1-4  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-3

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (orðaskifti riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. Tikið aftur

Ár 2005, 30. september, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin fram soljóðandi  

 

Uppskot

 til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri september 2005-3  

 

§ 6. Vinnumál

 

B. Játtanir

 

Tús. kr.

 

Útreiðslur

Inntøkur

6.38.1. Vegir og havnir

 

 

 

   38.1.02. Nýggir landsvegir (Løgujáttan.)

J

75.800

0

 

EYJ

10.000

-

 

§ 15. Innlendismál  

 

B. Játtanir

 

Tús. kr.

 

Útreiðslur

Inntøkur

15.38.2. Samferðsla

 

 

 

   38.2.01. Strandfaraskip landsins (Landsf.)

J

64.193

-

 

EYJ

4.000

-

 

 

Viðmerkingar: 

Síðani 2001 hevur verið arbeitt upp á Norðskálatunnilin. Og hóast arbeiðið hevur vart í fleiri ár, hevur tunnilin ongantíð verið verri at koyrt ígjøgnum enn tað sama. Nú er sjálv vegbreytin so vánalig, at bæði fólk og fæ kunnu vera í skaðavanda vegna ógvusligu ristingarnar á túrinum. Harumframt er bert onnur breytin tøk á einum ávísum strekki í tunlinum, og saman við vánaligu ljósviðurskiftunum og tungu luftini er tunnilin í støðum ein deyðsfella. At ongin vanlukka er hend, kunnu vit bert vera takksom fyri. Hetta er støðan, tá tunnilin er opin.

 

Men verri er, at í bæði  longri og styttri tíðarskeið hesi árini hevur øll ferðsla millum Eysturoynna og Streymoynna verið noydd at nýta vegin um Eiðis- og Funningsskarð. Ein farleið, sum als ikki er egnað til stóra og tunga ferðslu. Ein stórur partur av føroyska fiskaútflutninginum og næstan allur laksaútflutningur má ígjøgnum hendan fløskuhálsin. Stórir og tungir trailarar brúka hetta vegakervið allar samdøgursins 24 tímar. Sambært upplýsingum frá Landsverk koyra 2.949 akfør í miðal um døgnið gjøgnum tunnilin. Eru í miðal 2 fólk í hvørjum akfari, koyra uml. 6.000 fólk gjøgnum tunnilin dagliga. At beina øll hesi fólk í tíð og ótíð um hættisligu og smølu vegirnar í fjøllunum norðalaga í Eysturoynni er ábyrgdarleyst. Og eins ábyrgdarleyst er at lata tey koyra gjøgnum ein tunnil, sum er eitt byggipláss, og sum í støðum bara er hálvur og ikki hevur neyðugan trygdarútbúnað. Nú enn ein vetur stendur fyri durum, er tað óðamannaverk at lata hesa støðu halda fram. Nú flýtur bikarið yvir hjá tolnum eysturoyingum og norðoyingum.

 

Hóast støðan í fleiri ár hevur verið ótolandi, bæði tí at tunnilin hevur verið stongdur, men eisini tí, at tunnilin hevur staðið í hálvum gekki, tykist ikki, sum hetta á nakran hátt órógvar náttarsvøvnin hjá landsstýrismanninum. Ongin ítøkilig ætlan um skjóta og varandi loysn hómast, hóast talan er um týdningarmestu farleiðina í Føroyum, bæði tá talan er um vøruútflutning og fólkaflutning. Eysturoyingar og norðoyingar standa spyrjandi, hví so lítið av almennum peningi verður nýttur til lívsneyðugar ábøtur, hóast stórur partur av føroysku útflutningsvinnuni er í hesum partinum av landinum.

 

Higartil eru nýttar umleið 15 mió. kr. síðani 2001 til umvæling av Norðskálatunlinum. Samlaða umvælingin, sum umfatar trygging av loftinum, at leggja dren og kaðalar í báðum síðum, at fresa vegbreyt, at leggja kantsteinar og asfaltera vegbreyt, at innleggja ventilasjónsskipan, at innleggja el-veiting og at innleggja trygdarútgerð er mett at kosta 31,7 mió. kr. Við hesi ferð væntast alt umvælingararbeiðið at verða liðugt á vári 2011, altso um 5 ár og 4 mánaðir.

 

Tí verður skotið upp, at neyðug peningajáttan verður latin til at gera Norðskálatunnilin liðnan. Í hesum tíðarskeiðnum verður tunnilin afturlatin, og so nógv fólk, sum tilber, arbeiða í tunlinum 24 tímar um samdøgrið. Meðan tunnilin er stongdur, verður gamli Smyril settur í sigling millum Skálafjørðin (evt. Toftir, um hann fær lagt at har) og Havnina. Smyril siglir so ofta, sum tørvur er á hesum við atliti til ferðafólk og farm. Strandferðslan saman við Landsverk ger eina ítøkiliga meting av tørvinum.

 

Mett verður, at samlaði kostnaðurin í ár fyri tveir mánaðir verður 2. mió. kr.

 

Viðmerkjast skal, at skipið skal vera í klassa (Lloyds), og hetta loyvið gongur út í oktober í ár. Fyri at varðveita klassan, skal skipið hava ábøtur gjørdar - millum annað skal róðrið gerast, aksiltrekk o.s.fr. Ein meting er, at hetta umvælingararbeiði kostar uml. 2 mió. kr.  

 

Hetta eigur at hava við sær, at vit innan eitt hálvt ár hava ein liðnan Norðskálatunnil, sum ikki má verða stongdur í tíð og ótíð. Tey eru mong, sum eru komin ov seint, eru setst aftur ella hava fingið aðrar trupulleikar, tí teimum ikki kom til hugs, at tunnilin ikki altíð er opin. At hava ein hálvan tunnil í fleiri ár er verri enn ongan tunnil at hava í eitt hálvt ár.

1. viðgerð 19. oktober 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 24. november 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 30. september 2005, og eftir 1. viðgerð tann 19. oktober 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 31. oktober og 15. og 16. november 2005.

 

Fíggjarnevndin heldur, at tað er umráðandi, at viðlíkahaldsarbeiðið í Norðskálatunlinum verður framt so skjótt sum gjørligt og lagt til rættis soleiðis, at arbeiðið tarnar minst møguligt bæði fyri fólk og vinnu. 

 

Fíggjarnevndin hevur frá Strandferðsluna fingið upplýst, at um siglt verður 7 dagar um vikuna, frá kl. 7 á morgni til kl. 21 á kvøldi, verða bruttoútreiðslurnar áðrenn havna-, brúgva- og vørugjøld umleið 45-50 mió. kr.

 

Við støði í, hvussu nógv ferðast gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag, við samstundis atliti at kostnaðar-, tíðar- og fjarstøðuviðurskiftum hjá teimum ferðandi í hesum øki, er Strandferðslan komin fram til eina fyribils meting, ið sigur, at tað skuldi verið møguligt at fingið inntøkur upp á uml. 35 mió. kr., um Smyril 1 fór í sigling á Skálafjørðin.

 

Um inntøkumetingarnar halda, verður nettokostnaðurin av at seta Smyril 1 í sigling á Skálafjørðin 10-15 mió. kr., umframt havna-, brúgva- og møgulig vørugjøld.

 

Um Smyril 1 framhaldandi skal nýtast sum ferðamannaskip, skulu munandi ábøtur gerast á skipinið (m.a. skal róðrið gerast, aksiltrekk, plátur skiftast út orsakað av tering o.s.fr.)  Strandferðslan sigur tó, at trupult er at meta um hetta umvælingararbeiðið, ið krevst fyri, at Smyril 1 framhaldandi hevur klassapappír.

 

Fíggjarnevndin heldur ikki, teir batar, ið møguliga høvdu verið av at seta Smyril 1 í sigling millum Skjálafjørðin og Havnina, standa mát við útreiðslurnar. Ein samd nevnd mælir tí Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

 

Á tingfundi 6. desember 2005 tóku uppskotsstillararnir uppskotið aftur. Málið avgreitt.