100-12 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi flutningsskyldu á farmaflutningi 

Orðaskifti

Ár 2005, hósdagin 8. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Hvussu kemur einskiljingin av Farmaleiðum seinni í ár at ávirka fiskaflutningin frá uppboðsølunum til framleiðarar og útflutningshavn ?
 

2.      Hvørja ávirkan heldur landstýrismaðurin, at tað fær fyri fólkið, sum býr á smáplássum og útoyggjum, um flutningsskyldan verður avtikin ?
 

3.      Er nøkur loysn funnin á spurninginum um oljuflutning til útoyggjar?
 

4.      Er spurningurin um einskiljing av Farmaleiðum viðgjørdur í samráð við landsstýrismannin í vinnumálum, sum varðar av Postverkinum 

 

Viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur ábyrgdina av útjaðara eins væl og útoyggjamálum.

 

Sambært tíðindunum í Útvarpið Føroya týsdagin 30. august resta enn nøkur viðurskifti, áðrenn klárt er at einskilja Farmaleiðir. Samstundis váttar landstýrismaðurin, at eingin skylda verður at koyra til smáplássini.

 

Ferðafólka- og farmaflutningurin hava ofta verið nevnd sum fyritreyt fyri einum útjaðarapolitikki. Sum støðan er í dag, hava eitt nú virkir í Suðuroynni møguleika at bjóða upp á fisk á uppboðsølu norðanfjørðs og fáa hann fluttan suður til virkingar; sjálvsagt er tað sama  galdandi fyri virkir norðanfjørðs. Tað er týdningarmikið, at kappingarneytar hava so javnbjóðis treytir sum yvirhøvur gjørligt í flutningskostnaði, tí kappingin er beinhørð og skiftisavlopið avmarkað, so bert tann besti yvirlivir.

 

Fyri fáum árum síðani vóru skipini í nógv størri mun tengd at virkjunum og landaðu beinleiðis. Harumframt sigldu skipini í millumlandasigling til tríggjar fýra høvuðshavnir í Føroyum. Tá var møguleiki at avskipa í økinum og brúgva-, vøru- og havnagjøld komu nærumhvørvinum tilgóða. Stórbroyting er hend á hesum øki, og í dag verður nógv tann størsti parturin útfluttur á fremmandum kjøli, og framleiðslan skal í stóran mun flytast til hesa einu avskipingarhavnina.

 

Skal smáplássum vera lív lagað, hava ferðafólka- og farmaflutningur alstóran týdning.

Tann landsstýrismaðurin, sum nú situr, eins væl og undanfarni veit, hvussu truplum viðurskiftum tey menniskju, sum búgva í útjaðaranum, liva undir. Eitt nú hevur flutningurin av olju til húsarhaldini mangan verið nevndur, men enn er lítið ítøkiligt hent. Tað kundi verið áhugavert í hesum sambandi at fingið at vita frá Jógvan við Keldu, landsstýrismann,i og fyrrverandi formanni í útjaðarasamgonguni, um nakað nýtt er at frætta um oljuflutningin.

 

Verða umstøðurnar verri enn tað, vit kenna ídag, kann hetta gerast mønustingurin fyri smáplássini.

 

Fyrr lá Strandferðslan undir øðrum landsstýrismanni, ið eisini hevði Postverkið um hendi. Í samgonguni undan hesari bleiv tosað um, at samskipa hesar báðar almennu tænasturnar, so meira fekst burturúr fyri minni pening.

 

Tað má vera ein almenn uppgáva at tryggja smáplássum og útjaðara vøruflutning fyri ein rímiligan pening. Tað verða so undir ongum umstøðum útlendskar fyritøkur í føroyskum hami, ið fara at átaka sær at røkja hesa uppgávu

 

Á tingfundi 15. september 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 2. november 2005 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 

Til spurning 1

Landið kemur ikki at standa fyri fiskaflutningi frá uppboðssølum til framleiðarar og útflutningshavn, tá ið Farmaleiðir eru einskildar.  

 

Til spurning 2

Fyri tað fyrsta finst eingin landvegis flutningsskylda fyri farmaflutningin, sum Farmaleiðir hava staðið fyri. Tí er ikki talan um, at ein landvegis flutningsskylda verður tikin av. At Farmaleiðir verða einskildar førir við sær, at tann landvegis farmaflutningurin hjá land-inum, sum Farmaleiðir hava varðað av millum økini í Føroyum, verður niðurlagdur.

Hinvegin finst ein sjóvegis flutningsskylda fyri farm, og talan er ikki um at avtaka hesa skyldu. 

 

Til spurning 3

Innlendismálaráðið hevur arbeitt við spurninginum um oljuflutning til útoyggjar, serliga við tí atliti at sleppa undan oljutunnunum. Í sambandi við hetta arbeiðið eru líkindi fyri, at privatir ætla at taka hendan partin upp sum vinnuveg. Innlendismálaráðið hevur tískil ikki ítøkiligar ætlanir um at arbeiða við hesum, fyrr enn greiða fæst á, hvussu flutningurin kappingarliga verður skipaður.  

 

Til spurning 4

Spurningurin um at samskipa virksemi hjá Farmaleiðum og Postverki Føroya hevur verið royndur av undanfarnu samgongu uttan úrslit. Í sambandi við einskiljingarætlan okkara fyri Farmaleiðir hevur tískil ikki verið arbeitt í samráð við landsstýrismannin í vinnumálum, sum varðar av Postverki Føroya.

 

Málið avgreitt.