100-31 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi rakstrarkostnaðinum hjá Smyrli

Orðaskifti

Ár 2005, mikudagin 23. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

 

  1. Kann landsstýrismaðurin siga Løgtinginum, hvussu tað ber til, at tríggir túrar hjá Smyrli kosta meira enn fýra túrar?
  2. Kann landsstýrismaðurin dagføra og seta inn kostnaðin av trimum túrum í rakstrarætlanina í løgtingsmáli nr. 17/2001?
  3. Kann landsstýrismaðurin kanna eftir, um ein triði túrur fellur innan fyri 14 tíma markið, og taka upp samráðingar við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um veruliga lønarkostnaðin av trimum túrum?
  4. Hvørjar mannagongdir verða nýttar, tá flutningsinntøkur hjá Smyrli verða bókaðar aðrastaðni enn til skipið, og hvussu stórar inntøkur verða tá drenaðar burtur frá skipinum?
  5. Kann landsstýrismaðurin siga Løgtinginum, um landsstýrið hevur líknandi starvsfólkapolitikk á samferðsluøkinum, sum tað hevur á almanna- og heilsuøkinum?
  6. Kann landsstýrismaðurin siga Løgtinginum, hvørjar og hvussu nógvar umsitingaruppgávur eru fluttar um borð á skipini at umsita?
  7. Hví verður ikki bunkrað í Suðuroy, tá skipið kortini liggur svínabundið har?
  8. Vil landsstýrismaðurin forða fyri, at fleiri túrar verða stroknir í ferðaætlanini um jólini, nýggjárið og aðrar tíðir, tá alstórur tørvur er á sigling?

 

Viðmerkingar:

Í løgtingsmáli nr. 17/2001: Uppskot til  løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju, varð henda rakstrarætlan gjørd fyri projekteraðu suðuroyarferjuna:

 

Tús. kr.

Smyril ár 2000

Projekterað Suðuroyarferja

 

Galdandi ferðaætlan

Galdandi ferðaætlan

2 x Suðuroy-Tórshavn

4 x Suðuroy-Tórshavn

11. Lønir

14.300

13.500

13.500

20.000

14. Keyp av vørum og tæn.

14.800

15.600

17.100

25.800

15. Keyp av útbúnaði, netto

100

100

100

100

16. Leiga, viðlíkah., skattur

4.000

2.500

2.700

3.500

Útreiðslur tilsamans

33.200

31.700

33.400

49.400

21. Inntøkur

12.000

13.000

13.500

14.500

Nettorakstur

- 21.200

- 18.700

- 19.900

- 34.900

“Um siglt verður tvær ferðir aftur og fram dagliga, verða útreiðslurnar á leið tað sama sum verandi rakstur hjá Smyrli. Um suðuroyarferjan við tíðini dagliga fer at sigla 4 ferðir aftur og fram millum meginøkið og Suðuroynna, sum møguleiki er fyri við projekteraðu ferjuni, verða útreiðslurnar einar 16 mió. kr. hægri enn raksturin hjá Smyrli í ár 2000.” (Strandfaraskip Landsins 7. november 2001).

Eftir rakstrarætlanini skilst:

Orsøkirnar til lægru útreiðslurnar vóru:

Nú skipið er komið til landið, verða allar hesar forsagnir gjørdar til einkis, og mælt verður til at svínabinda hetta størsta aktivið um Suðuroyarfjørð nakrantíð í 16 av 24 tímum um samdøgrið.

 

Meðan aðrar leiðir verða optimeraðar í túratølum og føstum sambondum, verður Suðuroyarleiðin køld niður, og alskyns illa grundgivnar umberingar brúktar fyri at forða suðuroyingum í teirra rættvísa parti av samfelagsmenningini.

 

Strandfaraskip Landsins søgdu í rakstrarætlanini (í løgtingsmáli nr. 17/2001) fyri fýra árum síðan, at 4 túrar komu at kosta 15 mió. kr. meira enn 2 túrar.

 

Nú sigur sami stovnur, at 3 túrar koma at kosta 20 mió. kr. meira enn 2 túrar.

 

Hækkaði oljuprísurin ávirkar sjálvandi meirkostnaðin av triðja túrinum, eins og hann ávirkar meirkostnaðin av fjórða túrinum. Men landsstýrismaðurin noyðist nú at siga Løgtinginum, hvussu tað ber til, at 3 túrar kosta meira enn 4 túrar?

 

Strandfaraskip Landsins siga í skrivi til fíggjarnevndina, 20. oktober 2005, at:

 

Stovnurin sær seg í hesum svari ikki føran fyri at taka støðu til, um 3 túrar fella innan fyri 14 tímar. Í staðin fyri langar stovnurin út, at um so er, at samlaða tímatalið fer t.d. -5 min.- út um 14 tímar um dagin, so kemur hetta at kosta 10 mió. kr. í øktum lønarkostnaði.

 

Tá hvørki suðuroyingar ella Løgtingið kunnu liva við so ógreiðum og litaðum útmeldingum, eigur landsstýrismaðurin saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at kannað eftir, um triði túrurin  fellur innan fyri 14 tíma markið ella ikki.

 

Um so er, at farið verður út um 14 tímar, eigur landsstýrismaðurin at kanna eftir, hvørjar avtalur kunna gerast um lønarkostnaðin av hesum triðja túrinum.

 

Strandfaraskip Landsins siga eisini í skrivinum til fíggjarnevndina, at :

 

Skilligt er aftur her, at best og bíligast var, um skipið als ikki sigldi, og vildu Strandfarskip Landsins spart hópin av peningi, um skipið varð lagt fyri íla.

 

Eftir roknskapartølunum at døma verða inntøkur hjá Smyrli bókaðar á øðrum leiðum enn til skipið. Um so er, at inntøkur hjá Smyrli verða bókaðar aðrastaðni, hevði tað verið av størsta áhuga at fingið eina lýsing av, hvørja mannagongdir nýttar verða á hesum øki.

 

Sum umbering fyri at støðga einari skúlabygging í Suðuroynni, segði landsstýrið seg stríðast við at byggja ellis- og røktarheim fyri at útvega arbeiðspláss í Suðuroynni.

 

Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri komandi ár sigur landsstýrið, at tað verða 34 fulltíðarstørv (174-140) færri á Strandfaraskipum Landins  komandi ár.

 

Um landsstýrið hevur líknandi starvsfólkapolitikk á samferðsluøkinum, sum tað hevur á almanna- og heilsuøkinum, átti tað ikki at verið so tungt at økt um lønarkostnaðin við tí triðja túrinum, og átti landsstýrismaðurin at sagt Løgtinginum, um landsstýrið hevur líknandi starvsfólkapolitikk á samferðsluøkinum, sum tað hevur á almanna- og heilsuøkinum?

 

Í løgtingsmáli nr. 29/2003 um at flyta almennu umsitingina av Strandfarskipum Landsins til Suðuroyar, mælti ein meiriluti av vinnunevnd Løgtingsins frá, vísandi til, at arbeitt varð við rationaliseringum. Meirilutin kunnaði Løgtingið um:

 

-         “at Strandferðslan í løtuni arbeiðir við at broyta bygnaðin, og merkir hetta m.a., at umsitingaruppgávur verða fluttar frá yvirskipaðu leiðsluni til skipararnar at umsita. Enn er tó ógreitt, hvussu nógvar uppgávur verða lagdar um borð á skipið at umsita, men greitt er, at umsitingarligu uppgávurnar hjá skiparanum verða fleiri enn í dag.”

 

Tvey ár eru farin, síðani Løgtingið varð kunnað um júst hesar bygnaðarbroytingar, og áhugavert er nú at frætta, hvussu nógv umsiting í veruleikanum er løgd út á skipini, og hvussu nógv starvsfólk eru spard burtur av hesum ávum?

 

Umsitið verður soleiðis, at Smyril er fyri fleiri óneyðugum niðurskerjingum í túratalinum.

 

Smyril kann bunkra tungolju á Sundi og í Vági. Bunkringin á Sundi elvir til, at ólag kemur í túratalið, sum verður niðurskorið. Um bunkrað verður í Suðuroynni, har skipið kortini liggur svínabundið meginpartin av samdøgrinum, er ikki neyðugt at nerva ferðaætlanina.

 

Um jólini og nýggjárið verður ferðaætlanin munandi niðurskorðin, og elvir hetta m.a. til, at ferðandi uttaneftir liggja høgtíðirnar av sær norðanfyri, og røkka ikki endaliga ferðamálinum í Suðuroynni.

 

Hesar spurningar verður landsstýrismaðurin biðin um at svara Løgtinginum sum skjótast.

 

Á tingfundi  24. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 15. desember 2005 svaraði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

Til spurning 1 

Stórar príshækkingar hava verið í mun til fíggjarætlanina, ið var løgd fyri 5-6 árum síðani í sambandi við lógaruppskot 17/2001. Tá vóru 4 túrar mettir at kosta minni, enn 2 túrar gera í 2006. Hetta er orsakað av nógv hækkaða oljuprísinum, lønarhækkanir og umflokkan av støvum í sambandi við, at nýggja suðuroyarferjan er størri, havnagjøldini eru farin upp eftir at kunngerðin um havnagjøld fór úr gildi, tryggingargjøldini eru hækkaði, og tí príssstøðið í samfelagnum sum heild annars er hækkað

 

Niðanfyri er víst ein samanbering av rakstrarætlanunum.

 

 

Útgreining av útvaldum postum:

    1. Lønarútreiðslur eru hækkaðar við uml. 6,5 mió. kr. fyri 2 túrar orsakað av lønarhækkingum (vanl. lønarhækkingar og umflokkingar) fyri manningina á Smyrli í tíðarskeiðnum og hægri manningartali á nýggja Smyrli, enn mett upprunaliga.
    2. Oljuútreiðslurnar eru hækkaðar við uml. 10,6 mió. kr., frá 8,5 mió. kr. til uml. 19,1 mió. kr., orsakað av hægri oljuprísum og herav hægri prísum á tungolju.
    3. Havnagjøld eru økt við uml. 1,5 mió. kr. m.a. orsakað av, at kunngerð um havnagjøld er sett úr gildi, og at semja er gjørd við Tórshavnar Havn um havnagjald.
    4. Tryggingar eru 0,5 mió. kr. hægri, og var hetta staðfest, eftir at hesar hava verið bjóðaðar út millum føroysku tryggingarfeløgini í 2004.
    5. Leiga, viðlíkahald og skattur eru økt við uml. 1,5 mió kr., m.a. orsakað endurskoðan av umvælingar og viðlíkahaldsútreiðslunum og sum partur av semju við Tórshavnar Havn um økið í Havnini.
    6. Aðrar útreiðslur eru lækkaðar við 0,6 mió. kr. í mun til lógaruppskotið 17/2001. Hetta sjálvt um prísstøðið í samfelagnum annars er hækkað.
    7. Hinvegin eru inntøkurnar øktar við uml. 3,2 mió. kr., og er hetta eftir, at hædd er tikin fyri príslækkingini til akfør yvir 5 m, ið væntandi kemur at kosta 3 mió. kr.

 

Til spurning 2 

Hjálagt er eitt yvirlit yvir kostnaðin av 2 og 3 túrum við støði í fíggjarætlan 2006.

 

 

Oljupríshækkingin á 10 mió. kr. í yvirlitinum er eitt miðaltal. Víst verður annars til skriv frá SL, ið var sent til fíggjarnevndina 2. november 2005 m.a. viðvíkjandi kostnaðarmeting við einum eyka túri hjá Smyrli millum Havnina og Krambatanga.

 

Til spurning 3 

Ein leyslig meting vísir, at tríggir dagligir túrar krevja, at manningin arbeiðir minst 16-17 tímar hvørt samdøgur. Kravið um 10 tímar hvíldartíð er ikki ásett í sáttmálunum við fakfeløgini, men ásett í § 55 í løgtingslóg fyri sjómenn. Tað er sostatt ikki møguligt at sigla tríggjar túrar við verandi manningarskipan. Tað er tó ikki óhugsandi, at tað ber til at finna fram til eina nýggja manningarskipan, um so er, at partarnir fáa frið at arbeiða við málinum.

 

Til spurning 4 

Flutningur av mafi-vognum, trailaralastum v.m., sum Farmaleiðir nýta fyri at flyta vørur um Suðuroyarfjørð, sum lutvíst eru ein partur av sjóvegis flutningsskylduni og lutvíst eru orsakað av ‘vinnuliga’ virkseminum hjá Farmaleiðum annars, verður ikki vístur beinleiðis í uttanhýsis roknskapinum fyri Smyril. Hesin flutningur verður tó skrásettur á elektroniskum kortum. Hesar innanhýsis inntøkur vóru í 2004 uml. 2,6 mió. kr.

 

Hinvegin verða innanhýsis útreiðslur sum t.d. útreiðslur til skipaavgreiðslu (herav nýtsla av hølum, útbúnaði og starvsfólki hjá Farmaleiðum til endamálið) ikki bókaðar beinleiðis uppá Smyril í tí ‘almenna’ roknskapinum, men eins og innanhýsis inntøkurnar skrásettar til onnur endamál.

 

Til spurning 5 

Starvsfólkapolitikkurin hjá landinum setur karmar fyri tí høvuðspolitikki, sum er galdandi hjá tí almenna, og herundir sjálvandi eisini á samferðsluøkinum.

 

Til spurning 6 

Leiðslan á SL hevur seinastu 2-3 árini arbeitt við at gera leiðslubygnaðin greiðari í fyritøkuni til tess at fáa betri samsvar millum ábyrgd og myndugleika, og sostatt fáa effektivari stýring. Hetta arbeiðið hevur borið frukt, og heldur fram.

 

Sum dømi um nýggjar umsitingaruppgávum, sum skipsleiðslan umborð á Smyrli hevur, kunnu nevnast:

a.       Bøta um inntøkurnar, goymsla, innkeyp og útreiðslustýring

b.      Skipað proaktivt viðlíkahald av øllum skipinum gjøgnum skipanina Premaster.

 

Haraftrat hevur skipsleiðslan ábyrgdina av umfatandi umsitingini av garanti mótvegis sponsku skipasmiðjuni fyrsta árið.

 

Til spurning 7 

Tað var ikki møguligt at fáa eina avtalu við SEV um at bunkra í Suðuroy. Orsøkin er sbrt. SEV, at tangakapaciteturin í Suðuroy er ov lítil til at veita olju til Smyril og samstundis tryggja eina støðuga elveiting í Suðuroy.

 

Til spurning 8 

Siglt verður eftir galdandi ferðaætlan alt árið, eisini um høgtíðirnar. Sambært ferðaætlanini sigla skipini hjá SL ikki Langafríggjadag, Páskadag, Hvítusunnudag og Jóladag. Tørvurin at ferðast økist alsamt, og túratalið hjá SL skipunum økist eisini t.d við kvøldsigling. Spurningurin er, um tað er tíðarhóskandi, at skipini liggja hesar dagar, og vit eiga tí at umhugsa at sigla hesar dagar eisini.

 

Málið avgreitt.