100-1 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í landbúnaðarmálum, viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni 

Orðaskifti

Ár 2005, ólavsøkudag, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er landsstýrismaðurin greiður yvir, og heldur hann,  tað er ílagi, at dómarin er formaður fyri Yvirlandbúnaðarstevnuni?
  2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er heppið, at dómarin er formaður fyri Yvirlandbúnaðarstevnuni, tá einasti kærumøguleiki,  í mun til avgerðir hjá stevnuni, er Føroya rættur?
  3. Dugir landsstýrismaðurin at skilja, at nógv eru sera ivasom og hava ilt við at hava álit á Yvirlandbúnaðarstevnuni, tá viðurskiftini eru so samantvinnað?
  4. Dugir landsstýrismaðurin at skilja, at tey eru nógv, sum eru hørm og ótolin, og at tey ynskja hesi viðurskifti broytt í stundini?
  5. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at fremja broytingar viðvíkjandi, hvussu Yvirlandbúnaðarstevnan verður mannað?
  6. Um so er, at landsstýrismaðurin ætlar sær at fremja broytingar, nær ætlar hann so at fremja tær?

 

Viðmerkingar.

Yvirlandbúnaðarstevnan er tað forum, har iva- og trætumál landbúnaði viðvíkjandi enda. Yvirlandbúnaðarstevnan viðger hesi iva- og trætumál, og hon tekur somuleiðis avgerðir. Tey, sum eru partar í trætumálunum kunnu, um tey ikki eru nøgd við avgerðina hjá Yvirlandbúnaðarstevnuni, kæra avgerðina inn fyri Føroya rætt. Hetta ljóðar alt so sera gott, og ein fær kensluna av, at trætumál landbúnaði viðvíkjandi fáa sína haldgóðu og demokratisku viðgerð. Fyrst verður málið viðgjørt á einari stevnu, har fólk í høgum álitisstørvum taka avgerðirnar, og síðan kann tann, sum kennir seg vera snýttan ella fyri vanbýti, kæra til Føroya rætt. Tað er ikki øllum beskorið at verða løgd í so fjálga og trygga løgfrøðisliga dýnu.

 

Tað er bert tann bági við øllum hesum, at sami persónur er formaður fyri Yvirlandbúnðarstevnuni, sum eisini er ovasti leiðari og dómari í Føroya rætti.

 

Tórgarð prestur segði einaferð, tá hann varð spurdur, hví hann helt somu prædiku í Kvívík um morgunin og í Vestmanna um kvøldið: Hví skal eg siga eitt í Kvívík og nakað heilt annað í Vestmanna.

 

Og hví skal dómarin siga eitt í Yvirlandbúnaðarstevnuni og eitt annað í Føroya rætti.

 

Hinvegin er skilligt, at fólk hevur ilt við at hava álit á einum kærumøguleika, tá kærunevndin skal meta um sína egnu avgerð.

 

Føroyar eru, eins og londini kring um okkum, komnar væl og virðiliga inn í 2005. Tí eiga vit eisini at skipa okkara løgfrøðisligu viðurskifti soleiðis, at tey standa mát við tey, sum vanliga eru galdandi í 2005. Vit eiga at taka tøk soleiðis, at vit koma okkum burtur úr óhepnu løgfrøðisligu og rættarligu samantvinningini. Vit eiga at taka tøk soleiðis, at Føroya fólk av røttum kann hava álit á teimum skipanum, sum seta út í kortið og seta stevnuna. Í dag hava vit alt ov nógvan óhepnan samanvavstur, sum bara elvir til iva, misálit og ósemju.

 

Hesin fyrispurningur er settur landsstýrismanninum í teirri vón, at hann sum skjótast fer undir at fremja broytingar soleiðis, at fólk kann hava størri álit á málsviðgerðini av trætumálum innan landbúnað okkara.

 

Á tingfundi 3. august 2005 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 21. september 2005 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Svarað verður undir einum:

 

Reglurnar um ávikavist landbúnaðarstevnu og Yvirlandbúnaðarstevnu eru skipaðar í Lov nr. 84 frá 31. Marts 1926 for Færøerne om Landvæsenskommissioner, sum broytt við § 2 í løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995.

 

Sambært § 1 í hesi lóg er Yvirlandbúnaðarstevnan skipað við sorinskrivaranum sum formanni, umframt fýra øðrum limum, ið verða tilnevndir av Føroya Landsstýri.

 

Avgerðir hjá Yvirlandbúnaðarstevnuni eru endaligar, jvb. § 11, 1. pkt. í omanfyrinevndu lóg. Hetta merkir, at avgerð hjá Yvirlandbúnaðarstevnuni ikki kann verða skotin inn fyri Føroya Rætt.

 

Um so er, at Yvirlandbúnaðarstevnan er farin út um sínar heimildir, ber tó til at kæra henda heimildarspurning beinleiðis til Hægstarætt. Talan er tá annaðhvørt um at landbúnaðarstevnan hevur tikið støðu til viðurskifti, ið fella uttan fyri økið hjá landbúnaðarstevnuni, ella um at landbúnaðarstevnan hevur avvíst málum, ið fella innan fyri økið hjá landbúnaðarstevnuni.  

 

Hægstirættur hevur tó bert heimild at viðgera sjálvan heimildarspurningin, og kann Hægstirættur sostatt ikki realitetsviðgera málið, t.e. viðgera sjálvt kærumálið, jvb. § 11, stk. 1, 2. pkt. Henda niðurstøða er eisini staðfest í dóminum UfR 1954.66H.

 

Júst tí at avgerðir hjá Yvirlandbúnaðarstevnuni ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan ella rættarligan myndugleika, verður mett rætt, at sorinskrivarin er formaður fyri Yvirlandbúnaðarstevnuni. Hetta er serliga grundað á, at neyðugt er at tryggja, at farið verður rætt fram løgfrøðiliga. Málini kunnu verða trupul og inntrívandi, og er tað sera týdningarmikið at tryggja rættarstøðuna hjá teimum, ið skjóta mál inn fyri ávikavist landbúnaðarstevnuna og Yvirlandbúnaðarstevnuna.

 

Landbúnaðarstevna og Yvirlandbúnaðarstevna eru at meta sum serdómstólar, ið virka undir liðini á vanligu dómstólunum. Talan er um tveir ymiskar instansir, og er hetta í samsvari við vanliga dupultinstansprincippið, ið er galdandi í rættarskipanini.

 

Í løtuni er tískil ongar ætlanir um at fremja broytingar viðvíkjandi samansetingini av Yvirlandbúnaðarstevnuni.  

 

Málið avgreitt.