20  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar ikki)
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 3. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi


 

§ 1 

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 27. apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

  

1)   Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verða vørunummur 2402.10.11 - 2402.10.15 og 2402.10.50 strikað.

 

2)   Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verður sum nýtt vørunummar sett:

“2402.10.00, 100 stk. 155,00 kr., Sigarir, Seruttir og sigarillir”

 

3)   Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verða avgjøldini á vørunumrunum 2402.20.00-2402.90.00 á sigarettum broytt frá “110,00 kr.” til “128,00 kr.”, 2403.10.00-2403.91.00 á tubbakki broytt frá “165,00 kr.” til “192,00 kr.” og 2403.99.10-2403.99.90 á skrá og snús broytt frá “110,00 kr.” til “128,00 kr.”

 

4)   Í fylgiskjali 2 verða vørunummur 9916.0200, 9916.0300, 9916.0400, 9916.0500, 9916.0600, 9916.0800 og 9916.1200 strikað.

 

 

§ 2 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til at hækka avgjaldið á tubbakki. Endamálið við hesum uppskoti er at fáa til vega inntøku til landskassan.

 

Orsøkin til, at avgjørt er at leggja avgjaldið á júst sigarettir, er, at ein møgulig minkandi nýtsla av hesum vørum, samanumtikið fer at betra um fólkaheilsuna. Hóast nýtslan kemur at minka nakað, so verður roknað við einari meirinntøku í landskassan upp á umleið 10 mió. kr.

Eisini mælir landsstýrismaðurin til, at tað einans skal vera eitt vørunummar, sum skal nýtast, tá ið sigarir, seruttir og sigarillir verða tollavgreiddar. Mett verður, at tað er frá gamlari tíð, at vørunumrini á hesum vørum vóru ymisk, tí ynski var um, at avgjøldini ikki skuldu vera eins á hesum vørum. Í grannalondum okkara er einans eitt vørunummar, sum hesar vørur verða tollaðar undir. Mett verður eisini, at tað verður lættari at umsita hjá vinnuni og hjá Toll- og Skattstovu Føroya, um so er, at hesar vørur ikki verða bólkaðar undir hvør sítt vørunummar, men bert hava eitt vørunummar og eitt avgjald.

 

Avgjaldið á tubbaksvørum var seinast hækkað 1. januar 2005. Hækkingin í avgjaldinum tá var 37,5%. Hetta viðførdi, at prísurin á tubbaksvørum hækkaði munandi. Ætlanin er nú at hækka avgjaldið við 16,4% aftrat. Við hesum er avgjaldið á tubbaksvørum hækkað 60% tilsamans, úr 80 oyrum sigarettina upp í 1,28 kr. sigarettina. Harumframt skal meirvirðisgjald rindast av avgjaldinum. Søluprísurin er í sama tíðarskeiði hækkaður um 43% úr 35 kr. sigarettpakkan upp í 50 kr. sigarettpakkan.

 

Í løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2005 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (Tubbakslógin) eru tiltøk sett í verk, sum gera, at tað verður truplari hjá ungum at fáa fatur á tubbakki. Millum annað er aldursmarkið fyri, nær ein kann keypa tubbaksvørur, nú 18 ár.

 

Innflutningurin av sigarettum seinastu 12 mánaðirnar er fallin góð 6%. Frá sep. 2003 til aug. 2004 vóru góðar 64 mió. sigarettir innfluttar, meðan tað frá sep. 2004 til aug. 2005 vóru innfluttar smáar 60 mió. sigarettir. Árliga kanningin, sum Fyribyrgingarráðið ger um heilsu, undirbyggir hetta. Talið á dagligum roykjarum er fallið úr 37% av vaksna fólkinum í 2002 niður í 27% í 2005.

 

Í 2004 vóru inntøkurnar av avgjaldinum á tubbaksvørum góðar 62 mió. kr. áðrenn mvg. Í 2005 verður mett, at nýtslan av tubbaksvørum viðførir eina avgjaldsinntøku upp á umleið 70 mió. kr umframt mvg. Ein stórur partur av tubbaksnýtsluni í 2005 var innfluttur í desember 2004. Hetta førdi við sær, at ein ávísur partur av ætlaðu inntøkunum frá hækkingini í avgjaldinum 1. januar 2005 var í 2004.

 

Havandi í huga, at fallið í nýtsluni hevur verið stórt seinnu árini, kann væntast, at nýtslan hevur javnað seg. T.d. er nýtslan av tubbakki í Danmark nú støðug um 25%, aftaná at nýtslan var fallin í nøkur ár. Væntast kann, at avgjaldshækkingin á 16,4% gevur um 8 til 9 mió. kr. í meirinntøku frá avgjøldunum og við mvg góðar 10 mió. kr. Mett verður, at avgjaldsinntøkurnar frá tubbakki í 2006 og frameftir verða yvir 80 mió. kr. umframt mvg.

 

Í árligu roykivanakanningini er Fyribyrgingarráðið komið fram til, at roykivanarnir eru broyttir. Í dag verður mett, at 27% av vaksna fólkinum roykir dagliga, í mun til 37% í 2002. Men harafturímóti er talan um, at talið av stórroykjarum er ein størri partur av roykjarunum í dag. Av teimum, sum roykja, eru í dag 58% stórroykjarar í mun til 49% í 2003. Mett verður, at stórroykjararnir rinda yvir 70% av avgjaldsinntøkuni. 

 

Dømi niðanfyri vísir, hvussu nógv kostnaðurin er, um ein roykir 20 sigarettir um dagin, prísirnir eru miðal kioskprísir:

 

2004: 1 pakki um dagin á 35 kr. = 12.775 kr. árliga

2005: 1 pakki um dagin á 45 kr. = 16.425 kr. árliga

2006: 1 pakki um dagin á 50 kr. = 18.250 kr. árliga

 

Ein partur, 2,5 mió. kr. av inntøku landskassans av hækkaða avgjaldinum á tubbaksvørum, verður latin kommununum sum studningur til heilsufremjandi tiltøk

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum 

Mett verður, at lógaruppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landið og vinnuna.

 

Roknast kann við, at nýtslan fellur nakað, tá avgjøldini hækka. Tá hetta verður tikið við í metingunum, verður mett, at  samlaða úrslitið fyri landskassan verður ein meirinntøka uppá 10 mió. kr.

 

Mett verður, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar. Hugsast kann, at eitt neyvari eftirlit má vera við innflutninginum av tubbaksvørum, tí jú hægri prísurin er her í landinum, jú neyvari má eftirlitið við innflutningi av tubbaksvørum vera.

 

  

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar 

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1 

Nr. 1  og 2

Vørunummur 2402.10.11 - 2402.10.15 og 2402.10.50 verða strikað, og í staðin verður eitt vørunummar, sum skal nýtast í sambandi við tolling av sigarum, seruttum og sigarillum. Hetta fyri at lætta um umsitingina hjá vinnuni.  

 

Nr. 3

Tubbaksvørur  

Avgjaldið á 100 stk. av sigarum, seruttum og sigarillum verður hækkað úr ávikavist 137,50 kr., 123,75 kr. upp í 155,00 kr. 

Avgjaldið á 100 stk. av sigarettum verður hækkað úr 110,00 kr. upp í 128,00 kr. 

Avgjaldið á 1 kg av tubbaki hækkar úr 165,00 kr. upp í 192,00 kr. 

Avgjaldið á 1 kg av snúsi og skrá hækkar úr 110,00 kr. upp í 128,00 kr.

 

Til § 2

Mælt verður til, at løgtingslógin fær gildi frá 1. januar 2006 

 

 1. viðgerð 10. november 2005. Tingmálini nr. 19, 20 og 22/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 16. desember 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 24. november  og 14. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Nevndin vísir á, at hetta er ein partur av inntøkugrundarlagnum á fíggjarlógini.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Kári P. Højgaard) metir, at tollurin á sigarettum nú hevur nátt einum hægstamarki, og at talan er um brandskatting av eini vøru, sum nøkur menniskju eru bundin av. Minnilutin vísir somuleiðis á, at einki samsvar er, tá avgjøld regluliga verða áløgd sigarettum, samstundis sum meira enn tríati prosent av hesi vøru koma inn í landið tollfrítt, (hvør vaksin ferðandi hevur loyvi til at hava við sær eina kartong - 200 stk).

 

Víst verður til lógaruppskotið, sum minnilutin hevur lagt fram, og sum er til viðgerðar í fíggjarnevndini. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum.

 

2. viðgerð 19. desember 2005. Uppskot frá Jørgen Niclasen um at beina málið aftur í nevnd fall 11-1-17. §§ 1 og 2 samtyktar 26-1-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 20. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-2. Málið avgreitt

 

Ll.nr. 156 frá 22.12.2005