16  Uppskot til  samtyktar um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)

Ár 2005, 2. november, legði Bill Justiniussen, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi  

 

Uppskot

til

samtyktar um broyting í løgtingslóg um ferðslu
 

Heitt verður á landsstýrið, um at leggja fram uppskot um broyting í løgtingslógini um ferðslu, sum strikar teknisku ferðavmarkingarnar fyri prutl, og í staðin setir eina lógarfesta hámarksferð fyri prutl, sum skal verða 45 km/t.  

Viðmerkingar:
Sum skilst situr ein bólkur og arbeiðir við broytingum til ferðslulógina. Tað er tí nærliggjandi at víðka arbeiðssetningin hjá hesum bólkinum til eisini at fyrireika uppskot til broyting, sum skal seta hámarksferðina fyri prutl til 45 km/t.

Teknisku ferðavmarkingarnar fyri prutl, ið eru ásettar í § 2, nr. III, litra C, c eiga at verða strikaðar. Grundgevingin fyri hesum er, at í hesi grein verður eitt prutl allýst í mun til, hvussu skjótt tað kann koyra. Við øðrum orðum er avleiðingin, at eitt prutl, sum koyrir skjótari enn 30 km/t, ikki er eitt prutl eftir hesi allýsingini, hóast talan er um júst sama akfar við somu slagvolumen. Um vit til samanberingar allýstu ein bil sum eitt akfar, sum ikki kann koyra skjótari enn 80 km/t, so vóru brádliga ongir bilar í Føroyum. Hóast bilur ikki hevur loyvi at koyra skjótari enn 80 km/t, kann hann tó tøkniliga koyra skjótari.

Sama áseting verður ynskt fyri prutl. Eitt prutl, sum tøkniliga bert kann koyra 30 km/t, hevur als onga kraft og er til vanda fyri aðra ferðslu í brattari mótbrekku, tí tá verður ferðin so lág, at førarin lætt kann missa javnvágina. Nøkur prutl eru so tung, at ein 16 ára gamal ikki til fulnar megnar at hava tamarhaldið, um hann missir ferðina í eini mótbrekku. At fá óhapp henda í hesum sambandi er tí, at so at siga ongi prutl eru prutl sambært lógini. Tað merkir, at flestu prutl koyra skjótari enn 30 km/t.

Í staðin fyri ásetingina í § 2, nr. III, litra C, c eigur serlig hámarksferð at verða ásett fyri prutl í § 30b í lógini. Grundgevingin fyri hesum er, at tá er allýsingin av einum prutli tengd at slagvolumen og ikki at tøkniligu hámarksferðini. Hóast ásett verður, at hámarksferðin verður 45 km/t, eigur tøknilig ferðavmarking ikki at ásetast. Eitt prutl, sum kann koyra t.d. 70 km/t, megnar betur at halda hámarksferðini í mótbrekku enn eitt prutl, sum bert kann koyra 45 km/t.

 Arbeiðsbólkurin kann so eisini meta um, hvørt aðrar avleiddar broytingar eru neyðugar.

1. viðgerð 8. november 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 24. november 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 2. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 8. november 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 24. november 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum, sum segði seg vera sinnaðan at taka tey í uppskotinum nevndu viðurskifti við í arbeiðssetningin hjá bólkinum, ið situr og arbeiðir við uppskoti til broytingar í ferðslulógini.

 

Í áliti sínum í løgtingsmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, vísti vinnunevndin á, at dentur eigur at verða lagdur á betri koyrifrálæru, soleiðis at tey ungu kunnu fáa kunleika og undirvísing um týdningin av at ferðast í ferðsluni. Hetta var í sambandi við umrøðu av spurninginum, um aldursmarkið til at taka koyrikort til prutl eigur at lækka frá 16 ár til 15 ár.

 

Nevndin heldur uppskotið til samtyktar vera skilagott og tekur undir við tí, men heldur tað samstundis vera av alstórum týdningi at fáa hesa koyrifrálæru í lag. Nevndin mælir tí til, at uppskotið, ið verður lagt fyri tingið, skal innihalda ásetingar, ið gera slíka koyrifrálæru lógarkravda.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í áheitanini á landsstýrið verður aftaná orðini "45 km/t" skoytt uppí "og lógarkrav um koyrifrálæru til prutl."

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

2. viðgerð 6. desember 2005. Uppskot frá Høgna Hoydal tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 8-1-20. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til uppskotið til samtyktar samtykt 22-0-7. Uppskotið til samtyktar soleiðis broytt samtykt  24-0-5. Málið avgreitt.