47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2005, 17. november, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Egin Henriksen, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð

§ 1

Í løgtingslóg nr. 120 frá 12. juli 1995 um búskaparráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 2, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis:
"a) Ráðið skipar seg við formanni. Formaðurin og tveir av hinum limunum skulu starvast sum búskaparfrøðingar á viðurkendum hægri læristovni í hvør sínum fremmandum landi.

 

2) Í § 2, stk. 1, litra b verður "2" broytt til "4".

 

3) §§ 2a og 2b verða strikaðar.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Almennar viðmerkingar

Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og at ráðgeva um búskaparlig viðurskifti. Verandi formaður hevur víst á, at eftir galdandi skipan er trupult at røkja uppgávuna til lítar, tí eingin ráðslimur røkir starvið fulla tíð. Javnan verður spurnartekin sett við dygdina í arbeiðnum hjá búskaparráðnum. Hetta er ikki nøktandi fyri nakran part.

 

Samfelag okkara er av slíkari stødd, at øll kenna øll. Hetta hevur við sær, at óheftir persónar skjótt verða settir í politiskan bás, og minkar hetta um trúvirðið. Mangan verður fílst á, at ráðgevingin er meiri politiskt litað, enn gott er, og tí snýr tað neyðuga búskaparorðaskiftið seg meiri um, hvør hevur sagt hvat, heldur enn um innihaldið í ráðgevingini. Hetta er ikki til gagns fyri almenna orðaskiftið um búskapargongdina. Og hetta gagnar ikki landsstýrinum, sum skal taka støðu til óheftu ráðgevingina.

 

Fyri at bøta um dygdina og trúvirðið í virkseminum hjá Búskaparráðnum verður skotið upp, at 3 av 7 limum vera búskaparfrøðingar, sum starvast á viðurkendum hægri lærustovni í hvør sínum landi uttan fyri danska ríkið. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðafellið. Væntandi fara búskaparfrøðingar, sum eru ókendir við føroyska gerandisdagin, at eygleiða okkara búskap á øðrvísi hátt, og kann hetta hava við sær, at nýggj og skilagóð ráðgeving kemur burturúr. Og tað er óhugsandi, at slík ráðgeving á nakran hátt kann knýtast at føroyskum partapolitikki. Á tann hátt vóna uppskotssetararnir, at almenna orðaskiftið um búskapargongdina fult og heilt fer at snúgva seg um búskaparlig viðurskifti.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Roknast kann við, at raksturin av Búskaparráðnum verður nakað hægri orsakað av øktum ferðaútreiðslum, dagpeningi og samsýningum.

 

Setursráðið á Fróðskaparsetri Føroya, ið skal gera tilmæli til setan, er biðið um at gera eina meting av meirkostnaðinum.

 

Setursráðið heldur, at tað uttan iva er neyðugt at leggja upp fyri, at ein ávís samsýning má latast, um óheftir búskaparfrøðingar skulu brúka tíð uppá at seta seg inn í føroysk viðurskifti og leggja sítt navn til tilmæli til Løgting og Landsstýrið. Samsýningin má roknast at liggja eitt stað ímillum eina symbolska upphædd, faktisku lønina, sum viðkomandi fær í dagliga yrki sínum, og ein ráðgevingartakst fyri serligar uppgávur. Rættast er helst at meta um arbeiðsbyrðuna, t.d. í tímum ella døgum, og so møguliga draga eitt sindur frá fyri virðingina, sum kann liggja í at verða biðin um at ráðgeva føroysku myndugleikunum.

 

Tað kann vera eitt sindur ymiskt, um fólk ynskja samsýning, ella um avrokningin skal fara til stovnin, har tey eru sett í starv. Um tað seinna er galdandi, er ikki óvanligt at brúka eina tímaløn, roknað út frá árslønini og síðani leggja eitt ískoyti afturat, millum 20% og 50% til stovnin.

 

Niðanfyri eru takstirnir, sum Setursráðið mælir til at mett verður eftir. Hetta eru donsk tøl, og hóast talan kann vera um fólk úr øðrum londum enn Danmark, eru hesi tølini meira reel at brúka enn samsvarandi føroyskir takstir, sum liggja munandi lægri enn í øllum grannalondunum.

 

Tímalønt vísindaligt arbeiði/ráðgevingararbeiði: Lægsta tímalønin hjá Dansk Magisterforening er 530 kr.

 

Professaraløn: Professaralønin í DK á 37. ella 38. stigi hjá tænastumonnunum, tvs. ávíkavist 540.974 kr. og 606.768 kr. árliga, íroknað 15% eftirløn. Hetta gevur ein tímasats upp á ávikavist 260,08 kr. og 291,72 kr., um roknað verður við einum árstímatalið upp á 2080.

 

Arbeiðsbyrðan í tímum nýtist ikki at verða broytt, men kann verða tað, um nevndin heldur hetta vera neyðugt. Støddin á ferðaútreiðslunum kann helst eisini skifta alt eftir, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

 

Samlaða meirútreiðslan kann tí liggja úr 20-30.000,- heilt upp í 100-150.000,- kr. ella meira.

 

Serligar viðmerkingar:

Ad. 1: Krøvini til formannin og tveir av hinum limunum verða herd frá, at teir, sum nú er, bert skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar, til at teir í framtíðini skulu starvast sum búskaparfrøðingar á viðurkendum hægri læristovni í hvør sínum fremmandum landi. Hetta skal skiljast sum uttan fyri danska ríkið. Kravið í 3. pkt. um, at hesir tríggir ikki mugu hava leiðandi størv innan miðfyrisitingina og ikki mugu umboða seráhugamál í dagliga starvi sínum, er hereftir  ikki neyðugt, og verður tí strikað.

 

Ad. 2: Ráðið hevur 7 limir. 3 skulu vera búskaparfrøðingar, so eru 4 eftir og ikki 2. Hetta má vera ein feilur, sum við hesum verður rættaður.

 

Ad. 3: §§ 2a og 2b eru endurtøkur av §§ 2, stk. 1, litra a og b. Hetta man vera ein feilur, sum við hesum verður rættaður.

 

1. viðgerð 2. desember 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tingmenninir Bill Justinussen og Egin Henriksen hava vegna Miðflokkin lagt málið fram tann 17. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 2. desember 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 1. februar
2006.

 

Nevndin er vitandi um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í løtuni arbeiðir við uppskoti til broyting í lóg um landsbanka og lóg um hagstovu fyri at fáa samskipað arbeiðið hjá hesum stovnum. Í hesum sambandi er eisini ætlanin at broyta Búskaparráðið. Uttan at taka støðu til hesar ætlanir landsstýrismansins heldur nevndin ikki, at hetta er rætta tíðin at gera broytingar í Búskaparráðnum.

 

Annars er nevndin ivasom, um tað er rætt at lata útlendingar fáa so stóran leiklut, sum skotið er upp.

 

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 9. februar 2006. §§ 1 og 2 fullu 2-3-22. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.