100-7 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi EFTA 

Orðaskifti

Ár 2005, fríggjadagin 12. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu ber tað til, at løgmaður góðtekur boðini frá donsku stjórnini um, at løgfrøðisligar forðingar eru fyri, at Føroyar taka lut í teimum fýra frælsunum hjá EFTA, tá ið vit fyri fleiri árum síðani hava gjørt semju við Ísland um ein fríhandilssáttmála, ið fevnir um tey fýra frælsini?
     
  2. Hví góðtekur landsstýrið uttanumtosið um løgfrøðisligar forðingar mótvegis EFTA, sum ikki eru galdandi, tá ræður um fríhandilssáttmála okkara við Ísland?
     
  3. Hvussu ber tað til, at danska stjórnin nú krevur fleiri yvirtøkur, tá ræður um tey fýra frælsini í EFTA, tá hetta kravið ikki er sett viðvíkjandi handilssáttmálanum við Ísland?
     
  4. Er hetta prógvið um, at tann sonevnda uttanríkispolitiska heimildarlógin, ið varð skrumblað ígjøgnum Løgtingið, leggur nýggjar forðingar fyri altjóða luttøka føroyinga, tí íslandssáttmálin var liðugur, áðrenn henda lóg varð skundað ígjøgnum, meðan EFTA-spurningurin er reistur, eftir at Løgtingið gav donsku myndugleikunum allan avgerðarrætt í uttanríkispolitisku lógini?

 

Viðmerkingar

Løgmaður hevur ferð eftir ferð roynt at geva føroyingum ta fatan, at sonevnda uttanríkispolitiska heimildarlógin er “eitt frambrot” fyri føroyingar.

 

Andstøðuflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, hava hinvegin víst á, at talan er um eitt risa-afturstig, har danska stjórnin hevur girt Føroyar inni í eini lóggávu, har føroyingar nú bert skulu vera fulltrúar hjá Danska Kongsríkinum undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Hartil hevur andstøðan staðiliga víst á, at samgongutinglimir hava atkvøtt fyri eini lóg, har tað verður sligið fast, at føroyingar binda seg til ikki at ganga ímóti donskum áhugamálum, og at danir skulu spyrjast bæði áðrenn, undir og eftir eina samráðing.

 

Áðrenn ein tílik ómegdarlóggáva kom upp á tal, hava føroyskir myndugleikar víðkað sínar ræsur sjálvir á altjóða pallinum.

 

Eitt nú hava vit samráðst um og gjørt ein fríhandilssáttmála við Ísland, ið fevnir um øll tey sonevndu “fýra frælsini” fyri vørur, kapital, arbeiðsmegi og tænastur.

 

Nú hevur løgmaður boðað frá, at vit ynskja limaskap í EFTA – og nú skal henda sonevnda “frambrots-lóggávan” standa sína roynd.

 

Men hvat hendir?

 

-         Nú sigur danska stjórnin, at Føroyar kunnu ikki gerast limir í EFTA sum Føroyar, men bert sum partur av danska kongsríkinum undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Tað stendur jú í lógini, sum Løgtingið hevur samtykt.

 

-         Í øðrum lagi førir danska stjórnin fram, at sambært lógini, so er tað bert á fult yvirtiknum málsøkjum, at føroyingar kunnu gera sáttmálar vegna “Kongeriget Danmark”. Tískil skulu nógv málsøki yvirtakast, áðrenn vit yvirhøvur kunnu umhugsa at koma upp í EFTA sum danskir fulltrúar.

 

-         Danski forsætisráðharrin nýtir nú beinleiðis uttanríkispolitisku ómegdarlógina móti landsstýrinum, tí sum hann segði við danskar fjølmiðlar: “Nu må vi jo holde os til loven”.

 

Sostatt er virkisførið hjá føroyingum munandi skert í mun til tíðina undan, henda lóggáva fekk gildi.

 

-         Fyri trimum árum síðani bar væl til at samráðast við Ísland og gera ein sáttmála lidnan til undirskrivingar, sum fevnir um tey fýra frælsini – eisini á málsøkjum, ið ikki eru fult yvirtikin.

 

-         Nú ber sambært donsku stjórnini ikki til at gera júst tað sama mótvegis EFTA, tí krav er um yvirtøkur og víst verður til løgfrøðisligar forðingar.

 

Spurningurin er tí: Hvaðani koma tær løgfrøðisligu forðingarnar mótvegis EFTA, sum ikki vóru og eru í fríhandilssátmálanum við Ísland?

 

Svarið kann bert vera eitt: Løgfrøðisligu forðingarnar verða settar eftir hugi og ynski hjá donsku stjórnini við hesi sonevndu uttanríkispolitisku heimildarlógini í hondini. Við hesum “søguliga frambroti” í hondini, sum løgmaður hevur skírt tað.

 

Tí verður løgmaður spurdur um eina frágreiðing um hesi viðurskifti.

 

Á tingfundi 16. august 2005 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 20. september 2005 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 

Spurningar eru heldur líkir innihaldsliga og verða tískil best svaraðir undir einum.

 

Uttanríkismál eru skipað í heimastýrislógini og uttanríkispolitisku lógini. Sambært grein 8, stk. 4 í heimastýrislógini kunnu føroysk samráðingarfólk fáa fulltrú frá donskum uttanríkisráðharrum at samráðast við onnur lond um sáttmálar, ið viðvíkja yvirtiknum málsøkjum eins og ikki-yvirtiknum málsøkjum – sí sáttmálan við Ísland um tey fýra frælsini og marknasáttmálan við Bretland.

 

Samráðingarnar við Ísland hava verið ikki sørt truplar í mun til danskar myndugleikar, og eru skjøl til skjals, ið geva ábendingar um tað. Við øðrum orðum, eftir gomlu reglunum í heimastýrislógini, var fulltrú frá donskum uttanríkisráðharrum sjálv heimildin aftanfyri eina og hvørja samráðing hjá Føroyum við onnur lond um altjóðarættarligar sáttmálar. Harumframt skuldi danska uttanríkisráðið góðkenna nevndu sáttmálar aftaná samráðingarnar og áðrenn undirritan. Somuleiðis skuldi danska uttanríkisráðið standa fyri fráboðanum til avvarðandi lond um, at Føroyar hava tikið undir við sáttmálunum. Hetta er veruliga støðan viðvíkjandi Íslandssáttmálanum.

 

Undir heimastýrislógini hevur tað ikki borið Føroyum til at fara uppí EFTA og EBS sambært donskum myndugleikum av stjórnarrættarligum og altjóðarættarligum orsøkum.

 

Nú uttanríkispolitiska lógin hevur fingið gildi er broyting komin í donsku støðuna viðvíkjandi EFTA-limaskapi, hóast føroyska støðan altíð hevur verið hon, at tað bar eisini til sambært heimastýrislógini.

 

Sum støðan er í dag, er uttanríkispolitiska lógin óvirkin í mun til tey fýra frælsini, og tað vil so aftur siga í mun til Íslandssáttmálan og EFTA-limaskap, tí at nøkur málsøki vænta í at verða yvirtikin. Við øðrum orðum, eins og við Íslandssáttmálanum krevur EFTA-limaskapur, at donsk stjórnarráð verða við í samráðingartilgongdini, eins og Fólkatingið í grundregluni kann verða tikið við um fólkatingslóg í Føroyum viðvíkjandi ikki-yvirtiknum málsøkjum verður kravd.

 

Lat tað so verða sligið fast, at danska stjórnin hevur higartil ongantíð tikið undir við føroyskum EFTA-limaskapi eftir heimastýrislógini.

 

Niðurstøðan er tískil hon, at so leingi málsøkini ikki eru yvirtikin er uttanríkispolitiska lógin óvirkin i mun til tey fýra frælsini, og sostatt er eingin broyting í mun til fyrr, tí at dúva verður uppá heimastýrislógina sum áður. Hin vegin so kunnu vit sjálvi taka málið í egnar hendur, tá tað snýr seg um sáttmálar, sum bert fevna um fult yvirtikin málsøki so sum eitt nú innan fiskivinnu, handil, skatt, umhvørvið og mentan.

 

Í stuttum er munurin millum heimastýrislógina og uttanríkispolitisku lógina hann, at sambært heimastýrislógini fáa føroysk samráðingarfólk fulltrú frá donskum uttanríkisráðharrum, meðan sambært uttanríkispolitisku lógini samráðast føroysk samráðingarfólk samsvarandi uttanríkispolitisku lógini.

 

Málið avgreitt.