarnir við at løggilda koralbókina kunnu vísa seg at verða størri enn fyrimunurin við hesum. Koralbøkur verða vanliga ikki løggildar, og kravið um løggilding kann virka tónlistarliga avmarkandi soleiðis, at ikki-løggild sálmaløg, ið annars hóska til kirkjubrúk, ikki vinna pláss í kirkjuni, fyrrenn eftir nógvum árum, og tað verður hildið vera spell.

 

Umráðandi er, at stiftsstjórnin er virkisfør beinanvegin eftir ólavsøku. Sambært § 6, stk. 3 er hon mannað við bispi, einum embætisfólki, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, og einum limi, sum limirnir í kirkjuráðunum velja. Til tess at tryggja virkisføri hevur bispur skotið upp, at formaðurin í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir umboðar kirkjuráðini, til valið at velja triðja limin í stiftsstjórnina hevur verið.

 

Umframt hesar broytingar skjýtur nevndin upp at gera ávísar málsligar broytingar, og við hesum viðmerkingum setir ein samd nevnd fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) § 3, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk.4. Landsstýrismaðurin skipar kirkjusóknirnar eftir tilmæli frá biskupi.”

 

2) Í § 7, stk. 1 verður í staðin fyri “er rætt kallaður” sett: “á rættan hátt er kallaður”.

 

3) Í § 7, stk. 3 verður í staðin fyri “kann áseta” sett: “ger”.

 

4) Í § 11 verður í staðin fyri “sóknarprestur” sett: “prestur”.

 

5) Í § 13, stk. 1 verður í staðin fyri “við” sett: “fyri”.

 

6) § 16, stk. 1 verður orðað soleiðis: “... Løgmaður løggildar ritual, altarbók og sálmabók eftir tilmæli frá biskupi um landsstýrismannin.”

 

7) § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Formaðurin í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir umboðar kirkjuráðini í stiftsstjórnini, til val at velja lim at umboða kirkjuráðini í stiftsstjórnini, sbr. § 6, stk. 3, hevur verið. Valið skal verða hildið innan 1. mars 2008.”

 

Serligar viðmerkingar til einstøku broytingarnar

 

Til 1, 2, 3 og 5

Málsligar broytingar

 

Til 4

Innihaldið í ásetingini verður ikki broytt, men orðaljóðið verður neyvari, so eingin ivi kann vera um, at biskupur ikki er prestur í ávísari kirkjusókn. Orðið sóknarprestur sipar til prest í starvi í kirkjusókn í landinum. Orðið sóknarprestur í hesi upprunaásetingini kann tí skiljast avmarkandi í mun til valbæri til biskupsval. Við hesum verður undirstrikað, at einhvør prestlærdur, uttan mun til um viðkomandi røkir kall í ávísari kirkjusókn, er valbærur til biskupsval. Møguligar avmarkingar verða í reglunum um biskupsval.

 

Til 6

Broytingin hevur við sær, at koralbókin ikki verður løggild, og at skipanin verður sum í dag, t.v.s. at løgskipan verður ikki fyri, hvønn tónleik liturgiin verður útsett fyri, men biskupur hevur umsjón við hesum sum part av almennu umsjónini og kann geva boð hesum viðvíkjandi, um hann metir tað vera neyðugt.

 

Til 7

Eingin viðmerking.

 

Soleiðis broytt tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Herumframt hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Andrias Petersen, Óli Breckmann, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) vísir á, at undir nevndarviðgerðini hava bispur, dómpróstur, Prestafelag Føroya og Felagið fyri kirkjuráðslimir víst á, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum eigur at vera limur í fólkakirkjuni.

 

Meirilutin heldur tað grundleggjandi ikki vera rætt at lógarfesta trúarkrøv til landsstýrismenn, og sambært løgfrøðiligu ráðgevingini forðar stýrisskipanarlógin fyri at avmarka framíhjárættindi løgmans at tilnevna landsstýrismenn við at áseta í løgtingslógini um fólkakirkjuna í Føroyum, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum skal vera limur í fólkakirkjuni.

 

Hóast hetta, so skilir meirilutin sjónarmiðið, og meirilutin heldur, at løgmaður eigur at taka atlit til hetta, tá landsstýrismaður í kirkjumálum verður tilnevndur, soleiðis at tað kann verða politisk siðvenja, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni.

 

Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) mælir til at gera aðrar broytingar, sum hann heldur vera avgerandi, skal lógin liggja í neyðugu javnvágini millum politiska og kirkjuliga myndugleikan.

 

Fyribrigdið yvirtøka er kolonialt. Eitt gyrði hugtak, sum verður brúkt til at spæla fólk í húsi við inni í donsku ostaklokkuni Føroyar. Nú stendur fólkakirkjan fyri at vera yvirtikin - sigst.

 

Í grundini hendir eingin broyting í mun til verandi støðu. Hetta ger danska løgmálaráðið eisini greitt í síni meting av støðuni: “Heroverfor kan det imidlertid gøres gældende, at der ikke ved en færøsk overtagelse af folkekirken på Færøerne sker en egentlig adskillelse mellem den danske stat og folkekirken. Der kan således peges på, at der kun sker overførsel til det færøske hjemmestyre af lovgivende og administrativ myndighed i forhold til en del af folkekirken, nemlig den del, der er på Færøerne.” Sambært hesum hendir einki annað við hesi sokallaðu yvirtøkuni enn tað, at ein donsk útreiðsla verður flutt yvir í føroyskar kassar. Sambært hesi tulkingini er føroyska fólkakirkjan framvegis forankrað í donsku grundlógini, tí er hetta ein pseudo-yvirtøka, sum bara er av fíggjarligum slag. Vit hava einki ímóti, at føroyingar gjalda fyri sína egnu kirkju, tvørturímóti, men vildu helst, at hon gjørdist føroysk burturav í sama viðbragdi. T.v.s., at hon samstundis varð forankrað í føroyskum regluverki og føroyskari grundlóg.

 

Sokallaða yvirtøkan av kirkjuni er tíanverri vorðin eitt politiskt prestisjuprosjekt hjá eini sperdari samgongu. Tí verður alt gjørt í skundi og upp á gjøt. Fylgibólkarnir, bæði tann kirkjuligi og hin politiski, eru meira ella minni settir til viks, og eitt smælri forum av samgongupolitikarum hevur tikið málið í egnar hendur og trýstir nú eina illa fyrireikaða yvirtøku ígjøgnum í óðum verkum. Hetta er eitt val, sum vit mega fyrihalda okkum til.

 

Sambært viðmerkingunum til § 1 verður staðfest, at fólkakirkjan er: Greitt skilmarkað bæði í verki og formliga í Norsku lóg og í Danmarks Riges Grundlov. Fyriliggjandi uppskot til løgtingslóg vikar ikki hesa støðu. Verður uppskotið samtykt, sum tað fyriliggur, hevur tað tó nakrar praktiskar broytingar við sær í viðurskiftunum kring kirkjuna og ímillum hana og politisku skipanina. Sum tað stendir í viðmerkingunum: “Viðkomandi landsstýrismaður í kirkjumálum kemur eftir vanligu grundreglunum fyri yvirtøkur at røkja tær uppgávur, sum danski kirkjumálaráðharrin hevur í dag, meðan løgmaður fær tær yvirskipaðu uppgávur, sum kongur hevur í dag.”

 

Um hetta skal skiljast soleiðis, at partur av danska kongsvaldinum verður delegerað út til Føroya løgmann, so kann tað tykjast undarligt, at viðkomandi ikki skal fylgja ásetingini í donsku grundlógini, sum ásetir, at kongur skal hoyra til evangelisk luthersku kirkjuna. Í viðmerkingunum verður stórur dentur lagdur á, at tey, ið røkja uppgávurnar í kirkjuráðum, eru limir í fólkakirkjuni. Sum tað stendur skrivað: “Við dópinum fær ein lut í hinum almenna prestadøminum, og harvið rætt og skyldu til at taka lut í virkseminum og lívinum í kirkjuni.” Tey einastu, sum ikki koma undir hetta kravið, eru ovastu politisku myndugleikarnir, sum uppskotið ásetir skula varða av kirkjumálum. Løgmaður og landsstýrismaðurin í kirkjumálum. Hesum kann minnilutin als ikki taka undir við.

 

Vit skjóta tí upp ta broyting í lógini, at tær uppgávur, sum í uppskotinum eru lagdar løgmanni at røkja, m.a. í §§ 15 og 16, verða latnar Løgtinginum upp í hendur at taka avgerðir um og at varða av ístaðin. Viðvíkjandi landsstýrismanninum í kirkjumálum eru vit samd við teimum sum halda, at viðkomandi skal vera limur í fólkakirkjuni, sum hann er landsstýrismaður fyri. Løgmaður eigur í hvørjum einstøkum føri í setanini av landsstýrismonnum at tryggja sær, at kirkjumál verða latin fólkakirkjulimi at fyrisita politiskt. Tí setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) § 15 stk. 1 verður orðað soleiðis: “... Løgtingið løggildar bíbliutýðing eftir tilmæli frá landsstýrismanninum”.

 

2) § 16, stk. 1 verður orðað soleiðis: “... Løgtingið løggildar ritual, altarbók og sálmabók eftir tilmæli frá biskupi um landsstýrismannin.”

 

3) Í § 6 verður sum nýtt stk. 5 sett: “Landsstýrismaðurin í kirkjumálum skal vera limur í fólkakirkjuni.”

 

Serligar viðmerkingar til einstøku broytingarnar:

 

Til 1 og 2: Løggildingin verður framd við at samtykkja løgtingslóg, sum landsstýrismaðurin leggur fyri Løgtingið.

 

Soleiðis broytt tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 31. mai 2007. Uppskot um at vísa broytingaruppskot nr. 3 frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, burtur, sambært § 57, stk. 1 í tingskipanini, samtykt 20-0-10. Broytingaruppskot nr. 3 er sostatt burturvíst. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, HediPetersen og Tórbjørn Jacobsen, til §§ 15 og 16 fall 9-0-20. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 3, 7, 11, 13, 16 og 20 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 1. juni 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 60 frá 07.06.2007