100-18 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi einskiljing av fyritøkum landsins 

Orðaskiftið riggar ikki

Ár 2005, mikudagin 2. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

 1.      Sambært einskiljingarætlan landsstýrisins skulu heilar 8 fyritøkur, ið eru almenn ogn, einskiljast heilt ella partvíst í ár 2006. Metur løgmaður at henda tíðarætlan fer at verða hildin ?

2.      Hvussu langt er komið ávegis við fyrireikingararbeiðinum at einskilja:
- Føroya Banka
- Føroya Lívstrygging
- Húsalánsgrunnin
- Føroya Tele
- Atlantic Airways
- Farmaleiðir
- Elektron
- og Fiskavirking (ogn Framtaksgrunsins) ?
 

3.      Er galdandi fyri allar omanfyri nevndu einskiljingar (Fiskavirking undantikið), at avvarðandi landsstýrismenn eru farnir í gongd við greining av fyritøkunum sambært § 4 í leiðreglum landsstýrisins um at einskilja fyritøkur landsins ?
 

4.      Er galdandi fyri nakrar av omanfyri nevndu einskiljingar, at einskiljingarnevndin er farin í gongd við útbjóðing av eitt nú óheftum virðismetingum og øðrum tænastum sambært § 9 í leiðreglum landsstýrisins um at einskilja fyritøkur landsins ?
 

5.      Eru fólk við serkunnleika til einskiljingar partar av einskiljingarnevnd landsins ?
 

6.      Hvør er grundgevingin fyri, at landsstýrið hevur avgjørt – sambært einskiljingarætlan landsstýrisins – at einskilja Føroya Banka í 4 pørtum, Føroya Tele í 2 pørtum og Atlantic Airways í 2 pørtum, meðan Føroya Lívstrygging (50%), Húsalánsgrunnurin (útlánsrøðirnar), Farmaleiðir, Fiskavirking og Elektron verða einskild í einum ?
 

7.      Tekur løgmaður undir við, at tað er sannlíkt, at minni fæst fyri eina almenna fyritøku, um henda verður einskild í fleiri pørtum heldur enn í einum ?
 

8.      Tekur løgmaður undir við, at tað helst er óheppið at seta 8 fyritøkur, ið eru almenn ogn, til sølu í einum og sama ári, tí at hetta helst kann ávirka eftirspurningin, prísin og harvið inntøku landsins frá einskiljingunum ?
 

9.      Er støða tikin til skráseting av nøkrum av almennu fyritøkunum á Virðisbrævamarknaði Føroya í sambandi við einskiljingarnar ? Um so er, hvørjar ?
 

10.  Verða inntøkur landsins frá einskiljingunum nýttar fyrst og fremst til afturrindan av skuld lansins, og harnæst til uppsparing møguliga í búskapargrunni ?
 

11.  Tekur løgmaður undir við, at tað hevur stóran týdning fyri føroyska vinnulívið, samfelagið og búskaparvøksturin at fáa einskilt omanfyrinevndu almennu fyritøkurnar skjótast møguligt, men at alneyðugt er, at alt fyrireikingararbeiðið í hesum sambandi verður gjørt til fulnar fyri at tryggja væleydnaðar einskiljingar við fullum gjøgnumskygni ?
 

12.  Hevur landsstýrið ætlanir um, at einskilja fleiri enn tær 8 fyritøkurnar, ið eru nevndar í einskiljingartíðarætlan landsstýrisins ? Um so er, hvørjar ?
 

Viðmerkingar

Einskiljingar av almennum fyritøkum, hava gjørt um seg í øllum grannalondum okkara seinastu árini. Somuleiðis í flest øllum teimum europeisku londunum.
 

Ynskið um greiðan skilnað millum alment tænastuvirksemi og privat vinnuvirksemi hevur verið ein av høvuðsorsøkunum.

 

At fáa vinnuligar tænastur riknar á privatum hondum og eftir marknaðartreytum fyri soleiðis at fáa meira dynamik og meira menning hevur verið ein onnur orsøk.

 

Har, farið er fram við skili, og har, væleydnaðar einskiljingar eru framdar, hava úrslitini sum heild verið sera góð. Einskildu fyritøkurnar hava fingið frælsi til at virka meira frítt, og til at menna seg skjótari. Hetta hevur sum heild skapt fleiri arbeiðspláss og størri virðisøking.

 

Føroyar eru afturúrsigldar, tá umræður at lata tað privata taka sær av vinnulívi – meðan tað almenna tekur sær av almennum tænastum. Enn eru ongar einskiljingar av almennu vinnufyritøkunum framdar, hóast ætlanir og kjak hava verið frammi í nógv ár. Undanfarnu samgongur eins væl og verandi samgonga hava ikki gjørt nóg nógv fyri at fremja hetta týðandi mál í verki.

 

Tillaging er lyklaorðið fyri framgongd í alheimsgerðini. Skal føroyska samfelagið fáa gagn av alheimsgerðini, og skal samfelagið og vinnulívið kunna tillagað seg til støðugt broyttu fyritreytirnar, er neyðugt at lata vinnuligar fyritøkur virka og tillaga seg frítt (innan lógarinnar karmar) og harvið lata eitt nú bankavirksemi, teletænastur, fiskavirkir v.m. á privatar hendur – meðan tað almenna kann taka sær av almennum tænastum so sum heilsutænastum, útbúgving, vatn- og elverkum, undirstøðukervi v.m.

 

Umframt at økja um virksemið, vøkstur og virðisøking fyri samfelagið sum heild, fer hetta at geva tí almenna inntøkur til at rinda skuld og møguliga eisini til uppsparing, eins og tíð og orka hjá politikarum kann nýtast til at reka almennar tænastur og skapa lógarkarmar, heldur enn at hava við vinnuligt virksemi at gera.

 

Á Ólavsøku 2005 legði løgmaður fram tíðarætlan viðvíkjandi einskiljingum av almennum fyritøkum. Hetta bar boð um, at nú skuldi ferð setast á tilgongdina. Tíðarætlanin tykist kanska at vera í so bjartskygd, í og við at allar 8 fyritøkurnar skuldu einskiljast í einum og sama ári – ár 2006 – men væntast má at ein væl tilrættisløgd ætlan liggur aftan fyri hesa tíðarætlan.

 

Síðan hetta hava ymiskar útsagnir verið at hoyrt í fjølmiðlunum frá ymsum samgongupolitikarum. Meiningarnar tykjast at vera ymsar, tá umræður hvørjar og nær ymsu fyritøkurnar skulu einskiljast. Hetta er ein sera óheppin gongd. Tá landsstýrið alment hevur boðað frá eini tíðarætlan fyri einskiljing av ávísum fyritøkum, eiga komandi íleggjarar at kunna rokna við hesi ætlan. Annars er skjótt, at áhugaðir keyparar kunnu missa áhugan, og at virðið á fyritøkunum harvið minkar.

Somuleiðis eigur Føroya fólk – ið eigur fyritøkurnar – at kunna rokna við, at landsstýrið hevur tikið við í tíðarætlanina, at allar fyrireikingarnar verða gjørdar til fulnar, og at tryggjað verður, at einskiljingarnar verða framdar á besta hátt.

 

Fyri at fáa lýst, hvussu støðan er viðvíkjandi einskiljingarætlanini eru fylgjandi fyrispurningar settir.

Á tingfundi 3. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 6. desember 2005 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Svar til spurning 1:

Tíðarætlanin fyri einskiljingar, sum var hjáløgd løgmansrøðuni, er ikki ein bindandi ætlan, men ein vegleiðandi ætlan. Tað er greitt, at ætlanin kann tykjast at vera eitt sindur bjartskygd, men ynski landsstýrisins er at raðfesta einskiljingar høgt, og um arbeiðið gongur, sum vit ynskja, skuldi møguleiki verið fyri at hildið tíðarætlanina. 

 

Svar til spurning 2:

Yvirskipað kann sigast, at ein einskiljingartilgongd er í fleiri stigum:

 

Stig 1: er fyrireiking politiskt og fyrisitingarligt. Talan er um at framleiða og fáa tilvega t.d.

 

 

Stig 2: er fyrireikandi søluarbeiði.

 

Fyrireikandi søluarbeiði fevnir m.a. um at velja serkønar ráðgevarar, sum skulu veita fíggjarliga og løgfrøðiliga ráðgeving, sum t.d.:

 

 

Stig 3: er sjálv sølan.

 

Talan er m.a. um:

 

 

Enn verður arbeitt á stigi 1 viðvíkjandi nevndu fyritøkum. Tó er arbeiðið við einskiljingini av Føroya Fiskavirking komið til stig 2.

 

Viðvíkjandi Føroya Lívstrygging og Atlantsflog er støðan hon, at lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um einskiljing innan stutta tíð. Somuleiðis verður viðvíkjandi Føroya Banka lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um ikki so drúgva tíð. Tá Løgtingið hevur viðgjørt og avgreitt hesi mál, verður farið undir stig 2 í tilgongdini.
 

Arbeiðið við at einskilja Føroya Tele er somuleiðis byrjað, og eg eri kunnaður um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlar at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið hesum viðvíkjandi eftir nýggjár. 

 

Svar til spurning 3:

Í einskiljingartilgongdini skulu gerast ymiskar greiningar. Nakrar av hesum skulu gerast tíðliga í tilgongdini, meðan aðrar skulu gerast av serkønum ráðgevum seinni í tilgongdini. Serliga í sølufyrireikandi partinum av tilgongdini (stig 2) skulu gerast neyvar greiningar.

 

Mær kunnugt, eru ella verða gjørdar greiningar av avvarðandi landsstýrismonnum sambært § 4 í leiðreglunum, har landsstýrismenn eru byrjaðir eina einskiljingartilgongd.

 

Víst verður annars til svarið frammanfyri. 

 

Svar til spurning 4:

Arbeitt verður við at fyrireika tílíka útbjóðing m.a. viðvíkjandi Atlantsflog. So skjótt lógaruppskotið um einskiljing av hesum felag er avgreitt, og fíggjarheimild er fingin til vega, verða hesar tænastur bodnar út. 

 

Svar til spurning 5:
Einskiljingarnevndin er mannað við leiðandi embætisfólkum og serfrøðingum á Løgmansskrivstovuni, úr Vinnumálaráðnm og úr Fíggjarmálaráðnum.

 

Einskiljingarnevndin skal ikki sjálv taka sær av búskaparfrøðiligum og løgfrøðiligum greiningum ella samráðingum í sambandi við einskiljingar. Hetta skulu serkønir ráðgevarar taka sær av. Hinvegin skal nevndin m.a. gera:

 

Svar til spurning 6:

Landsstýrið hevur ikki gjørt av at einskilja Føroya Banka í 4 pørtum og Føroya Tele í 2 pørtum. Hesin spurningur verður framvegis viðgjørdur. Hetta eru spurningar, sum ætlanin er at viðgerða væl og virðiliga.

 

Hinvegin hevur landsstýrið mælt til, at Atlantsflog verður einskilt soleiðis, at landsstýrið fyrst selur 66% av felagnum. Orsøkin til hesa avgerð er, at landsstýrið ynskir at varðveita eina ávísa ávirkan á felagið eisini eftir einskiljingina. 

 

Svar til spurning 7:

Helst er tað ymiskt frá fyritøku til fyritøku, hvør besti háttur er at brúka, tá selt verður. Ymisk viðurskifti kunnu vera, sum tala fyri, at fyritøkan verður seld í einum ella í fleiri pørtum. Tað er tí umráðandi, at neyðugar greiningar verða gjørdar, áðrenn støða verður tikin til søluhátt. 

 

Svar til spurning 8:
Eg dugi ikki at meta um, hvørt tað er óheppið ella ikki, um fleiri fyritøkur verða til sølu í sama ári. Hesin spurningur eigur tó at vera tikin upp í sambandi við fyrireikingararbeiðið at einskilja ymisku fyritøkurnar. 

 

Svar til spurning 9:

Nei, støða er ikki tikin til henda spurningin enn. Hinvegin meti eg, at um partar av Atlantsflog verða seldir føroyskum smáíleggjarum, sum eg annars haldi vera rætt, so eigur VMF at verða brúktur til hetta. Landsstýrið ynskir tó, at fleiri av almennu fyritøkunum skulu skrásetast á virðisbrævamarknað, soleiðis at eisini Føroya fólk kann fáa møguleika at keypa partabrøv í fyritøkunum. 

 

Svar til spurning 10:

Semja er um, at inntøkur frá einskiljingum, sum mugu metast at vera serinntøkur, ikki skulu brúkast til at fíggja vanliga raksturin av samfelagnum. Samgonguskjalið sigur, at vinningurin frá einskiljingum fer til at gjalda niður almenna skuld og/ella konsolidering. Um inntøkurnar skulu fara í ein grunn, er ein spurningur, sum landsstýrið fer at umrøða.

 

Svar til spurning 11:

Ja, sjálvandi er tað sera týdningarmikið, at vit koma væl frá byrjan. Tí harmar tað meg almikið, at Føroyagrunnurin valdi ein søluhátt uttan gjøgnumskygni. 

 

Svar til spurning 12:

Nei, í løtuni fyriliggja ikki beinleiðis ætlanir.

 

Málið avgreitt.