26  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v."

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v.”

 

Viðmerkingar

 

Á vári 2005 varð samtykt á Løgtingi ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”. Lógin er ikki lýst í Kunngerðablaðnum, tí avgjørt varð á fundi ímillum landsstýrismannin í fíggjarmálum og økonomi- og erhvervsministaran at gera eitt nýtt ríkislógartilmæli við somu gildiskomu, sum tað, ið varð samtykt á vári 2005. Hetta ríkislógartilmælið samsvarar sostatt við ríkislógartilmælið, sum varð samtykt í Løgtinginum í vár, við dagføringum.

 

Viðmerkjast skal her, at avgerð varð tikin um at leggja alla lógina um ”lov om værdipapirhandel m.v.” aftur fyri Løgtingið í staðin fyri eitt broytingaruppskot til fyriskipan, sum varð samtykt í vár, tí hetta var tað greiðasta fyri Fíggjareftirlitið, ið er myndugleikin, ið hevur eftirlitið við fíggjarstovnunum.

 

Endamálið við uppskotinum

Orsakað av tí altjóðagerð, sum framhaldandi fer fram í fíggjarheiminum, leggur landsstýrið stóran dent á, at føroyska lógargrundarlagið fyri fíggjarstovnar er á sama støði sum í øðrum londum. Tí er tað týdningarmikið, at fáa dagført fíggjarligu lóggávuna.

 

Fyriskipanin setir í gildi núverandi donsku “lov om værdipapirhandel m.v.” í Føroyum. Endamáli við lógini er at dagføra føroyska lógargrundarlagið fyri virðisbrævahandil v.m. soleiðis, at somu reglur eru galdandi í Føroyum sum í Danmark.

 

Lov om værdipapirhandel m.v. nr. 1072 frá 20. desember 1995, sum broytt við lov nr. 376 frá 22. mai 1996, varð fyrstu ferð sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 931 frá 25. oktober 1996. Síðani er lógin dagførd við kongligari fyriskipan nr. 552 frá 28. juni 1997 og kongligari fyriskipan nr. 552 frá 20. juni 2001, sum framvegis er í gildi.

 

Síðani lógin um virðisbrævahandil seinast varð dagførd fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 552 frá 20. juni 2001, er hon í Danmark broytt og dagførd nýggju ferðir (tvær ferðir síðan  uppskot nr. 55 “Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v." varð lagt fyri Løgtingið á vári 2005), og eru tað hesar broytingar, ið verða settar í gildi fyri Føroyar við hesum uppskoti.

 

Niðanfyri verður greitt frá teimum høvuðsbroytingunum, sum dagføringin hevur við sær. ”Ikki áður lagt fyri Løgtingið” er viðmerkt, har Løgtingið ikki hevur viðgjørt evnið áður. Talan er um tvær lógarbroytingar, sum eru farnar fram í Danmark, síðan uppskot nr. 55 “Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v." varð lagt fyri  Løgtingið á vári 2005.

 

Stovnsetan av einari innherjaskrá (insiderregister)

Gjørdar verða reglur, sum skapa gjøgnumskygni viðvíkjandi privata handlinum hjá teimum sonevndu innherjunum við partabrøvum í teirra avvarðandi fyritøkum. Reglurnar verða tó bert galdandi fyri feløg, sum eru skrásett á einum fondsbørsi ella einum løggildum marknaði.

 

Upplýsingar um handil við og goymslu av egnum partabrøvum hjá innherjunum í teirra avvarðandi fyritøkum fer at styrkja um marknaðargjøgnumskygni, og fer at virka fyribyrgjandi móti ólógligum innherjahandli. Harumframt er dentur lagdur á, at tað er ein fyrimunur við meira einsháttaðum reglum í Norðanlondunum viðvíkjandi upplýsingum um innherjar. Innherjar, fevndir av skránni, eru persónar, sum orsakað av teirra starvi mugu ætlast at liggja inni við innanhýsis vitan um fyritøkuna. Harafturímóti liggur tað ikki í hugtakinum, at hesir persónar hava misnýtt hesa vitan ímóti banninum móti innherjahandli í lógini um virðisbrævahandil.

 

Víðkan av banninum móti innherjahandli (insiderhandel)

Reglurnar verða rættaðar soleiðis, at tryggjað verður, at øll sløg av íløguprógvum verða fevnd av reglunum um innherjahandil í lógini.

 

Góður siður

Búskapar- og vinnumálaráðharrin fær sambært lógini heimild til at áseta nærri reglur um góðan virðisbrævahandilssið.

 

Myndugleikabýti á virðisbrævaøkinum

Fíggjareftirlitið fær heimildina til at góðkenna prospekt. Eisini verður sligið fast, at Erhvervsankenævnet hevur myndugleikan viðvíkjandi avgerðum, tiknum av marknaðarfyritøkum eftir heimild frá Fíggjareftirlitinum.

 

Collateral-fyriskipanin (avtalur um fíggjarliga trygdarveiting)

Tær ásetingar, sum fremja collateral-fyriskipanina, eru settar inn í lógina sum kapitlarnir 18a og 18b. Valt er at hava ein serstakan kapittul 18a um avtalur um fíggjarliga trygdarveiting, av tí at ásetingarnar í hesum kapitli á nógvum økjum eru ólíkar hinum ásetingunum í lógini, og av tí at tær ikki hava avgerandi týdning fyri hinar ásetingarnar í lógini. Reglurnar um lógaval (lovvalgsreglerne) kunnu hava ávirkan á fleiri ásetingar í lógini og eru tískil settar í ein serligan kapittul 18b.

 

Fondsráðið

Lógin hevur við sær, at meginreglan verður, at tað frameftir einans er Fíggjareftirlitið, sum hevur eftirlit við, at virðisbrævahandilslógin og tær reglur, sum eru givnar við heimild í lógini, verða hildnar. Fondsráðið kemur so at virka sum ein óheftur myndugleiki yvir Fíggjareftirlitinum. Sostatt verður eingin broyting í eftirlitinum, sum hevur verið higartil, men einans eitt broytt arbeiðsbýti millum Fondsráðið og Fíggjareftirlitið.

 

Leikluturin hjá Fondsráðnum verður broyttur, soleiðis at ráðið, eins og Det Finansielle Virksomhedsråd, í framtíðini skal taka avgerðir í málum av prinsipiellum slag, ella í málum við víðfevnandi týdningi fyri partarnar á virðisbrævamarknaðinum. Eisini skal ráðið vera ráðgevandi hjá Fíggjareftirlitinum í samband við gerð av reglum við heimild í lógini innan góðan virðisbrævahandilssið í prinsipiellum málum og málum við víðfevnandi avleiðingum fyri virðisbrævamarknaðin. Harumframt skal ráðið vera til hjálpar hjá Fíggjareftirlitinum í sambandi við kunningarvirksemi.

 

Heimildin hjá Fondsráðnum til at geva reglur fellur burtur, men tann yvirskipaði myndugleikin hjá ráðnum at taka avgerðir í málum av prinsipiellum slag, málum við víðfevnandi týdningi og at ráðgeva Fíggjareftirlitinum verður víðkaður til at fevna um alla lógina um virðisbrævahandil. Hettar hevur við sær, at Fondsráðið í framtíðini hevur myndugleika til at taka avgerðir í málum um m.a. innherjahandil og kursmanipulasjón, eins og viðvíkjandi solvenseftirlitinum við marknaðarfyritøkunum og eftirlitinum við clearings-, avviklings- og gjaldskipanum.

 

Sum omanfyri nevnt verður meginreglan, at tað í framtíðini bert er Fíggjareftirlitið, sum hevur eftirlit við, at lógin verður hildin, og Fondsráðið, sum tekur avgerðir í málum av prinsipiellum slag ella í málum av víðfevnandi týdningi. Hendan meginregla er frávikin viðvíkjandi eftirlitinum við fíggjarligu kunningini í ársroknskapunum fyri útgevarar av virðisbrøvum, sum eru skrásett á einum fondsbørsi ella einum løggildum marknaði. Eftirlitið á hesum økinum verður røkt av Fondsráðnum sum ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, meðan sjálv skrivstovufunksjónin verður røkt av Fíggjareftirlitinum og Erhvervs- og Selskabsstyrelsen í felag. Innan roknskapareftirlitsøkið varðveitir Fondsráðið myndugleikan at taka avgerðir í øllum málum, og at handhevja reglurnar, t.d. við at áleggja fyritøkuni at økja um ella skifta út vantandi ella ikki rættvísandi kunning, og við at kunna melda fyritøkur til løgregluna.

 

Harumframt fer Fondsráðið í framtíðini at virka sum ein yvirskipaður myndugleiki innan alt økið, sum er fevnt av lógini um virðisbrævahandil og harvið eisini økini innherjahandil og kursmanipulasjón (marknaðarmisnýtlsu).

 

Marknaðarmisnýtsla (Ikki áður lagt fyri Løgtingið)

Kongliga fyriskipanin víðkar um virkisøkið í galdandi reglum um almannakunngerð av upplýsingum, ið verða mettar at ávirka kursin. Reglurnar eru galdandi longu frá tí degi, søkt verður um upptøku um skráseting av einum virðisbrævi ella handli á einum løggildum marknaði.

Sett verður í gildi nágreinilig regulering av skyldu at almannakunngera kurstengdar upplýsingar hjá fyritøkum, ið geva út virðisbrøv.

Nýggjar reglur verða settar í gildi um fráboðan og almannakunngerð av handli við partabrøvum hjá leiðandi starvsfólki. Hesar reglur eru at finna í kapittul 7 í kongligu fyriskipanini um “oplysningsforpligtelser”.

Nýggjar reglur verða settar í gildi í kapittul 7 um fíggjargreiningar og útbreiðslu av hesum.

Allýsingin av innherja (insider) vitan verður styrkt, soleiðis at hon nærri neyvlýsir, hvat kann metast at hava ávirkan á kursin.

Kongliga fyriskipanin inniheldur nýggjar reglur um allýsing av kursmanipulasjón.

Fíggjareftirlitið fær møguleika at almannakunngera, har eftirlitið gevur eina átalu, ella áleggur eina bót.

 

Roknskapareftirlit (Ikki áður lagt fyri Løgtingið)

Við kongligu fyriskipanini verður farið undir roknskapareftirlit av fíggjarviðurskiftum hjá føroyskum børsskrásettum fyritøkunum. Endamálið við reglunum er at hava roknskapareftirlit við útgevarum, hvørs virðisbrøv eru upptikin til skráseting ella handil á einum fondsbørsi, ella sum eru í umferð á einum løggildum marknaði. Hetta verður gjørt sum liður í at verja íleggjarar. Roknskapareftirlitið fevnir um upplýsing av fíggjarviðurskiftum í árs- og ársfjórðingafrágreiðingum umframt aðra upplýsing av fíggjarviðurskiftum; her undir kunning á fondsbørsi og í prospektum.

Eftirlitið av fíggjarviðurskiftum fevnir um børsskrásettar fyritøkur undir fyriskipan av “ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed” ella fyriskipan um “ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsordninger m.v.”.

Hjá børsskrásettum fyritøkum verður roknskapareftirlitið av fíggjarviðurskiftum, sum ikki er nevnt í árs- og ársfjórðingsfrágreiðingum undir lóggávu av fyriskipan av “ikrafttræden for Færøerne af lov om visse selskabers aflæggelse af årsregnskab m.v”. 

 

Prospekt (Ikki áður lagt fyri Løgtingið)

Tá ið søkt verður um skráseting av einum virðisbrævi á einum skipaðum marknaði, ella tá virðisbrøv vera boðin út til almenningin, skal eitt prospekt, vera til taks. Í prospektinum skulu vera allar týðandi upplýsingar um útgevaran og tey virðisbrøv, ætlanin er at skráseta við atlit til, at íleggjarin fær grundarlag til at taka eina avgerð um íløgu í virðisbrøvini.

Nýggjar reglur vera settar í gildi fyri prospekt í samband við virðisbrøv, sum verða boðin út, tá útboðið er yvir 2,5 mió. evrur, og fyri prospekt, har søkt verður um skráseting á fondsbørsi, løggildum marknaði, ella líknandi skipaðum marknaði. Hesar reglur eru at finna í kapittul 6 í fyriskipanini. Harumframt er í kapittul 12 í fyriskipanini reglur um prospekt, tá virðisbrøv ímillum 100.000 evrur og 2,5 mió. evrur verða boðin út alment fyri fyrstu ferð

 

Alternativir marknaðir (Ikki áður lagt fyri Løgtingið)

Møguleiki verður fyri at seta á stovn alternativar marknaðir. Alternativir marknaðir eru serliga ætlaðir til yngri, smærri- og meðalstórar fyritøkur, sum ynskja at heinta gjaldføri umvegis kapitalmarknaðin, men sum enn ikki eru klárar at lata seg skráseta á einum løggildum marknaði.

Útgangsstøðið er at skapa eitt nýtt torg við linari reglum enn teimum, sum eru galdandi fyri fondsbørsar og løggildar marknaðir.

Marknaðarplássið er tí bert fevnt av teim reglum í fyriskipanini, sum eru neyðugar fyri, at íleggjarin hevur álit á marknaðinum.

 

Broyting í reglum um tilboð í sambandi við yvirtøku av fyritøku (Ikki áður lagt fyri Løgtingið)

Broytingarnar í kongligu fyriskipanini áseta krøv til tilboðsgevaran um, at tilboðið verður almannakunngjørt so skjótt sum gjørligt. Tó er ikki neyðugt hjá tilboðsgevaranum at seta fram eitt tilboð til íleggjarar í fyritøku, sum er undir yvirtøku, um tilboðsgevarin hevur fingið ræði á fyritøkuni, og at íleggjararnir sjálvbodnir lata øll teirra partabrøv til tilboðsgevaran.

 

Tillaging til føroysk viðurskifti

Lógin er tillagað, og hædd er tikin fyri teimum frábrigdum, ið standast av serligum føroyskum viðurskiftum.

 

Í uppskoti (L 64) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” (sí hjálagda fylgiskjal 2h), ið er samtykt á Fólkatingi sum lóg nr. 1383 frá 20. desember 2004, er eingin heimild til at seta broytingina viðvíkjandi lov om værdipapirhandel m.v. (§ 6) í gildi fyri Føroyar.

 

Sambært donsku fyrisitingini er hetta ein feilur, tí tað er eingin ivi um, at hendan ásetingin eisini eigur at kunna setast í gildi fyri Føroyar.

 

Hettar verður tó ikki mett at vera nakar stórvegis trupulleiki, av tí at broytingin ikki broytir materiella innihaldið í ásetingini. Haraftrat kemur, at heimild var í upprunalógini fyri at seta hesa grein í gildi fyri Føroyar.

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri tað almenna. Fyri fyritøkur, fevndar av lógini, kunnu væntast ávísar fyrisitingarligar avleiðingar m.a. orsakað av, at tær skulu gera eina skrá yvir innherjar. Eisini kunnu væntast avmarkaðar fíggjarligar avleiðingar fyri tær fyritøkurnar, har eftirlit skal havast við fíggjarligu kunningini í ársroknskapunum. Hesar koma sjálvar at gjalda fyri eftirlitið.

 

Altjóða- og ES-reglur

Danska lóggávan á fíggjarøkinum er í stóran mun eitt úrslit av, at settar eru í gildi ES-reglur. ES-reglurnar eru aftur í stóran mun eitt úrslit av altjóða samráðingum, har flest øll framkomin lond eru komin ásamt um, hvussu fíggjarøkið verður skipað á skilabesta hátt, fyri at tryggja støðufesti og fyribyrgja fíggjarligum kreppum.

 

At neyðugt hevur verið at gera millumtjóða avtalur á fíggjarøkinum kemst av tí framhaldandi altjóðagerð, sum fer fram í fíggjarheiminum, m.a. at fleiri og fleiri fíggjarstovnar ganga saman í altjóða samtøk.

 

Í lógini verður í fleiri førum víst til ES-fyriskipanir. Hettar eru altjóða reglur, sum eitthvørt land, sum ynskir ein framkomnan og tíðarhóskandi fíggjargeira, má fylgja.

 

Hoyring

Í samband við at arbeiðið við at seta “lov om værdipapirhandel m.v.” í gildi í Føroyum fór í gongd, hevði Fíggjarmálaráðið, saman við umboðum fyri danska Fíggjareftirlitinum og danska búskapar- og vinnumálaráðnum, fund við umboð fyri Kaupthing Føroyar, Landsbanka Føroya, og Felagið Peningastovnar, sum umboðar Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

 

Niðurstøðan á fundinum var, at teir føroysku fíggjarstovnarnir í stóran mun longu fylgdu donsku lógunum á økinum, og at teir tí kundu taka undir við, at lov om værdipapirhandel m.v. verður sett í gildi fyri Føroyar.

 

Í samband við sjálvt arbeiðið at tillaga donsku lógina til føroysk viðurskifti, hevur regluligt samband verið millum Fíggjarmálaráðið og føroysku fíggjarstovnarnar.

 

Endaliga orðingin av lógini varð send føroysku fíggjarstovnunum og Virðisbrævamarknaði Føroya til hoyringar tann 31. august 2005. Ongar viðmerkingar komu inn. 

 

 

Fylgiskjøl

Skjal  1: Uppskot til “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v.”

Skjal 2a: Uppskot (L 43) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2b: Uppskot (L 155) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Hesi skjøl vóru løgd fyri Løgtingið á vári 2005.

Skjal 2c:  Uppskot (L 172) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2d :  Uppskot (L 173) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2e:  Uppskot (L 176) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2f  :  Uppskot (L 11) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2g :  Uppskot (L 214) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2h:  Uppskot (L 64) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2i: Uppskot (L 13) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum       

1. viðgerð 10. november 2005. Tingmálini nr. 25, 26 og 27/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 16. november 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 9. november er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 16. november 2005.

 

Løgtingsmálini nr. 25/2005, 26/2005 og 27/2005 hava í nevndini verið viðgjørd undir einum, og verður víst til viðmerkingarnar í álitinum í løgtingsmáli nr. 27/2005

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, at Fíggjarmálaráðið, Ríkisumboðið og Fíggjareftirlitið meta, at trupult verður at røkka gildiskomuni 1. januar 2006, og hevur landsstýrismaðurin mælt til at broyta gildiskomuna til 1. mars 2006.  Ein samd nevnd setir fram

soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

Í § 98, stk. 1.  verður orðingin ”1. januar” broytt til “1. mars”                           

 

Við hesi broyting tekur ein samd fíggjarnevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.  

2. viðgerð 1. desember 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 98 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.