100-26 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi føroyskari luttøku í Bologne tilgongdini 

Orðaskifti

Ár 2005, hósdagin 17. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hví eru Føroyar ikki við í Bologne avtaluni?

 

  1. Eru  ítøkiligar ætlanir um, at Føroyar skulu innganga samstarv í Bologne avtaluna?

 

  1. Kann landsstýrismaðurin útgreina, hvørjar føroyskar útbúgvingar  eru góðkendar í altjóða høpi, og hvørjar útbúgvingar, ið ikki eru góðkendar ( sambært Bologne avtaluna)?

 

  1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri, at allar hægri útbúgvingar í Føroyum fáa altjóða góðkenning?.

 

Viðmerkingar

Ùtbúgving er ein av hornasteinunum undir einum vælferðarsamfelag. Í visión 2015 verður útbúgvingarpolitikkurin sostatt høgt raðfestur sum ein partur av, at Føroyar skulu gerast millum fremstu tjóðir í 2015.

 

I Sorbonne 1998 bleiv avtala gjørd millum ráðharrar í skúlamálum úr Fraklandi, Onglandi, Týsklandi og Italiu um eitt felags stev innan hægri útbúgvingar í Evropa. Eitt ár seinni hittast ráðharrar aftur í Bologne fyri at útbyggja hetta samstarv. Hetta samstarvið hevur síðan fingið heitið Bologne avtalan.

 

 

Síðan Frakland, Ongland, Týskland og Italia gjørdu hesa avtalu í 1998, eru fleiri evropeisk lond koman avtrat, harímillum Norra, Ísland og Danmark. Heili 45 lond hava í dag inngingið samstarv.

 

Tað kann tykjast løgið, at Føroyar ikki eru partar av avtaluni, meðan fleiri smátjóðir sum eitt nú Luxembourg og Liechtenstein, eins og Norra og Ísland, hava inngingið samstarv. Harafturat eru eisini fleiri lond, sum ikki eru limir í ES, partar av Bologne avtaluni. At Føroyar ikki eru partar av Bologne avtaluni kann tykjast sera undrunarvert, eftirsum landsstýrið hevur sett sær sum mál at gerast millum førandi tjóðir í heiminum í 2015, har útbúgingarpolitikkurin skal bera ein stóran part.

 

Tað er neyðugt, at Føroyar gerast limir í einari tílíkari avtalu sum Bologne avtaluni, um føroyskar útbúgvingar skulu góðkennast í altjóða høpi. Tað er av stórum týdningi, at  aðrir hægri stovnar í Evropa kenna til føroysku útbúgvingarnar soleiðis, at føroysk lesandi frítt kunnu flyta frá einum hægri stovni til annan í Evropa uttan at missa  tey fak, tey longu hava tikið - á eitt nú Fróðskaparsetrinum.  Hetta gevur ein størri fleksibilitet og mobilitet bæði hjá næmingum og stovnum.

 

Tað er komið fyri, at føroysk lesandi eru komin í eina tvístøðu, tá ið tey skulu flyta frá eitt nú Fróðskaparsetrinum og Sjómansskúlanum  til ein annan hægri lærustovn í Evropa. Tvístøðan stendst av, at  útbúgving teirra ikki er altjóða góðkend, og hava tey lesandi tískil ofta verið noydd at taka partar av útbúgvingini umaftur og í ringasta føri byrja heilt av nýggjum.

 

Ein annar trupulleiki er, at ikki allar føroysku víðarigangandi útbúgvingarnar hava góðkent bachelor støði. Hetta ger seg millum annað galdandi á Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum. Her ber ikki til hjá teimum lesandi at taka eina bachelor útbúgving og síðani taka eina kanditatútbúgving uttanlands, tí at útbúgvingin á Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum ikki er altjóða góðkend. Hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar  fyri Sjómans-og Maskinmeistaraskúlan. Vandi kann vera fyri, at næmingar tá heldur vilja taka sjómans- og maskinmeistaraútbúgvingina uttanlands, so teir fáa eina útbúgving við altjóða góðkenning.

 

Sjálvt um Føroyar ikki eru limir í ES, so ber tað væl til at fáa eina smidliga útbúgvingarskipan við Bologne avtaluni, soleiðis at hægri útbúgvingar í Føroyum og føroysk lesandi fáa altjóða gókenning og viðurkenning.

 

Á tingfundi 18. november varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 14. desember 2005 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Stutt um Bolognatilgongdina

Eg loyvi mær at svara øllum fýra spurningum undir einum. Talan er um sonevndu Bolognadeklaratiónina, sum ikki er ein avtala, men ein yvirlýsing ella ein fráboðan um, sum spyrjarin so væl lýsir tað í viðmerkingunum: eitt felags stev innan hægri útbúgvingar í Europa.

 

Sum skilst, er Bologna samstarvið ikki fólkarættarliga bindandi, men londini vísa ein felags vilja at taka undir við innihaldinum í yvirlýsingini, og vilja arbeiða fyri at seta hana í verk. Eisini í Føroyum verður í ávísan mun arbeitt við hesum.

 

Málið við Bolognayvirlýsingini er, at Europa skal mennast til eitt felags rúm ella eitt felags øki fyri hægri útbúgvingar, har bæði lesandi og lærarar skulu hava frítt at fara um landamørk. Eisini er endamálið, at europeiskar útbúgvingar skulu kunna draga til sín lesandi frá fremmandum heimspørtum. Hetta skal gerast við at menna ein felags bygnað fyri, hvussu londini skipa hægri útbúgvingarnar, og á henda hátt bróta niður forðingar, sum hava verið, og eru í dag millum útbúgvingarskipanirnar í teimum ymisku londunum. Soleiðis skal tað gerast lættari at samanbera bæði innihald og støði í útbúgvingunum í europeisku londunum, og tað gerst lættari at flyta bæði lesandi og lærarar millum útbúgvingarskipanirnar.

 

Lond kunnu antin gerast partur av Bolognayvirlýsingini við at undirrita yvirlýsingina ella tey kunnu alment boða frá, at tey eru samd og at tey nýta ta skipan, sum Bolognalýsingin fevnir um. Bolognadeklaratiónin er ikki bert ein yvirlýsing, men eisini ein tilgongd – ein prosess, har luttakaralondini í tilgongdini hava bundið seg til at samskipa útbúgvingarpolitikkin við tí fyri eyga at stovna ”Europæska økið fyri hægri útbúgving” (EHEA – The European Higher Education Area) í seinasta lagi í 2010. Sum partar av hesari tilgongd hava luttakalondini bundið seg til at seta eina røð av tiltøkum og skipanum í verk við tí endamáli at røkka hesum felags europeiska útbúgvingarøkinum í 2010.

 

Tey flestu av hesum tiltøkum eru væl lýst í viðmerkingunum til spurningin. Til tess at røkka hesum yvirskipaða máli við einum felagseuropeiskum hægri útbúgvingarøki hittast europæisku undirvísingarmálaráðharrarnir annað hvørt ár fyri at meta um støðuna og at seta lutmál fyri hvørt komandi tvey ára skeið. Seinast hesir ráðharrar hittust, var í mai í ár í Bergen. Á Bergensfundinum var eftirmeting av stigaskipan (BA, MA og Ph.D), dygdarmenning, góðkenning av stigum og lestrarskeiðum o.a. til umrøðu. Á sama fundi varð staðfest, at hægru lærustovnarnir og tey lesandi eiga at hava ein týðandi leiklut í tilgongdini framyvir. Eisini varð staðfest, at hóast tilgongdin tekur drúgva tíð, so gongur tað væl við raðfestu økjunum, sum eru: stigaskipanin (BA, MA og Ph.D skipanin, eisin nevnd 3+2+3 skipanin), dygdarmenningin og lestrartíðin. Ráðharrarnir fegnaðust um, at vinnulívið í Europa av fullum huga stuðlar tilgongdini.

 

Bolognatilgongdin eigur at verða mett við atliti at týðandi europæiskum avtalum og yvirlýsingum á útbúgvingarøkinum sum heild, eitt nú Lissabonkonventiónin frá 1997 um rættin hjá lesandi til meting av útbúgvinum og rættin til viðurkenning av útbúgvingum, Sorbonneavtalan frá 1998, Keypmannahavnaryvirlýsingin frá 2002 um europeiskar yrkisútbúgvingar, Reykjavíkaryvirlýsingin 2004 um sínamillum viðurkenning av hægri útbúgvingum í Norðurlondum og ymsar Eurpaparáðs- og UNESCO konventiónir og yvirlýsingar á útbúgvingarøkinum.

Til spurning 4 um ein altjóða góðkenningarmyndugleiki kann sigast, at eingin slíkur er til. Tað er framhaldandi soleiðis, at tað er hvør útbúgvingarstovnur sær sum tekur avgerð um útbúgvingar, ella partar av eini útbúgving, frá einum øðrum útbúgvingarstovni, verða góðkendar ella góðskrivaðar. Ein felags útbúgvingarskipan og –bygnaður skal gera tað lættari fyri útbúgvingarstovnarnar at samanbera og taka støðu, og er tað við støði í hesum, at Bolognayvirlýsingin virkar.

 

Støðan í Føroyum

Bolognatilgongdin snýr seg um, hvussu hægri (akademiskar) útbúgvingar verða skipaðar, og sum sagt, so verður eisini í Føroyum arbeitt við hesi tilgongd. Støðan í Føroyum verður stutt lýst her.

 

Í § 3 í Lóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum er ásett, at útbúgvingin skal skipast soleiðis at hon lýkur tær útbúgvingartreytir, sum settar verða í ES-londum fyri løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur/sjúkrarsystir. Í Kunngerð nr. 60 frá 23. apríl 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum sæst, at útbúgvingin er býtt upp í lestrarhálvur og í ECTS[1] stig. Námsskipanin skal fylgja ásettum leisti, soleiðis at gjøgnumskygni er fyri mál, innihald, skipan, døming og fakstødd. Føroyska útbúgvingin fylgir teimum ásetingum, sum eru í EU direktiv 77/453/EØF, viðv. útbúgvingarøkjum í útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing. Hetta er alt í tráð við Bolognatilgongdina. Námsskipanin er góðkend av Mentamálaráðnum 16. juni 2005.

 

Í menningini av bachelorútbúgvingini varð hugt eftir donsku professións­bachelorútbúgvingini umframt íslendsku bachelorútbúgvingini, sum hevur verið akademisk útbúgving í góð 30 ár. Avgjørt varð, at føroyska útbúgvingin skuldi vera 4 ára long, eins og tann íslendska. Í mun til donsku útbúgvingina er fakstøddin í vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði í føroysku útbúgvingini væl størri við 14 ECTS, í mun til 9 ECTS í Danmark. Fakstøddin í sjúkrarøkt er eisini væl størri við 140 ECTS í mun til 110 ECTS í donsku útbúgvingini. Soleiðis eru lesandi á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum væl fyri at lesa víðari á øðrum hægri stovnum í Evropa.

 

Lesandi frá skúlanum, sum eru flutt til onnur lond at halda áfram við útbúgvingini, hava ikki havt trupulleikar at sleppa inn á skúlar har. Tá sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa prógv, fara hesir eisini at fáa Diploma Supplement, soleiðis, at prógvið gevur somu møguleikar, sum um Føroyar vóru luttakara i Bolognatilgongdini. Hetta merkir so aftur, at skúlin ongar beinleiðis trupulleikar hevur av ikki at verða uppi í Bolognalýsingini, men at vit nýta ta skipan, sum Bolognatilgongdin krevur. Um hetta er nøktandi í longdini, skal eg  venda aftur til.

 

Hvat Fróðskaparsetrinum viðvíkur so kann staðfestast,

 

Fróðskaparsetrið er sostatt í roynd og veru á hædd við t.d. donsk universitet, tá tað ræður um at fylgja Bolognakrøvunum, hóast Føroyar ikki formliga eru partur av sjálvari Bolognayvirlýsingini. Áður hevur Fróðskaparsetrið givið úrskriftir á føroyskum donskum og enskum og eftir áheitan givið studentum formligar váttanir til aðrar lærustovnar í sambandi við meritering

 

Í praksis hevur Bologna tilgongdin merkt fyri Fróðskaparsetrið, at avriksflutningur (meritflyting) gerst lættari, tí eindin at máta er vorðin meira gjøgnumskygd og útbúgvingarskipanirnar eru meira líkar. Enn sum áður er tað tó soleiðis, at tað er neyðugt í hvørjum einstøkum føri at taka støðu til, hvørt studentur kann fáa góðkent skeið, tí tey skulu jú hóska inn í ta útbúgvingina, sum søkt veðrur um at flyta til. Hetta metir Fróðskaparsetrið, at skipanir ikki kunnu avloysa, bara gera smidligari og lættari at umsita.

 

Útbúgvingarnar á Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum eru altjóða góðkendar við tað, at viðkomandi, sum hevur staðið eina av útbúgvingunum fær rætt til at fáa vinnubræv, sum er altjóða góðkent og kann nýtast í altjóða høpi. Tá, ið spyrjarin sigur, at útbúgvingarnar ikki eru á bachelor stigi, so er hetta rætt, men hetta hevur onki at gera við trupuleikarnar, sum onkur hevur verið í viðv. góðkenning í útlandinum. Heldur hevur tað verið ókunnleiki um Føroyar. Hesin trupuleikin hevur í fleiri førum verið loystur við hjálp frá donskum myndugleikum. Vandi kann vera fyri, at næmingar heldur vil fara til útlandið at taka maritimar útbúgvingar sum eru bachelorstigi, um vit ikki broyta skipan. Tað hevur sostatt skund við at umskipa maritimu útbúgvingarnar eftir Bolognaskipanini og at lyfta hesarutbúgvingar til BA stig. Arbeitt verður við hesum. Tað finst eingin altjóða góðkenningarmyndugleiki á hesum øki, men einstøku útbúgvingarstovnarnir gera sjálvir av hvør í sínum lagi, hvørt ein útbúgving frá øðrum landi heilt ella lutvíst kann verða góðkend ella avriksflutningur kann fara fram.

 

Arbeitt verður við nýggjari lóg bæði um læraraútbúgving og pedagogútbúgving. Tá hesar lógir koma í gildi, verða hesar útbúgvingar bachelorútbúgvingar, og verða skipaðar eftir Bologna leistinum.

 

Tá tað verður spurt, hví Føroyar ikki eru við í Bolognayvirlýsingini ella avtaluni, sum spyrjarin tekur til, so má svarið vera, at hóast spurningurin hevur verið umrøddur, hevur ein ikki hildið tað verið neyðugt higartil. Tað ber jú til at nýta skipanina uttan at verða formligur luttakari í tilgongdini. Tá samstundis verður spurt, um ætlanir um luttøku í Bolognayvirlýsingini, so skal ásannast, at tíðin nú tykist vera búgvin til, at Føroyar formliga fara upp í Bolgongatilgongdina. Hetta kann verða gjørt við, at vit heita á donsku stjórnina um at síggja til, at Bolognayvirlýsingin verður lýst at galda fyri Føroyar. Eg fari í næstum at taka henda spurning upp á røttum staði. Vit ætla eisini at fara ígjøgnum allar altjóða konventiónir og yvirlýsingar á útbúgvingarøkinum til tess at fáa staðfest, hvørjar av hesum konventiðonum og yvirlýsingum eiga at verða lýstar at galda í Føroyum.

 

Sum áður fráboðað her á løgtingi, so verður nú farið undir umfatandi  bygnaðar og innihaldsbroytingar við atliti at hægri útbúgvinunum. Tað er tí umráðandi, at vit skipa okkum soleiðis, at okkara hægru útbúgvingar í allar mátar og til eina og hvørja tíð eru á hædd við tilsvarandi útbúgvingar í Europa.

 

[1] European Credit Transfer System

Málið avgreitt.