Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

9. fundur

 

Ár 2005, hósdagin, 15. september, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir, Høgni Hoydal, Heidi Petersen, Vilhelm Johannesen, Jákup Mikkelsen, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2005: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki
Málið beint í trivnaðarnevndina

 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005
Málið beint í fíggjarnevndina

 

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygd í viðgerðini av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

5.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðv. flutningsskyldu á farmaflutningi
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

6.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Karsten Hansen, løgtingsmanni, viðv. flutningi av farmi til Kalsoyar
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
 

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Hergeir Nielsen hevur vegna Tjóðveldisflokkin lagt fram tingmál nr. 11/2005 Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli og nr. 1-3/2005 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-2
 

Tikið av skrá
Svar upp á fyrispurnng nr. 100-5/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bjargingarmálinum “Jøkulfell”,

svar upp á fyrispurning nr. 100-7/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi EFTA og

svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingmanni, viðvíkjandi kreppuhjálp til tsunami-raktu økini í Indiska havinum
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 20. september 2005, kl. 13.30,  við hesi dagsskrá:
 

1.      Svar uppá fyrispurnng nr. 100-5/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni viðvíkjandi bjargingarmálinum “Jøkulfell”

2.      Svar uppá fyrispurning nr. 100-7/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi EFTA

3.   Svar upp á fyrispurning nr. 100-8/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjálvstøðugum limaskapi í norðurlendskum samstarvi

4.      Svar uppá fyrispurning nr. 100-1/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.05  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari