37  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar ikki)
D. Álit
E. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 10. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

 

§ 1

      

Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 20. desember 2004, verða gjørdar hesar broytingar: 

 

1)      § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Stk. 1. Frá 1. januar 2006 verður fæ grunsins fingið til vega, við at allir persónar árliga rinda grunninum 1% av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum 1% av útgoldnum A-inntøkum.”

2)      § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, rinda einki í grunnin. Arbeiðsgevarar, sum eru 67 ár ella eldri og hava fólk í vinnu, rinda tó frá 1. januar 2006 grunninum árliga 1% av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.”

 

§ 2

 

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tíðarfreistin í § 5, stk. 1 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, við seinni broytingum, er ikki galdandi fyri ásetingina av árligu veitingini til eftirlønartakarar fyri 2006.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Uppskotið til broyting í lógini um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er ein liður í ætlanunum hjá samgonguni at endurnýggja pensjónsskipanina í Føroyum og at tryggja pensjónistum eitt betri pensjónsgrundarlag.

 

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin varð sett í gildi í 1991 við tí endamáli at tryggja øllum íbúgvum landsins eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Sambært upprunaligu lógini skuldu allir persónar undir 67 ár rinda grunninum 0,5% av inntøkuni, og arbeiðsgevarar skuldu somuleiðis rinda 0,5% av útgoldnum A-inntøkum. Við Ll. nr. 87 frá 20. desember 2004 hækkaði inngjaldið frá bæði arbeiðsgevara og arbeiðstakara upp í 0,75% frá 1. januar 2005.

 

Við hesum uppskoti hækkar inngjaldið frá hvørjum parti úr 0,75% upp í 1% frá 1. januar 2006. Harumframt eru ætlanir um at hækka inngjaldið til 1,5% í 2007. Tey hækkaðu inngjøldini geva møguleika fyri hækkaðum útgjøldum úr grunninum. 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar við sær.

 

Umhvørvisligar avleiðingar og avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar við sær.

 

Sosialar avleiðingar

At inngjaldið hækkar, merkir at útgjaldið til allar persónar yvir 67 ár hækkar, og sostatt betrast fíggjarstøðan hjá tí einstaka.

 

Fíggjarligar avleiðingar

At inngjaldið hækkar hevur við sær, at lønarútgjaldingarnar hjá landinum, kommununum og privata arbeiðsmarknaðinum hækka samsvarandi. Fyri kommunurnar, sum í 2006 væntast at hava lønarútreiðslur upp á uml. 450 mió. kr., merkir broytingin eina hækking í lønarútgjaldingunum upp á umleið 1 mió. kr. Hetta er tað sama, ið varð mett, tá inngjaldið varð hækkað við einum fjórðings prosenti 1. januar 2005.

 

Fyri landið, sum sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 hevur lønarútreiðslur upp á 1,8 mia. kr., verður hækkingin í lønarútgjøldunum umleið 4 mió. kr.

 

Privati arbeiðsmarknaðurin væntast í 2006 at hava lønarútgjaldingar upp á góðar 4 mia. kr., og her væntast hækkingin í inngjaldinum til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin at hava við sær, at lønarútgjaldingarnar hækka við góðum 10 mió. kr. í 2006.

 

Hækking í lønarútgjaldingum                                                                

Kommunur                                                  1 mió. kr.    

Landið                                                         4 mió. kr.

Privati arbeiðsmarknaðurin   10 mió. kr.

 

Tað er stýrið fyri grunnin, sum í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári ásetur árligu veitingina galdandi fyri árið eftir. Útgjaldið í 2005 er 910 kr. um mánaðin til hvønn persón. Við verandi skipan – tað vil siga við óbroyttum inngjaldi og somu fyritreytum fyri útgjaldi sum í 2005 – hevði útgjaldið í 2006 verið ásett til 930 kr. Tað hevur stýrið fyri arbeiðsmarknaðareftirlønar-grunnin nýliga kunngjørt.

 

Mett verður, at við hækkaða inngjaldinum í 2006 kann útgjaldið hækkast við umleið 300 kr. um mánaðin í mun til útgjaldið í ár. Tað vil siga, at mánaðarliga útgjaldið úr grunninum til hvønn persón verður umleið 1.200 kr. í 2006, svarandi til eina hækking upp á góð 30% í mun til, hvat útgjaldið annars hevði verið í 2006.

 

Eftir verandi skipan skal ein vanligur arbeiðari, ið arbeiðir fulla tíð, gjalda umleið 126 kr. um mánaðin til grunnin, meðan inngjaldið eftir hækkingina verður umleið 168 kr. um mánaðin – tað vil siga ein hækking upp á 42 kr. 

 

Fyritreytirnar fyri metingini

Fyritreytirnar fyri útgjaldinum eru, at grunnurin ikki skal koma út fyri at lækka útgjaldið. Gjørdar eru framrokningar fram til ár 2036, har roknað verður við eini miðal inflasjón upp á 2,5% um árið. Roknað verður við einum miðal realvøkstri upp á 0,5% um árið.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Inngjaldið til grunnin hækkar frá 1. januar 2006 við 0,25%, soleiðis at allir persónar undir 67 ár rinda grunninum 1% av inntøkuni, og allir arbeiðsgevarar rinda somuleiðis 1% av útgoldnum A-inntøkum. Av tí at gildiskoman er dagin eftir, at lógin er kunngjørd, soleiðis at stýrið longu í ár kann áseta útgjaldið fyri 2006 sambært hesi lógarbroyting, so var neyðugt at skriva gildiskomuna fyri broytta inngjaldinum inn í hesa grein.

 

Til § 2:

Stk. 1. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Stk. 2. Í sambandi við at inngjaldið í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin verður hækkað, eru fortreytirnar fyri ásetingini av árligu veitingini til eftirlønartakarar fyri 2005 munandi broyttar, galdandi frá 1. januar 2006. Sum § 5 í lógini er orðað, er freistin fyri at áseta hesa veiting farin tann 1. oktober 2005. Fyri at eftirlønartakarar skulu fáa fyrimun av hækkaða inngjaldinum longu í 2006, verður mælt til hesa skiftisreglu, ið setur úr gildi tíðarfreistina, galdandi fyri ásetingina av veitingini fyri 2005.

1. viðgerð 16. november 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 23. november 2005 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 16. november  2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  23. november 2005.

 

Undir viðgerðini í fjør av broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn reisti nevndin spurningin fyri landsstýrismanninum, um lógin er í samsvari við meginreglu Norðurlandaráðsins um at beina burtur forðingar hjá norðbúgvum at búseta seg hvør hjá øðrum. Nevndin heitti á landsstýrismannin um at kanna henda spurning.  Nevndin hevur enn ikki fingið nakað svar uppá henda spurning.

 

Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin tryggjar, at øll fáa sama útgjald úr grunninum, meðan inngoldið verður eftir inntøku.

 

Hóast fyriliggjandi uppskot er ein bati, ásannar nevndin, at skulu vit tryggja øllum eldri í framtíðini sømuliga pensjón, er neyðugt, at nógv umrødda arbeiðið við at broyta eftirlønarviðurskiftini verður gjørt liðugt, so politiska skipanin kann viðgera og gjøgnumføra ein eftirlønarreform. Nevndin ótolnast og ynskir, at nú skal nakað henda. Nevndin heldur, at eftirlønarreformurin skal verða politiskt viðgjørdur og avgreiddur í Løgtinginum seinast við ársenda 2006.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti (Bill Justinussen) vísur á, at Miðflokkurin er sera ivasamur um skattapolitisku gongdina seinastu tvey árini. Samanumtikið hevur samgongan minkað um samhaldsfestið í skattaskipanini, har meginreglan er, at tær breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar. Landsskattastigin er progressivur, meðan øll onnur skatting er proportional ella beinleiðis degressiv. Við alla aðra skatting meinast við m.a. kommunuskatt, barsilsskipan, arbeiðsloysisskipan, samhaldsfasta, vegskatt, kringvarpsgjald, oljuavgjald, sjúkrakassagjald umframt onnur avgjøld og brúkaragjøld. Fyri kommunuskatt, BAS, ALS og AMEG er galdandi, at goldið verður ávísur prosentpartur av hvørjari vunnari krónu (tó kommunuskatturin fyri tað, sum er omanfyri botnfrádráttin). Sostatt rindar bæði tann láglønti og hálønti sama prosentpart. Hóast skipanin ber heitið samhaldsfasti arbeiðsmarknaðareftirløngargrunnurin, er talan um eina minni samhaldsfasta skipan, enn fólkapensjónin er. Fólkapensjónin er fíggjað yvir landsskattin, har tann láglønti nærum ongan skatt rindar, meðan tann hálønti av síðst vunnu krónu kann rinda væl omanfyri 50%. Tó hava øll rætt til sama útgjald. Um politiska ætlanin er líðandi at lata fólkapensjónina gerast minni partur  av samlaðu pensjónini, samstundis sum samhaldsfasti skal gerast ein størri partur, er talan samanlagt um eina minni samhaldsfasta skipan. Hesi gongd tekur Miðflokkurin ikki undir við og mælir landsstýrismanninum til at kanna møguleikarnar fyri at broyta skipanina við samhaldsfasta, so hon kemur at fylgja somu meginreglum sum landsskattafíggjaða fólkapensjónin, tvs. at øll hava rætt til sama útgjald, men inngjaldið verður inntøkujavnað.

 

Trupulleikin við proportionala skattinum er, at hann rakar tey lágløntu harðast. Botnfrádrátturin, sum er ein trygd fyri, at øll - uttan mun til inntøku – fáa tær fyrst vunnu krónurnar útgoldið skattafrítt, er ikki galdandi fyri ALS, BAS og AMEG. Fyri lágløntan persón, sum júst er byrjaður arbeiðslívið, tykist tað møtimikið at gjalda inn í eina tvungna eftirlønarskipan tey næstu 40 árini, fyri síðani at fáa ágóðan, tá pensjónsaldurin er náddur. Rokningin skal gjaldast ídag, ágóðin kemur um 40 ár. At nýta samhaldsfasta sum grundgeving fyri at veita miðal- og háløntum skattalætta er herskin biti hjá arbeiðaranum.

 

Miðflokkurin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at hava hesi sjónarmiðini við, tá eftirlønarviður-skiftini verða endurskoðað. Neyðugt er at stýra soleiðis politiskt, at øll, sum koma í pensjónsaldur, hava eina góða eftirløn, men hetta verður ikki gjørligt, um tey lágløntu skulu bera sama part sum tey háløntu.

 

2. viðgerð 2. desember 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 135 frá 12/12-05