19  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 3. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju 


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, verður henda broyting gjørd:

 

§ 1, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:

“Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunumrum 2710.19.61, 2710.19.62 og 2710.19.69”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum lógaruppskoti fram broytingar til løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju. Broytingin er ein fylgibroyting av tí, at vørunumrini eru broytt í Toll- og vøruskránni.  

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið, kommunur ella vinnuna. Tollsatsirnir, sum eru í hesum lógaruppskoti, eru ikki broyttir, tann einasta broytingin, ið verður gjørd við hesum uppskotinum, er, at nýggj vørunummur verða sett inn í Toll- og vøruskránna.

 

Eiheildur hevur uppskotið nakrar umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar við sær. Ongar avleiðingar eru í mun til altjóða avtalur og reglur fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleika

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar 

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Broytingin er ein fylgibroyting av, at vørunumrini eru broytt í Toll- og vøruskránni.  

Til § 2

Eingin viðmerking.

 

1. viðgerð 10. november 2005. Tingmálini nr. 19, 20 og 22/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 16. november 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 10. november er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 16. november 2005.

 

Fíggjarnevndin sær hesa broyting sum eina fylgibroyting av tí, at vørunumrini eru broytt í Toll- og vøruskránni.

 

Ein samd nevnd tekur tí undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

 

2. viðgerð 2. desember 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt

Ll.nr. 132 frá 9/12-05