22  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 3. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 27. apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

Í fylgiskjali til § 4, stk. 1 verður gjørd     henda broyting: 

 

1) Áftaná vørunummar 2208.90.90 verður sum nýtt vørunummar sett:

“2402.10.00 Cigarer, cerutter og cigarillos, med indhold af tobak 0%”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum lógaruppskoti fram broytingar til tolllógina í sambandi við, at toll- og vøruskráin verður broytt. Nýtt vørunummar verður sett inn í toll- og vøruskránna.  Broytingin er ein avleiðing av, at løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi verður broytt, víst verður í hesum sambandi til uppskot um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

 

Landsstýrismaðurin mælir tí til, at uppskot til broytingar í løgtingslóg um toll verður viðgjørt saman við uppskoti til broytingar í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. 

 

Nýggja vørunummari, ið verður stovnað er 2402.10.00. Hetta er vørunummari til cigarer, cerutter og cigarillos. Mett verður, at sjálvt um tað ikki eru broytingar í gatt tollinum, er best, at hetta vørunummar eisini verður lýst í fylgiskjalinum til tolllógina.

 

Við hesi broyting í toll- og vøruskránni verða bert tvey tey seinastu tølini av vørunr. til toll- og vøruskránna broytt. Hetta er í samsvari við sáttmála millum Danmarkar ríkisstjórn og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska samveldi hinumegin frá 1. februar 1992, sum seinast er broyttur í 1997. Sambært hesum sáttmála hava Føroyar samtykt at nýta tað Tillagaðu Skipanina (Harmonized System). Harmonized System verður broytt umleið 4. ella 5. hvørt ár. Seinasta broyting av Harmonized System fór fram í 2002. 

 

Tað er WCO (World Custom Organization), sum viðger og samtykkir broytingar av tariffnumrum ella vørunumrum. Tó er heimild nationalt at gera uppbýtingar á vørunumrum við at broyta tvey tey seinastu tølini í tariffnumrunum ella vørunumrunum.  

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið, kommunur ella vinnuna. Tollsatsirnir, sum eru í hesum lógaruppskoti, eru ikki broyttir, tann einasta broytingin, ið verður gjørd við hesum uppskotinum, er, at nýggj vørunr. verða sett inn í toll- og vøruskránna.

 

Mett verður, at uppskotið hevur við sær nakrar umsitingarligar avleiðingar, við dagføring av telduskipan og toll- og vøruskránni. Tó verður mett, at uppskotið fer at hava við sær, at hesar vørur verða lættari at tollavgreiða, tá ið tað bert er eitt vørunummar, ið skal nýtast í sambandi við tollavgreiðsluna. Tað verður ikki mett, at uppskotið hevur nakrar umhvørvisligar avleiðingar við sær ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar 

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar 

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

 

  

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Broytingin er ein fylgibroyting av, at avgjøldini í innflutnings og framleiðslulógini verða broytt.  

Til § 2

Eingin viðmerking.

 

1. viðgerð 10. november 2005. Tingmálini nr. 19, 20 og 22/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 24. november 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 24. november 2005.

 

Nýtt vørunummar verður sett inn í toll- og vøruskránna.  Broytingin er ein avleiðing av løgtingsmáli nr. 20/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, víst verður tí til viðmerkingarnar í tí málinum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 1. desember 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt

 

Ll.nr. 130 frá 9/12-05