100-5 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi bjargingarmálinum "Jøkulfell"

Orðaskifti

Ár 2005, fríggjadagin 12. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1)      Hvørja kunning fekk løgmaður um málið, frá tí at skipið sakk 7. februar 2005 og fram til tingviðgerðina av málinum 3. mars 2005, tá ið Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, eftir eitt hart politiskt trýst, til endans boðaði frá, at ein óheft kanning skuldi gerast av gongdini í bjargingarmálinum ?
 

2)      Kann løgmaður, sum eftirlitsmyndugleiki, gera greiði á, hvussu nógv landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum visti um málið í hesum sama tíðarskeiði ?
 

3)      Hví varð leiðarin á Sjóbjargingarstøðini suspenderaður eftir viðgerðina av fyrispurninginum á tingi, tá ið tað ikki varð hildið neyðugt at suspendera hann fyri viðgerðina ?
 

4)      Var løgmaður kunnaður um innanhýsis kanningina, sum Sjóbjargingarstøðin gjørdi av sær sjálvari, og sum landsstýrismaðurin undir tingviðgerðini av málinum segði seg vera nøgdan við ?
 

5)      Átti landsstýrismaðurin ikki at skipað eina óhefta kanning beinanvegin eftir vanlukkuna, eisini fyri at bjarga umdømi Føroya í tilbúgvingarmálum ?
 

6)      Ráddi landsstýrismaðurin einsamallur í málinum, hevði hann verið nøgdur við innanhýsis kanningina hjá MRCC-støðini. Nú varð hann trýstur av tinginum at seta í verk eina óhefta kanning. Eftir at DNV-kanningin var liðug og almannakunngjørd, sigur hann seg taka hesa frágreiðingina og tilmælini í henni til eftirtektar, og ætlar at fremja broytingar samsvarandi henni, hvat heldur løgmaður um andsøgnina í hesum ?
 

7)      Heldur løgmaður, at ein óheft kanning nakrantíð varð gjørd, um málið ikki var reist í Løgtinginum ?
 

8)      Er løgmaður nøgdur við politisku handfaringina av málinum ?

 

Viðmerkingar:

 

Íslendska farmaskipið “Jøkulfell” sakk norðan fyri Føroyar hin 7. februar. 5 sjómenn vórðu bjargaðir av donsku sjóbjargingartyrluni, ímeðan 6 av manningini sjólótust.

 

Málið var lýst í føroyskum fjølmiðlum sum ein vanlukka, men spurningurin varð ikki reistur, um føroyska tilbúgvingin var nóg munagóð, tá ið um bjargingararbeiðið galt, og spurningurin varð heldur ikki settur, um nú føroyska leiðslan av hesum bjargingarátaki var nóg dygg.

 

So við og við fóru tey tíðindi at frættast, at bjargingin ikki hevði verið stjórnað optimalt, og at partar av bjargingarmateriellinum komu alt ov seint á vanlukkustaðið. Serliga eyðsýniligt var tað, at føroyska tyrlan varð standandi so leingi á flogvøllinum í Vágum.

 

Var ikki rætt farið fram í hesum máli, og okkara samstarvspartnarar í grannalondunum fingu frænir av, at føroyski parturin av tilbúgvingini í Norður-Atlantshavi var lakari og meira amatørkendur, enn gott var, so kundi hetta skatt føroyskt umdømi í millumtjóða samstarvi almikið.

 

Fyri at málið skuldi verða tikið upp av føroyingum sjálvum, setti undirritaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, nakrar spurningar á tingi hin 3. mars 2005 hesum viðvíkjandi.

 

Landsstýrismaðurin segði orðarætt í fyrsta svari sínum: “Landsstýrismaðurin er nøgdur við, at tað eftir stutta tíð hevur eydnast at byggja upp eina sjóbjargingarstøð við nærløgdum starvsfólki, og landsstýrismaðurin er somuleiðis nøgdur við, at arbeiðsmentanin á Sjóbjargingarstøðini er soleiðis, at eftirmeting verður gjørd hvørja ferð, at ein týðandi hending hevur verið. Hetta tryggjar, at mannagongdir altsamt verða bøttar og betraðar, og hendingin við “Jøkulfell” hevur longu ført til broyttar og betri mannagongdir.”

 

Hesi vitan má landsstýrismaðurin hava ligið inni við síðani vanlukkuna. Tvs. frá 7.-8. februar til 3. mars. Hann hevur ábyrgdina av støðini og tilbúgvingini í hesum føri, og hevur eftir øllum at døma verið nøgdir við frágreiðingina, hann fekk frá sínum undirsáttum á Sjóbjargingarstøðini. Hann framdi í hvussu er ongar broytingar og fyritók sær heldur onki í málinum annars. Áhugavert kundi eisini verið at fingið  upplýst, hvussu nógv eftirlitsmyndugleikin, løgmaður, fekk at vita um málið í hesum sama tíðarskeiði.

 

3. mars eru munnligir fyrispurningar á tingi. Og tað dylist ikki, at fyrispurningurin um hetta málið fekk tingmenn á kókið. Tingmenn úr andstøðu og samgongu, hvør um annan, bordaðu røðarapallin, og tað var sjónligt, at menn hildu føroyska renome´ið í tilbúgvingarmálum standa í ringum ljósi.

 

Umframt spyrjaran vóru tað fleiri aðrir tingmenn, sum mæltu til, at ein óheft kanning varð gjørd av málinum. Ein teirra var Páll á Reynatúgvu, sum helt fyri: “At vit áttu at gjørt eina óhefta kanning av tí, sum er farið fram, ikki so nógv fyri at finna nakran syndabukk, haldi eg, men fyri ið hvussu er at fáa tryggjað, at alt er farið rætt fram og eisini fyri kanska at reinsa tey, sum kanska eventuelt máttu staðið fyri skotum av teimum tingum, sum onkursvegna hanga í luftini.” Aðrir tingmenn, m.a. Kristian Magnussen, Gerhard Lognberg, Jenis av Rana og Kaj Leo Johannessen mæltu eisini til eina óhefta kanning.

 

Tað var ógvuliga sjónligt, at landsstýrismaðurin var komin undir hart politiskt trýst, bæði frá andstøðu og samgongu, og fleiri hildu, at broytti hann ikki støðu undir viðgerðini, so hevði hann ein somikið stóran trupulleika, at eitt misálit varð sjálvsagdi endin á orðaskiftinum. Løgmaður varð skjótt greiður yvir, at landsstýrismaðurin var longri úti, enn hann grynti politiskt. Sum tingmenn minnast, reisti hann seg úr stólinum, førkaði seg yvir til landsstýrismannin og lýddi honum eitthvørt í oyra. Ráðini vóru eyðsýniliga, at landsstýrismaðurin skuldi fara á pallin aftur og boða frá, at ein óheft kanning fór at verða gjørd í málinum. Ein trupul støða sjálvandi, hjá einum ábyrgdarhavara at flyta seg frá fyrstu útsøgnini, har hann hevði boðað frá sínum treytaleysa álitið til Sjóbjargingarstøðina og teirra eftirmeting av sær sjálvum.

 

Í næstseinastu syftu megnaði hann heldur ikki at flyta seg meira enn til at siga, at hann ikki vildi avvísa, at ein óheft kanning fór at verða gjørd. Tí fór undirritaði uppaftur á røðarapallin og heitti á landsstýrismálanevndina um at taka sær av málinum. Tástani hjálpti, og landsstýrismaðurin kendi seg nú so hóttan av øllum tinginum, at hann hevði onki val, hann boðaði frá, at hann fór at seta eina óhefta kanning í verk av hesi syndarligu vanlukku - og handfaringini í bjargingarhøpi.

 

Sama kvøldið varð leiðarin á Sjóbjargingarstøðini, fyribils, settur frá sínum starvi. Hetta var ein løgin avgerð, í hvussu er í mun til støðuna, landsstýrismaðurin hevði til málið í sínum fyrsta svari á tingfundinum. Hví ivi varð sáddur um hansara leiðslu eftir tingfundin og ikki eftir vanlukkuna tykist margháttligt. Og tey flestu munna spyrja seg sjálvi, hvat ið nú so brádliga fekk landsstýrismannin at saðla um í málinum. Hví varð ikki bíðað eftir óheftu kanningini, tá ið hon nú fór at verða sett á bakkastokkin allíkavæl.

 

Landsstýrismaðurin valdi at heita á DNV – eitt vælskikkað felag í so máta – at standa fyri kanningini. Hendan var liðug 22. juni, og eftir at hava verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum, varð hon almannakunngjørd 18. juli 2005. Og tað er ikki ov nógv sagt, at hon er ein lemjandi ákoyring á føroyska tilbúgving.

 

Landsstýrismaðurin, sum var nøgdur við innanhýsis kanningina hjá stovninum, og sum ongantíð hevði ætlað hesa professionellu og óheftu kanningina, sigur í tíðindaskrivi sama dagin, sum kanningin varð almannakunngjørd: “At Fiskimálaráðið tekur frágreiðingina og tilmælini frá DNV til eftirtektar. Stig verða nú tikin til at styrkja um tilbúgvingina og at seta í verk tær ábøtur, sum DNV mælir til í sínari frágreiðing.”

 

Her stendur paradoksið í málinum. Landsstýrismaðurin tekur eina kanning og tilmælini í henni til eftirtektar, sum hann ikki vildi vita av í sínari tíð, og sum ongantíð hevði verið gjørd, um tingið ikki legði eitt óvanliga hart trýst á hann 3. mars. Tvs. at uttan tingsins leiklut í málinum hevði ongin nakrantíð fingið greiði á veikleikunum í føroyskari tilbúgving, og ringa støðan hevði bara hildið fram, samsvarandi eftirmetingini hjá støðini sjálvari, og sum landsstýrismaðurin upprunaliga segði seg at vera nøgdan við.

 

Hetta er ein ógreið støða, sum bendir á eina óvanliga veika og óprofessjonella støðutakan til eitt mál, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í hesum førinum hevur ábyrgdina av. Spennandi verður at frætta, hvat ið løgmaður visti um málið frá byrjan til enda. Í hvussu er tóktist tað sjáldsamt, at hann, eftir at DNV-kanningin varð almannakunngjørd, so treytaleyst fór út og stuðlaði landsstýrismanninum í handfaringini av málinum.

 

Samanumtikið er parlamentariska handfaringin av málinum eminent og eitt klassadømi um, hvønn leiklut tingið kann og eigur at átaka sær mótvegis útinnandi valdinum. Hugaligt var eisini at síggja, hvussu ein tvørpolitiskur vilji kann trýsta eitt mál ígjøgnum – í einum álvarsmálið sum hesum, har umdømi Føroya í millumtjóða samstarvi kundi staðið uppá spæl.

 

Á tingfundi 16. august 2005 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 20. september 2005 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Til 1.  Løgmaður fekk onga serstaka kunning um málið fyrr enn tann dagin, munnligi fyrispurningurin viðvíkjandi Jøkulfell var svaraður á Løgtingi 2. mars 2005.

Umsjónarráðið viðvíkjandi tilbúgving, har  aðalstjórarnir eru limir, hevði fund 17. februar 2005. Á hesum fundi greiddi táverandi leiðarin á MRCC-støðini frá um virksemið hjá sjóbjargingarstøðini.. Í hesum sambandi varð nevnt, at tað hevði gingið væl við bjargingini av manningini av Jøkulfell, hóast tað hevði ikki eydnast at bjarga allari manningini. Einki neyvari varð nevnt um tilburðin, og spurningar vórðu ikki settir.

 

Til 2.  Víst verður til hjáløgdu frágreiðing dagfest 10. mars 2005 til løgmans frá Fiskimálaráðnum,

har lýst verður, hvat Fiskimálaráðið visti um bjargingararbeiðið, tá Jøkulfell sakk. Henda frágreiðing var gjørd eftir áheitan frá løgmanni á landsstýrismannin í fiskivinnumálum hin 3. mars 2005..

 

Til 3.  Orsøkin var, sum tað eisini framgongur av frágreiðingini frá Fiskimálaráðnum dagfest 10. mars 2005, at landsstýrismaðurin og Djóni Weihe samdust um, at tað var best um Djóni Weihie fór úr starvi, meðan málið varð kannað. 

 

Til 4.  Løgmaður var ikki kunnaður um sonevndu debrief-kanningina, fyrr enn hon varð nevnd í Løgtinginum hin 2. mars 2005. Síðani varð hann kunnaður um spurningin hin 3. mars 2005, tá hann á fundi við landsstýrismannin í fiskivinnu­málum umrøddi málið.

 

Til 5. Tað er torført at meta um, hvørt landsstýrismaðurin átti at skipað fyri óheftari kanning beinanvegin eftir vanlukkuna. Eftirmetingin ella Debrief-kanningin varð gjørd 10. februar 2005. Orðingarnar í henni tykjast ikki at boða frá álvarsligum mistøkum. Hesar orðingar eru endurgivnar í hjáløgdu frágreiðing frá Fiskimálaráðnum dagfest 10 mars.

 

Til 6. Sum skilst av frágreiðingini frá Fiskimálaráðnum varð landsstýrismaðurin ikki greiður yvir, at trupulleikar vóru í málinum um Jøkulfell, fyrr enn Torbjørn Jacobsen, løgtingslimur, setti spurningin um málið í Løgtinginum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær spurningin frá Torbirni Jacobsen 1. mars 2005, og júst sama dag fær landsstýrismaðurin eftirmetingina ella Debrief-kanningina. Tí hevði hann heldur ikki tikið støðu til innanhýsis frágreiðingina, tá spurningurin varð settur.

 

Eg eri glaður fyri, at hesin spurningur varð settur í Løgtinginum, so at málið varð kannað til fulnar. Tað er eisini eitt av endamálinum við, at løgtingslimir kunnu seta landsstýrismonnum spurningar.

 

Til 7. Tað er torført at svara uppá. Um so var, at løgmaður á nakran hátt fekk frænir av, at støðan var so mikið álvarslig, hevði hann tryggjað, at ein óheft kanning varð sett í verk alt fyri eitt. 

 

Til. 8. Lat meg gera tað greitt, at eg eri sera harmur um hetta mál. Tí havi eg givið landsstýrismanninum boð um at tryggja, at Sjóðbjargingarstøðin virkar til fulnar. Eisini havi eg álagt honum at fáa óheftan skikkaðan stovn at meta um, hvørt viðurskiftini veruliga eru fingin í rætt lag. Hetta er ikki minst týdningarmikið til tess at tryggja, at spurnartekin ikki verður sett við okkara sjóbjargingarskipan. Tí er tað eisini skilagott at skipað verður so fyri, at óheft góðskuskipanareftirlit av sjóbjargingini verður framt við jøvnum millumbilum, so tað ikki skulu óhapp til at avdúka skipanarligar veikleikar hjá hesum týdningarmikla myndugleika.

 

Málið avgreitt.