100-24 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi fólkapensjón

Orðaskifti

Ár 2005, hósdagin 10. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at tryggja teim fólkapensjónistum hægri inntøku,  sum í dag einans hava  fólkapensjón og fulla viðbót at dúva uppá?

 

  1. Heldur landsstýrismaðurin at verandi fólkapensjónsskipan við viðbótum og samhaldsfasta er ein skipan, sum kemur at verða fíggjarliga haldbar tey næstu 15 til 20 árini?
    1) Hvussu sær aldurspyramidan út um 15-20 ár eftir framrokningunum? og
    2) hvussu stórur prosentpartur av fólkinum eru tá 67 ár og eldri? og
    3) hvussu eru hesi viðurskifti í dag?

 

  1. Hvussu stórur partur av verkafólkinum í dag hevur eina eftirlønaruppsparing via fakfelagið?

 

  1. Heldur landsstýrimaðurin, at tað átti at verið álagt arbeiðsmarknaðinum at tryggja limum sínum eina eftirløn, og skuldi hendan (eftir eitt ávíst áramál á arbeiðsmarknaðinum) verið nóg høg til, at tað ikki var neyðugt við fólkapensjónsískoyti frá tí almenna?
     
  2. Um nei/ja so hví?

 

  1. Heldur landsstýrismaðurin, at grundupphæddin til fólkapensjónistar átti at verið inntøkujavnað?
     
  2. Um nei/ja so hví?

 

  1. hvussu stórur partur av verandi fólkapensjónistum fáa ávíkavist:

 

·        Grundarupphædd og fulla viðbót og samhaldsfasta

·        Grundarupphædd og nakað av viðbót og samhaldsfasta

·        Grundarupphædd og onga viðbót og samhaldsfasta

·        Skerda grundarupphædd og samhaldsfasta

 

  1. Hvussu stórur partur av hesum hava harumframt eina eftirlønaruppsparing frá arbeiðsmarknaðinum, og hvussu býta hesi seg yvir teir fýra bólkarnar?

 

Almennar viðmerkingar:

Tjóðveldisflokkurin hevur leingi grundgivið fyri, hví tað er so týdningarmikið at geva fólkapensjónistunum betri umstøður. Hetta skal í fyrstu atløgu gerast við at økja um inntøkurnar hjá fólkapensjónistum við lágum inntøkum og í aðru atløgu at minka um stættarmunin, sum hesum aldursbólki er fyri.

 

Við hesum í huga ynskir spyrjarin at fáa greiðu á, hvørjar ætlanir samgongan hevur hesum viðvíkjandi, og eitt yvirlit yvir, hvussu støðan er hjá fólkapensjónistunum. 

 

Tá ið fólkapensjónin kom til Føroya fyri 42 árum síðani, var so stórur partur av teimum í arbeiðsføra aldrinum, sum ikki høvdu lønt arbeiði, meðan stórtsæð eingin hevði eina eftirlønarskipan. Tað var ikki fyrr enn í 70unum, at kvinnur av álvara byrjaðu at fara út á arbeiðsmarknaðin, og tey seinastu 20 árini er størsti parturin av øllum í vinnuføra aldrinum meira og minni knýtt at arbeiðsmarknaðinum. Hendan gongdin, sum er partur av vælferðarsamfelagnum og búskaparvøkstrinum, hevur eisini økt um krøvini til fólkapensjónistar, sum liva longri og gerast fleiri og fleiri. Hesi øktu krøv og longda livitíðin hava nøkur fakfeløg tikið hond um fyri fleiri árum síðani og hava í dag eina fína eftirløn fyri limir sínar, meðan onnur eru komin við seinni, men eru tó ikki komin á eitt støði, sum kann sigast at vera nøktandi fyri hesar limir enn.

 

Endamálið við fólkapensjónini er at tryggja, at øll hava góðar fíggarligar umstøður í eldraárunum. Men umstøðurnar kring um fólkapensjónina eru nógv broyttar frá 1963, tá ið fólkapensjónin kom, og til dagin í dag.

 

Í londunum kring um okkum verður nógv tosað um eina eldrabylgju. Verður hendan eldrabylgja eisini herheima, eiga vit at gera okkum greitt, hvussu vit møta teimum øktu uppgávunum, sum fylgja við, umframt øktum ellis og røktarheimsplássum og heimarøkt  eisini øktum krøvum til eftirlønarspurningin. 

 

Við hesum í huga er neyðugt at finna eina varandi heildarloysn á pensjónsøkinum

 

Hvussu hetta skal gerast, eru tað óivað fleiri meiningar um. Men gott hevði verið um tey, sum hava størstu orku, lata til teirra, sum hava minni orku. Og at partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka ábyrgd av at tryggja liviumstøðurnar, eftir at fólk eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Soleiðis skal skipanin eisini eggja til, at tað loysir seg at arbeiða og taka ábyrgd av framtíðini.

 

Tjóðveldisfloksins boð upp á eina framtíðarpensjónsskipan byggir á tvær súlur:  Ein samhaldsfastan fólkapensjónsgrunn og eina arbeiðsmarknaðareftirløn, og verða hesar orðaðar soleiðis:


* Samhaldsfasti Fólkapensjónsgrunnurin. Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin verður umskipaður til ein samhaldsfastan fólkapensjónsgrunn. Henda skipanin liggur uttan fyri vanligu fíggjarlógina og skal tryggja øllum, sum ikki hava aðra pensjónsskipan, eina fólkapensjón, sum er munandi betri enn í dag.

* Arbeiðsmarknaðareftirløn. Álagt verður arbeiðsmarknaðinum, at øll, sum hava lønarinntøku, eiga at hava eina eftirlønarskipan. Eitt minstamark skal setast fyri inngjaldið, men annars verða tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu samráða seg til bestu skipan eftir góðkendum reglum.

Ein tillagingarlykil verður gjørdur, so tey, sum hava eina lægri skipan á arbeiðsmarknaðinum, fáa meira burtur úr samhaldsfasta pensjónsgrunninum. Tey, sum ikki hava havt møguleika fyri eini pensjón á arbeiðsmarknaðinum, fáa hægsta gjald úr samhaldsfasta pensjónsgrunninum.
 

Gott hevði verið at fingið eina viðgerð av hesum viðurskiftum fyri at skunda undir eina varandi heildarloysn fyri alt pensjónsøkið.

 

Tí soljóðandi fyrispurningar:

 

Á tingfundi 11. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 15. desember 2005 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar: 

 

Til spurning 1.

Ja. Tá henda samgonga fór til verka, setti hon sær fyri at hækka inngjaldið í arbeiðsmarknaðar­eftirlønargrunnin við 0,25% í 2005, 0,25% í 2006 og 0,5% í 2007, soleiðis at møguleiki var fyri at hækka útgjaldið úr grunninum tilsvarandi. Hetta fyri at tryggja øllum fólkapensjónistum eitt munadyggari ískoyti til fólkapensjónina. Hækkingin í útgjaldinum er líka stór hjá øllum inntøkubólkum. Tí munar hon meiri hjá teimum fólkapensjónistum, ið onga aðra inntøku hava enn fólkapensjónina. 

 

Til spurning 2.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá arbeiðsmarknaðinum og landsstýrinum situr í løtuni og viðger henda spurning. Áðrenn hesin bólkur kemur við sínum niðurstøðum og tilmæli, heldur landsstýrismaðurin tað ikki vera ráðiligt at svara spurninginum, tó so, at endamálið við at seta bólkin, júst var at kanna í hvønn mun Føroyar standa yvir fyri somu avbjóðingum, sum okkara grannalond, ið flest øll royna at handfara vaksandi trýstið á vælferðartænasturnar, tí talið av pensjónistum veksur og talið av skattgjaldarum minkar tey næstu 25 árini.

 

Talið av persónum yvir 69 ár, í mun til talið av persónum frá 20 til og við 69 ár, er síðani 1985 til 2005 vaksið við uml. 4 %-poengum (frá 12,5% til 16,3%). Býtið millum hesar báðar aldursbólkar lýsir so ella so, at talið av skattgjaldarum minkar í mun til talið av pensjónistum. Vøksturin hevur tó staðið í stað síðani 1995 og fram til í dag.

 

Hagstovan hevur gjørt tilsvarandi framrokningar fram til ár 2027.  Tá verður talið av persónum yvir 69 ár í mun til talið av persónum frá 20 til og við 69 ár mett at verða uml. 20%.

 

Um hugt verður eftir talinum av persónum undir 20 ár í mun til bólkin 20-69 ár, sum eina meting av “yngrabyrðuni”, so minkar tann bólkurin frá 61,4% í 1985 til 44,8% í 2027.

 

Samanlagt fellur “uppihaldsbyrðan” (sum er talið av persónum undir 20 ár og yvir 69 ár í mun til persónar í aldrinum 20 – 69 ár) frá 73,9% í 1985 til 65,1% í 2027. Her er ikki mett um býtið av veruligu útreiðslunum til ung og gomul, men bert um demografiska aldursbýtið.

 

Til spurning 3.

Tey flestu verkafólkini hava í dag eina sáttmálatryggjaða eftirlønaruppsparing. Tað er tó stórur munur á, hvussu stór uppsparingin er. Upplýsingarnar um tær ymisku eftirlønarskipaninar eru spjaddar, so tað finst onki samlað yvirlit yvir skipaninar í dag. Føroya Lívstrygging hevur upplýst, at uml. 7.000 kundar hjá teimum rinda í dag inn til eina eftirlønarskipan antin vegna teirra limaskap í einum fakfelag, ella sum starvsfólk á einum stovni, har arbeiðsgevarin hevur gjørt eina eftirlønaravtalu við Føroya Lívstrygging. Havast skal í huga, at støddin á inngjaldinum kann liggja millum 4 og 18% av løn. Tað merkir, at tað er sera ymiskt, hvussu stór tann einstaka skipanin er.

 

Til spurning 4 og 5.

Spurningurin um tað skal vera álagt arbeiðsmarknaðinum at tryggja limum sínum eina eftirløn, verður eisini umrøddur í omanfyrinevnda arbeiðsbólki, sum skal koma við sínum tilmæli á vári 2006. Landsstýrismaðurin ynskir tí ikki at svara hesum spurningi fyrr enn bólkurin hevur handað landsstýrismanninum tilmæli sítt.

 

Spurningurin, um eftirlønin eftir eitt ávíst áramál á arbeiðsmarknaðinum átti at verið nóg høg til, at tað ikki var neyðugt við fólkapensjónsískoyti frá tí almenna, kann eg tó svara longu nú. Landsstýrismaðurin, og samgongan annars, ynskir at samlaða pensjónsskipanin skal byggja á tríggjar súlur: Fólkapensjónina, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og privata arbeiðsmarkn-aðaruppsparing. Samgongan hevur sett sær fyri at hækka inngjaldið í arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunnin, soleiðis at útgjaldið kann hækka tilsvarandi, og hetta er nú hent annað ár á rað, fyri fyrstu ferð síðani grunnurin varð stovnaður.

 

Henda ætlan er vald í teirri sannroynd, at ein stórur partur av verkafjøldini ikki hevur ráð longu her og nú til so stóra eftirlønaruppsparing, sum tey við hægri inntøku hava. Fyri at hesi skulu fáa eina virðiliga inntøku aftaná arbeiðslívið, so er neyðugt at tað almenna fer inn og tryggjar teimum eitt minstamark.

 

Til spurning 6 og 7.

Ja. Um grundupphæddin partvíst var inntøkujavnað, so hevði verið møguligt at hækka grundupphæddina til tey, ið onga aðra inntøku hava.

 

Til spurning 8. 

Hvussu nógv fáa grundarupphædd og fulla viðbót

 

Í pensjónskoyringini 30. november 2005 vóru tað tilsamans 5.618 persónar, sum fingu grundarupphædd. Herímillum eru eisini tey, sum bert hava søkt um grundarupphædd og ikki viðbót. Av hesum fingu 3.588 persónar fulla viðbót, harav vóru 1.731 persónar, sum fingu viðbót sum støk, og 1.857 persónar sum fingu viðbót sum hjún.

 

Hvussu nógv fáa grundarupphædd og nakað av viðbót

Í pensjónskoyringini 30. november 2005 vóru tað tilsamans 608 persónar, sum fingu nakað av viðbót.

 

Hvussu nógv fáa grundarupphædd og onga viðbót

Í pensjónskoyringini 30. november 2005 vóru tað tilsamans 1.422 persónar, sum onga viðbót fingu.

 

Hvussu nógv fáa skerda grundarupphædd

Landsstýrismaðurin er í iva hvussu spurningurin um skerda grundupphædd skal skiljast. Sambært ll. um almannapensjónir kann grundupphæddin ikki skerjast vegna aðra inntøku.

 

Tænastumenn, ið fáa eftirløn sambært gomlu tænastumannapensjónslógini (ll. nr. 32 frá 5. juli 1971, við seinni broytingum) fáa ein sokallaðan “samskipanarfrádrátt” í síni eftirløn, um so er, at teir fáa fólkapensjón, eisini hóast teir bert fáa grundupphæddina. Tað er ikki grundupphæddin, sambært almannapensjónslógini, men eftirlønin hjá tænastumanninum, ið verður skerd.

 

Ein bólkur av pensjónistum fær skerda grundupphædd, men tað er ikki vegna aðra inntøku. Ein skerd grundarupphædd er í hesum sambandi at skilja sum brotpensjón, tvs., at hesir persónar hava bert vunnið sær rætt til partvísa pensjón úr Føroyum. Hesir hava vanliga vunnið sær rætt til brotpensjón úr einum øðrum norðanlandi enn Danmark, sambært norðurlendska millumlanda-sáttmálan um almannatrygd. Í pensjónskoyringini 30. november 2005 vóru tað tilsamans 338 persónar, sum fingu skerda grundarupphædd av hesum ávum.

 

Samhaldsfasti

Allir persónar yvir 66 ár fáa samhaldsfasta, sum í 2005 er 910 kr. um mánaðin. 

 

Til spurning 9.

Tað er ikki møguligt at svara spurninginum, tí tað finnast ikki hagtøl um hatta – heldur ikki hagtøl, sum neyvt vísa hvørjir pensjónistar fáa eftirløn.

 

Málið avgreitt.