24  Uppskot til  broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð  
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 3. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
 


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 17. mai 2005, verður gjørd henda broyting:

Í § 8, stk. 1 verður aftaná 2. pkt. sett:

“Skatturin hjá teimum, ið pkt. 2 nevndu persónum, fer 100% í landskassan.” 

 

§ 2

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005, verður gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 41, stk. 4, verður sett inn sum nýtt 3. pkt.:

“Persónar við avmarkaðari skattskyldu jb. § 2, stk. 1, litra j og persónar við avmarkaðari skattskyldu undir FASskipanini, eru ikki fevndir av hesi grein.”og  pkt. 3 verður hereftir pkt. 4.

 

3) § 83a, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Afturberingin sambært § 63a verður vegna tey, ið eru avmarkað skattskyldug, borin av landskassanum. Afturberingin sambært § 63a verður vegna tey, ið eru fult skattskyldug, borin av landi og kommunum í sama mun sum býtið av skattinum, og verður drigin frá avrokningini av skattinum til kommunurnar innan avrokning eftir § 83.”

 

§ 3

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til, at skatturin hjá persónum, ið sigla  undir FAS-skipanini, ella sigla við bareboat skipum, skal fara í landskassan.

 

Sambært skattalógini verður FAS-afturberingin borin av landskassanum og kommununum í sama lutfalli, sum skatturin annars verður býttur millum land og kommunu.

 

Fleiri kommunur hava gjørt vart við, at útreiðslurnar av FAS-afturberingini ikki verða býttar eftir einum rættvísum lykli.

 

Hetta kemst av, at tey av manningini, ið eru avmarkað skattskyldug sambært skattalógini (útlendingar), og sum sigla við skipum, ið hava rætt til afturbering eftir reglunum í skattalógini, ikki eru heimahoyrandi í nakrari kommunu í Føroyum. Tá ið so er, verða tey skrásett at hoyra til ta kommununa, har reiðaríið er skrásett. Í fleiri ár hevur Tórshavnar Kommuna nærum fingið allan inntøkuskattin hjá øllum hesum persónum og lutfalsliga goldið minni av útreiðslunum til afturbering, um samanborið verður við hinar kommunurnar.

 

Skotið verður tí upp, at skatturin hjá avmarkað skattskyldugum undir FAS- og bareboat-skipanini fer í landskassan.

 

Afturberingin vegna tey, ið eru avmarkað skattskyldug, verður borin av landskassanum.

Afturberingin vegna tey, ið eru fult skattskyldug, verður borin av landi og kommunum í sama mun sum býtið av skattinum. 

 

Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum

Í dag verður samlaða afturberingin (í hjálagda fylgiskjali er upphæddin 36,3 mió kr.) býtt millum land og kommunur í sama lutfalli sum skatturin.

 

Sambært uppskotinum skulu allar skattainntøkurnar hjá avmarkað skattskyldugum fara í landskassan. Við hesum uppskoti verður inntøkan hjá landinum hækkað við kr. 8,5 mió kr., og útreiðslurnar av afturberingini verða 6,8 mió. kr. hægri. Hetta er ein meting, ið byggir á inntøku- og útreiðslutøl frá 2004.

 

Afturberingin vegna tey, ið eru avmarkað skattskyldug, verður borin av landskassanum. Tí verður inntøkuhækkingin hjá landinum lækkað við afturberingini av hesum inntøkum. Afturberingin vegna tey, ið eru fult skattskyldug, verður borin av landi og kommunum í sama lutfalli sum skatturin.

 

Av tí at afturberingin til reiðaríini verður borin av landskassanum og kommununum í sama lutfalli, sum skatturin annars, verður lutfallið millum kommunurnar rættari. Landið kemur harafturímóti at bera ein størri part av útreiðslunum, og uppskotið fer tí at geva landskassanum umleið 1 mió kr í meirinntøku.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær fyrisitingarligar avleiðingar.

 

Lógaruppskotið verður ikki mett at hava við sær nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella altjóða avtalur og reglur.  

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

  

Hoyringar

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

-         Føroya Kommunufelag

-         Kommunusamskipan Føroya

 

Svar er komið frá:

Føroya Kommunufelag, sum er hjálagt hesum uppskoti.

Kommunusamskipan Føroya, sum er hjálagt hesum uppskoti.

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Broytingin hevur við sær, at skatturin frá avmarkaðum skattskyldugum, ið sigla við FAS- ella bareboat-skipum fer í landskassan.

 

Til § 2

Broytingin hevur við sær, at skatturin frá avmarkaðum skattskyldugum, ið sigla við FAS- ella bareboat-skipum einans fer í landskassan og ikki til kommunurnar.

 

Afturberingin verður vegna tey, ið eru avmarkað skattskyldug, borin av landskassanum. Afturberingin verður vegna tey, ið eru fult skattskyldug, borin av landi og kommunum í sama lutfalli sum skatturin, og verður drigin frá avrokningini av skattinum til kommunurnar.

 

 

Fylgiskjøl
Í
fylgiskjalinum sæst skattainntøkan frá útlendingum, mett út frá tølum frá 2004, útreiðslur av afturbering, býtt upp á kommunur, og avleiðingin av hesum uppskoti.
 

Skjal 1: Føroya Kommunufelag
Skjal 2: Kommunusamskipan Føroya
Skjal 3: FAS
Skjal 4: FAS

 

1. viðgerð 11. november 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 24. november legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 11. november 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. november 2005.

 

Nevndin tekur undir við, at útreiðslurnar av FAS-afturberingini verða býttar meira rættvíst millum kommunurnar. Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 2. desember 2005. §§ 1, 2 og 3 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt. 

Ll.nr. 136 frá 12/12-05