Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

38. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 2. desember, kl. 12.10 varð tingfundur settur.

 

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005-2
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt. 

Fundur niðurlagdur kl. 12.14

Fundur uppafturtikin kl. 13.35
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
§§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2005: Uppskot til broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
§§ 1, 2 og 3 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum
§§ 1, 2 og 3 samtyktar 23-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
§§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005
Málið beint í
fíggjarnevndina.
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

8.      Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-17/2005 frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, (Høgni Hoydal) viðvíkjandi hægri útbúgving og gransking innan føroyska løgfrøði
Málið avgreitt.
 

9.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 41/2005: Uppskot til løgtingslóg um avhendan av sambýlunum í Kollafirði og Vestmanna, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmálunum nr. 35/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.), og nr. 36/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingaslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 6. desember 2005, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 22/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll millum Danmark og Føroyar sum ískoyti til Sáttmála frá 23. september 1996 millum Norðurlond at sleppa undan, at inntøku- og ognarskattir verða tvískattaðir

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2005: Uppskot til broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 27/205: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-3.

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um ferðslu

13.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av fyritøkum landsins

14.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og Skattastovu Føroya – Eysturoyar og Norðoya øki

15.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.50 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari