100-19 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi føroyskum EFTA limaskapi og fríhandilsavtalum

Orðaskifti

Ár 2005, mikudagin 2. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

1.      Metir løgmaður, at Føroyar kunnu søkja um EFTA limaskap umvegis heimastýrislógina, ella skal hetta verða gjørt umvegis “uttanríkispolitisku heimildarlógina” ?
 

2.      Um søkt verður um limaskap umvegis “uttanríkispolitisku heimildarlógina”, hvørji mál verður mett verða neyðug at yvirtaka, áðrenn søkjast kann um føroyskan limaskap í EFTA?
 

3.      Er farið undir fyrireiking at yvirtaka hesi málsøki ?
 

4.      Hvussu skjótt metir løgmaður, at hesi málsøki eru klár at yvirtaka ?
 

5.      Hvussu nógv verða yvirtøkur av hesum málsøkjum mettar at kosta (árligi kostnaðurin av at umsita málsøkini) ?
 

6.      Feril føroyskur EFTA limaskapur at geva Føroyum fría atgongd til EEA (European Economic Area) og/ella fer føroyskur EFTA limaskapur at geva fría atgongd til tey 14 triðjalondini (uttan fyri ES), ið EFTA hevur fríhandilsavtalur við ?
 

7.      Tekur løgmaður undir við, at tað hevur alstóran týdning at fáa føroyskan limaskap í EFTA skjótast til ber ?
 

8.      Nær kann væntast, at fríhandilssáttmálin við Russland verður undirskrivaður, og nær verða Føroyar partur av aleuropeiska upprunaøkinum ?

 

9.      Verður arbeitt við at fáa fríhandilsavtalur við eitt nú londini í NAFTA (North American Free Trade Agreement), India og Kina ? 
 

Viðmerkingar

Altjóða marknaðaratgongd er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð. Lond sum Ísland og Írland eru livandi dømi um hetta. Alheimsgerðin hevur eisini veruliga sett ferð á royndirnar hjá londum kring allan heim at gerast partar av felagsmarknaðum umvegis fríhandilsavtalur v.m.

 

Skulu føroyska vinnulívið og kappingarførið støðugt mennast, og skulu Føroyar sum heild ikki gerast eftirbátur í alheimsgerðini, er alneyðugt, at eisini Føroyar vinna sær alsamt betri alheims marknaðaratgongd.

 

EFTA limaskapur er ein møguleiki. Fríhandilssáttmálar við alskyns lond ein annar, og ES limaskapur ein triðji møguleiki. Men sum støðan er í dag, er ES limaskapur ikki viðkomandi. Høvuðsorsøkirnar eru, at Føroyar – so leingi Føroyar ikki eru sjálvstøðugt land – ikki fáa sjálvstøðugan limaskap og ávirkan, og hartil forðar felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES fyri, at vit varðveita ræðið á hesum so týdningarmikla øki fyri Føroyar. Tí kundi EFTA limaskapur – saman við øðrum fríhandilsavtalum - verið eitt gott alternativ.

 

Eyðkennini fyri EFTA eru fríur handil við vørum og tænastum, og frælsi hjá íløgum og persónum at ferðast og virka tvørtur um landamørk.

 

Noreg, Ísland, Sweits og Liechtenstein eru limir í EFTA, og eru hesi EFTA-lond (undantikin Sweits) eisini limir í EEA (European Economic Area).

 

EEA fevnir um 25 ES-limalond, umframt tey 3 EFTA-limalondini, og fevnir EEA um 470 milliónir íbúgvar. Harumframt hevur EFTA gjørt 14 fríhandilsavtalur við triðjalond (lond uttan fyri ES), við íalt 286 milliónum íbúgvum. Samanlagt gevur hetta EFTA-londunum (við undantaki av Sweits) fríhandilsatgongd til ein marknað við um 756 milliónum íbúgvum.

 

Hartil kemur, at EFTA í løtuni er í samráðingum um fríhandilsavtalur við Kanada, Egyptaland, SACU (Botswana, Lesotho, Namibia, Suðurafrika og Swaziland), Korea og Thailand.

 

EFTA er sostatt ein handilsfelagsskapur í støðugari menning - ein felagsskapur og ein menning, ið Føroyar kundu fingið stórt gagn av at verið partur av.

 

Men fyri at hetta skal gerast veruleiki krevst, at farið verður til verka, og at avgerðir verða tiknar.

 

Eisini er neyðugt at fáa avgreitt fríhandilssáttmálan við Russland og at fáa avtaluna um, at Føroyar gerast partur av aleuropeiska upprunaøkinum, í hús – eins og neyðugt er støðugt at menna verandi sáttmálar og gera nýggjar sáttmálar við fleiri lond eitt nú USA, Kanada, India og Kina.

 

Í vónini um, at fáa framt hesi týðandi mál í verki, verða hesir fyrispurningar settir løgmanni.

Á tingfundi 3. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 15. desember 2005 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Svar til spurning 1 og 2:

Komið er inn á viðurskifti viðvíkjandi spurningi 1 og 2 fyri kortum í samband við svar mítt uppá fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingslimi, viðvíkjandi EFTA. Fari tí fyrst at vísa til tingmál nr. 100-7 og annars at lýsa viðurskiftini nærri við niðanfyristandandi.

 

EFTA-limaskapur fevnur um tey fýra frælsini, ið skulu tryggja, at vørur, tænastur, kapitalur og persónar frítt kunnu ferðast um landamørk. Málsøki, sum hava týdning í hesum viðfangi, og sum enn ikki eru yvirtikin, eru:

 

1.   Flogferðsla (frælsi fyri tænastur og løgfrøðiligar persónar)

2.   Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)

3.   Ídnaðarhugverksrættur (frælsi fyri vørur)

4.   Upphavsrættur (frælsi fyri vørur)

5.   Útlendingaøkið og marknaeftirlit (frælsi fyri nátúrligar persónar)

6.   Ársroknskaparøkið (frælsi fyri tænastur og kapital)

7.   Elektronisk undirritan (frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, nátúrligar persónar og løgfrøðiligar persónar)

8.   Felagsskapsrættur og grunsrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)

9.   Fíggjarrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)

10. Mát og vekt (frælsi fyri vørur og tænastur)

11. Sakførarastarvssemi (frælsi fyri tænastur)

12. Sjórættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)

 

Eru hesi málsøki yvirtikin, kann EFTA-limaskapur grundast á Lóg um altjóðarrættarligu sáttmálar Føroya at gera. Eru málsøkini hinvegin ikki yvirtikin, kann limaskapur møguliga grundast á Lóg um Føroya Heimastýri, eftir góðkenning frá donskum myndugleikum. 

 

Eg eri farin undir at greina framferðarhættir í sambandi við EFTA-limaskap, umframt víðkan av sáttmálanum millum Føroyar og ES til at fevna um tey fýra frælsini. 

 

Svar til spurning 3 og 4:

Samgonguskjalið lýsir tær yvirtøkur, sum fremjast skulu í hesum valskeiðnum, og ætli eg mær at halda meg til hetta. Eg má tó ásanna, at skal tað hepnast at fáa Føroyar við í altjóðagerðina, má spurningurin um yvirtøkumál takast upp til viðgerðar. Ætli mær at venda aftur til hesi viðurskifti, tá ið omanfyrinevnda greiningararbeiði viðvíkjandi EFTA-limaskapi v.m. er fingið frá hondini. 

 

Svar til spurning 5:

Fyribilsmetingar eru gjørdar av nøkrum av málsøkjunum, sum nevnd eru í svarinum til spurning 1 og 2. Hesi málsøki eru samstundis at meta sum tey tyngstu, umsitingarliga og fíggarliga:

 

Flogferðsla eigur meginregluliga at vera sjálvfíggjandi. Ávísur kostnaður kann tó væntast í samband við lógarsmíð og aðrar miðfyrisitingaruppgávur.

 

Fíggjarøkið eigur meginregluliga at vera sjálvfíggjandi, tá ið ræður um eftirlitsuppgávur. Ávísur kostnaður kann tó væntast í samband við lógarsmíð og aðrar miðfyrisitingaruppgávur. Neyvan er talan um at seta munandi meiri arbeiðsorku av til hetta endamálið enn í dag.

 

Fyritøkugjøld í sambandi við eftirlitsuppgávurnar kunnu gerast nakað hægri enn í dag, um nýggjur eftirlitsstovnur verður at skipa frá grundini av. Verður uppgávan løgd til virkandi stovnar, sum landsbankan og tryggingareftirlitið at røkja, kann roknast við á leið verandi kostnaðarstøði hjá fíggjarfyritøkunum. Umframt hetta kann miðfyrisitingin troyta fakligt tilfeingi hjá hesum stovnum í sambandi við lógarsmíð o.t..

 

Ídnaðarhugverksrættur og upphavsrættur verða leysliga mett at kosta 1,5-2,2 mió kr fyrstu árini eftir yvirtøku, men eiga, sum frá líður, helst at verða skipað við sjálvfígging.

 

Útlendingaøkið og marknaeftirlit verða mett at kosta á leið 2 mió kr í samband við, at eini 3 fyrisitingarstørv verða at seta.

 

Sí annars hjálagt fylgiskjal 1, viðvíkjandi kostnaði av at reka ikki-yvirtikin málsøki undir føroyskum málsræði (Uttanríkisdeildin, 13. juni 2005, mál: 403-002/05) 

 

Svar til spurning 6 og 7:

Verða Føroyar EFTA-land, kunnu Føroyar gerast partur í EBS-sáttmálanum (the European Economic Area Agreement), sum skipar samstarvið millum ES og EFTA-londini (undantikið Sveis) um tey fýra frælsini o.a., treytað av, at EBS-sáttmálin verður broyttur til eisini at fevna um ósjálvstøðug lond, ella um ES verður sáttmálapartur í EBS-sáttmálanum í staðin fyri einstøku ES-londini.

 

Somuleiðis kunnu Føroyar sum EFTA-land gerast partur í fríhandilsavtalum, sum EFTA ger við lond uttanfyri ES.

 

Eg eri sannførdur um, at føroyskur EFTA-limaskapur er millum týdningarmiklastu mál, føroyingar kunnu seta sær fyri at skapa búskaparliga menning her á landi. 

 

Svar til spurning 8:

Arbeiðið við handilssáttmálanum við Russland er tikið uppaftur, nú uttanríkispolitiska lógin er samtykt. Eg kann ikki siga nær, og um sáttmáli í hesum sambandi verður undirritaður millum Føroyar og Rusland.

 

Til spurningin um, nær Føroyar gerast partur av aleuropeiska-miðjarðarhavs-upprunaøkinum er at siga, at hetta málið er avgreitt mótvegis ES og Íslandi. Frumskjølini hesum viðvíkjandi til handilssáttmálar Føroya við onnur lond – t.v.s. Sveis og Noreg - verða somuleiðis undirritað í næstum. Fari í hesum sambandi at vísa til kunningartilfar, sum er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni (www.tinganes.fo) og sendistovu okkara í Brússel (www.faroes.be). 

 

Svar til spurning 9:

Lítið og einki hevur verið arbeitt við handilsmálum í samband við NAFTA, India og Kina.

 

Í uttanríkispolitisku frágreiðing løgmans, sum verður løgd fyri tingið til várs, er ætlanin at lýsa strategiskar møguleikar og handilspolitiskar raðfestingar, sum eitt lítið land við lítlari fyrisiting til eina og hvørja tíð má gera. Møguleikar fyri at skipa fríhandilsavtalur við eitt nú NAFTA, India og Kina verða ætlandi lýstar í hesari frágreiðing. Eg vóni í hesum sambandi, at sáttmálar við NAFTA, India og Kina saman við øðrum uttanríkispolitiskum stórmálum fara at fáa eina djúptøkna viðgerð á tingi.

Fylgiskjal 1