32 Uppskot til  løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 8. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini og eftir umsókn at veita kommunum stuðul til íløgur í infrakervið í Fugloy, Svínoy, Mykinesi, Kalsoy, Hesti, Koltri, Skúvoy og Stóru Dímun.

Stk. 2. Harumframt verður landsstýris-manninum heimilað í leypandi fíggjarári at geva tilsagnir um, at stuðul verður veittur av árligu játtanini í tveimum fylgjandi fíggjarárum. Upphæddin, sum tilsøgn verður givin um, skal í hvørjum 1. ella 2. fylgjandi fíggjarári ikki fara upp um játtaðu upphæddina í leypandi fíggjarárinum.
 

§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul til íløgur í infrakervið til byggi- og løguarbeiði viðvíkjandi samferðslu og samskifti og byggi- og løguarbeiði til vinnulig, mentanarlig, ítróttarlig og onnur endamál, innanfyri karmarnar í § 50 í Kommunustýrislógini.

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, hvat stuðul verður veittur til, treytir fyri at fáa stuðul og um afturgjald av útgoldnum stuðli.

 

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1.      Endamálið við lógini

Endamálið við lógaruppskotinum er at heimila landsstýrismanninum at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum, ætlað til at skapa fortreytir fyri at betra um trivnaðin og vinnuligu møguleikarnar á útoyggj. Endamálið tekur støði í landsvirðinum at varðveita bygdirnar á útoyggjum. Fyri at kommunur kunna koma undir lógina, skal talan vera um útoyggjar, har oyggin liggur avsíðis, hevur avmarkað ferðasamband og avmarkaðar tænastur til borgaran.

Ll. nr. 50 frá 10. apríl 2003 um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum fer úr gildi 31. desember 2005. Samd vinnunevnd legði fram broytingaruppskot til lógaruppskotið um at veita stuðul til infrakervið á útoyggj um m.a., at lógin skuldi fara úr gildi 31. desember 2005. Sambært álitinum frá vinnunevndini verður roynd ein nýggj skipan, at givið verður landsstýrismanninum heimild til at veita tilsagnir um stuðul í tveimum fylgjandi fíggjarárum. Nevndin helt, at henda skipan eigur at verða endurskoðað eftir eina tíð, og mælti tí til at geva lógini gildi í tvey ár.

Skipanin hevur verið roynd frá 2003 til og við 2005, og í eftirmetingini av skipanini er Landsverk komið til, at skipanin hevur virkað væl og frámælir at broyta heimildina hjá landsstýrismanninum til at veita tilsagnir um stuðul í tveimum fylgjandi fíggjarárum.  Royndirnar sambært Landsverki eru, at tilgongdin við forkanningum og prosjektering er ofta long, og tí er avgerandi neyðugt harumframt, at lógin ikki verður tíðaravmarkað, um nakað munagott skal fáast burturúr.

 

Broytingin viðvíkjandi, hvørjar útoyggjar, sum koma undir lógina, í mun til Ll. Nr. 50 frá 10. apríl 2003 um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum, er, at Gásadalur og Nólsoy ikki eftir uppskotinum koma undir stuðulin til infrakervið á útoyggj. Mett verður ikki, at Gásadalur og Nólsoy eru útoyggjar sbrt. lógaruppskotinum, t.e útoyggjar, sum liggja avsíðis við avmarkaðum ferðasambandi og tænastum til borgaran. Eftir lógini frá 2003 kemur Kalsoyggin bert undir lógina, tá tað ræður um íløgur í samskiftiskervið. Grundgevingin fyri, at Kalsoyggin ikki var tikin við, var, at peningur var settur av til arbeiðið at gera samferðsluhavn á Syðradali aðrastaðni á løgtingsfíggjarlógini. Arbeiðið at gera samferðsluhavnina á Syðradali varð liðugt í 2005. Skotið verður upp at seta Kalsoynna inn í lógina á jøvnum føti við aðrar útoyggjar sambært lógaruppskotinum.

 

Endamálið við lógaruppskotinum er harumframt, at stuðul skal kunna verða veittur til íløgur í infrakervið til byggi- og løguarbeiði viðvíkjandi samferðslu og samskifti og byggi- og løguarbeiði til vinnulig, mentanarlig, ítróttarlig og onnur endamál. Í Ll. Nr. 50 frá 10. apríl 2003 um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum stendur, at ”stuðul kann á samferðsluøkinum m.a. verða latin til lendingar, havnir, bátahyljar, vegir, uppdyrkingarvegir, kanningar og fyrireikingar í sambandi við verkætlanir á útoyggjum o.a. Á samskiftisøkinum kann stuðul m.a. verða latin til internetsamband”. Lagt verður soleiðis við hesum uppskotinum upp til eitt víðari hugtak, sum stuðulin kann verða veittur til, tó skal tað verða talan um íløgur í infrakervið skilt sum almennir karmar, peningurin kann sostatt ikki fara til ávísar bólkar ella til vanligan rakstur.

 

Uppskotið er ætlað at veita greiða materiella heimild fyri, at stuðulin skal kunna verða veittur. Samstundis verður í uppskotinum heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, og fyri hvat stuðulin kann latast til.

 

2.      Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Landsverki, og er ummælið tikið til eftirtektar í lógaruppskotinum. Royndirnar hava víst, at tað í summum førum er komið fyri, at tað er vorðið greitt í september/oktober mánaði, at stuðulin ikki verður brúktur til ávísar verkætlanir, eitt nú orsakað av veðri o.ø. Landsverk mælir tí til at áseta, eitt nú í kunngerð, at landsstýrismaðurin skal kunna veita stuðul til umsóknir, sum fyrr ikki eru gingnar á møti, men kommunan skal tá vátta, at kommunan framhaldandi stendur við umsóknina. Landsverk vísir í ummælinum á, at ógreiða hevur staðist av, hvussu stuðulin verður umsitin í ávísum førum, har kommuna sjálv hevur umsitið stuðulin.

 

Í sambandi við lógina verða í kunngerð ásettar reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, og fyri hvat stuðulin kann latast til, har m.a. atlit verður tikið til ummælið frá Landsverki, fyri at tryggja, at stuðulin verður gagnnýttur til fulnar, og at umsitingin er greið, harumframt m.a. at áseta freistina at søkja um stuðul, ið skal gjaldast út í 2006.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

1. Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

 

A. Fyri landið
Á uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2006 eru ásettar 2 mió. kr.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur við sær, at útoyggjar, sum liggja avsíðis og hava avmarkað ferðasamband og avmarkaðar tænastur til borgaran, kunna søkja um stuðul til íløgur í infrakervið til byggi- og løguarbeiði viðvíkjandi samferðslu og samskifti og byggi- og løguarbeiði til vinnulig, mentanarlig, ítróttarlig og onnur endamál.

 

2. Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

 

A. Fyri landið

Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, hvat stuðul verður veittur til, treytir fyri at fáa stuðul og um afturgjald av útgoldnum stuðli.

 

B. Fyri kommunur

Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur.

 

3. Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

4. Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

5. Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur við sær, at fíggjarligur stuðul verður latin til útoyggjarnar, sum liggja avsíðis og hava avmarkað ferðasamband og avmarkaðar tænastur til borgaran.

 

6. Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir.

 

7. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

8. Sosialar avleiðingar

Uppskotið kann hava gagnligar sosialar avleiðingar fyri útoyggjarnar, sum koma undir lógina.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Ja

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Ja

Nei

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1

Við hesi áseting verður heimilað landsstýrismanninum av árligu játtanini á fíggjarlógini at veita stuðul til Fugloy, Svínoy, Mykines, Kalsoy, Koltur, Hest, Skúvoy og Stóru Dímun. Umsókn krevst fyri, at stuðul kann verða latin, og eru tað einans kommunur, sum kunna verða stuðlaðar.

 

Eftir stk. 2 verður heimilað landsstýrismanninum at geva tilsøgn um, at stuðul verður veittur av árligu játtanini í tveimum fylgjandi fíggjarárum. Ein tilsøgn um stuðul til kommunur kann fyri eitt eftirfylgjandi ár ikki vera størri enn játtanin til stuðul til íløgur í infrakervið á tí fíggjarlóg, ið er galdandi, tá tilsøgnin verður veitt. Ásetingin er ætlað at geva kommunum eitt tryggari grundarlag at fara undir og at leggja til rættis verkætlanir við tað, at kommunurnar fáa trygd fyri, at stuðulin ikki brádliga fellur burtur, áðrenn verkætlanin er liðug.

 

Til § 2

Við hesi áseting er greinað, at stuðulin verður veittur til íløgur í infrakervið til byggi- og løguarbeiði viðvíkjandi samferðslu og samskifti og byggi- og løguarbeiði til vinnulig, mentanarlig, ítróttarlig og onnur endamál. Fyri at koma undir infrakervið skal talan vera um íløgur í almennar karmar og sostatt ikki um stuðul til ávísar bólkar ella til vanligan rakstur.

 

Endamálið við stuðlinum er at betra um trivnaðin og vinnuligu møguleikarnar á útoyggj.

 

Stuðulin skal vera innanfyri karmarnar í § 50 í Kommunustýrislógini, har m.a. ásett er, at ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru.

 

Eftir stk. 2 verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, hvat stuðul verður veittur til, treytir fyri at fáa stuðul og um afturgjald av útgoldnum stuðli.

 

Til § 3

Ongar serligar viðmerkingar.

 

 

Fylgiskjal: Yvirlit yvir stuðulin til infrakervið á útoyggjum 2002-2005.

 

1. viðgerð 16. november 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 24. november 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. november 2005.

 

Frá nevndarskrivaranum hevur nevndin fingið avrit av kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996 um roknskaparverk landsins o.a. Nevndarskrivarin hevur víst á, at spurnartekin má setast við, um § 1, stk. 2 í uppskotinum samsvarar við § 13, stk. 2 í hesi kunngerðini.

 

Gjørt verður vart við, at nevndin í sínum ummæli til fíggjarnevndina av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 hevur mælt til at hækka játtanina á konto 6.38.1.18, ið skal nýtast til stuðul til infrakervið á útoyggjum, við 1 mió. kr., til 3. mió. kr.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Ingi Olsen og Gerhard Lognberg) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) hevur hugt nærri at ásetingunum í § 13, stk. 2 í roknskaparkunngerðini, samanborið við § 1, stk. 2 í uppskotinum.

 

Roknskaparkunngerðin § 13, stk. 2 ásetir, at: "Í teimum førum, tá útreiðslur ella inntøkur ikki stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu hesar skrásetast, so skjótt upphæddin kann gerast upp, og í seinasta lagi, tá goldið verður. Ein upphædd kann gerast upp, um eitt rættarligt krav upp á eina væl greinaða upphædd kann gerast galdandi. Um eitt munandi krav móti landinum, sum hoyrir til eitt ávíst fíggjarár, ikki kann gerast endaliga upp, áðrenn roknskaparárið er lokið, skal upphæddin skrásetast á einari útreiðslukonto í roknskapinum fyri tað fíggjarárið, grundað á eina meting soleiðis, at upphæddin verður rættað í tí fíggjarári, tá kravið endaliga kann gerast upp."

 

Spurningurin er so, um tað er ætlanin, at tilsagnirnar, ið landsstýrismaðurin biður um loyvi at lata sambært § 1, stk. 2 í lógaruppskotinum, skulu kunna geva móttakaranum eitt rættarligt krav upp á eina væl greinaða upphædd.

 

Er hetta ætlanin, so kann tað neyvan merkja annað enn, at landsstýrismaðurin skal skráseta upphæddirnar, ið tilsagnirnar fevna um, so skjótt tilsagnirnar eru givnar. Hetta krevur so eisini, at landsstýrismaðurin hevur játtan, ikki bara til tær útreiðslur, ið hann skal rinda í árinum, men eisini til tær útreiðslur, ið hann bindur seg til at rinda í árinum.

 

Minnilutin tekur tí fyri givið, at § 1, stk. 2 í uppskotinum skal tulkast í ljósinum av hesum.

 

Við hesum viðmerkingunum tekur minnilutin undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 2. desember 2005. §§ 1, 2 og 3 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 137 frá 13/12-05