18  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 3. november, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

 

§ 1

 

Í § 2 í løgtingslóg nr. 91 frá 21. desember 2004 um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m. verður ”31. desember 2005” broytt til ”1. september 2006”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kapittul 1

Almennar viðmerkingar:

 

Síðan fráboðað var, at stovnarnir Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya skuldu leggja saman, hevur verið arbeitt við at gera nýggja og dagførda lóg um kringvarp. Mentamálaráðið er við at verða liðugt við uppskotið, men av tí at uppskotið krevur drúgva viðgerð, verður skotið upp, at lógin, sum legði stovnarnar saman, verður longd.

 

Allir partar bæði á kringvarpsøkinum og í politisku skipanini mugu hava nóg mikið av tíð til at viðgera uppskotið, sum ætlanin er leggja fyri tingið í hesi tingsetuni.

 

Skotið verður upp, at lógin, sum hevur tíðaravmarkað gildi, verður longd til 1. september 2006. Á henda hátt verður tryggjað, at viðgerðin ikki verður skundað í óneyðugan mun.  

 

Lógaruppskotið hevur ikki verið til hoyringar, men stjórin fyri Kringvarp Føroya er kunnaður.

 

Kapittul 2

Avleiðingarnar av uppskotinum

 

 1) Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.

2) Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

3) Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

4) Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri umhvørvið.

5) Uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar, ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

6) Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Umsitingarligar avleiðingar

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

 Nei

 

 

 

Kapittul 3.

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Lógin hevur tíðaravmarkað gildi, sum verður longt og broytt soleiðis, at lógin hevur gildi fram til 1. september 2006.

 

Til § 2

Vanlig áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 8. november 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 22. november 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 8. november 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 22. november 2005.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 1. desember 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 26-2-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-2-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 131 frá 9/12-05