Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

90. fundur

 

Ár 2007, mikudagin 2. mai, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, var ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse  erhversdrivende virksomheder”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.
 

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.
 

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-2-9.
Málið avgreitt.
 

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, Bill Justinussen, Jenis av Rana og Karsten Hansen til § 5 fall 7-0-24. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0.
Málið avgreitt.
 

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen, Jenis av Rana, Karsten Hansen og  Kára P. Højgaard  til §§ 1, 3, 4, 11, 17, 23, 35, 39, 48, 49 og 50 fall 3-0-28. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-2.
Málið avgreitt.
 

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2006: Uppskot til broyting  í tingskipan Føroya Løgtings
Broytingaruppskot nr. 1 til 12 frá Hergeir Nielsen, Høgni Hoydal, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen til § 1: nr. 1 fall 7-0-23, nr. 2 fall 6-1-23,  nr. 3 fall 10-0-20, nr. 4 fall 10-0-20, nr. 5 fall 10-0-20, nr. 6 fall 10-0-20, nr. 7 fall 10-0-20, nr. 8 fall 10-0-20, nr. 9 fall 11-1-18, nr. 10  fall 12-1-17, nr. 11 fall 10-0-20 og nr. 12 fall 10-0-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-1-6.
Málið avgreitt.

 

Fundur niðurlagdur kl. 12.26

Fundur uppafturtikin kl. 13.30 

11.  Munnligir fyrispurningar
 

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2006: Uppskot til samtyktar um berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv
Uppskot til samtyktar fall 9-0-11. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2006: Uppskot til samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy
Uppskot til samtyktar fall 7-0-13. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2006: Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum
§§ 1, 2 og 3 fullu 5-0-13. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

15.  Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir.

 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan og 1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
 

Formaðurin las skriv frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, dagfest 2. mai 2007, viðvíkjandi tingmáli nr.46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Víst verður á § 32, stk. 3 í tingskipanini, og biðið verður um, at tingformaðurin setir til atkvøðugreiðslu spurningin um, at málið fer til 2. viðgerð uttan nevndarálit.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 3. mai 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      Val av § 25 nevnd at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni hin 18. desember 2006 av fyrru stjórnarskipanarnevndini

2.      Atkvøðugreiðsla um tingmáli nr.46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna  

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Málið verður beint í mentanarnevndina

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina

7.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveitan av órørdu náttúruni í Føroyum

8.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-32/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarpakkanum

9.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 21.30

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari