Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

44. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 14. desember, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Marjus Dam og Sverre Midjord, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 2 samtykt 22-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
§§ 1 og 2 samtyktar 25-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-26/2005 frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, (Poul Michelsen) viðvíkjandi føroyskari luttøku í Bologne tilgongdini
Málið avgreitt.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 15. desember 2005, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2005: Uppskot til løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov

8.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-24/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkapensjón

9.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rakstrarkostnaðinum  av Smyrli

10.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi  føroyskum EFTA limaskapi og fríhandilsavtalum 

11.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 16.45. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari